Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

Hví hava vit brúk fyri vón?

Hví hava vit brúk fyri vón?

Hví hava vit brúk fyri vón?

HVUSSU hevði tað verið, um Daniel, drongurin, sum hevði krabbamein, og sum vit hoyrdu um í undanfarnu greinini, ikki hevði mist vónina? Var hann so blivin frískur? Hevði hann verið á lívi í dag? Tað hevði nokk eingin sagt, heldur ikki tey, sum trúgva mest upp á vón. Og tað undirstrikar nakað týðandi: Vit mugu ikki halda, at tað at hava eina vón kann loysa alt.

Í eini tíðindasending ávaraði serlæknin Nathan Cherney um vandan við at fortelja illa sjúkum fólki, at tey fáa tað betri, viss tey hava eina sterka vón. Hann segði: „Vit hava havt dømi um, at menn hava funnist at konuni, sum lá illa sjúk. Teir hildu, at hon mediteraði for lítið og ikki var nóg positiv.“ Nathan Cherney segði víðari: „Henda tankagongdin hevur givið eina skeiva fatan av, at vit kunnu basa sjúku, bara vit eru bjartskygd. Og viss vit so ikki fáa tað betri, kann onkur kanska hugsa, at vit ikki hava gjørt nokk fyri at blíva frísk, og tað er ikki rímiligt.“

Tey, sum eru deyðiliga sjúk, hava tað nóg ringt, sum er, og teirra nærmastu vilja sjálvandi ikki gera støðuna verri við at geva teimum ringa samvitsku. Vil tað so siga, at tað ikki ger nakran mun at hava vón?

Nei. Hesin sami læknin er serkønur í pínulinnandi viðgerð, eini viðgerð, sum ikki beinleiðis miðar eftir at berja sjálva sjúkuna niður ella at leingja lívið, men eftir at sjúklingurin skal hava tað so gott sum gjørligt ta tíðina, hann hevur eftir. Slíkir læknar eru sannførdir um, at viðgerðir, sum gera sjúklingar meira positivar, gera stóran mun – eisini hjá teimum, sum eru illa sjúkir. Nógv bendir altso á, at tað at hava vón kann hjálpa sjúklingum.

Hvønn mun ger vón?

Læknin og høvundurin W. Gifford-Jones sigur: „Vón ger stóran mun í sjúkuviðgerðini.“ Hann hevur samanborið fleiri kanningar, sum eru gjørdar fyri at meta um, hvønn týdning tað hevur at geva deyðiliga sjúkum fólki kensluligan stuðul. Nógv bendir á, at slíkur stuðul hjálpir fólki at hava vón og vera meira positiv. Ein kanning frá 1989 vísti, at sjúklingar, sum fingu slíkan stuðul, livdu longur. Heilt so avgjørdar eru nýggjari kanningar kortini ikki, men í hvussu er, hava kanningar staðfest, at sjúklingar, sum fáa kensluligan stuðul, ikki eru so tunglyntir og hava minni pínu enn aðrir.

Ein onnur kanning snýr seg um, hvønn leiklut bjartskygni og svartskygni hava í sambandi við hjartasjúkur. Fleiri enn 1.300 menn vórðu spurdir, um teir sum heild vóru bjartskygdir ella svartskygdir. Tíggju ár seinni vísti kanningin, at umleið 160 av hesum monnunum høvdu havt okkurt slag av hjartasjúku. Og teir flestu av teimum vóru svartskygdir. Laura Kubzansky, sum er professari í heilsu og sosialum atburði, skrivar: „Tey flestu prógvini fyri, at tað er gott fyri heilsuna at ’hugsa positivt’, eru grundað á frásagnir. Men í hesi kanningini eru nøkur av teimum fyrstu læknafrøðiligu prógvunum fyri, at bjartskygni er gott fyri hjartað.“

Kanningar hava víst, at tey, sum halda seg hava ringa heilsu, ikki koma líka skjótt fyri seg eftir eina skurðviðgerð sum tey, ið halda seg hava góða heilsu. Tað sær eisini út til, at fólk, ið eru bjartskygd, liva longur. Ein kanning varð gjørd fyri at vísa, hvussu eldri fólk verða ávirkað av positivum tonkum um elli. Granskarar vístu nøkrum eldri fólkum heilt stutt brot við boðskapum um, at gomul fólk eru klókari og hava fleiri royndir. Aftaná orkaðu tey nógv betur at ganga, ja, líka so væl, sum viss tey høvdu vant í 12 vikur.

Hví er tað eftir øllum at døma gott fyri heilsuna at hava vón og vera bjartskygdur? Enn skilja vísindafólk og læknar kanska ikki kroppin og sinnið so væl, at teir kunnu geva endaligt svar. Serfrøðingar, sum hava kannað evnið, hava kortini nøkur uppskot. Til dømis sigur ein professari í nervafrøði: „Tá ið mann er í góðum lag, er mann ikki so stressaður, og tað er gott fyri kroppin. Hetta er gott at vita hjá teimum, sum vilja hava góða heilsu.“

Summir læknar, sálarfrøðingar og granskarar halda kanska, at hetta er nýggj vitan, men hon er ikki nýggj fyri tey, sum lesa Bíbliuna. Fyri nærum 3.000 árum síðani fekk Gud tann vísa Sálomon kong at skriva: „Glatt hjarta gevur góða heilsubót, men brotið mót sýgur mergin úr beinunum.“ (Orðtøkini 17:22) Hetta er skilagott. Bíblian sigur ikki, at eitt glatt hjarta grøðir allar sjúkur, hon sigur heilt einfalt, at tað er gott fyri heilsuna.

Viss vón var ein heilivágur, heldur tú so ikki, at allir læknar høvdu útskrivað hann? Men tað at hava vón er ikki bara gott fyri heilsuna, tað er eisini gott fyri nógv annað.

Ger tað nakran mun, um tú ert bjartskygdur ella svartskygdur?

Granskarar hava funnið út av, at tað er ein stórur fyrimunur at vera bjartskygdur. Fólk, sum eru bjartskygd, klára seg vanliga betur bæði í skúlanum, á arbeiðsplássinum og í ítrótti. Ein kanning varð til dømis gjørd av einum kvinnuliði av rennarum. Venjararnir mettu um, hvussu væl hvør einstøk kvinna fór at klára seg í kapping. Samstundis vórðu kvinnurnar sjálvar spurdar um, hvussu væl tær roknaðu við at klára seg. Tað vísti seg, at teirra egnu vónir vóru meira eftirfarandi enn metingarnar hjá venjarunum. Hvussu ber tað til, at vón hevur so nógv at siga?

Granskarar hava lært nógv av at kanna fólk, sum eru svartskygd. Fyri meira enn hálvtrýss árum síðani vístu kanningar, at bæði djór og menniskju kunnu læra at føla seg hjálparleys. Til dømis settu granskarar fólk í eitt rúm, har tey hoyrdu eitt troyttandi ljóð og fortaldu teimum, at tey kundu steðga ljóðinum, um tey trýstu á nakrar ávísar knøttar. Og tað eydnaðist teimum at steðga ljóðinum.

Ein annar bólkur fekk tað sama at vita, men hjá teimum hjálpti tað einki at trýsta á knøttarnar. Sum tú sikkurt kanst hugsa tær, fingu nógv í hesum seinna bólkinum eina kenslu av, at tey vóru hjálparleys. Tá ið kanningin eitt sindur seinni varð endurtikin, royndu tey ikki so mikið sum at steðga ljóðinum. Tey hildu ikki, at tað nyttaði nakað. Men tey í bólkinum, sum vóru bjartskygd, góvu ikki uppat, tey blivu við at royna.

Læknin Martin Seligman var við til at gera nakrar av hesum kanningunum. Og tað gav honum hug at halda fram at granska bjartskygni og svartskygni. Hann kannaði orsøkina til, at nøkur halda seg vera hjálparleys. Niðurstøðan var tann, at tá ið fólk eru svartskygd, virkar alt so torført, at tey lítið og einki fáa gjørt. Seligman sigur: „Eg havi granskað evnið í 25 ár. Eg havi granskað fólk, sum eru svartskygd, og sum siga, at tey sjálvi hava skyldina í øllum tí ringa, sum hendir, og at alt endar galið, líkamikið hvat tey gera. Eg eri vísur í, at henda tankagongdin er orsøkin til, at tað gongur teimum svartskygdu verri enn teimum bjartskygdu.“

Nøkur halda kanska, at henda niðurstøðan er nýggj, men tey, sum lesa Bíbliuna, hava hoyrt hana fyrr. Legg merki til hetta orðatakið: „Missir tú mótið, táið neyð kemur á, so hevur tú lítla megi.“ (Orðtøkini 24:10) Ja, Bíblian vísir, at tú orkar minni, tá ið tú ert mótleysur og hevur negativar tankar. Men hvussu verður tú minni svartskygdur og meira bjartskygdur?

[Mynd]

Vón kann gera stóran mun