Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

LESTRARGREIN 9

SANGUR NR. 75 „Her eri eg – send meg!“

Ert tú klárur til at víga títt lív til Jehova?

Ert tú klárur til at víga títt lív til Jehova?

„Við hvørjum skal eg løna HARRANUM allar vælgerðir Hansara móti mær?“SLM. 116:12.

HØVUÐSTANKIN

Henda greinin kann hjálpa tær at fáa eitt enn tættari samband við Jehova, so tú fært hug til at víga títt lív til hansara og lata teg doypa.

1-2. Hvat má mann gera, áðrenn mann kann blíva doyptur?

 MEIRA enn ein millión fólk eru blivin doypt sum Jehova vitni tey seinastu fimm árini. Nógv av teimum hava lært sannleikan at kenna frá barni av akkurát sum lærisveinurin Timoteus. (2. Tim. 3:14, 15) Onnur hava lært Jehova at kenna sum vaksin, og uppaftur onnur sum eldri. Fyri nøkrum árum síðani bleiv ein kona, sum hevði kannað Bíbliuna saman við Jehova vitnum, doypt sum 97 ára gomul.

2 Viss tú ert í holt við at kanna Bíbliuna, ella viss tú hevur foreldur, sum eru Jehova vitni, so hugsar tú kanska um at lata teg doypa. Tað er eitt gott mál at seta sær. Men áðrenn tú kanst lata teg doypa, mást tú víga títt lív til Jehova, og henda greinin kemur inn upp á, hvat tað vil siga. Tú finnur eisini út av, at tú ikki skalt vera bangin fyri at víga títt lív til Jehova og lata teg doypa, tá ið tú følir teg kláran til tað.

HVAT VIL TAÐ SIGA AT VÍGA SÍTT LÍV TIL JEHOVA?

3. Nevn nøkur dømi í Bíbliuni um fólk, sum vóru vígd til Jehova.

3 Tá ið vígsla verður nevnd í Bíbliuni, merkir tað ofta, at onkur verður valdur út til eina serliga tænastu. Øll tjóðin Ísrael var vígd til Jehova. Men summi í tjóðini vóru vígd til Jehova upp á ein serligan máta. Til dømis hevði Áron eina plátu av reinum gulli frammanfyri á turbanini hjá sær. Á henni stóð „Halgaður HARRANUM“. Gullplátan vísti, at hann hevði eina serliga uppgávu, nemliga at vera høvuðsprestur í Ísrael. (2. Mós. 28:36, 37) Nasireararnir vóru eisini vígdir til Jehova upp á ein serligan máta. Orðið nasireari kemur av tí hebraiska orðinum nazir og merkir „tikin burturúr“ ella „vígdur“. Nasireararnir skuldu fylgja serligum boðum í Móselógini. – 4. Mós. 6:2-8.

4. (a) Hvat fær størstan týdning í tínum lívi, tá ið tú vígir títt lív til Jehova? (b) Hvat merkir tað at „avnokta seg sjálvan“? (Hygg eisini at myndini.)

4 Tá ið tú vígir títt lív til Jehova, verður tú ein lærisveinur hjá Jesusi, og so fer tað at gera Guds vilja at fylla mest í tínum lívi. Hvat vil tað siga at víga sítt lív til Jehova? Jesus segði: „Vil onkur koma aftan á Mær, má hann avnokta seg sjálvan.“ (Matt. 16:24) Grikska orðingin, sum verður umsett til at „avnokta seg sjálvan“, kann eisini merkja at „siga nei við seg sjálvan“. So tá ið tú vígir títt lív til Jehova, sigur tú nei til alt, sum honum ikki dámar. (2. Kor. 5:14, 15) Tað merkir millum annað, at tú mást halda teg frá ’verkum holdsins’, sum til dømis seksuellum ómorali. (Gal. 5:19-21; 1. Kor. 6:18) Kann tað at fylgja hesum boðunum gera lívið óinteressant og strævið? Nei, ikki viss tú elskar Jehova og ert sannførdur um, at hansara lógir og normar eru til títt egna besta. (Slm. 119:97; Es. 48:17, 18) Ein bróðir, sum eitur Nicholas, sigur tað soleiðis: „Tú kanst velja at meta normarnar hjá Jehova sum eitt fongsul, ið forðar tær í at gera tað, sum tú vilt, ella sum rimar, ið forða leyvum í at leypa á teg.“

Metir tú normarnar hjá Jehova sum eitt fongsul, ið forðar tær í at gera tað, sum tú vilt, ella sum rimar, ið forða leyvum í at leypa á teg? (Sí stykki 4)


5. (a) Hvussu vígir mann sítt lív til Jehova? (b) Hvat er munurin á vígslu og dópi? (Hygg eisini at myndini.)

5 Hvussu vígir mann sítt lív til Jehova? Tú biður til hansara og lovar, at hann skal hava størstan týdning í tínum lívi, og at tú ikki vilt tilbiðja nakran annan enn hann. Ja, tú lovar Jehova, at tú altíð fert at elska hann „av øllum hjarta tínum, av allari sál tíni, av øllum huga tínum og av allari styrki tíni“. (Mark. 12:30) Tá ið tú vígir títt lív til Jehova, er tað nakað, sum bara er millum teg og hann. Dópurin er hinvegin almennur. Tá vísir tú øðrum, at tú hevur vígt teg til Jehova. Tín vígsla er eitt heilagt lyfti, sum Jehova væntar, at tú livir upp til, og tað vilt tú sjálvandi gjarna. – Præd. 5:3, 4.

Tá ið tú vígir títt lív til Jehova, lovar tú, at tú bara vilt tilbiðja hann, og at tað at gera hansara vilja skal hava størstan týdning í tínum lívi (Sí stykki 5)


HVÍ SKALT TÚ VÍGA TÍTT LÍV TIL JEHOVA?

6. Hvat eigur at vera motivið til at víga sítt lív til Jehova?

6 Vit víga okkara lív til Jehova, fremst av øllum tí vit elska hann. Men talan er ikki bara um kenslur. Vit elska Jehova, tí vit hava lært hann at kenna. (Kol. 1:9) Tá ið vit kannaðu Bíbliuna, blivu vit sannførd um, (1) at Jehova er til, (2) at Bíblian er hansara orð, og (3) at hann hevur eina samskipan.

7. Hvat eigur mann at gera, áðrenn mann vígir sítt lív til Jehova?

7 Tey, sum víga sítt lív til Jehova, eiga at hava eina grundleggjandi vitan um Bíbliuna og liva eftir tí, sum stendur í henni. Og tey gera sítt besta fyri at fortelja øðrum um sína trúgv. (Matt. 28:19, 20) Tey eru farin at elska Jehova meir og meir og vilja bara tilbiðja hann. Hevur tú tað eisini soleiðis? Um so er, fert tú ikki at víga teg til Jehova og lata teg doypa, bara tí tú vilt gleða foreldrini ella tann, sum studerar við tær. Tú fert heldur ikki at gera tað, bara tí tú vilt vera sum vinirnir hjá tær.

8. Hví kann takksemi fáa teg at víga títt lív til Jehova? (Sálmur 116:12-14)

8 Tá ið tú hugsar um alt tað, sum Jehova hevur gjørt fyri teg, verður tú takksamur og fært hug at víga títt lív til hansara. (Les Sálm 116:12-14.) Bíblian sigur, at ’allar góðar og fullkomnar gávur’ koma frá Jehova. (Ják. 1:17) Tann størsta av teimum gávunum er, at hann ofraði Jesus, sín son. Hugsa tær, hvussu stórt tað er! Loysigjaldið kann geva tær eitt tætt vinalag við Jehova og møguleika fyri at fáa ævigt lív. (1. Jóh. 4:9, 10, 19) Tann besti mátin, tú kanst vísa, at tú ert takksamur fyri alt, sum Jehova hevur gjørt fyri teg, er at víga títt lív til hansara. (5. Mós. 16:17; 2. Kor. 5:15) Viss tú vilt vita meira um, hvussu tú kanst vísa takksemi, kanst tú lesa part 46, punkt 4, í bókini Eitt gott lív nú og í allar ævir, sum eisini vísir til videoið Hvat kanst tú geva Gudi?

ERT TÚ KLÁRUR TIL VÍGSLU OG DÓP?

9. Hví skal mann ikki føla seg noyddan at víga sítt lív til Jehova?

9 Tú følir kanska ikki, at tú ert klárur til at víga títt lív til Jehova og lata teg doypa. Møguliga noyðist tú at broyta okkurt fyri at kunna liva upp til normarnar hjá Jehova, ella kanska hevur tú brúk fyri meira tíð til at fáa eina sterkari trúgv. (Kol. 2:6, 7) Øll gera ikki framstig líka skjótt, og tað er eisini ymiskt, nær ung eru klár til vígslu og dóp. Tí mást tú ikki samanbera teg við onnur, men royna at finna út av, hvørjar broytingar tú mást gera fyri at gera framstig. – Gal. 6:4, 5.

10. Hvat kanst tú gera, viss tú ikki følir teg kláran til vígslu og dóp? (Sí eisini rammuna „ Tá ið tú ert uppvaksin í sannleikanum“.)

10 Sjálvt um tú kemur fram til, at tú ikki ert klárur at víga títt lív til Jehova enn, mást tú blíva við at hava tað sum mál. Bið Jehova hjálpa tær at gera tær neyðugu broytingarnar. (Fil. 2:13; 3:16) Tú kanst vera vísur í, at hann hoyrir teg og gjarna vil hjálpa tær. – 1. Jóh. 5:14.

HVÍ HALDA SUMMI SEG AFTUR?

11. Hvussu hjálpir Jehova okkum at vera trúføst móti honum?

11 Nøkur, sum eru klár til vígslu og dóp, halda seg allíkavæl aftur. Tey eru kanska bangin fyri at gera eina álvarsliga synd og blíva útihýst. Um tú hevur tað so, kanst tú vera vísur í, at Jehova fer at hjálpa tær at „liva [honum] verdiga, sum Honum líkar á allan hátt“. (Kol. 1:10) Hann fer eisini at geva tær styrki, so tú kanst gera tað, sum er rætt. Tað hevur hann longu hjálpt nógvum at gera. (1. Kor. 10:13) Tað er ein av grundunum til, at lutfalsliga fá blíva útihýst úr samkomuni. Jehova gevur okkum alt, sum vit hava brúk fyri, so vit kunnu vera trúføst móti honum.

12. Hvat kann hjálpa okkum, so vit ikki synda álvarsliga?

12 Øll eru ófullkomin og blíva freistað at gera nakað skeivt av og á. (Ják. 1:14) Men tú kanst sjálvur velja, hvat tú fert at gera, tá ið tú verður freistaður. Í síðsta enda er tað tú, sum velur, hvussu tú vilt liva. Summi pástanda, at vit ikki kunnu stýra okkara kenslum og gerðum, men tað passar ikki. Tú kanst læra at hava tamarhald. So sjálvt um tú verður freistaður at gera nakað skeivt, kanst tú velja at lata vera við at gera tað. Nakað, sum kann hjálpa tær, er at biðja til Jehova hvønn dag. Royn eisini at hava eina góða rutinu í sambandi við persónligan lestur, møtini og boðanina. Viss tú hevur tað, verður tað lættari hjá tær at vera trúfastur móti Jehova. Og minst til, at Jehova gjarna vil hjálpa tær. – Gal. 5:16.

13. Hvussu var Jósef ein góð fyrimynd?

13 Tað verður lættari hjá tær at vera trúfastur móti Jehova, viss tú frammanundan hevur gjørt av, hvat tú ætlar tær at gera, tá ið tú verður freistaður at gera nakað skeivt. Bíblian nevnir fleiri fólk, sum uttan iva høvdu gjørt tað, og tey vóru ófullkomin akkurát sum vit. Jósef er eitt gott dømi um tað. Kona Potifar royndi fleiri ferðir at fáa hann at koma í song við sær. Men hann ivaðist slett ikki í, hvat hann skuldi gera. Bíblian sigur, at hann noktaði og segði: „Hvussu skuldi eg nú kunnað gjørt eina so ónda gerð – og syndað móti Gudi!“ (1. Mós. 39:8-10) Tað er týðiligt, at Jósef hevði tikið eina avgerð, áðrenn hon royndi at freista hann. Tað gjørdi tað lættari hjá honum at gera tað rætta.

14. Hvussu kunnu vit læra at standa ímóti freistingum?

14 Hvussu kanst tú gera nakað tað sama sum Jósef? Tú kanst longu seta tær fyri, hvat tú ætlar tær at gera, tá ið tú verður freistaður. Tú mást ikki eingongd umhugsa at gera nakað, sum Jehova hatar, men læra teg at siga nei beinanvegin. (Slm. 97:10; 119:165) So fert tú ikki at geva eftir fyri freisting. Tú hevur jú longu sett tær fyri, hvat tú ætlar tær at gera.

15. Hvussu kunnu vit vísa, at vit søkja Jehova? (Hebrearabrævið 11:6)

15 Kanska ivast tú slett ikki í, at tú hevur funnið sannleikan, og at tú vilt tæna Jehova. Men fyri tað kann tað vera, at okkurt heldur tær aftur frá at víga títt lív til Jehova og lata teg doypa. So kanst tú gera sum Dávid kongur og biðja soleiðis til Jehova: „Rannsaka meg, Gud, og kenn hjarta mítt, royn meg og kenn hugsanir mínar! Vita, um eg eri á vanlukkuleið, og leið meg hin æviga vegin!“ (Slm. 139:23, 24) Tá ið tú biður sovorðnar bønir, vísir tú, at tú søkir Jehova, og at tú arbeiðir fram ímóti vígslu og dópi. Og Jehova signar tey, sum „søkja Hann“. – Les Hebrearabrævið 11:6.

TÚ MÁST BLÍVA VIÐ AT HALDA TEG NÆR TIL JEHOVA

16-17. Hvussu dregur Jehova tey, sum eru uppvaksin í sannleikanum? (Jóhannes 6:44)

16 Jesus segði, at Jehova dregur tey, sum vilja fylgja honum. (Les Jóhannes 6:44.) Hugsa tær, hvussu fantastiskt tað er, og hvønn týdning tað kann hava fyri teg. Jehova sær nakað gott í øllum teimum, sum hann dregur til sín. Hann sær hvønn einstakan sum sína serligu ogn. (5. Mós. 7:6) Og tað er eisini soleiðis, hann sær teg!

17 Men tað kann vera, at tú ert ungur og hevur foreldur, sum eru Jehova vitni. So følir tú kanska, at tú bara tænir Jehova, tí foreldrini gera tað, og ikki tí Jehova hevur drigið teg til sín. Men Jehova sær teg ikki bara sum ein í fjøldini. Hann dregur hvønn einstakan av okkum, eisini tey sum eru uppvaksin í sannleikanum. Og Bíblian sigur: „Haldið tykkum nær til Gud, so skal Hann halda Seg nær til tykkara!“ (Ják. 4:8; 1. Krøn. 28:9) So tá ið tekur fyrsta stigið til at halda teg nær til Jehova, heldur hann seg eisini nær til tín. – Sí eisini tankan í 2. Tessalonikabrævi 2:13.

18. Hvat fara vit at kanna í tí næstu greinini? (Sálmur 40:9)

18 Tá ið tú vígir títt lív til Jehova og letur teg doypa, vísir tú, at tú hevur sama hugburð sum Jesus. Hann elskaði at gera tað, sum Jehova bað hann gera. (Les Sálm 40:9; Hebr. 10:7) Í tí næstu greinini fara vit at kanna, hvat kann hjálpa okkum at blíva við at vera trúføst móti Jehova aftan á dópin.

HVUSSU SVARAR TÚ?

  • Hvat vil tað siga at víga sítt lív til Jehova?

  • Hvussu kann takksemi fáa ein at víga sítt lív til Jehova?

  • Hvat kann hjálpa tær, so tú ikki syndar álvarsliga?

SANGUR NR. 38 Hann skal styrkja teg