LESTRARGREIN 33
SANGUR NR. 130 Fyrigevið
Hvørja áskoðan vil Jehova, at samkoman skal hava á tey, sum hava syndað álvarsliga?
„Um onkur syndar, hava vit talsmann.“ – 1. JÓH. 2:1.
HØVUÐSTANKIN
Vit fara at kanna, hvat vit kunnu læra av tí, sum hendi í samkomuni í Korint, tá ið ein bróðir syndaði álvarsliga.
1. Hvat vil Jehova, at øll menniskju skulu gera?
JEHOVA hevur skapt øll menniskju við einum fríum vilja. Vit brúka hann hvønn dag, tá ið vit skulu taka avgerðir. Tann viktigasta avgerðin, mann yvirhøvur kann taka, er at víga sítt lív til Jehova og blíva ein partur av hansara andaligu familju. Tað er nakað, Jehova vil, at øll menniskju skulu gera. Hví tað? Tí hann elskar okkum og vil okkum tað besta. Hann vil, at vit skulu blíva hansara vinir og fáa ævigt lív. – 5. Mós. 30:19, 20; Gal. 6:7, 8.
2. Hvat vil Jehova, at tey, sum ikki hava angrað enn, skulu gera? (1. Jóhannesarbræv 2:1)
2 Jehova tvingar ongan at tæna sær. Hann letur tað vera upp til hvønn einstakan at velja. Men hvat hendir, viss ein, sum er doyptur, syndar álvarsliga? Viss hann ikki angrar, má hann koyrast úr samkomuni. (1. Kor. 5:13) Men Jehova hopar inniliga, at viðkomandi kemur aftur til hansara. Og tað er faktiskt ein av grundunum til, at hann syrgdi fyri loysigjaldinum, tí loysigjaldið ger tað møguligt hjá honum at fyrigeva teimum, sum angra sínar syndir. (Les 1. Jóhannesarbræv 2:1.) Jehova elskar okkum, og tí eggjar hann øllum, sum hava syndað álvarsliga, til at angra og venda við. – Zak. 1:3; Róm. 2:4; Ják. 4:8.
3. Hvat fara vit at kanna í hesi greinini?
3 Jehova fortelur okkum, hvørja áskoðan hann hevur á synd og á tey, sum hava syndað álvarsliga, og hann vil, at vit skulu hava somu áskoðan sum hann. Í hesi greinini fara vit at kanna, hvussu vit kunnu fáa tað. Tá ið tú lesur greinina, kanst tú royna at leggja merki til, (1) hvat samkoman í Korint gjørdi, tá ið ein bróðir syndaði álvarsliga, (2) hvørja vegleiðing Paulus gav, tá ið bróðirin angraði, og (3) hvørja áskoðan Jehova hevur á tey, sum hava syndað álvarsliga.
HVAT GJØRDI SAMKOMAN Í KORINT, TÁ IÐ EIN BRÓÐIR HEVÐI SYNDAÐ ÁLVARSLIGA?
4. Hvat hendi í samkomuni í Korint? (1. Korintbræv 5:1, 2)
4 Les 1. Korintbræv 5:1, 2. Á síni triðju boðanarferð hoyrdi Paulus, at ein gøla hevði tikið seg upp í nýstovnaðu samkomuni í Korint. Ein bróðir livdi saman við konuni hjá pápa sínum. Ein sovorðin atburður var skelkandi og eisini óhoyrdur í samfelagnum rundan um tey. Men tey í samkomuni hildu, at tað var í lagi, at bróðirin, sum skikkaði sær soleiðis, bleiv verandi í samkomuni. Nøkur hildu kanska, at tað vísti, hvussu stóra miskunn Jehova vísir ófullkomnum menniskjum. Men Jehova góðtekur ikki, at hansara tænarar synda álvarsliga. Tann skammleysi atburðurin hjá manninum hevur heilt sikkurt sett samkomuna í ringt ljós. Og viss hann bleiv verandi í samkomuni, kundu onnur kanska funnið upp á at gjørt nakað líknandi. So hvørja vegleiðing gav Paulus?
5. Hvat segði Paulus við samkomuna, og hvat meinti hann við? (1. Korintbræv 5:13) (Hygg eisini at myndini.)
5 Les 1. Korintbræv 5:13. Jehova fekk Paulus at skriva eitt bræv við vegleiðing um, at bróðirin, sum hevði syndað álvarsliga og ikki angraði, skuldi koyrast úr samkomuni. Hvussu skuldu tey í samkomuni so fyrihalda seg til hansara? Paulus segði, at tey skuldu halda uppat at umgangast hann og „ikki so mikið sum eta saman við honum“. (1. Kor. 5:11) Tá ið mann etur saman við einum, plagar mann eisini at práta og hugna sær saman. So tað, Paulus meinti við, var, at tey í samkomuni ikki skuldu vera sosialt saman við manninum. Tað skuldi verja tey ímóti hansara ringu ávirkan. (1. Kor. 5:5-7) Haraftrat kundi tað fáa mannin at skilja, hvussu langt burtur hann var komin frá Jehova, og kanska eisini fáa hann at skammast um tað skeiva, hann hevði gjørt, og angra.
6. Hvussu tóku tey í samkomuni ímóti brævinum frá Paulusi, og hvat gjørdi maðurin, sum hevði syndað?
6 Tá ið Paulus hevði sent brævið til tey í Korint, fór hann at spekulera uppá, hvussu samkoman mundi fara at reagera. Men tá ið ein tíð var liðin, kom Titus við góðum tíðindum. Samkoman hevði tikið væl ímóti brævinum frá Paulusi. (2. Kor. 7:6, 7) Tey høvdu fylgt vegleiðingini. Og ikki langa tíð eftir at Paulus hevði sent brævið, angraði maðurin tað skeiva, sum hann hevði gjørt. Hann broytti seg og fór at fylgja rættvísu normunum hjá Jehova. (2. Kor. 7:8-11) Hvørja vegleiðing fór Paulus nú at geva samkomuni?
HVAT SKULDI SAMKOMAN GERA, TÁ IÐ BRÓÐIRIN HEVÐI ANGRAÐ?
7. Hvat kom burturúr, at maðurin bleiv koyrdur úr samkomuni? (2. Korintbræv 2:5-8)
7 Les 2. Korintbræv 2:5-8. Paulus segði: „Tað er honum nóg mikið, straffin, hann hevur fingið av hinum flestu.“ Við øðrum orðum hevði rættleiðingin tænt sínum endamáli. Hvat var tað? Jú, at fáa mannin at angra, og tað gjørdi hann. – Hebr. 12:11.
8. Hvat var tað næsta, Paulus segði, at samkoman skuldi gera?
8 Av tí at maðurin hevði angrað, segði Paulus við teir elstu, at teir skuldu taka hann uppíaftur samkomuna. Hann segði eisini við teir, at teir skuldu „fyrigeva honum og troysta hann“ og „lata kærleikan ráða móti honum“. Hann bað tey í samkomuni vísa í orðum og gerðum, at tey virkuliga høvdu fyrigivið manninum og vóru góð við hann. Tað fór at vissa hann um, at tey vóru glað fyri, at hann var komin aftur.
9. Hví var tað kanska ringt hjá summum at fyrigeva bróðurinum, sum angraði?
9 Var tað ringt hjá summum í samkomuni at taka væl ímóti bróðurinum, tá ið hann kom aftur? Tað sigur Bíblian einki um, men tað kann væl vera. Hann hevði jú skapt nógvan ruðuleika í samkomuni, og hann kann hava sært summi av teimum persónliga. Tey í samkomuni høvdu stríðst fyri at halda boðini frá Jehova. Og tí hava nøkur kanska hildið tað vera órættvíst, at ein, sum hevði syndað so álvarsliga, skuldi sleppa uppíaftur samkomuna. (Sí eisini Lukas 15:28-30.) Men hví var tað so viktigt, at tey í samkomuni vístu, at tey vóru góð við bróðurin, sum hevði angrað?
10-11. Hvat kundi hent, viss teir elstu ikki vildu taka mannin, sum angraði, uppíaftur samkomuna?
10 Hvussu kundi tað ávirkað mannin, sum hevði angrað, viss teir elstu ikki vildu taka hann uppíaftur samkomuna? Ella hvussu hevði hann havt tað við at koma aftur, viss hansara brøður og systrar ikki vístu honum kærleika? Sum Paulus orðaði tað, kundi hann gingið „til grundar í ov stórari sorg“. Hann kundi lætt hugsað, at Jehova ongantíð fór at fyrigeva honum, og at hann líka so væl kundi givið upp.
11 Hvat annað kundi hent, viss tey í samkomuni ikki vildu fyrigeva manninum? Tey kundu mist sítt egna góða samband við Jehova. Hví kunnu vit siga tað? Tí so høvdu tey ikki tikið eftir Jehova, sum fyrigevur syndarum, ið angra, men eftir Satani, sum er óndur og ikki vísir nakra miskunn. Faktiskt høvdu tey blivið eitt amboð hjá Satani, sum hann kundi brúkt til at fáa mannin at venda Jehova bakið. – 2. Kor. 2:10, 11; Ef. 4:27.
12. Hvussu kundi samkoman taka eftir Jehova?
12 Hvussu kundi samkoman í Korint taka eftir Jehova og ikki Satani? Við at gera sum Jehova og fyrigeva syndarum, sum angra. Legg merki til, hvat nakrir bíbliuskrivarar søgdu um Jehova. Dávid segði: „Tú, Harri, ert góður og til reiðar at fyrigeva.“ (Slm. 86:5) Mika skrivaði: „Hvør er Gud sum Tú, Gud, sum tekur burtur misbrot teirra og fyrigevur synd teirra?“ (Mika 7:18) Og Esaias segði: „Hin gudleysi sleppi leið síni, og hin órættvísi hugsanum sínum, og vendi við til HARRAN, so skal Hann miskunna honum – til Gud okkara, tí Hann skal ríkliga fyrigeva!“ – Es. 55:7.
13. Hví var tað rætt at taka mannin uppíaftur samkomuna? (Sí rammuna „ Nær bleiv maðurin í Korint uppafturtikin?“)
13 Viss tey í samkomuni í Korint skuldu taka eftir Jehova, máttu tey fyrigeva manninum og vísa honum, at tey vóru góð við hann. Paulus segði, at viss tey gjørdu tað, vístu tey, at tey vóru lýðin í øllum. (2. Kor. 2:9) Sjálvt um tað bara vóru nakrir mánaðir, síðani maðurin var koyrdur úr samkomuni, hevði hann tikið væl ímóti rættleiðingini og angrað. So teir elstu høvdu onga grund til at bíða við at taka mannin uppíaftur samkomuna.
HVUSSU KUNNU VIT TAKA EFTIR JEHOVA, SUM ER RÆTTVÍSUR OG MISKUNNSAMUR?
14-15. Hvat kunnu vit læra av tí, sum hendi í Korint? (2. Pætursbræv 3:9) (Hygg eisini at myndini.)
14 Tað, sum hendi í Korint, bleiv skrivað niður og tikið við í Bíbliuna, fyri at vit skulu læra av tí. (Róm. 15:4) Vit læra, at Jehova ikki góðtekur álvarsamar syndir í samkomuni. Hann heldur tað ikki vera miskunnsamt at lata ein verða verandi í samkomuni, sum hevur syndað álvarsliga uttan at angra. Jehova er miskunnsamur, men fyri tað góðtekur hann ikki, at mann uppførir seg akkurát, sum mann vil. Og hann broytir ikki sínar normar. (Jud. 4) Viss Jehova læt tey, sum ikki angra, verða verandi í samkomuni, hevði hann faktiskt slett ikki verið miskunnsamur, tí tað hevði verið skaðiligt fyri øll hini í samkomuni. – Orðt. 13:20; 1. Kor. 15:33.
15 Samstundis læra vit, at Jehova ikki vil, at nakar skal fortapast. Hann vil, at øll skulu venda við og blíva bjargað. Hann vísir teimum miskunn, sum broyta seg og gera nakað fyri at fáa eitt gott samband við hann aftur. (Ezek. 33:11; les 2. Pætursbræv 3:9.) So tá ið maðurin í Korint angraði og helt uppat við tí skeiva, sum hann hevði gjørt, brúkti Jehova Paulus til at hjálpa samkomuni at skilja, at tey máttu fyrigeva honum og bjóða honum vælkomnum aftur.
16. Hvat vísir tað, sum hendi í Korint, okkum um Jehova, og hvussu ávirkar tað teg?
16 Tað, sum hendi í Korint, vísir okkum, hvussu kærleiksfullur og rættvísur Jehova er. (Slm. 33:5) Hvussu ávirkar tað teg? Fært tú ikki hug at lovprísa Jehova uppaftur meira? Vit eru jú øll ófullkomin og hava brúk fyri, at hann fyrigevur okkum. Og tí eru vit so takksom fyri, at Jehova syrgdi fyri loysigjaldinum, sum ger, at hann kann fyrigeva okkum. Sum tað er gott at vita, at Jehova elskar okkum og vil okkum tað besta!
17. Hvat fara vit at kanna í teimum næstu greinunum?
17 Men hvat so, tá ið onkur syndar álvarsliga í dag? Hvussu kunnu teir elstu taka eftir Jehova, tá ið teir skulu hjálpa viðkomandi at koma aftur til hansara? Og hvussu skulu vit reagera, tá ið onkur verður koyrdur úr samkomuni ella verður uppafturtikin? Tað fáa vit at vita í teimum næstu greinunum.
SANGUR NR. 109 Elskið hvørt annað av hjarta