LESTRARGREIN 25
SANGUR NR. 7 Jehova er styrki okkara
Minst til, at Jehova er „hin livandi Gud“
„HARRIN livir.“ – SLM. 18:47.
HØVUÐSTANKIN
Tað er gott fyri okkum at minnast til, at Jehova er „hin livandi Gud“.
1. Hvat hjálpir okkum at blíva við at tæna Jehova, sjálvt um vit hava ymiskt at stríðast við?
BÍBLIAN sigur, at vit liva á ’torførum tíðum’. (2. Tim. 3:1) Øll í hesum ónda heimi hava okkurt at stríðast við. Men aftrat tí fáa vit, sum tæna Jehova, mótstøðu og blíva forfylgd. Hvat kann hjálpa okkum at blíva við at tæna Jehova allíkavæl? Eitt, sum er ein stór hjálp, er at vita, at Jehova er hin livandi Gud. – Jer. 10:10; 2. Tim. 1:12.
2. Hvat vita vit um Jehova, sum kann styrkja okkum?
2 Jehova er ein veruligur persónur. Hann sær okkum, eisini tá ið vit hava tað ringt. Og hann er altíð til reiðar at hjálpa okkum. (2. Krøn. 16:9; Slm. 23:4) Viss vit minnast til, at Jehova er hin livandi Gud, kann tað hjálpa okkum at klára alt tað, sum vit koma út fyri í lívinum. Tað upplivdi Dávid kongur fleiri ferðir.
3. Hvat meinti Dávid við, tá ið hann segði, at Jehova livir?
3 Dávid kendi Jehova og hevði álit á honum. Tá ið hann bleiv forfylgdur, bað hann til Jehova um hjálp. Tað gjørdi hann til dømis, tá ið Saul kongur forfylgdi honum. (Slm. 18:7) Jehova svaraði bønini og bjargaði honum. Aftan á tað segði Dávid: „HARRIN livir.“ (Slm. 18:47) Men Dávid meinti ikki bara, at Gud er til. Eitt uppslagsverk nevnir, at Dávid metti Jehova „sum ein livandi Gud, ið altíð hjálpir sínum tænarum“. Ja, Dávid visti, at Jehova sá alt tað, sum hann kom út fyri, og var til reiðar at hjálpa honum. Tað fekk Dávid at blíva við at tæna og prísa Jehova. – Slm. 18:29, 30, 50.
4. Hví er tað gott fyri okkum at minnast til, at Jehova er hin livandi Gud?
4 Tá ið vit eru sannførd um, at Jehova er hin livandi Gud, verður tað lættari at tæna honum av heilum hjarta. Tað hjálpir okkum at klára tað, sum vit koma út fyri, og fær okkum at gera alt, vit kunnu, í tænastuni fyri Jehova. Og tað hjálpir okkum eisini at halda okkum nær til hansara.
HIN LIVANDI GUD STYRKIR TEG
5. Hvat kann hjálpa okkum, tá ið vit uppliva okkurt keðiligt? (Filippibrævið 4:13)
5 Viss vit minnast til, at Jehova altíð er førur fyri at hjálpa okkum, verður tað lættari at klára alt tað keðiliga, sum vit kunnu koma út fyri, líkamikið um tað er stórt ella smátt. Einki er ómøguligt hjá Jehova. Hann er tann størsti í alheiminum, og hann kann geva okkum styrki til at halda út. (Les Filippibrævið 4:13.) Vit kunnu altso føla okkum púra trygg, óansæð hvat vit koma út fyri. Og tá ið vit uppliva, at Jehova hjálpir okkum at klára minni trupulleikar, vita vit, at hann eisini fer at hjálpa okkum at klára størri trupulleikar.
6. Hvat upplivdi Dávid, tá ið hann var ungur, sum styrkti hansara álit á Jehova?
6 Dávid upplivdi ymiskt, sum styrkti hansara álit á Jehova. Einaferð tá ið hann var ungur og ansaði eftir seyðinum hjá pápa sínum, kom ein bjørn og tók ein seyð úr fylginum. Og eina aðru ferð kom ein leyva og gjørdi tað sama. Í báðum førum leyp Dávid djarvur eftir villdjórunum og bjargaði seyðinum. Men hann segði ikki, at hann hevði gjørt tað í egnari megi. Hann visti, at tað var Jehova, sum hevði hjálpt honum. (1. Sám. 17:34-37) Tað var nakað, sum Dávid ongantíð gloymdi. Tá ið hann hugsaði aftur á tað, sum var hent, styrkti tað hansara álit á, at Jehova eisini fór at hjálpa honum í framtíðini.
7. Hvat fokuseraði Dávid upp á, og hví hjálpti tað honum at vinna á Goliati?
7 Seinni, helst meðan Dávid enn var tannáringur, fór hann út til hernaðarleguna hjá ísraelsmonnum. Hermenninir vóru ræðsluslignir, tí ein risastórur filistari, sum æt Goliat, hevði „háðað her Ísraels“. (1. Sám. 17:10, 11) Teir vóru bangnir, tí teir fokuseraðu upp á, hvussu stórur Goliat var, og hvat hann hevði sagt við teir. (1. Sám. 17:24, 25) Men Dávid fokuseraði upp á nakað heilt annað. Hann skilti, at tá ið Goliat háðaði herin hjá ísraelsmonnum, háðaði hann í veruleikanum „her hins livandi Guds“. (1. Sám. 17:26) Dávid hugsaði fremst av øllum um Jehova. Hann visti, at Jehova, sum hevði hjálpt honum, tá ið hann ansaði eftir seyðinum hjá pápa sínum, eisini fór at hjálpa honum nú. Av tí at Dávid hevði so stórt álit á Jehova, fór hann ímóti Goliati – og hann vann sjálvandi! – 1. Sám. 17:45-51.
8. Hvat kann styrkja okkara álit á, at Jehova hjálpir okkum, tá ið vit koma í eina ringa støðu? (Hygg eisini at myndini.)
8 Vit kunnu eisini klára tað ymiska, sum vit koma út fyri í lívinum, viss vit minnast til, at hin livandi Gud altíð er til reiðar at hjálpa okkum. (Slm. 118:6) Tá ið vit hugsa um, hvat Jehova hevur gjørt í fortíðini, kann tað styrkja okkara álit á hann. Tí er tað gott at lesa frásøgur í Bíbliuni, sum vísa, hvussu Jehova bjargaði sínum tænarum í forðum. (Es. 37:17, 33-37) Tað er eisini gott at fylgja við í øllum tí, sum verður lagt út á jw.org, og síggja, hvussu Jehova hevur hjálpt okkara brøðrum og systrum nú í tíðini. Hugsa eisini um, hvussu Jehova hevur hjálpt tær í tínum lívi. Sjálvt um tú ikki hevur upplivað nakað so stórt sum at vinna á einari leyvu ella einari bjørn, kanst tú vera vísur í, at hann ofta hevur hjálpt tær. Hann hevur drigið teg til sín, so tú kundi blíva hansara vinur. (Jóh. 6:44) Og tað er bara við hansara hjálp, at tú enn ert í sannleikanum. Tú kanst biðja Jehova hjálpa tær at minnast dømi um, at hann hevur svarað tínum bønum, at hann hevur hjálpt tær júst í røttu løtu, ella at hann hevur tikið sær av tær í einari ringari støðu. Tá ið tú hugsar aftur á sovorðnar løtur, styrkir tað títt álit á Jehova.
9. Hvat mugu vit minnast til, tá ið vit hava trupulleikar? (Orðtøkini 27:11)
9 Tá ið Jehova er veruligur fyri okkum, fáa vit ta røttu áskoðanina á okkara trupulleikar. Vit skilja, at okkara trupulleikar eru ein partur av nøkrum størri, nøkrum sum gongur fyri seg millum Jehova og Satan. Satan pástendur, at vit fara at svíkja Jehova, tá ið vit uppliva nakað keðiligt. (Job 1:10, 11; les Orðtøkini 27:11.) Men tá ið vit eru trúføst ímóti Jehova hóast trupulleikar, vísa vit, at vit elska hann, og at Satan er ein lygnari. Hevur tú nakrar trupulleikar at stríðast við í løtuni? Til dømis mótstøðu frá myndugleikunum, fíggjarligar trupulleikar, at fólk í økinum ikki vilja lurta ella okkurt annað? Um so er, kanst tú síggja tað sum ein møguleika at gleða Jehova. Minst eisini til, at hann ongantíð fer at lata teg koma út fyri nøkrum, sum tú ikki klárar. (1. Kor. 10:13) Hann fer altíð at geva tær ta styrkina, sum tú hevur brúk fyri, so tú kanst halda út.
HIN LIVANDI GUD FER AT LØNA TÆR
10. Hvussu lønir Jehova teimum, sum tæna honum?
10 Jehova lønir altíð teimum, sum tæna honum. (Hebr. 11:6) Hann gevur okkum frið í sinnið og eitt gott lív nú, og hann fer at geva okkum ævigt lív í framtíðini. Vit kunnu vera vís í, at Jehova bæði kann og fer at løna okkum. Og tað motiverar okkum til at geva honum okkara besta, akkurát sum hansara trúføstu tænarar í forðum gjørdu. Ein av hesum tænarunum var Timoteus. – Hebr. 6:10-12.
11. Hvat fekk Timoteus at gera so nógv í samkomuni? (1. Timoteusarbræv 4:10)
11 Les 1. Timoteusarbræv 4:10. Timoteus ivaðist ikki í, at Jehova fór at løna honum. Og tað gav honum hug til at gera nógv fyri Jehova og onnur. Hvat gjørdi hann? Paulus eggjaði honum til at gerast ein betri undirvísari í boðanini og í samkomuni. Timoteus skuldi eisini vera ein góð fyrimynd hjá sínum trúarfelagum, bæði ungum og gomlum. Og hann fekk fleiri rættiliga torførar uppgávur. Til dømis skuldi hann viðhvørt rættleiða onnur, og tá mátti hann bæði vera bestemtur og kerligur. (1. Tim. 4:11-16; 2. Tim. 4:1-5) Sjálvt um onnur ikki altíð sóu ella virðismettu tað, sum Timoteus gjørdi, visti hann, at Jehova sá tað og fór at løna honum. – Róm. 2:6, 7.
12. Hvat fær teir elstu at ganga upp í sínar uppgávur? (Hygg eisini at myndini.)
12 Elstar í dag kunnu eisini vera vísir í, at Jehova sær og virðismetir alt tað góða, sum teir gera. Umframt at taka sær av hirðaarbeiði, at undirvísa og at boða, eru nógvir elstar eisini við í byggiverkætlanum og neyðhjálpararbeiði. Aðrir elstar eru við í sjúklingavitjanarbólkum ella í samskiftisnevndum til sjúkrahús. Teir elstu vita, at tað er Jehova, sum eigur samkomuna, og ikki nakað menniskja. Tí ganga teir høgt upp í sínar uppgávur og líta á, at Jehova fer at løna teimum. – Kol. 3:23, 24.
13. Hvat heldur Jehova um tað, sum vit gera fyri hann?
13 Øll kunnu ikki vera elstar. Men vit hava øll nakað, sum vit kunnu geva Jehova. Tá ið vit gera okkara besta fyri at tæna honum, gleðir tað hann. Hann leggur merki til, at vit stuðla heimsumfatandi arbeiðinum, sjálvt um vit kanska ikki hava møguleika at geva so nógv. Hann verður glaður, tá ið vit royna at svara á møtunum, hóast vit eru nervøs ella smæðin. Og hann er stoltur av okkum, tá ið vit fyrigeva teimum, sum hava sært okkum. Tú følir kanska ikki, at tú gert so nógv fyri Jehova, men tú kanst vera vísur í, at hann virðismetir tað, sum tú gert. Hann elskar teg fyri tað, og hann fer at løna tær. – Luk. 21:1-4.
HALT TEG NÆR TIL HIN LIVANDI GUD
14. Hvat kann hjálpa okkum at vera trúføst ímóti Jehova? (Hygg eisini at myndini.)
14 Tað er lættari hjá okkum at vera trúføst ímóti Jehova, viss hann er veruligur fyri okkum. Tað var hann fyri Jósefi. Jósef noktaði at fara í song við konu Potifar, tí hann visti, at tað hevði sært Jehova. (1. Mós. 39:9) Viss Jehova skal vera veruligur fyri okkum, mugu vit taka okkum tíð til at biðja til hansara og kanna Bíbliuna. So verður okkara vinalag við hann sterkari. Tá ið vit eins og Jósef hava eitt gott vinalag við Jehova, vilja vit ikki gera nakað, sum særir hann. – Ják. 4:8.
15. Hvat kunnu vit læra av tí, sum hendi við ísraelsmonnum í oyðimørkini? (Hebrearabrævið 3:12)
15 Tey, sum halda uppat at líta á Jehova, kunnu lætt glíða burtur frá honum. Hugsa til dømis um tað, sum hendi við ísraelsmonnum, tá ið teir vóru í oyðimørkini. Teir vistu, at Jehova var til, men teir fóru at ivast í, um hann fór at taka sær av teimum. Teir spurdu enntá: „Er HARRIN ímillum okkara ella ikki?“ (2. Mós. 17:2, 7) Aftan á tað gjørdu teir uppreistur ímóti Gudi. Vit vilja als ikki vera sum teir. – Les Hebrearabrævið 3:12.
16. Hví kann tað vera ringt at vera trúfastur?
16 Heimurin, sum vit liva í, ger tað ringt at halda seg nær til Jehova. Nógv siga, at Gud ikki er til. Og tey, sum ikki fylgja Guds normum, síggja ofta út til at hava eitt gott lív. Viss vit fokusera upp á tað, kann tað vera ringt hjá okkum at vera trúføst. Vit trúgva sjálvandi, at Jehova er til, men vit kunnu fara at ivast í, um hann hjálpir okkum. Tað gjørdi tann maðurin, sum skrivaði Sálm 73. Hann legði merki til, at nógv sóu út til at hava eitt gott lív, sjálvt um tey ikki fylgdu Guds lógum. Og tí fór hann at ivast í, um tað var stríðið vert at tæna Gudi. – Slm. 73:11-13.
17. Hvat kann hjálpa okkum at halda okkum nær til Jehova?
17 Hvat hjálpti honum, sum skrivaði Sálm 73, at fáa ta røttu áskoðanina? Hann minti seg sjálvan á, hvussu tað í longdini gongst teimum, sum gloyma Jehova. (Slm. 73:18, 19, 27) Hann hugsaði eisini um alt tað góða, sum mann fær burtur úr at tæna Jehova. (Slm. 73:24) Vit kunnu eisini hugsa um alt tað góða, sum Jehova hevur givið okkum. Og so kunnu vit ímynda okkum, hvussu okkara lív hevði verið, viss vit ikki tæntu honum. Tað kann hjálpa okkum at verða verandi trúføst og koma til somu niðurstøðu sum sálmaskaldið, ið segði: „Eg havi gleði mína í at halda meg nær hjá Gudi.“ – Slm. 73:28.
18. Hví skulu vit ikki stúra fyri framtíðini?
18 Uttan mun til, hvørjar avbjóðingar vit fáa nú á síðstu døgum, ber tað til hjá okkum at klára tað, tí vit „tæna hinum livandi og sanna Gudi“. (1. Tess. 1:9) Jehova er ein veruligur persónur, og hann tekur sær av teimum, sum tæna honum. Hann hjálpti sínum tænarum í forðum, og hann hjálpir eisini okkum í dag. Skjótt fara vit at uppliva ta størstu trongdina, sum nakrantíð hevur verið á jørðini. Men vit skulu ikki klára okkum einsamøll, Jehova er við okkum. (Es. 41:10) Vit kunnu føla okkum trygg og siga: „Harrin er hjálpari mín, eg skal ikki óttast.“ – Hebr. 13:5, 6.
SANGUR NR. 3 Tú ert styrkin og vónin, vit líta á