Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

LESTRARGREIN 11

Hvussu verður tú klárur at lata teg doypa?

Hvussu verður tú klárur at lata teg doypa?

„Hvat forðar fyri, at eg verði doyptur?“ – ÁPS. 8:36.

SANGUR NR. 50 Mín vígslubøn

ENDAMÁL a

Um allan heimin gera ung og gomul framstig og lata seg doypa (Sí stykkini 1-2)

1-2. Hví mást tú ikki missa mótið, viss tú ikki ert klárur at lata teg doypa enn? (Hygg at forsíðumyndini.)

 HUGSAR tú um at lata teg doypa? Um so er, er tað eitt sera gott mál, tú hevur sett tær. Ert tú klárur til at blíva doyptur nú? Um tú heldur tað, og teir elstu eru samdir við tær, mást tú endiliga lata teg doypa, næstu ferð tað ber til. Tað fer at geva tær eitt gott og spennandi lív í tænastuni fyri Jehova.

2 Men hevur tú fingið at vita, at tú mást arbeiða upp á okkurt, áðrenn tú kanst lata teg doypa? Ella følir tú sjálvur, at tú mást gera fleiri broytingar? Um so er, mást tú ikki missa mótið. Tað ber til at røkka málinum, óansæð um tú ert ungur ella gamal.

HVAT FORÐAR MÆR?

3. Hvat spurdi ein etiopiskur hirðmaður Filip um, og hvør spurningur stingur seg upp? (Ápostlasøgan 8:36, 38)

3 Les Ápostlasøguna 8:36, 38. Ein etiopiskur hirðmaður spurdi Filip: „Hvat forðar fyri, at eg verði doyptur?“ Hann vildi fegin doypast, men var hann klárur til tað?

Etiopiski embætismaðurin vildi vita meira um Jehova (Sí stykki 4)

4. Hvussu sæst tað, at etiopiski maðurin vildi vita meira?

4 Etiopiski maðurin var farin „til Jerúsalem at tilbiðja“, so hann má hava skift trúgv og vera farin at hoyra til jødadómin. (Áps. 8:27) Hann hevur heilt sikkurt lært nógv um Jehova við at lesa í Hebraisku skriftunum, men hann vildi vita meira. Tað sást, tí tá ið Filip kom fram á hann á vegnum, sat hann og las í Esaiasar bók, sum var djúp andalig føði. (Áps. 8:28) Hann var ikki bara nøgdur við tað, sum hann longu visti, hann vildi vita meira.

5. Hvat vísir, at etiopiski maðurin fylgdi tí, sum hann hevði lært?

5 Hirðmaðurin var embætismaður hjá Kandake drotning í Etiopia, og sagt verður um hann, at „hann var settur yvir allar skattir hennara“. (Áps. 8:27) So hann má hava verið ein upptikin maður við stórari ábyrgd. Og allíkavæl fór hann allan vegin úr Etiopia til templið í Jerusalem at tilbiðja Jehova. Tað má hava tikið langa tíð og verið dýrt, men hann helt tað vera tað vert. Tað var ikki nokk fyri hann bara at kenna sannleikan, hann fylgdi eisini tí, sum hann hevði lært.

6-7. Hvat fekk tann etiopiska mannin at elska Jehova enn meira?

6 Filip lærdi etiopiska mannin nakað nýtt og týðandi, millum annað at Jesus var Messias. (Áps. 8:34, 35) Hann bleiv heilt sikkurt glaður um at hoyra, hvat Jesus hevði gjørt fyri hann. Hvat fekk tað hann at gera? Hann hevði jú longu valt at hoyra til jødadómin, men hann skilti, at hann mátti gera nakað aftrat. Hann var farin at elska Jehova og Jesus enn meira, og tí setti hann sær fyri at lata seg doypa og at fylgja Jesusi. Filip sá, at hann var klárur, og tí kundi hann doypa hann.

7 Tú verður klárur at lata teg doypa, viss tú gert sum etiopiski maðurin. Tá fert tú eisini at kunna siga: „Hvat forðar fyri, at eg verði doyptur?“ Vit fara at kanna, hvussu tú kanst gera sum hann á trimum økjum: Hann bleiv við at læra meira, hann fylgdi tí, sum hann lærdi, og hann helt fram at elska Jehova og at styrkja sítt vinalag við hann.

TÚ MÁST BLÍVA VIÐ AT LÆRA MEIRA

8. Hvat sigur Jóhannes 17:3, at vit mugu gera?

8 Les Jóhannes 17:3. Tá ið tú las hetta, fekst tú so hug at fara í holt við at kanna Bíbliuna? Soleiðis hava nógv av okkum havt tað. Men hvussu langa tíð tekur tað at læra Jehova at kenna? Vit kunnu blíva við at læra Jehova betur at kenna í allar ævir, tí vit kunnu altíð læra nakað nýtt um hann. (Præd. 3:11) Og jú meira vit læra, meira fara vit at elska hann. – Slm. 73:28.

9. Hvat mugu vit gera, tá ið vit hava lært grundlærdómarnar at kenna?

9 Hvussu læra vit Jehova at kenna? Vit mugu byrja við tí mest grundleggjandi. Tað var nakað, sum Paulus segði var viktigt. Í Hebrearabrævinum samanbar hann grundlærdómarnar við mjólk, sum nýføðingar fáa. (Hebr. 5:12; 6:1) Hann segði eisini, at vit ikki skuldu vera nøgd við at kenna grundsannleikarnar, men royna at fáa størri kunnskap um Bíbliuna. Tú hevur allarhelst longu lært eina rúgvu, men hevur tú hug at læra meira um Jehova og hansara ætlan?

10. Hví halda summi, at tað er ringt at studera?

10 Nógv halda ikki, at tað er so lætt at studera. Hvussu við tær? Tá ið tú gekst í skúla, lærdu tit so, hvussu mann kann lesa og skilja ein tekst? Var tað nakað, sum tær dámdi? Ella eru bøkur ikki akkurát tú? Um so er, so ert tú ikki tann einasti. Men minst til, at Jehova kann hjálpa tær, tí hann er tann besti lærarin, sum er.

11. Hví er Jehova tann besti lærarin, vit kunnu fáa?

11 Jehova er „okkara stóri lærari“. (Es. 30:20, 21, NW) Hann er ein tolin og blíður lærari, sum skilur sínar næmingar. Hann sær tað góða í okkum og væntar ikki for nógv av okkum. (Slm. 130:3) Hugsa eisini um, at tað er hann, sum hevur skapt okkara heila. (Slm. 139:14) Tað er ein fantastisk gáva. Jehova hevur skapt okkum soleiðis, at vit kunnu blíva við at læra, og tað vil hann, at vit skulu gera í allar ævir. Tí er tað gott longu nú at gera nakað fyri at fáa hug at studera. (1. Pæt. 2:2) Tú kanst gera eina ætlan, so tú fært lisið og studerað Bíbliuna regluliga. (Jos. 1:8) Hesar løturnar kunnu blíva ordiliga góðar, og tú fert at síggja, hvussu Jehova hjálpir tær.

12. Hví er tað gott at seta seg inn í, hvat Jesus gjørdi, meðan hann var her á jørðini?

12 Eitt, sum er gott at gera, er at hugsa um, hvussu Jesus livdi sítt lív, meðan hann var á jørðini. Vit mugu ganga í hansara fótasporum fyri at kunna tæna Jehova. (1. Pæt. 2:21) Tað er eyka viktigt nú í hesum torføru tíðum. Jesus segði, at tað ikki altíð fór at vera so lætt hjá teimum, sum vildu fylgja honum. (Luk. 14:27, 28) Men hann var vísur í, at tað fór at bera til at vera trúfastur, akkurát sum hann var. (Jóh. 16:33) So tað er gott at seta seg inn í, hvat Jesus gjørdi, meðan hann var her á jørðini, og at royna at vera sum hann.

13. Hvat eigur tú at biðja Jehova um, og hví?

13 Tað er ikki nokk bara at studera. Tað, sum vit læra, má ávirka okkum, so vit fáa eitt tættari samband við Jehova, fáa størri kærleika til hansara og sterkari trúgv á hann. (1. Kor. 8:1-3) Tú kanst biðja Jehova geva tær meira trúgv. (Luk. 17:5) Hann vil heldur enn gjarna svara sovorðnum bønum. Tá ið tú hevur fingið eina sterka trúgv, sum er grundað á Bíbliuna, ert tú klárur til at taka næsta stigið. – Ják. 2:26.

TÚ MÁST BLÍVA VIÐ AT FYLGJA TÍ, SUM TÚ HEVUR LÆRT

Nóa og familjan fylgdu tí, sum tey høvdu fingið at vita, áðrenn vatnflóðin kom (Sí stykki 14)

14. Hvussu legði ápostulin Pætur dent á, at vit mugu fylgja tí, sum vit læra? (Hygg eisini at myndini.)

14 Ápostulin Pætur legði dent á, hvussu viktigt tað er, at vit fylgja tí, sum vit læra. Í tí sambandi nevndi hann frásøguna um Nóa. Jehova segði við Nóa, at hann fór at beina fyri óndum menniskjum í einari vatnflóð. Men bara tað at vita, at vatnflóðin skuldi koma, kundi ikki bjarga Nóa og familjuni. Legg merki til, at tá ið Pætur vísti til tíðina áðrenn vatnflóðina, nevndi hann, at tað var „meðan ørkin varð smíðað“. (1. Pæt. 3:20) Tað, sum Nóa og familjan høvdu fingið at vita, fekk tey at gera nakað. Tey bygdu eina stóra ørk. (Hebr. 11:7) Síðani samanbar Pætur tað, sum Nóa gjørdi, við dóp. Hann segði: ’Dópurin frelsir nú eisini tykkum í avmynd síni.’ (1. Pæt. 3:21) Vit kunnu samanbera tað, sum tú gert nú fyri at fyrireika teg til dópin, við tað, sum Nóa og familjan gjørdu, tá ið tey bygdu ørkina. Hvat mást tú gera fyri at blíva klárur at lata teg doypa?

15. Hvussu vísa vit, at vit hava angrað tað skeiva, vit hava gjørt?

15 Eitt tað fyrsta, vit mugu gera, er at angra tað skeiva, vit hava gjørt. (Áps. 2:37, 38) Tá ið vit veruliga angra, fáa vit eisini hug at gera broytingar. Ert tú givin við at gera ymiskt, sum Jehova ikki dámar, sum til dømis at liva ómoralskt, roykja ella tosa ljótt? (1. Kor. 6:9, 10; 2. Kor. 7:1; Ef. 4:29) Viss ikki, mást tú blíva við at arbeiða upp á tað. Tú kanst tosa við tann, sum lesur Bíbliuna saman við tær, ella biðja teir elstu hjálpa tær. Viss tú býrt heima enn, kanst tú tosa við foreldrini og biðja tey hjálpa tær at broyta tað, sum forðar tær í at lata teg doypa.

16. Hvat vil tað siga at hava góðar andaligar vanar?

16 Tað er eisini viktigt at fáa nakrar góðar andaligar vanar, til dømis at koma fast á møtini og vera við til at svara. (Hebr. 10:24, 25) Og tá ið tú fert at ganga í boðanini, mást tú gera tað regluliga. Jú oftari tú ert við í boðanini, stuttligari verður tað. (2. Tim. 4:5) Viss tú býrt heima enn, kanst tú spyrja teg sjálvan: Noyðast foreldrini hjá mær altíð at minna meg á, at tað er tíð at fara á møti ella í boðanina, ella komi eg sjálvur í tankar um tað? Tá ið tú sjálvur tekur stig til at fara á møti ella í boðanina, vísir tú, at tú hevur sterka trúgv, elskar Jehova og ert takksamur fyri alt, sum hann ger fyri teg. Alt, sum tú gert fyri Jehova, vísir, at hann betýðir nógv fyri teg. (2. Pæt. 3:11; Hebr. 13:15) Hann verður so glaður, tá ið vit gera nakað fyri hann, tí vit hava hug til tað. (Sí eisini 2. Korintbræv 9:7.) Og vit verða eisini sjálvi glað, tá ið vit geva Jehova okkara besta.

TÚ MÁST ELSKA JEHOVA MEIR OG MEIR

17-18. Hvat kann hjálpa tær at røkka málinum at blíva doyptur, og hví? (Orðtøkini 3:3-6)

17 Meðan tú roynir at røkka málinum at blíva doyptur, fara ymiskar avbjóðingar helst at stinga seg upp. Nøkur fara kanska at halda, at tú ert løgin, og tað kann enntá vera, at tú fært mótstøðu. (2. Tim. 3:12) Tá ið tú roynir at halda uppat við onkrum, sum Jehova ikki dámar, kann tað vera, at tú dettur útí aftur. Tað kann eisini vera, at tú verður ótolin ella frustreraður, tí tú følir, at enn er langt á mál. Men tað, sum kann hjálpa tær, so tú ikki gevur upp, er at elska Jehova.

18 Tín kærleiki til Jehova er tað dýrabarasta, tú eigur. (Les Orðtøkini 3:3-6.) Hesin kærleikin kann hjálpa tær at klára lívsins stúranir. Vit lesa ofta í Bíbliuni, at Jehova vísir okkum trúfastan kærleika. Tað vil siga, at hann ongantíð fer at svíkja okkum ella halda uppat at elska okkum. (Slm. 100:5) Og tú ert skaptur í Guds bílæti. (1. Mós. 1:26) So hvussu kanst tú vísa trúfastan kærleika?

Tú kanst takka Jehova hvønn dag (Sí stykki 19) b

19. Hvussu kanst tú vísa, at tú ert takksamur fyri alt, sum Jehova hevur gjørt fyri teg? (Galatiabrævið 2:20)

19 Tú kanst byrja við at vísa takksemi. (1. Tess. 5:18) Spyr teg sjálvan hvønn dag: Hvussu hevur Jehova víst, at hann elskar meg? Aftan á tað, kanst tú takka honum fyri okkurt ávíst, sum hann hevur gjørt fyri teg. Tað er gott at meta tað, sum Jehova ger fyri teg, sum prógv um, at hann elskar teg persónliga. Tað gjørdi Paulus. (Les Galatiabrævið 2:20.) Tá ið tú hugsar um, hvussu góður Jehova er við teg, fært tú so ikki eisini hug at vísa, at tú elskar hann? Tín kærleiki til hansara fer at hjálpa tær at standa ímóti freistingum, at klára avbjóðingar og at halda fast við góðar andaligar vanar. Soleiðis vísir tú Jehova, at tú elskar hann.

20. Hvussu vígir mann sítt lív til Jehova, og hvat gott hevur tað við sær?

20 So hvørt sum tín kærleiki til Jehova veksur, fært tú hug til at víga títt lív til hansara. Hvussu ger mann tað? Mann biður eina persónliga bøn til Jehova, har mann lovar at tæna honum, bæði tá ið tað er lætt, og tá ið tað er ringt. Hetta lyftið kann geva tær nakað heilt fantastiskt: Tú sleppur at hoyra Jehova til í allar ævir. Tað er eitt lyfti, tú bara gevur eina ferð, og tað er eitt álvarsligt stig at taka. Men hugsa um hetta: Tú fert at taka nógvar avgerðir í lívinum, men hetta er tann besta avgerðin, tú nakrantíð kanst taka. (Slm. 50:14) Satan fer at royna at fáa teg at halda uppat at elska Jehova og at venda honum bakið. Men lat hann ikki sleppa tað! (Job 27:5) Tú elskar jú Jehova, og tað er akkurát tað, sum fer at hjálpa tær at tæna honum í allar ævir. Og sum tíðin gongur, fert tú eisini at fáa eitt tættari samband við hann.

21. Hví kunnu vit siga, at dópurin ikki er endin, men byrjanin?

21 Tá ið tú hevur vígt títt lív til Jehova, kanst tú tosa við teir elstu í samkomuni um at blíva doyptur. Tað er tó altíð gott at minnast til, at dópurin ikki er endin, men byrjanin. Tá byrjar tú at tæna Jehova, og tað fert tú at gera í allar ævir. Tú kanst byrja longu nú at styrkja tín kærleika til Jehova og seta tær mál, sum hjálpa tær at elska hann meira og meira fyri hvønn dag, sum gongur. So fært tú hug at lata teg doypa. Tað verður ein dagur, tú ongantíð fert at gloyma. Tú fert at elska Jehova og Jesus meir og meir í allar ævir.

SANGUR NR. 135 Inniliga áheitanin frá Jehova: „Ver vísur, sonur mín!“

a Hvat skal mann gera, áðrenn mann kann blíva doyptur? Mann má sjálvandi vita, hví mann eigur at lata seg doypa. Men síðani má mann eisini finna út av, hvat mann skal gera fyri at koma so langt. Í hesi greinini fara vit at kanna dømið við etiopiska hirðmanninum. Tað fer at hjálpa okkum at skilja, hvat mann má gera fyri at kunna blíva doyptur.

b MYNDAFRÁGREIÐING: Ein ung systir fortelur Jehova í bøn, hvussu takksom hon er fyri alt, sum hann hevur gjørt fyri hana.