Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

Leita tær hjálp

Leita tær hjálp

Leita tær hjálp

„Um so onkur kann vinna hann, ið einsamallur er, kunnu tveir standa seg ímóti honum.“ – Prædikarin 4:12.

TÁ IÐ vit fáa hjálp frá øðrum, er kjansurin at vinna á einum fígginda størri. So viss tú gjarna vilt leggja av at roykja, er tað eitt gott hugskot at biðja familju og vinir um hjálp.

Tú kanst biðja onkran hjálpa tær, sum hevur klárað at lagt av. Hann ella hon kann sikkurt seta seg inn í tína støðu og geva tær góð ráð. „Hjálpin, sum eg fekk frá øðrum, hevði stóran týdning,“ sigur Torben úr Danmark. Abraham, sum býr í India, sigur: „Tann kærleikin, sum familja og vinir vístu mær, var ein stór hjálp, tá ið eg skuldi leggja av.“ Men viðhvørt er tað ikki nokk við hjálp frá familju og vinum.

Ein maður, sum eitur Bhagwandas, sigur: „Eg roykti í 27 ár, men tá ið eg fann út av, hvat Bíblian sigur um skaðiligar vanar, setti eg mær fyri at leggja av. Eg royndi at roykja minni, eg fekk mær aðrar vinir, og eg fekk enntá professionella hjálp. Men einki hjálpti. At enda bað eg eina inniliga bøn til Jehova Gud og bønaði hann um at hjálpa mær. Tá lukkaðist tað!“

Eitt annað, sum er viktigt, tá ið mann roynir at leggja av at roykja, er at fyrireika seg upp tær avbjóðingarnar, sum helst koma. Hvørjar avbjóðingar? Tað fært tú at vita í tí næstu greinini.

[Ramma]

SKAL EG TAKA NIKOTINHEILIVÁG?

Heilivágur, sum skal hjálpa roykjarum at leggja av, sum til dømis nikotinplástur, er blivin ein stórur ídnaður. Áðrenn tú gert av, um tú vilt brúka slíkan heilivág, kanst tú hugsa um hetta:

Hvørjar fyrimunir hevur tað? Tey, sum mæla til at brúka nikotinheilivág, siga, at tað kann minka um abstinensirnar. Men fleiri ivast í, um hesin heilivágurin hjálpir í longdini.

Hvørjar vansar hevur tað? Nøkur sløg av nikotinheilivági kunnu hava ymisk hjáárin, sum til dømis kvalma, tunglyndi og sjálvmorðstankar. Tað er eisini vert at minnast til, at hetta slagið av heilivági faktiskt bara er nikotin í einum øðrum formi. Og tí er heilsuvandin ikki burtur. Tann, sum tekur slíkan heilivág, er í veruleikanum framvegis bundin av nikotini.

Hvørji eru alternativini? Í einari kanning søgdu 88 prosent av teimum, sum høvdu klárað at lagt av, at tey gjørdu tað frá einum degi til annan, uttan at brúka nikotinheilivág.