STYKKI 11
Vís falskan átrúna frá tær!
Satan og hansara illu andar vilja ikki hava teg at tilbiðja Gud. Teir royna at fáa so nógv sum gjørligt at venda Gudi bakið. Hvussu? Til dømis við følskum átrúna. (2 Korint 11:13-15) Ein átrúni er falskur, tá hann ikki lærir sannleikan úr Bíbliuni. Falskur átrúni er sum falskir pengar — hann sær út at vera rættur, men er einki verdur. Hann kann elva til nógvar trupulleikar.
Átrúnaðarligar lygnir kunnu á ongum sinni hava tokka Jehova, ið er sannleikans Gud. Tá Jesus var á jørðini, lá ein trúarbólkur honum eftir lívinum. Tey hildu, at teirra trúgv var tann rætta. Tey søgdu: „Vit hava ein Faðir, Gud!“ Var Jesus samdur? Nei! Hann segði við tey: „Tit eru av einum faðir — Djevulinum.“ (Jóhannes 8:41, 44) Nógv, sum nú á døgum halda seg tæna Gudi, tæna í veruleikanum Satani og illu andum hansara. — 1 Korint 10:20.
Sum eitt rotið træ ber ringa frukt, soleiðis framleiðir falskur átrúni fólk, ið skikka sær illa. Heimurin er fullur av trupulleikum orsakað av tí ónda, sum fólk havast at. Eitt nú siðloysi, slagsmál, stuldur, kúgan, morð og neyðtøkur. Nógv av teimum, ið skikka sær so illa, hava eina trúgv, men hon fær tey ikki at bera seg rætt at. Tey kunnu bert verða vinir Guds, um tey halda uppat at skikka sær illa. —Falskur átrúni lærir fólk at biðja til avgudar. Gud sigur, at vit ikki mugu biðja til avgudar. Tað er rímiligt. Hevði tær dámt, um onkur bara tosaði við bílætið av tær og ongantíð við teg sjálvan? Tú hevði ivaleyst havt ilt við at mett hann sum ein sannan vin. Jehova vil, at vit skulu tosa við hann og ikki við eina standmynd ella eitt bílæt, ið einki lív hevur. — 2 Mósebók 20:4, 5.
Falskur átrúni lærir, at tað er í lagi at drepa onnur, tá kríggj brestur á. Jesus segði, at vinir Guds skuldu hava kærleika hvør til annan. Vit drepa ikki tey, ið vit elska. (Jóhannes 13:35) Vit skulu heldur ikki drepa gudleys menniskju. Tá fíggindar Jesusar komu at handtaka hann, loyvdi hann ikki lærisveinum sínum at berjast fyri seg. — Matteus 26:51, 52.
Falskur átrúni lærir, at tey gudleysu skulu pínast í helviti. Men Bíblian lærir, at syndin førir til deyða. (Rómbrævið 6:23) Jehova er kærleikans Gud. Fer kærleikans Gud at pína fólk í allar ævir? Sjálvandi ikki! Í Paradísinum verður bert ein átrúni, nevniliga tann sum Jehova góðkennir. (Opinberingin 15:4) Tá er allur átrúni, sum er grundaður á lygnir Satans, burtur.