Hvussu kanst tú takkla avbjóðingarnar?
Hvussu kanst tú takkla avbjóðingarnar?
„Eg setti mær fyri at leggja av at roykja fyri at verja okkara nýfødda barn. So eg hongdi eitt ’royking bannað’ skelti upp heima, men bara ein tíma seinni mungaði eg so illa eftir einari sigarett, at eg festi mær í.“ – Yoshimitsu, Japan.
DØMIÐ við Yoshimitsu vísir, at tað kann vera eitt stríð at leggja av at roykja. Og kanningar vísa, at næstan 90 prosent av teimum, sum detta útí aftur, halda fram at roykja. Men tað verður lættari at leggja av, viss tú veitst, hvørjar avbjóðingar kunnu koma. Hvørjar eru tær mest vanligu?
At munga eftir nikotini: Hetta er ofta ringast teir fyrstu tríggjar dagarnar aftan á ta síðstu sigarettina og minkar aftan á umleið tvær vikur. Ein fyrrverandi roykjari sigur, at í tí tíðarskeiðinum kann hugurin at roykja koma og fara. Men sjálvt fleiri ár aftaná kunnu nøkur knappliga fara at munga eftir einari sigarett. Viss tað hendir hjá tær, mást tú endiliga standa ímóti freistingini. Tí einar fimm minuttir seinni hvørvur hugurin helst.
Onnur symptom upp á abstinensir: At byrja við kann tað vera ringt at halda seg vaknan ella at hugsavna seg, og summi taka eisini lættari uppá. Nøkur stríðast við pínu, skriða, sveitta, hosta, og nøkur verða meira ótolin, lættari ill ella føla seg hugtung. Men tey flestu symptomini minka aftan á fýra til seks vikur.
Hetta tíðarskeiðið kann vera serliga ringt at klára, men her eru nøkur góð ráð, sum kunnu hjálpa tær:
● At sova meira.
● At drekka nokk av vatni ella djúsi og eta sunt.
● At røra seg.
● At anda djúpt og hugsa um, at rein luft fyllir lunguni.
Tað, sum kann geva tær hug at roykja: Ein støða ella kensla kann fáa teg at munga eftir einari sigarett. Kanska plagdi tú at roykja aftur við einum kaffimunni. Um so er, mást tú ikki sita for leingi við koppinum í hondini. Bíða bara, einaferð fert tú at kunna njóta ein kopp av kaffi uttan at fáa hug at roykja.
Sjálvt aftan á, at kroppurin ikki hevur brúk fyri nikotini longur, kanst tú fáa hug at roykja í einari ávísari støðu. Torben, sum fyrr er nevndur, viðgongur: „Sjálvt um eg legði av at roykja fyri nítjan árum síðani, kann eg enn fara at munga eftir einari sigarett í kaffisteðginum.“ Men vanliga minka sovorðnar kenslur við tíðini.
Í sambandi við alkohol er støðan ein onnur. Meðan tú roynir at leggja av at roykja, kann tað vera neyðugt at halda teg frá alkoholi og støðum, har tað verður bjóðað. Orsøkin er, at nógv detta útí aftur, tá ið tey drekka alkohol. Hvussu ber tað til?
● Sjálvt eitt sindur av alkoholi økir um njótilsið av nikotini.
● Í sambandi við sosiala samveru ganga alkohol og royking ofta hond í hond.
● Alkohol kann fáa teg at gera nakað, sum tú vanliga ikki hevði gjørt. Tað er rætt, sum Bíblian sigur: ’Vín tekur vitið burtur.’ – Hoseas 4:11.
Tey, sum tú ert saman við: Ansa eftir, hvørjum tú ert saman við. Tú kanst til dømis royna at lata vera við at vera saman við fólki, sum roykja ella bjóða tær sigarettir. Og tú mást halda teg frá fólki, sum gera gjøldur burtur úr tær, tí tú roynir at leggja av.
Kenslur: Ein kanning vísir, at næstan tveir triðingar av teimum, sum duttu útí aftur, vóru stressaði ella ill, beint áðrenn tað hendi. Viss ein ávís kensla fær teg at munga eftir einari sigarett, kanst tú royna at gera okkurt, sum fær tankarnar burtur. Tú kanst til dømis drekka eitt glas av vatni, fáa tær eitt tyggigummi ella ganga ein túr. Royn at hugsa um okkurt positivt. Tú kanst kanska biðja til Gud ella lesa eitt petti í Bíbliuni. – Sálmur 19:15.
Kom ikki við umberingum
● Eg fái mær bara líka ein guv.
Fakta: Bara ein guvur kann nøkta helvtina av nikotintørvinum í tríggjar tímar. Úrslitið er ofta, at fólk byrja at roykja aftur.
● Royking fær meg at slappa av.
Fakta: Kanningar vísa, at nikotin faktiskt økir um mongdina av stresshormonum. Nøkur føla seg kanska meira avslappaði, tí tey sleppa undan abstinensunum í eina løtu.
● Eg havi roykt for leingi.
Fakta: Tað er nógv ringari at leggja av, viss tú ikki trýrt upp á tað. Bíblian sigur: „Missir tú mótið, táið neyð kemur á, so hevur tú lítla megi.“ (Orðtøkini 24:10) Tú mást lata vera við at hugsa negativt. Tað ber til at leggja av hjá øllum, sum virkuliga gjarna vilja, og sum fylgja góðum ráðum, til dømis teimum í hesi greinarøðini.
● Eg klári ikki abstinensirnar.
Fakta: Tað er rætt, at abstinensirnar kunnu vera ógvisligar, men tær minka aftan á nakrar fáar vikur. So gev ikki upp! Viss tú fert at munga fleiri mánaðir ella ár seinni, gongur tað eisini yvir, sikkurt bara aftan á nakrar fáar minuttir, viss tú altso ikki festir tær í.
● Eg eri sálarliga sjúkur.
Fakta: Viss tú ert í viðgerð fyri eina sálarsjúku, sum til dømis depressión ella skisofreni, kanst tú snakka við læknan hjá tær um, hvat tú kanst gera. Hann vil sikkurt heldur enn gjarna hjálpa, kanska við at tillaga heilivágin hjá tær.
● Viss eg detti útí aftur, fari eg at føla meg miseydnaðan.
Fakta: Støðan er ikki vónleys, viss tú dettur útí aftur. Tú mást ikki missa mótið. Blív bara við at royna. Tað er bara miseydnað, viss tú gevur upp. Tað skal nokk eydnast hjá tær.
Romualdo, sum hevði roykt í 26 ár, legði av fyri meira enn 30 árum síðani. Hann sigur: „Eg minnist ikki, hvussu ofta eg datt útí aftur, men eg hevði tað ræðuligt hvørja ferð. Eg føldi meg púra nyttuleysan. Men tá ið eg av álvara setti mær fyri at fáa eitt gott samband við Gud, og ferð eftir ferð bað hann hjálpa mær, eydnaðist tað.“
Tann síðsta greinin í hesi røðini gevur nøkur góð ráð aftrat, sum kunnu hjálpa tær at blíva roykfríur.
[Ramma/Mynd]
ØLL SLØG AV TUBBAKI ERU VANDAMIKIL
Tubbak verður brúkt upp á nógvar mátar. Summastaðni ber tað enntá til at keypa tubbak í handlum, sum selja heilsukost og natúrmedisin. Men hóast tað sigur Heimsheilsustovnurin, WHO, at „øll sløg av tubbaki eru sera vandamikil“. Tubbak kann elva til krabbasjúkur og hjartaæðrasjúkur. Og ein barnakona, sum roykir, kann eisini skaða sítt ófødda barn. Hvørji eru tey mest vanligu sløgini av tubbaki?
Bidisigarettir: Hesar smáu sigarettirnar, sum eru ballaðar, verða nógv brúktar í fleiri asiatiskum londum. Tey, sum roykja bidisigarettir, fáa nógv meira tjøru, nikotin og kolsúrni niður í seg, enn tey, sum roykja vanligar sigarettir.
Sigarir: Tær eru gjørdar úr tubbaki, sum er ballað inn í tubbaksbløð ella pappír, sum er gjørt úr tubbaki. Sigarir eru framleiddar soleiðis, at ein, sum hevur eina sigar í munninum, upptekur nikotin, hóast sigarin ikki er tendrað.
Nelikarsigarettir: Í hesum sigarettunum eru umleið 60 prosent av tubbaki og 40 prosent av kryddneliki. Tey, sum roykja nelikarsigarettir, fáa nógv meira tjøru, nikotin og kolsúrni niður í seg, enn tey, sum roykja vanligar sigarettir.
Pípur: Tað er ikki frægari at roykja pípu enn vanligar sigarettir. Tí bæði sløgini kunnu elva til krabbasjúkur og aðrar sjúkur.
Roykfrítt tubbak: Tað er millum annað skrá, snús og gutkha (kryddað tubbak, sum verður brúkt í landsynningspartinum av Asia). Nikotinið fer í blóðið gjøgnum munnin. Roykfrítt tubbak er akkurát líka vandamikið, sum onnur sløg av tubbaki.
Vatnpípur: Tubbaksroykurin fer gjøgnum vatn, áðrenn roykjarin andar hann í seg. Men tað sær ikki út til, at roykurin, sum fer niður í lunguni, inniheldur færri eitrandi evni, sum til dømis krabbameinselvandi evni.
[Ramma/Mynd]
HVUSSU KANST TÚ HJÁLPA ØÐRUM AT LEGGJA AV?
● Tú mást vera positivur. Tað er betri at rósa, enn at ganga og prika. Tað riggar betur at siga: ’Tú klárar tað næstu ferð,’ enn at siga: ’Ná, ert tú dottin útí aftur?’
● Tú mást vera fyrigevandi. Viss ein, sum roynir at leggja av, verður illur ella frustreraður, kanst tú royna at lata tað fara aftur við borðinum. Ver blíður, og sig okkurt sum: ’Eg veit tað er strævið, men tú ert so raskur.’ Tú mást ongantíð siga: ’Mær dámdi teg betur, tá ið tú roykti.’
● Tú mást vera ein vinur. Bíblian sigur: „Vinur elskar altíð, og bróðir verður føddur til hjálpar í neyð.“ (Orðtøkini 17:17) Tú mást altíð royna at vera tolin og góður við ein, sum roynir at leggja av, uttan mun til lagið á persóninum ella nær á degnum talan er um.