HVAT SIGUR BÍBLIAN UM PENGASPØL?
Hvat sigur Bíblian um pengaspøl?
Summi halda, at tað er púra óskyldigt at spæla um pengar, men onnur halda, at tað er ein vandamikil kós.
Er tað skeivt at spæla um pengar?
HVAT SIGA FÓLK?
Nógv halda ikki, tað er nakað galið við at spæla um pengar, bara tað er lógligt. Og viðhvørt verða pengar úr til dømis happadráttum brúktir til vælgerandi endamál.
HVAT SIGUR BÍBLIAN?
Hóast Bíblian ikki nevnir nakað ítøkiligt um tað at spæla um pengar, vísir hon týðiliga, hvat Gud heldur um tað.
Pengaspøl handla um at vinna pengar, sum onnur hava tapt, men Bíblian sigur, at vit skulu ’varða okkum fyri allari havisjúku’. (Lukas 12:15) Í veruleikanum er tað havisjúka, sum fær fólk at spæla um pengar. Tey, sum lýsa við stórum vinningum í pengaspølum, siga einki um, hvussu lítil kjansurin er fyri at vinna, tí tey vita, at vónin um ein stóran vinning fær fólk at satsa meira. So tað at spæla um pengar hjálpir ikki fólkum at varða seg fyri havisjúku, men gevur teimum tvørturímóti hug at vinna skjótar pengar.
At spæla um pengar er faktiskt sjálvsøkið, tí mann vil vinna pengar, sum onnur hava mist. Bíblian sigur, at vit ikki bara skulu hugsa um okkum sjálvi, men eisini um onnur. (1. Korintbræv 10:24) Og eitt av teimum tíggju boðunum ljóðar: „Tú mást ikki girnast … nakað, ið næsti tín eigur.“ (2. Mósebók 20:17) Tá ið onkur droymir um at vinna pengar, hopar hann í veruleikanum, at onnur missa sínar.
Bíblian ávarar eisini ímóti at vera pátrúgvin og at halda, at summi hava betri eydnu við sær enn onnur. Í fortíðar Ísrael vóru nøkur, sum ikki stólaðu upp á Gud, og tí royndu tey at gleða eina eydnugudinnu í staðin. Hvat helt Gud um tað? Hann segði við tey, at honum als ikki dámdi tað. – Esaias 65:11, 12, Dahl/Viderø.
Tað er rætt, at pengar frá pengaspølum summastaðni verða brúktir til útbúgving, fíggjarliga menning og onnur samfelagsgagnlig tiltøk. Men pengarnir koma framvegis frá spølum, sum gera fólk gromm og sjálvsøkin. Og hesi spølini fáa eisini fólk at halda, at tey kunnu fáa nakað uttan at gera nakað fyri tað.
„Tú mást ikki girnast … nakað, ið næsti tín eigur.“ – 2. Mósebók 20:17.
Hvussu ávirkar tað ein persón at spæla um pengar?
HVAT SIGUR BÍBLIAN?
Hon sigur: ’Tey, sum vilja verða rík, falla í freisting og snerru og mangar tápuligar og skaðiligar girndir, sum søkkja menniskjuni niður í oyðing og undirgang.’ (1. Timoteusarbræv 6:9) Fólk spæla ofta um pengar, tí tey eru havisjúk. Men havisjúka kann gera stóran skaða, og tí sigur Bíblian klárt og týðiliga, at tað er nakað, vit skulu halda okkum langt burtur frá. – Efesusbrævið 5:3.
Bíblian sigur, at „peningakærleiki er rót til alt ilt“. Pengaspøl kunnu fáa fólk at elska pengar, tí tað virkar so lætt at fáa ein stóran vinning. Mann kann blíva so óður eftir pengum, at tað fær vald á einum. Tað kann geva nógvar stúranir og fáa ein at missa álitið á Gud. Bíblian samanber tey, sum elska pengar, við nøkur, sum „hava gjøgnumstungið seg sjálv við mongum kvølum“. – 1. Timoteusarbræv 6:10.
Fólk, sum eru havisjúk, verða ólukkulig og ónøgd við tað, sum tey hava. „Tann, ið elskar pening, verður ikki mettur av peningi, og tann, ið elskar ríkdóm, fær aldri nóg mikið.“ – Prædikarin 5:9.
Milliónatals menniskju eru blivin bundin av at spæla um pengar. Nakrar kanningar vísa, at tað bara í USA eru fleiri milliónir, sum eru bundin av tí.
Eitt orðatak sigur: „Arvur, sum ein av fyrstum hevur skrætt til sín, verður til endan uttan signing.“ (Orðtøkini 20:21) Nøkur hava sett seg sjálvi í skuld, tí tey hava spælt um pengar, og summi eru enntá farin á heysin. Nógv hava eisini mist arbeiði og vinir og eru blivin skild. Men tá ið vit fylgja tí, sum Bíblian sigur, verða vit lukkulig og sleppa undan øllum tí keðiliga, sum tað at spæla um pengar kann hava við sær.
’Tey, sum vilja verða rík, falla í freisting og snerru og mangar tápuligar og skaðiligar girndir, sum søkkja menniskjuni niður í oyðing og undirgang.’ – 1. Timoteusarbræv 6:9.