Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

STYKKI 17

Vilt tú eiga ein vin, mást tú vera ein vinur

Vilt tú eiga ein vin, mást tú vera ein vinur

Vinalag er grundað á kærleika. Jú meiri tú lærir um Jehova, tess størri verður kærleiki tín til hansara. So við og við sum kærleiki tín til Gud veksur, veksur eisini ynski títt um at tæna honum. Hetta fær teg at gerast ein lærisveinur hjá Jesusi Kristi. (Matteus 28:19) Fert tú upp í eydnuríku familjuna av Jehova Vitnum, kanst tú fáa ævigt vinalag við Gud. Hvat eigur tú at gera?

Tú mást vísa, at tú elskar Gud, við at lýða lógir hansara. „Tað er kærleikin til Gud, at vit halda boð Hansara; og boð Hansara eru ikki tung.“ — 1 Jóhannes 5:3.

Nýt tað, tú lærir. Hetta lýsti Jesus í einum líknilsi um ein klókan mann, ið bygdi hús sítt á hellu, meðan ein tápuligur maður bygdi hús sítt á sandi. Tá ein ódnarstormur kom, varð húsið á helluni standandi, meðan húsið á sandinum fór um koll við einum øgiligum bresti. Jesus segði, at ein og hvør, ið hoyrir orð hansara og fylgir tí, er sum tann klóki maðurin, ið bygdi hús sítt á hellu. Men ein og hvør, sum hoyrir orð hansara og ikki fylgir tí, líkist tápuliga manninum, ið bygdi hús sítt á sandi. Hvørjum av teimum báðum monnunum vilt tú helst líkjast? — Matteus 7:24-27.

Vígsla. At víga seg til Jehova merkir, at vit venda okkum til hansara í bøn og siga honum, at vit ynskja at gera vilja hansara í allar ævir. Gert tú Guds vilja, vísir tú, at tú ert ein lærisveinur hjá Jesusi Kristi. — Matteus 11:29.

Dópur. „Lat teg doypa, og fá syndir tínar avtváaðar, táið tú ákallar navn Hansara.“ — Ápostlasøgan 22:16.

Tæn Gudi av fullum huga. „Hvat tit so gera, gerið tað av hjarta, sum fyri Harran og ikki fyri menniskju!“ — Kolossebrævið 3:23.