Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

LESTRARGREIN 29

SANGUR NR. 121 Vit mugu hava tamarhald

Vit mugu vera vakin og standa ímóti freistingum

Vit mugu vera vakin og standa ímóti freistingum

„Vakið og biðið, fyri at tit skulu ikki falla í freisting!“MATT. 26:41.

HØVUÐSTANKIN

Hvussu kunnu vit halda okkum frá synd og frá tí, sum kann føra til synd?

1-2. (a) Hvørja ávaring gav Jesus lærisveinunum? (b) Hví rýmdu lærisveinarnir frá Jesusi? (Hygg eisini at myndunum.)

 „ANDIN er til reiðar, men holdið er veikt!“ a (Matt. 26:41b) Við hesum orðunum vísti Jesus, at hann skilti, at vit menniskju eru ófullkomin og lætt gera mistøk. Men samstundis var tað ein ávaring um, at vit ikki skulu blíva for sjálvsikkur. Bara nakrar tímar, áðrenn Jesus segði hetta, høvdu lærisveinarnir lovað, at teir ongantíð skuldu fara frá honum. (Matt. 26:35) Teir vildu gjarna gera tað rætta, men teir høvdu ikki hugsað um, hvussu ringt tað kundi vera, viss mann var undir trýsti. Og tað var tí, Jesus ávaraði teir og segði: „Vakið og biðið, fyri at tit skulu ikki falla í freisting!“ – Matt. 26:41a.

2 Men lærisveinarnir kláraðu tíverri ikki at halda seg vaknar. Og tá ið Jesus bleiv handtikin, gjørdu teir akkurát tað, sum teir høvdu sagt, at teir ongantíð skuldu gera – teir rýmdu frá Jesusi. – Matt. 26:56.

Jesus bað lærisveinarnar halda seg vaknar og standa ímóti freistingum, men teir rýmdu frá honum. (Sí stykkini 1-2)


3. (a) Hví skulu vit ikki vera for sjálvsikkur? (b) Hvat fara vit at kanna í hesi greinini?

3 Vit mugu ikki hugsa, at vit eru so sterk, at vit ongantíð gera mistøk. Vit vilja sjálvandi ikki gera nakað, sum kann skaða okkara samband við Jehova. Men vit eru ófullkomin og kunnu lætt blíva freistað. (Róm. 5:12; 7:21-23) Vit kunnu knappliga koma í eina støðu, har vit fáa hug at gera nakað skeivt. Viss vit vilja vera trúføst móti Jehova og Jesusi, mugu vit fylgja ráðunum, sum Jesus gav um at standa ímóti freistingum. Henda greinin kann hjálpa okkum at gera tað. Fyrst fara vit at kanna, á hvørjum økjum vit mugu ansa serliga væl eftir. Síðani fara vit at kanna, hvussu vit kunnu standa ímóti freistingum, og at enda, hvussu vit kunnu blíva við at gera tað.

Á HVØRJUM ØKJUM MUGU VIT ANSA SERLIGA VÆL EFTIR?

4-5. Hví skulu vit ansa eftir ikki at gera mistøk, eisini sjálvt um tey ikki eru so álvarsom?

4 Nøkur mistøk eru ikki so álvarsom, men tey kunnu allíkavæl skaða okkara samband við Jehova. Og tey kunnu eisini føra til álvarsligar syndir.

5 Vit kunnu øll blíva freistað til at gera nakað, sum ikki er rætt. Men av tí at okkara veikleikar eru ymiskir, kunnu summar freistingar vera verri hjá okkum enn hjá øðrum. Hjá nøkrum er tað til dømis eitt stríð at standa ímóti freistingini til at hava sex við einum, sum tey ikki eru gift við. Hjá øðrum er trupulleikin kanska óreinir vanar, sum til dømis at onanera ella hyggja eftir pornografi. Og uppaftur onnur stríðast kanska við mannaótta, stoltleika, illsinni ella okkurt annað. Tað er, sum Jákup sigur: „Ein og hvør verður freistaður, tá ið hann verður drigin og lokkaður av síni egnu girnd.“Ják. 1:14.

6. Hvat mugu vit viðurkenna?

6 Veitst tú, hvat tað er, sum freistar teg mest? Vit lúgva fyri okkum sjálvum, viss vit ikki vilja viðurkenna okkara egnu veikleikar ella halda, at vit eru so sterk, at vit ikki kunnu synda. (1. Jóh.1:8) Paulus skrivaði, at sjálvt tey, sum eru andaliga sterk, kunnu geva eftir fyri freisting, viss tey ikki ansa eftir. (Gal. 6:1) Vit mugu vera erlig og viðurkenna, á hvørjum økjum vit eru veikast. – 2. Kor. 13:5.

7. Á hvørjum økjum mugu vit vera eyka varin? Lýs við einum dømi.

7 Hvat skulu vit gera, tá ið vit hava funnið út av, hvat tað er, sum freistar okkum mest? Vit mugu byggja okkum eina sterka verju. Fyrr í tíðini vóru múrar rundan um nógvar býir, og múrurin var veikastur, har sum portrini vóru. Tí stóðu serliga nógvir vaktarmenn við portrini. Á líknandi hátt mugu vit so at siga hava eyka manning, har sum vit vita, at vit eru veikast. – 1. Kor. 9:27.

HVUSSU KUNNU VIT STANDA ÍMÓTI FREISTINGUM?

8-9. Hvussu hevði tann ungi maðurin í Orðtøkunum kapittul 7 kunnað sloppið undan at synda álvarsliga? (Orðtøkini 7:8, 9, 13, 14, 21)

8 Hvussu kunnu vit standa ímóti freistingum? Vit kunnu læra nakað viktigt av tí, sum hendi við tí unga manninum í Orðtøkunum kapittul 7. Hann fór í song við einari kvinnu, sum hann ikki var giftur við. Í ørindi 22 stendur, at hann „við tað sama“ fór við henni. Men sum vit síggja í teimum undanfarnu ørindunum, hevði hann longu tikið fleiri vánaligar avgerðir áðrenn tað. Og tað var tað, sum førdi til, at hann syndaði.

9 Hvørjar vánaligar avgerðir hevði hann tikið? Tað byrjaði við, at hann seint á kvøldi „gekk eftir gøtuni við hornið, har sum [kvinnan] búði“. So fór hann yvir til húsini hjá henni. (Les Orðtøkini 7:8, 9.) Og tá ið hann sá hana, fór hann ikki avstað. Nei, hann læt hana mussa seg. Og hann lurtaði eftir henni, tá ið hon fortaldi, at hon akkurát hevði borið eitt takkoffur fram, kanska fyri at gera seg betri, enn hon var. (Les Orðtøkini 7:13, 14, 21.) Viss tann ungi maðurin hevði ansað betur eftir og ikki hevði tikið tær fyrstu vánaligu avgerðirnar, hevði hann ikki syndað.

10. Hvussu kundi onkur í dag gjørt tey somu mistøkini sum tann ungi maðurin?

10 Frásøgan í Orðtøkunum vísir, hvat kann henda hjá okkum øllum. Onkur, sum hevur syndað álvarsliga, sigur kanska aftaná, at hann ikki visti av tí, fyrr enn tað hendi. Hann brúkar tað næstan sum eina umbering. Men viss hann hugsar um, hvat í veruleikanum hendi, uppdagar hann helst, at hann hevði tikið fleiri vánaligar avgerðir, áðrenn hann syndaði álvarsliga. Kanska var hann saman við teimum skeivu fólkunum, valdi vánaligt undirhald ella fór støð, sum hann ikki átti at farið, antin bókstavliga ella á netinum. Kanska var hann eisini givin at biðja, lesa í Bíbliuni, fara á møti ella í boðanina. Akkurát sum hjá tí unga manninum í Orðtøkunum var hetta mistakið helst ikki bara eitt knappligt innskot.

11. Hvat mugu vit gera fyri ikki at synda álvarsliga?

11 Hvat kann frásøgan í Orðtøkunum læra okkum? Vit skulu ikki bara halda okkum frá sjálvari syndini, men eisini frá tí, sum kann føra til synd. Tað er akkurát tað, sum Sálomon vísir á. Aftan á at hann hevur fortalt um tann unga mannin og kvinnuna, sum lokkaði hann, sigur hann um kvinnuna: „Vilst ikki inn á gøtur hennara.“ (Orðt. 7:25) Hann sigur eisini: „Lat leið tína liggja langt frá henni, kom ikki nær húsdurum hennara.“ (Orðt. 5:3, 8) Vit kunnu altso sleppa undan at synda, viss vit halda okkum langt burtur frá øllum, sum kann føra til synd. b Vit kunnu til dømis verða noydd at lata vera við at gera okkurt, sum ikki er skeivt í sær sjálvum, men sum kann freista okkum til at gera nakað skeivt. – Matt. 5:29, 30.

12. Hvat hevði Job sett sær fyri, og hvussu hjálpti tað honum, so hann ikki bleiv freistaður at gera nakað skeivt? (Job 31:1)

12 Fyri ikki at koma í eina støðu, sum kann freista okkum at synda, mugu vit taka eina fasta avgerð. Tað gjørdi Job. Hann ’hevði gjørt ein sáttmála við eygu síni’ um, at hann ongantíð vildi vísa øðrum kvinnum óhóskandi uppmerksemi. (Les Job 31:1.) Job helt fast við hesa avgerðina, og tí var hann ikki ótrúgvur ímóti konu síni. Vit kunnu eisini seta okkum fyri at halda okkum langt burtur frá øllum, sum kundi verið ein freisting hjá okkum.

13. Hví mugu vit ansa eftir, hvat vit hugsa um? (Hygg eisini at myndunum.)

13 Vit mugu eisini ansa eftir, hvat vit hugsa um. (2. Mós. 20:17) Summi halda, at tað er í lagi at fantasera um okkurt skeivt, bara tey ikki gera tað í veruleikanum. Men tað er ikki í lagi. Viss mann blívur við at hugsa um okkurt skeivt, fær mann størri hug at gera tað. Mann skapar so at siga eina freisting, sum mann so má standa ímóti. Vit sleppa sjálvandi ikki undan at fáa skeivar tankar viðhvørt. Men tað er viktigt, at vit beinanvegin fáa sovorðnar tankar burtur og hugsa um nakað gott í staðin fyri. Tá ið vit gera tað, syrgja vit fyri, at skeivir tankar ikki blíva til girnd, sum kann føra til, at vit synda álvarsliga. – Fil. 4:8; Kol. 3:2; Ják. 1:13-15.

Vit mugu halda okkum frá øllum, sum kundi fingið okkum at gjørt nakað skeivt. (Sí stykki 13)


14. Hvat annað kann hjálpa okkum at standa ímóti freistingum?

14 Hvat annað kann hjálpa okkum at standa ímóti freistingum? Vit mugu vera fullkomiliga vís í, at tað altíð er best at gera tað, sum Jehova sigur. Viðhvørt kann tað vera eitt stríð at hugsa rætt og hava hug til at gera tað, sum Jehova vil hava okkum at gera. Men viss vit ikki geva upp, fáa vit frið í sinnið, og tað er avgjørt stríðið vert.

15. Hví klára vit betur at standa ímóti freistingum, viss vit læra okkum at ’elska hitt góða’?

15 Tað er viktigt at hava hug til at gera tað, sum er rætt. Viss vit læra okkum at ’hata hitt illa og elska hitt góða’, verða vit enn meira uppsett upp á at gera tað, sum er rætt, og at halda okkum frá tí, sum kann fáa okkum at synda. (Amos 5:15) Og so er tað eisini meira sannlíkt, at vit klára at standa ímóti, viss vit knappliga koma í eina støðu, sum freistar okkum.

16. Hví klára vit betur at standa ímóti freistingum, viss vit eru upptikin av tí andaliga? (Hygg eisini at myndunum.)

16 Hvussu fáa vit hug til at gera tað, sum er rætt? Vit mugu vera so upptikin av tí andaliga sum møguligt. Tá ið vit eru á møti ella í boðanini, verða vit ikki so lætt freistað til at gera nakað skeivt. Vit fáa tvørturímóti hug til at gera tað, sum gleðir Jehova. (Matt. 28:19, 20; Hebr. 10:24, 25) Tá ið vit lesa og studera Guds orð og hugsa um tað, sum vit hava lisið, hjálpir tað okkum at elska tað góða og hata tað illa. (Jos. 1:8; Slm. 1:2, 3; 119:97, 101) Eitt annað, sum vit kunnu gera, er tað, sum Jesus segði við lærisveinarnar: „Biðið, fyri at tit skulu ikki falla í freisting!“ (Matt. 26:41) Tá ið vit biðja til Jehova, geva vit honum møguleika fyri at hjálpa okkum, og vit fáa uppaftur størri hug til at gleða hann. – Ják. 4:8.

Góðir andaligir vanar hjálpa okkum at standa ímóti freistingum. (Sí stykki 16) c


HVUSSU KUNNU VIT BLÍVA VIÐ AT STANDA ÍMÓTI FREISTINGUM?

17. Hvat bleiv við at vera ringt hjá Pæturi?

17 Tað ber sikkurt til at vinna á fleiri av okkara veikleikum. Men tað kann vera, at vit hava aðrar veikleikar, sum vit mugu blíva við at stríðast við. Hugsa til dømis um Pætur. Hann hevði mannaótta og avnoktaði Jesus tríggjar ferðir. (Matt. 26:69-75) Seinni virkaði tað til, at Pætur hevði vunnið á hesum óttanum, tí tá boðaði hann djarvur um Jesus framman fyri sanhedrininum. (Áps. 5:27-29) Men nøkur ár seinni gavst hann at eta saman við kristnum, sum ikki vóru jødar, tí „hann ræddist teir av umskeringini“. (Gal. 2:11, 12) Mannaóttin hevði aftur vunnið á Pæturi. Og kanska slapp hann ongantíð heilt av við henda veikleikan.

18. Hvat er gott at minnast til í sambandi við veikleikar?

18 Vit kunnu koma í eina líknandi støðu. Vit halda kanska, at vit hava vunnið á einum ávísum veikleika, men so vísir hann seg knappliga aftur. Ein bróðir fortelur: „Í tíggju ár kláraði eg at standa ímóti freistingini til at hyggja eftir pornografi, og eg helt, at tað ikki longur var ein trupulleiki hjá mær. Men veikleikin var har enn. Hann lá bara og bíðaði eftir tí røttu løtuni til aftur at vísa seg.“ Tíbetur gav bróðirin ikki upp. Hann skilti, at tað var ein veikleiki, sum hann mátti blíva við at stríðast ímóti hvønn einasta dag, kanska restina av lívinum í hesum gamla heimi. Hann fór at ansa uppaftur betur eftir at halda seg burtur frá pornografi, og hann fekk góða hjálp frá konu síni og teimum elstu.

19. Hvat kunnu vit gera, viss vit enn hava ein ávísan veikleika at stríðast við?

19 Viss vit enn hava ein ávísan veikleika at stríðast við, hvat kunnu vit so gera fyri ikki at detta útí aftur? Vit mugu fylgja ráðunum frá Jesusi og blíva við at vera vakin og standa ímóti freistingum. Sjálvt tá ið vit føla okkum sterk, mugu vit halda okkum frá tí, sum kundi fingið okkum at gjørt nakað skeivt. (1. Kor. 10:12) Og vit mugu blíva við at gera tað, sum hevur hjálpt okkum higartil. Í Orðtøkunum 28:14 stendur: „Sælur er maður, ið altíð er varur.“ – 2. Pæt. 3:14, Dahl/Viderø.

TAÐ ER STRÍÐIÐ VERT

20-21. (a) Hvat fáa vit burtur úr at blíva við at vera vakin og standa ímóti freistingum? (b) Viss vit gera okkara part, hvat fer Jehova so at gera fyri okkum? (2. Korintbræv 4:7)

20 Vit kunnu vera vís í, at tað altíð er stríðið vert at standa ímóti freistingum. Tað kann gott vera, at mann fær eina ’stutta njóting’ av at synda, men tann gleðin, vit fáa av at fylgja normunum hjá Jehova, er nógv størri. (Hebr. 11:25; Slm. 19:9) Og orsøkin til tað er, at vit eru skapt til at liva, soleiðis sum Jehova vil hava okkum at liva. (1. Mós. 1:27) Tá ið vit fylgja hansara normum, fáa vit góða samvitsku og kunnu gleða okkum til at liva í allar ævir. – 1. Tim. 6:12; 2. Tim. 1:3; Jud. 20, 21.

21 Tað er rætt, at „holdið er veikt“. Men tað merkir ikki, at vit eru púra hjálparleys. Jehova vil gjarna geva okkum ta styrkina, sum vit hava brúk fyri. (Les 2. Korintbræv 4:7.) Men legg merki til, at tann kraftin, sum hann gevur okkum, er ómetalig, ella óvanlig. Tann vanliga kraftin – tað, sum vit gera hvønn dag fyri at standa ímóti freistingum – má koma frá okkum sjálvum. Viss vit gera okkara part, kunnu vit vera vís í, at Jehova svarar okkara bønum um at fáa eyka styrki, tá ið vit hava brúk fyri tí. (1. Kor. 10:13) Ja, við hjálp frá Jehova, klára vit at standa ímóti freistingum.

SANGUR NR. 47 Bið til Jehova hvønn dag

a FRÁGREIÐING: „Andin,“ sum verður nevndur í Matteus 26:41, er tann drívmegin, sum fær okkum at føla ella handla upp á ein bestemtan máta. „Holdið“ er okkara ófullkomna støða. Vit vilja kanska gjarna gera tað, sum er rætt, men viss vit ikki ansa eftir, kunnu vit geva eftir fyri freisting og gera nakað, sum Bíblian sigur er skeivt.

b Viss mann hevur syndað álvarsliga, er hjálp at fáa í bókini Eitt gott lív nú og í allar ævir, partur 57, punktini 1-3, og í greinini „’Ret dit blik’ mod fremtiden“ í Vakttorninum frá november 2020, s. 27-29, stk. 12-17.

c MYNDAFRÁGREIÐING.: Ein bróðir lesur dagstekstin um morgunin, lesur í Bíbliuni í døgurðasteðginum og er á møti um kvøldið.