Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

LESTRARGREIN 31

SANGUR NR. 12 Stóri Gud okkara, Jehova

Hvat hevur Jehova gjørt fyri at fría okkum frá synd og deyða?

Hvat hevur Jehova gjørt fyri at fría okkum frá synd og deyða?

„So elskaði Gud heimin, at Hann gav Son Sín, hin einborna.“JÓH. 3:16.

HØVUÐSTANKIN

Vit fara at kanna, hvat Jehova hevur gjørt fyri, at vit kunnu blíva góðkend av honum, sjálvt um vit eru ófullkomin. Og vit fara eisini at kanna, hvussu Jehova hevur gjørt tað møguligt, at vit kunnu sleppa at liva um ævir uttan synd.

1-2. (a) Hvat er synd, men hvat hevur Jehova lovað at gera? (Sí eisini „Frágreiðing“.) (b) Hvat fara vit at kanna í hesi greinini og teimum næstu greinunum? (Sí eisini „Til vores læsere“.)

 HVUSSU góður er Jehova við teg? Tað fært tú at vita, viss tú kannar, hvat hann hevur gjørt fyri at fría teg frá synd og deyða. Syndin a er ein ræðuligur fíggindi, sum eingin av okkum kann vinna á uttan hjálp. Vit synda øll hvønn dag, og tað er syndin, sum ger, at vit doyggja. (Róm. 5:12) Men øll vón er tó ikki úti. Nei, Jehova hevur lovað, at hann fullkomiliga skal beina fyri synd og deyða.

2 Í umleið 6.000 ár hevur Jehova hjálpt ófullkomnum menniskjum at blíva hansara vinir. Hví tað? Tí hann elskar okkum. Hann hevur elskað okkum menniskju líka síðan, hann skapti okkum. Og hann hevur gjørt nógv fyri at hjálpa okkum, tá ið vit synda. Jehova veit, at syndin førir til deyða, og hann vil ikki, at nakar av okkum skal doyggja. Hann vil, at vit skulu liva í allar ævir. (Róm. 6:23) Tað vil hann eisini, at tú skalt. Í hesi greinini fáa vit svar upp á tríggjar spurningar: (1) Hvørja vón gav Jehova ófullkomnum menniskjum? (2) Hvussu kundu ófullkomin menniskju í forðum blíva góðkend av Jehova? (3) Hvat hevur Jesus gjørt fyri at fría menniskju frá synd og deyða?

HVØRJA VÓN GAV JEHOVA ÓFULLKOMNUM MENNISKJUM?

3. Hvat fekk Ádam og Evu at synda?

3 Tá ið Jehova skapti tey fyrstu menniskjuni, vildi hann, at tey skuldu vera lukkulig. Hann gav teimum eitt vakurt heim, og hann gav teimum gávuna at giftast og fáa børn. Tey fingu eisini eina spennandi arbeiðsuppgávu. Tey skuldu gera alla jørðina til eitt líka vakurt paradís, sum Edens urtagarður var. Har var bara eitt, sum tey ikki máttu gera. Og Jehova ávaraði tey um, at viss tey gjørdu tað allíkavæl, skuldu tey doyggja. Vit vita, hvat hendi. Ein óndur eingil, sum hvørki elskaði Gud ella menniskju, royndi at fáa Ádam og Evu at vera ólýðin. Og tað eydnaðist. Tey vístu ikki álit á Jehova, sjálvt um hann hevði víst teimum so stóran kærleika. Í staðin fyri at akta hann, syndaðu tey. Og tað bleiv, sum Jehova hevði sagt. Frá tí degnum máttu tey liva við avleiðingunum av synd. Tey blivu gomul og sjúk, og at enda doyðu tey. – 1. Mós. 1:28, 29; 2:8, 9, 16-18; 3:1-6, 17-19, 24; 5:5.

4. Hví hatar Jehova synd, og hví vil hann gjarna hjálpa okkum at fáa eitt tætt samband við seg? (Rómbrævið 8:20, 21)

4 Jehova valdi at lata hesa frásøguna koma við í Bíbliuna, tí hann vildi, at vit skuldu skilja nakað øgiliga viktigt. Frásøgan hjálpir okkum at skilja, hví Jehova hatar synd. Synd skilur okkum frá honum og ger, at vit doyggja. (Es. 59:2) Satan hatar bæði Jehova og okkum menniskju. Tað var tí, hann royndi at fáa Ádam og Evu at synda. Og tað er eisini tí, at hann roynir at fáa okkum at synda. Hann helt kanska, at hann hevði vunnið yvir Jehova í Eden. Men hann hevði ikki hugsað um, hvussu kærleiksfullur Jehova er. Jehova broytti ongantíð sína ætlan við okkum menniskjum. Hann elskar okkum, og tí syrgdi hann beinanvegin fyri at geva menniskjunum eina vón. (Les Rómbrævið 8:20, 21.) Jehova visti, at nakrir av eftirkomarunum hjá Ádami og Evu fóru at velja at elska og akta hann. Og hann syrgdi fyri, at tað bleiv møguligt, at menniskju kundu fáa eitt tætt samband við hann og kundu blíva fríað frá synd og deyða. Men hvussu gjørdi hann tað?

5. Hvørja vón gav Jehova menniskjunum? (1. Mósebók 3:15)

5 Les 1. Mósebók 3:15. Tá ið Jehova segði, hvat fór at henda við Satani, gav hann ófullkomnum menniskjum vón. Jehova segði, at eitt „avkom“ skuldi bjarga mannaættini. Hetta avkomið skuldi at enda sora Satan og fáa alt í rættlag aftur, sum hann hevði oyðilagt. (1. Jóh. 3:8) Men tað fór eisini at fáa avleiðingar fyri avkomið. Satan skuldi „høgga Hann í hælin“, altso drepa hann. Tað fór at vera ógvuliga pínufult hjá Jehova, men hann var villigur at lata tað henda, tí tað kundi fría menniskju frá synd og deyða.

HVUSSU KUNDU ÓFULLKOMIN MENNISKJU Í FORÐUM BLÍVA GÓÐKEND AV JEHOVA?

6. Hvat gjørdu Ábel, Nóa og aðrir trúfastir tænarar fyri at fáa eitt tætt samband við Jehova?

6 Jehova hevur stig fyri stig gjørt tað týðiligt hjá ófullkomnum menniskjum at skilja, hvat tey skulu gera fyri at fáa eitt tætt samband við hann. Ábel, sonur Ádam og Evu, var tað fyrsta menniskjað, sum vísti trúgv á Jehova aftan á uppreisturin í Eden. Hann elskaði Jehova, og tí vildi hann gjarna gleða hann og geva honum nakað. Ábel var hirði, so hann ofraði nøkur lomb til Jehova. Hvussu dámdi Jehova tað? Honum dámdi tað væl og góðkendi ofrið hjá Ábeli. (1. Mós. 4:4) Jehova var eisini nøgdur við ofrini hjá øðrum trúføstum tænarum, sum til dømis hjá Nóa. (1. Mós. 8:20, 21) Við tað at Jehova góðtók hesi ofrini, vísti hann, at tað bar til hjá ófullkomnum menniskjum at blíva góðkend av honum og fáa eitt gott samband við hann. b

7. Hvat var Ábraham villigur at gera, og hvat kann tað læra okkum?

7 Ábraham var ein maður, sum hevði øgiliga sterka trúgv. Einaferð bað Jehova hann gera nakað ótrúliga ringt. Hann bað hann ofra sonin hjá sær, Ísak. Tað má hava verið tað ringasta, Ábraham nakrantíð var biðin um. Og allíkavæl valdi hann at akta Jehova. Men beint áðrenn Ábraham skuldi drepa Ísak, steðgaði Jehova honum. Frásøgan vísir, hvat Jehova sjálvur var villigur at gera. Hann var villigur at ofra sín egna son fyri okkara skyld. Ja, so góður er Jehova við okkum menniskju! – 1. Mós. 22:1-18.

8. Hvat vístu ofrini hjá ísraelsfólki fram til? (3. Mósebók 4:27-29; 17:11)

8 Tá ið Jehova gav ísraelsfólki Móselógina, segði hann, at tey skuldu ofra djór fyri at fáa sínar syndir fyrigivnar. (Les 3. Mósebók 4:27-29; 17:11.) Ofrini vístu fram til eitt størri offur, sum fullkomiliga kundi bjarga menniskjum undan synd og deyða. Jehova læt sínar profetar skriva um tað lovaða avkomið. Teir forkláraðu millum annað, at avkomið, sum vísti seg at vera sonur Guds, skuldi ígjøgnum nógva pínu og at enda blíva dripin. Hann skuldi ofrast „sum lamb, ið verður leitt avstað at verða dripið“. (Es. 53:1-12) Jehova var altso villigur at ofra sín egna son fyri at fría menniskju frá synd og deyða. Tað er ein ótrúliga stór gáva – ein gáva til tín persónliga!

HVAT HEVUR JESUS GJØRT FYRI AT BJARGA OKKUM?

9. Hvat segði Jóhannes doyparin um Jesus? (Hebrearabrævið 9:22; 10:1-4, 12)

9 Tá ið Jóhannes doyparin sá Jesus í ár 29, segði hann: „Hygg lamb Guds, sum tekur burt synd heimsins!“ (Jóh. 1:29) Hesi orðini vístu, at Jesus var tað avkomið, sum Jehova hevði lovað skuldi koma. Hann skuldi ofra sítt lív. Avkomið, sum skuldi fría menniskju frá synd og deyða, var nú endiliga komið! – Les Hebrearabrævið 9:22; 10:1-4, 12.

10. Hvussu vísti Jesus, at hann var komin at hjálpa syndarum?

10 Jesus gjørdi serliga nógv burtur úr at hjálpa menniskjum, sum føldu seg illa um tað skeiva, tey høvdu gjørt, og hann bjóðaði teimum at fylgja sær. Hann visti, at tað var syndin, sum var tann veruliga grundin til allar trupulleikarnar hjá menniskjunum. Tí gjørdi hann nógv fyri at hjálpa monnum og kvinnum, sum vóru kend sum syndarar. Hann segði: „Frískum tørvar ikki lækna, men sjúkum,“ og legði aftrat: „Eg eri ikki komin at kalla rættvís, men syndarar.“ (Matt. 9:12, 13) Og Jesus livdi upp til hesi orðini. Tá ið ein kvinna vaskaði honum um føturnar við tárunum hjá sær, var hann blíður við hana og segði, at hon hevði fingið syndir sínar fyrigivnar. (Luk. 7:37-50) Hann lærdi ta samversku kvinnuna við brunnin týðandi sannleikar, sjálvt um hann visti, at hon búði saman við einum manni, sum hon ikki var gift við. (Jóh. 4:7, 17-19, 25, 26) Og hann reisti bæði menn, kvinnur, børn og vaksin upp frá deyðum. Soleiðis vísti hann, at Jehova hevði givið honum vald yvir deyðanum, sum er tann ringasta avleiðingin av synd. – Matt. 11:5.

11. Hví føldu syndafull menniskju seg væl saman við Jesusi?

11 Tað er lætt at skilja, hví syndafull menniskju føldu seg væl saman við Jesusi. Hann skilti, hvussu tey høvdu tað, og var blíður við tey. Tey føldu seg trygg og tordu at tosa við hann. (Luk. 15:1, 2) Og Jesus rósti teimum, tí tey vístu trúgv á hann, og hann lønti teimum fyri tað. (Luk. 19:1-10) Hann var miskunnsamur akkurát sum Jehova. (Jóh. 14:9) Tá ið vit síggja, hvussu Jesus fór við menniskjum, og hvussu hann tosaði við tey, skilja vit, hvussu góður Jehova er við ófullkomin menniskju. Hann elskar tey og vil gjarna hjálpa teimum. Jesus gav ófullkomnum menniskjum hug at gera broytingar og at fylgja honum. – Luk. 5:27, 28.

12. Hvat segði Jesus um sín egna deyða?

12 Jesus visti, at hann skuldi ofra sítt lív. Hann segði fleiri ferðir við lærisveinarnar, at hann fór at blíva svikin og avrættaður á einum steyra. (Matt. 17:22; 20:18, 19) Hann visti, at hansara offur skuldi taka synd heimsins burtur, sum bæði Jóhannes doyparin og profetarnir høvdu sagt. Jesus segði eisini, at hann skuldi draga øll sløg av menniskjum til sín, aftan á at hann hevði ofrað sítt lív. (Jóh. 12:32) Ófullkomin menniskju kundu blíva góðkend av Jehova við at trúgva upp á Jesus og taka eftir honum. Viss tey gjørdu tað, skuldu tey at enda blíva „loyst frá syndini“. (Róm. 6:14, 18, 22; Jóh. 8:32) So Jesus var djarvur og villigur at doyggja ein pínufullan deyða fyri at bjarga okkum. – Jóh. 10:17, 18.

13. Hvussu doyði Jesus, og hvat lærir tað okkum um Jehova? (Hygg eisini at myndini.)

13 Jesus bleiv svikin, handtikin, spottaður, dømdur og enntá píndur. At enda bleiv hann negldur á ein steyra og doyði. Hetta má hava verið ræðuligt hjá honum, men tað má hava verið uppaftur verri hjá Jehova. Hann hevði jú kunnað steðgað tí, sum hendi, men tað gjørdi hann ikki. Hví ikki? Tí Jehova elskar okkum so nógv. Jesus segði: „So elskaði Gud heimin, at Hann gav Son Sín, hin einborna, fyri at hvør tann, ið trýr á Hann, skal ikki fortapast, men hava ævigt lív.“ – Jóh. 3:16.

Tá ið Jesus bleiv dripin, upplivdi Jehova ta ringastu pínuna nakrantíð, men hann loyvdi, at tað hendi, tí hann vildi fría okkum frá synd og deyða. (Sí stykki 13)


14. Hvat vísir Jesu offur?

14 Jesu offur vísir, hvussu góður Jehova er við okkum menniskju. Ja, tað vísir, hvussu góður hann er við teg. Hann gav tað besta, hann átti, og var villigur at tola ta ringastu pínuna fyri at fría teg frá synd og deyða. (1. Jóh. 4:9, 10) Ja, hann vil gjarna hjálpa okkum øllum at stríðast ímóti okkara syndafulla lyndi og vinna á tí.

15. Hvat mugu vit gera fyri at fáa fyrigeving?

15 Av tí at Jehova ofraði sín son, bleiv tað møguligt hjá okkum at fáa fyrigeving. Men vit mugu eisini sjálvi gera nakað fyri at fáa okkara syndir fyrigivnar. Hvat er tað? Jóhannes doyparin og Jesus søgdu, hvat vit skulu gera: „Vendið við [ella angrið], tí ríki Himmiríkis er komið nær!“ (Matt. 3:1, 2; 4:17) Vit mugu altso angra okkara syndir, viss vit vilja hava eitt tætt samband við Jehova. Men hvat vil tað siga at angra, og hvussu hjálpir tað okkum at stríðast ímóti okkara syndafulla lyndi? Tað fáa vit at vita í tí næstu greinini.

SANGUR NR. 18 Vit takka fyri loysigjaldið

a FRÁGREIÐING: Tá ið Bíblian nevnir orðið „synd“ kann tað vísa til, at mann ger tað, sum Jehova sigur er skeivt, ella at mann ikki ger tað, sum hann sigur er rætt. Men tað kann eisini vísa til tað syndafulla lyndið, sum øll menniskju hava arvað frá Ádami. Arvasyndin er orsøkin til, at vit øll doyggja.

b Jehova kundi góðtaka ofrini, sum hansara trúføstu tænarar í forðum góvu, tí hann visti, at Jesus seinni fór at ofra sítt lív og fría øll menniskju frá synd og deyða. – Róm. 3:25, NWT.