Far beinleiðis til innihaldið

SAMRØÐA | ANTONIO DELLA GATTA

Hví fór ein katólskur prestur úr kirkjuni?

Hví fór ein katólskur prestur úr kirkjuni?

EFTIR at hava lisið í níggju ár í Róm bleiv Antonio Della Gatta prestvígdur í 1969. Seinni bleiv hann rektari á einum prestaskúla nær við Napoli í Italia. Men eftir at hava brúkt langa tíð upp á at kanna Bíbliuna, kom hann til ta niðurstøðu, at katólska trúgvin ikki er grundað á Bíbliuna. Blaðið Vaknið! gjørdi eina samrøðu við hann um hansara leitan eftir Gudi.

Fortel okkum eitt sindur um tín uppvøkstur.

Eg varð føddur í Italia í 1943. Eg og systkini hjá mær eru uppvaksin í einari lítlari bygd, har pápi okkara var bóndi og snikkari. Okkara foreldur lærdu okkum at vera góðir katolikkar.

Hví vildi tú vera prestur?

Sum drongur dámdi mær væl at lurta eftir prestunum í kirkjuni, og eg var hugtikin av messunum og ritualunum. Tí droymdi eg um sjálvur at blíva prestur. Tá ið eg var 13 ár, sendi mamma meg á ein kostskúla, sum fyrireikar dreingir til seinni at fara at lesa til prest.

Var tað at kanna Bíbliuna ein partur av undirvísingini?

Nei, ikki ordiliga. Tá ið eg var 15, gav ein lærari mær eina bók við evangeliunum, sum eru frásøgur um Jesu lív og tænastu, og eg las hana fleiri ferðir. Tá ið eg var 18, fór eg til Róm at lesa á nøkrum fróðskaparsetrum, sum hoyra beinleiðis undir myndugleikan hjá pávanum. Eg las latín, grikskt, søgu, heimspeki, sálarfrøði og gudfrøði. Sjálvt um vit ramsaðu bíbliuørindi upp og lurtaðu eftir upplestri úr Bíbliuni undir sunnudagsprædikuni, kannaðu vit faktiskt ongantíð Bíbliuna.

Tú bleivst rektari. Undirvísti tú eisini?

Eg hevði mest við tað fyrisitingarliga arbeiðið at gera. Men eg undirvísti nøkrum flokkum í tí, sum bleiv viðtikið á seinna vatikankonsilinum.

Hví fórt tú at ivast í tí, sum kirkjan lærdi?

Tað vóru trý ting, sum órógvaðu meg. Kirkjan blandaði seg upp í politikk. Hon góðtók, at prestar og aðrir limir í kirkjuni bóru seg skeivt at. Og so vóru nakrar katólskar lærur, sum eg ikki fekk at hanga saman. Til dømis: Hvussu kann ein kerligur Gud straffa menniskju í allar ævir? Og vil Gud virkuliga, at vit skulu ramsa tær somu bønirnar upp fleiri hundrað ferðir við einum rósukransi? *

Hvat gjørdi tú so?

Við tárum í eygunum bað eg Gud um at hjálpa mær. Eg keypti eisini ta katólsku bíbliuumsetingina The Jerusalem Bible, sum akkurát var givin út á italskum, og fór at lesa í henni. So ein sunnudag fyrrapart, tá ið eg var við at heingja prestaklæðini upp aftan á messuna, komu tveir menn at vitja prestaskúlan. Teir vóru Jehova vitni. Vit tosaðu í meira enn ein tíma um Bíbliuna og um, hvussu hon lýsir sannan átrúnað.

Hvat hugsaði tú um teir, sum vitjaðu teg?

Eg var hugtikin av teirra sterku trúgv, og hvussu lætt tað var hjá teimum at finna runt í einari katólskari bíbliu. Seinni byrjaði eitt annað Jehova vitni, sum æt Mario, at vitja meg. Hann var so tolin og trúfastur. Hvønn einasta leygarmorgun klokkan níggju stóð hann við prestaskúlan og ringdi á duraklokkuna, líkamikið hvussu veðrið var.

Hvat hildu hinir prestarnir um hesar vitjanirnar?

Eg bjóðaði teimum at vera við, men teir hildu ikki, tað var so viktigt at kanna Bíbliuna. Men mær dámdi tað so væl. Eg lærdi nógv spennandi, til dømis hví Gud loyvir óndskapi og at fólk líða neyð. Hetta var nakað, sum eg hevði longst eftir at vita.

Royndu teir, sum vóru yvir tær, at fáa teg at gevast við at kanna Bíbliuna?

Í 1975 fór eg fleiri ferðir til Róm fyri at greiða frá mínum sjónarmiðum. Teir, sum vóru yvir mær, royndu at fáa meg at broyta meining, men eingin av teimum brúkti Bíbliuna. At enda skrivaði eg til Róm tann 9. januar 1976, at eg ikki longur metti meg sjálvan sum katolikk. Tveir dagar seinni fór eg frá sum rektari á prestaskúlanum og fór við toki til mítt fyrsta møti hjá Jehova vitnum. Tað vísti seg at vera ein stevna, har nógv Jehova vitni úr ymiskum samkomum vóru saman. Alt var so nógv øðrvísi enn tað, eg var vanur við. Øll sótu við einari bíbliu og lurtaðu væl eftir, tá ið talararnir tosaðu um ymisk evni.

Hvat helt familjan hjá tær um alt hetta?

Tey flestu av teimum dámdu tað als ikki. Men eg fann út av, at ein av beiggjunum hjá mær kannaði Bíbliuna saman við Jehova vitnum í Lombardia, sum er ein landspartur í Norðuritalia. Eg fór at vitja hann, og Jehova vitni har hjálptu mær at finna eitt arbeiði og eitt stað at búgva. Seinni sama ár bleiv eg doyptur sum eitt Jehova vitni.

Endiliga havi eg fingið eitt tætt samband við Gud

Angrar tú nakað?

Nei, slett ikki! Endiliga havi eg fingið eitt tætt samband við Gud, tí tað, sum eg veit um hann nú, er grundað á Bíbliuna, ikki á heimspeki ella kirkjusiðir. Og nú kann eg undirvísa øðrum við sannføring og av heilum hjarta.

^ stk. 13 Bíblian svarar hesum og nógvum øðrum spurningum. Hygg undir BÍBLIAN OG TÚ > SVAR UPP Á BÍBILSKAR SPURNINGAR.