Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

Ein falskur vinur

Ein falskur vinur

Ein falskur vinur

Tú fekst ein „vin“, tá ið tú vart heilt ungur. Hann fekk teg at føla teg vaksnan og fekk tínar javnaldrar at góðtaka teg. Tá ið tú ikki hevði tað gott, hjálpti hann tær altíð at fáa tað betri. Tað var virkuliga ein vinur, sum tú kundi líta á.

Men við tíðini uppdagaði tú hansara keðiligu síður. Hann forlangaði at vera saman við tær alla tíðina. Men tá ið tú vart saman við honum, vart tú ikki vælkomin allastaðni. Tað kann gott vera, at hann fekk teg at føla teg vaksnan, men nú hevur tú fingið ringa heilsu av honum. Og sum um tað ikki var nokk, hevur hann eisini stolið pengar frá tær.

Tú hevur roynt at sleppa av við hann, men hann blívur við at hanga uppi í tær. Hann stýrir tær faktiskt. Tú vildi ynskt, at tú ongantíð hevði møtt honum.

SOLEIÐIS hava nógvir roykjarar tað við sigarettini. Earline, sum hevur roykt í 50 ár, sigur: „Sigarettin var ein størri hjálp enn at hava fólk rundan um meg. Hon var ikki bara ein vinur, sum eg hevði havt leingi – viðhvørt var hon mín einasti vinur.“ Men sum Earline seinni skilti, er sigarettin bæði ein falskur og vandamikil vinur. Faktiskt kundu orðini fyrst í hesi greinini verið skrivað um hana – tó við einum undantaki. Hon legði av, tá ið hon fann út av, at Gudi ikki dámar, at vit dálka okkara kropp, sum vit hava fingið frá honum. – 2. Korintbræv 7:1.

Ein maður, sum eitur Frank, gjørdi eisini av at halda uppat at roykja, tí hann vildi gleða Gud. Men nakrar fáar dagar seinni tók hann seg sjálvan í at leita allastaðni eftir gomlum sigarettstubbum. „Tað var dropin,“ segði hann. „Tá ið eg sá meg sjálvan liggja har á øllum fýra og leita eftir gomlum stubbum, bleiv eg illa við av mær sjálvum. Eg havi ikki roykt eina einastu sigarett síðan.“

Hví er tað so ringt at leggja av at roykja? Granskarar eru millum annað komnir fram til hesar orsøkirnar: (1) Fólk kunnu blíva líka bundin av tubbaki sum av ólógligum rúsevnum. (2) Tá ið fólk anda nikotin niður í seg, kann tað ávirka heilan upp á bara sjey sekund. (3) Royking er ein partur av gerandisdegnum, tí nógv fáa sær eina sigarett, tá ið tey eta og drekka, eru saman við fólki, eru stressað og so framvegis.

Men sum dømini við Earline og Frank vísa, ber tað til at leggja av. Viss tú roykir og gjarna vilt leggja av, kann tað vera ein hjálp hjá tær at lesa tær næstu greinarnar.