Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

STYKKI 1

Gud bjóðar tær vinalag

Gud bjóðar tær vinalag

Gud vil fegin vera vinur tín. Hevur tú nakrantíð hugsað um at gerast vinur við størsta Persónin í universinum? Ábraham, sum livdi fyri langari tíð síðani, varð kallaður vinur Guds. (Jákup 2:23) Bíblian nevnir eisini onnur, ið vóru vinir Guds og fingu ríka signing. Fólk úr øllum heiminum hava nú á døgum knýtt vinabond við Gud. Tú kanst eisini verða vinur Guds.

At vera vinur Guds er betri enn at vera vinur við nakað menniskja. Gud svíkur ongantíð loyalu vinir sínar. (Sálmur 18:26) At vera vinur Guds er betri enn at vera ríkur. Tá hin ríki doyr, fara onnur við pengum hansara. Men tann, sum er vinur Guds, hevur savnað sær skattir, ið eingin kann taka frá honum. — Matteus 6:19.

Onkur roynir kanska at forða tær í at læra um Gud. Slík mótstøða kann eisini koma frá vinum og skyldfólki. (Matteus 10:36, 37) Skuldi onkur flent at tær ella hótt teg, spyr so teg sjálvan: ’Hvørjum vil eg helst vera til vildar — menniskjum ella Gudi?’ Hugsa um hetta: Um onkur bað teg halda uppat at eta, hevði tú so aktað hann? Sjálvandi ikki! Tú mást eta fyri at liva. Men Gud kann syrgja fyri, at tú livir í allar ævir! Lat ongan forða tær í at kanna, hvussu tú verður vinur Guds. — Jóhannes 17:3.