Hvat kann hjálpa tær at leggja av?
Hvat kann hjálpa tær at leggja av?
„Tað, sum eyðkennir næstan allar roykjarar, sum hava megnað at leggja av, er, at teir tóku eina fasta avgerð um tað.“ – Úr bókini „Stop Smoking Now!“
SO VISS tú gjarna vilt leggja av at roykja, mást tú altso vera púra avgjørdur um, at tað skal eydnast. Hvussu kanst tú blíva tað? Eitt, tú kanst gera, er at hugsa um allar fyrimunirnar, tað hevur at leggja av.
Tú sparir pengar. Viss tú roykir ein pakka um dagin, kostar tað nógvar túsund krónur um árið. „Eg hevði ongantíð hugsað um, hvussu nógvar pengar eg oyðslaði burtur upp á tubbak.“ – Gyanu, Nepal.
Tú fært meira burtur úr lívinum. „Tá ið eg gavst at roykja, var tað sum, at lívið hjá mær byrjaði av nýggjum, og alt gongur bara betri og betri.“ (Regina, Suðurafrika) Tá ið fólk leggja av at roykja, fáa tey ein nógv betri smakki- og luktisans, og tey fáa ofta meira orku og síggja sunnari út.
Tú fært betri heilsu. „So skjótt sum fólk leggja av at roykja, hevur tað stórar fyrimunir fyri heilsuna óansæð aldur.“ – Smittuverjustovnurin í USA.
Tú fært størri sjálvsálit. „Eg legði av at roykja, tí eg vildi ikki, at tubbakið skuldi stýra mær. Eg vildi hava tamarhald á mínum egna kroppi.“ – Henning, Danmark.
Familja og vinir fáa tað betri. „Royking … skaðar heilsuna hjá teimum, tú ert saman við. … Kanningar vísa, at passiv royking er orsøk til, at fólk í túsundatali doyggja av lungnakrabba og hjartasjúkum hvørt ár.“ – Amerikanska krabbameinsfelagið.
Skaparin verður glaður. Í Bíbliuni stendur: ’Elskaðu míni, latið okkum reinsa okkum frá øllum, ið ger okkum órein á holdi.’ (2. Korintbræv 7:1) Bíblian sigur eisini, at vit skulu ’bera fram likam okkara’ sum eitt ’heilagt offur’, ið Gudi dámar. – Rómbrævið 12:1.
„So skjót sum eg skilti, at Gudi ikki dámar, at vit dálka kroppin, valdi eg at leggja av at roykja.“ – Sylvia, Spania.
Men tað er ikki altíð nokk at taka eina fasta avgerð um at leggja av. Mann kann eisini fáa brúk fyri hjálp frá øðrum, millum annað familju og vinum. Hvat kunnu tey gera?