Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

LESTRARGREIN 35

SANGUR NR. 123 Trúføst undir Guds skipan

Hvussu kunnu teir elstu hjálpa teimum, sum eru blivin koyrd úr samkomuni?

Hvussu kunnu teir elstu hjálpa teimum, sum eru blivin koyrd úr samkomuni?

„Gleði [skal vera] í Himli um ein syndara, ið vendir við, meir enn um 99 rættvís, sum ikki tørvar umvending.“LUK. 15:7.

HØVUÐSTANKIN

Vit fara at kanna, hví tað er neyðugt, at nøkur verða koyrd úr samkomuni, og hvussu teir elstu kunnu hjálpa teimum at angra og fáa eitt gott samband við Jehova aftur.

1-2. (a) Hvussu sær Jehova upp á tey, sum synda álvarsliga og ikki angra? (b) Hvat vil Jehova, at tey, sum synda álvarsliga, skulu gera?

 JEHOVA hatar synd og góðtekur ikki, at mann bara livir, sum mann sjálvur vil. (Slm. 5:5-7) Hann væntar, at vit fylgja tí, sum hann sigur í Bíbliuni. Men hann veit, at vit eru ófullkomin, og tí væntar hann sjálvandi ikki, at vit skulu gera alt perfekt. (Slm. 130:3, 4) Samstundis vísir Bíblian, at Jehova ikki góðtekur, at nakar brúkar hansara góðvild sum eina umbering fyri at gera nakað skeivt. (Jud. 4) Bíblian sigur, at „hini gudleysu menniskju skulu verða dømd og ganga til grundar“ í Harmageddon. – 2. Pæt. 3:7; Opinb. 16:16.

2 Men Jehova vil ikki, at nakar skal ganga til grundar. Sum vit hava verið inni uppá í teimum undanfarnu greinunum, vil hann, „at øll skulu angra og venda við“. (2. Pæt. 3:9, NWT) Teir elstu royna at taka eftir Jehova og vera tolnir við teimum, sum hava syndað álvarsliga. Teir royna at hjálpa teimum at angra og at fáa eitt tætt samband við Jehova aftur. Men øll taka ikki líka væl ímóti hjálpini. (Es. 6:9) Nøkur blíva við at gera tað, sum er skeivt, sjálvt um teir elstu fleiri ferðir hava roynt at hjálpa teimum. Hvat mugu teir elstu gera í einum sovorðnum føri?

„KOYRIÐ HIN ÓNDA ÚT FRÁ TYKKUM“

3. (a) Hvat sigur Bíblian, at teir elstu mugu gera við ein, sum ikki angrar? (b) Hví hevur ein, sum ikki angrar, upp á ein máta sjálvur valt at blíva koyrdur úr samkomuni?

3 Tá ið ein, sum hevur syndað álvarsliga, ikki vil angra, noyðast teir elstu at fylgja vegleiðingini í 1. Korintbrævi 5:13: „Koyrið hin ónda út frá tykkum sjálvum!“ Tann, sum hevur syndað, veit, at tað er avleiðingin, viss mann ikki vil angra. Tí hevur hann a upp á ein máta sjálvur valt at blíva koyrdur úr samkomuni. Tað er, sum Galatiabrævið 6:7 sigur: „Tað, sum menniskjað sáar, skal tað eisini heysta.“ Sjálvt um teir elstu hava roynt at hjálpa honum fleiri ferðir, hevur hann altso sjálvur valt ikki at angra. (2. Kong. 17:12-15) Hann hevur víst við sínum gerðum, at hann ikki vil fylgja normunum hjá Jehova. – 5. Mós. 30:19, 20.

4. Hví verður ein kunngerð lisin, tá ið ein verður koyrdur úr samkomuni?

4 Tá ið onkur verður koyrdur úr samkomuni, verður ein kunngerð lisin upp á einum møti um, at hann ikki longur er eitt Jehova vitni. b Endamálið við kunngerðini er ikki at eyðmýkja persónin. Men hon verður lisin upp, so tey í samkomuni kunnu fylgja tí, sum Bíblian sigur um ikki at umgangast viðkomandi og „ikki so mikið sum eta saman við honum“. (1. Kor. 5:9-11) Tað er av góðum grundum, at Jehova hevur givið okkum hesi boðini. Paulus segði: „Eitt sindur av súrdeiggi súrgar alt deiggið.“ (1. Kor. 5:6) Viss ein, sum ikki angrar, sleppur at verða verandi í samkomuni, kunnu onnur halda, at tað ikki er so viktigt at fylgja normunum hjá Jehova. – Orðt. 13:20; 1. Kor. 15:33.

5. Hvussu skulu vit síggja upp á ein, sum er blivin koyrdur úr samkomuni, og hví?

5 Hvussu skulu vit síggja upp á ein trúarfelaga, sum er blivin koyrdur úr samkomuni? Sjálvt um vit ikki koma saman við honum, skulu vit ikki hugsa, at hann ongantíð fer at broyta seg. Hann er sum ein burturvilstur seyður. Ein seyður, sum er vilstur frá fylginum, kann koma aftur. Vit mugu minnast til, at viðkomandi hevur vígt sítt lív til Jehova. Men tíverri livir hann ikki upp til hetta lyftið í løtuni, og tað hevur sett hann í eina vandamikla støðu. (Ezek. 18:31) Men øll vón er ikki úti. Jehova vísir enn miskunn, og tí hopa vit, at viðkomandi broytir seg og kemur aftur. Hvussu kunnu teir elstu taka eftir Jehova og vísa, at teir ikki hava mist allar vónir um tey, sum eru blivin koyrd úr samkomuni?

HVUSSU HJÁLPA TEIR ELSTU TEIMUM, SUM ERU BLIVIN KOYRD ÚR SAMKOMUNI?

6. Hvat gera teir elstu fyri at hjálpa einum, sum er blivin koyrdur úr samkomuni?

6 Verða tey, sum blíva koyrd úr samkomuni, slept upp á fjall? Nei, als ikki. Tá ið teir elstu siga við ein, at hann verður koyrdur úr samkomuni, fortelja teir honum eisini, hvat hann kann gera fyri at koma aftur. Men teir gera meira enn tað. Í flestu førum siga teir við hann, at teir gjarna vilja tosa við hann aftur um nakrar mánaðir fyri at vita, um hann hevur broytt hugburð. Viss hann er við upp á at møtast við teimum aftur, royna teir at eggja honum til at angra og koma aftur til samkomuna. Sjálvt um hann ikki hevur angrað til ta tíð, fara teir allíkavæl at seta seg í samband við hann av og á.

7. Hvussu kunnu teir elstu taka eftir Jehova og vísa miskunn? (Jeremias 3:12)

7 Teir elstu royna at taka eftir Jehova og vísa teimum miskunn, sum eru koyrd úr samkomuni. Jehova bíðaði til dømis ikki eftir, at ísraelsfólk skuldu angra, áðrenn hann royndi at hjálpa teimum. Hann sendi sínar profetar til teirra, longu áðrenn tey høvdu broytt seg. Og sum vit sóu í grein tvey í hesi greinarøðini, bað Jehova Hoseas fyrigeva konu síni og taka hana aftur, sjálvt um hon enn livdi í synd. Tað vísir, hvussu miskunnsamur Jehova er. (Hos. 3:1, NWT; Mal. 3:7) Teir elstu hava tað sum Jehova og ynskja inniliga, at tey, sum hava syndað álvarsliga, skulu angra og venda við. Og teir gera sítt besta, fyri at tað skal vera lætt hjá teimum at koma aftur. – Les Jeremias 3:12.

8. Hvat kann líknilsið um burturvilsta sonin læra okkum um Jehova? (Lukas 15:7)

8 Hvat gjørdi pápin í líknilsinum um burturvilsta sonin, sum vit sóu fyrr í hesi greinarøðini? So skjótt sum pápin sá sonin, fór hann „rennandi og leyp um hálsin á honum og kysti hann“. (Luk. 15:20) Pápin stóð altso ikki bara og bíðaði eftir, at sonurin skuldi koma og biðja um fyrigeving. Hann fór ímóti honum, tí hann var so góður við hann. Teir elstu royna at hava sama hugburð til tey, sum eru farin frá Jehova. Teir vilja so gjarna, at tey skulu koma aftur til hansara. (Luk. 15:22-24, 32) Tá ið onkur ger tað, verða Jehova, Jesus, einglarnir og øll í samkomuni øgiliga glað. – Les Lukas 15:7.

9. Hvat vil Jehova, at tey, sum hava syndað álvarsliga, skulu gera, og hví?

9 Tað, sum vit hava kannað higartil, vísir týðiliga, at Jehova ikki góðtekur synd. Og hann loyvir ikki, at tey, sum synda álvarsliga uttan at angra, verða verandi í samkomuni. Men fyri tað vendir hann teimum ikki bakið. Hann vil so gjarna, at tey koma aftur. Tær kenslurnar, Jehova hevur fyri teimum, sum angra, eru væl lýstar í Hoseas 14:4, NWT: „Eg skal grøða trúloysi teirra. Eg skal elska tey av fríum vilja, tí vreiði mín hevur vent sær frá teimum.“ Hesi orðini motivera teir elstu til at gera sítt besta fyri at uppdaga, um ein persónur er við at broyta seg og angra. Orðini kunnu eisini hjálpa teimum, sum eru farin frá Jehova, at skilja, at hann virkuliga elskar tey og vil, at tey skulu koma aftur.

10-11. Hvussu royna teir elstu at hjálpa teimum, sum eru blivin koyrd úr samkomuni fyri langari tíð síðani?

10 Hvussu við teimum, sum eru blivin koyrd úr samkomuni fyri langari tíð síðani, kanska enntá fyri nógvum árum síðani? Nøkur av teimum eru kanska hildin uppat at gera tað skeiva, sum tey gjørdu. Og nøkur minnast kanska slett ikki, hví tey blivu koyrd úr samkomuni. Óansæð hvussu leingi tey hava verið burtur, royna teir elstu at finna tey og vitja tey. Tá ið teir elstu vitja tey, bjóða teir sær at biðja saman við teimum og eggja teimum til at koma aftur til samkomuna. Men ein, sum hevur verið burtur frá samkomuni í nógv ár, er uttan iva blivin andaliga veikur. So viss hann gjarna vil koma aftur, kunnu teir elstu skipa fyri, at ein studerar Bíbliuna við honum, sjálvt um hann ikki er blivin uppafturtikin enn. Tað eru altíð teir elstu, sum skulu skipa fyri, at tað kemur í lag.

11 Teir elstu royna at taka eftir Jehova við at vísa kærleika og miskunn. Tí gera teir alt, teir kunnu, fyri at hjálpa so nógvum sum møguligt at koma aftur til Jehova og samkomuna. So skjótt sum tað sæst, at ein hevur angrað og er hildin uppat við tí skeiva, hann hevur gjørt, kann hann blíva uppafturtikin. – 2. Kor. 2:6-8.

12. (a) Nær noyðast teir elstu at vera eyka varnir? (b) Hví skulu vit ikki hugsa, at nøkur hava syndað so grovt, at Jehova ikki kann fyrigeva teimum? (Sí eisini undirgreinina.)

12 Í ávísum førum noyðast teir elstu at vera eyka varnir, áðrenn teir taka onkran uppíaftur samkomuna. Viss ein til dømis hevur gjørt seg inn á eitt barn, hevur verið fráfallin ella hevur planlagt at koma burtur úr einum hjúnabandi, kanska við at vera ótrúgvur, mugu teir elstu gera nógv burtur úr at tryggja sær, at hann veruliga hevur angrað. (Mal. 2:14; 2. Tim. 3:6) Teir mugu verja brøðurnar og systrarnar í samkomuni. Men samstundis vita teir, at Jehova fyrigevur øllum, sum angra av hjarta og halda uppat at gera tað, sum er skeivt. So sjálvt um teir elstu eru eyka varnir, tá ið tað snýr seg um ein, sum hevur svikið onnur og syndað grovt, skulu teir ikki hugsa, at Jehova ongantíð kann fyrigeva tí persóninum. c1. Pæt. 2:10.

HVAT KUNNU TEY Í SAMKOMUNI GERA?

13. Hvussu skulu vit fyrihalda okkum til ein, sum hevur fingið eina rættleiðing frá teimum elstu, og til ein, sum er koyrdur úr samkomuni?

13 Sum vit sóu í undanfarnu greinini, kemur tað fyri, at ein kunngerð verður lisin upp í samkomuni um, at ein hevur fingið eina rættleiðing. Tá kunnu vit enn koma saman við viðkomandi, tí vit vita, at hann hevur angrað og er hildin uppat at gera tað, sum er skeivt. (1. Tim. 5:20) Hann er enn ein partur av samkomuni og hevur brúk fyri, at vit vísa honum, at vit eru góð við hann. (Hebr. 10:24, 25) Men støðan er ein heilt onnur, tá ið ein persónur er koyrdur úr samkomuni. Tá sigur Bíblian, at vit ikki skulu „umgangast slíkan, nei, ikki so mikið sum eta saman við honum“. – 1. Kor. 5:11.

14. Hvat kann mann velja at gera, tá ið talan er um ein, sum er blivin koyrdur úr samkomuni? (Hygg eisini at myndini.)

14 Merkir tað, sum vit hava verið inni á, at vit fullkomiliga skulu ignorera ein, sum er blivin koyrdur úr samkomuni? Nei, ikki endiliga. Vit fara sjálvandi ikki at vera sosialt saman við honum. Men vit kunnu út frá okkara væl vandu samvitsku velja, um vit vilja bjóða honum á møti. Kanska hava vit hug til tað, viss vit eru í familju við viðkomandi ella vóru góðir vinir við hann, áðrenn hann bleiv koyrdur úr samkomuni. Hvat so viss hann kemur? Fyrr í tíðini heilsaðu vit ikki upp á ein sovorðnan persón. Men aftur her má hvør einstakur av okkum taka eina avgerð út frá síni egnu samvitsku. Nøkur føla kanska, at tað er heilt í lagi at heilsa upp á hann ella at bjóða honum vælkomnum á møti. Men vit fara sjálvandi ikki at tosa leingi við hann ella at gera nakað annað saman við honum.

Tað er upp til hvønn einstakan av okkum, um vit vilja bjóða einum, sum er koyrdur úr samkomuni, á møti ella heilsa stutt upp á viðkomandi á møtinum. (Sí stykki 14)


15. Hvønn lesa vit um í 2. Jóhannesarbrævi 9-11? (Sí eisini rammuna „ Skrivaðu Jóhannes og Paulus um sama slag av synd?“)

15 Onkur hugsar kanska: Sigur Bíblian ikki, at viss vit heilsa upp á ein, sum ikki longur er Jehova vitni, so fáa vit „lut við honum í óndu verkum hansara“? (Les 2. Jóhannesarbræv 9-11.) Samanhangið, sum henda vegleiðingin stendur í, vísir, at talan er um fráfallin og onnur, ið eggja til skeivan atburð. (Opinb. 2:20) So viss talan er um ein, sum við vilja roynir at fáa tey, sum tæna Jehova, at venda sannleikanum bakið ella at gera nakað skeivt, fara teir elstu ikki at seta seg í samband við hann. Tað ber sjálvandi enn til hjá viðkomandi at angra. Men inntil tá heilsa vit ikki upp á hann, og vit bjóða honum heldur ikki á møti.

VIT MUGU TAKA EFTIR JEHOVA OG VÍSA MISKUNN

16-17. (a) Hvat vil Jehova, at tey, sum hava syndað, skulu gera? (Ezekiel 18:32) (b) Hvønn framíhjárætt hava teir elstu?

16 Hvat hava vit lært í hesi greinarøðini í fimm pørtum? Jehova hevur „onga gleði av, at nakar doyr“. (Les Ezekiel 18:32.) Hann vil, at tey, sum hava syndað álvarsliga, skulu fáa eitt tætt samband við hann aftur. (2. Kor. 5:20) Tí hevur hann altíð roynt at hjálpa sínum tænarum, sum eru farnir frá honum, at angra og koma aftur. Teir elstu hava tann framíhjárættin at samstarva við Jehova um at hjálpa teimum, sum hava syndað, at angra og venda við. – Róm. 2:4; 1. Kor. 3:9.

17 Gleðin er stór í himli, tá ið ein angrar og vendir við! Jehova leggur merki til øll, sum koma aftur til samkomuna, og tað gleðir hann líka nógv hvørja ferð. Tá ið vit hugsa um, hvussu stóra samkenslu og miskunn Jehova hevur, elska vit hann enn meira. – Luk. 1:78.

SANGUR NR. 111 Ein sangur um gleði

a Í hesi greinini nevna vit tann, sum hevur syndað álvarsliga, í kallkyni. Men upplýsingarnar í greinini eru sjálvsagt eisini galdandi fyri kvinnur.

b Vit fara ikki longur at siga, at fólk eru útihýst. Í samsvari við orðini hjá Paulusi í 1. Korintbrævi 5:13 fara vit nú at siga, at tey eru koyrd úr samkomuni.

c Bíblian vísir, at nøkur fólk ikki kunnu fáa sínar syndir fyrigivnar. Talan er ikki um eitt ávíst slag av synd, men um hugburðin hjá honum, sum hevur syndað. Viðkomandi hevur sett sær fyri at blíva við at arbeiða ímóti Gudi. Tað eru bara Jehova og Jesus, sum kunnu gera av, um onkur ikki kann fáa fyrigeving. – Mark. 3:29; Hebr. 10:26, 27.