LESTRARGREIN 12
Kærleiki hjálpir okkum at halda út, tá ið vit verða hatað
„Hetta er boð Mítt, at tit skulu elska hvør annan. Táið heimurin hatar tykkum, skulu tit vita, at hann hevur hatað Meg, áðrenn hann hataði tykkum.“ – JÓH. 15:17, 18.
SANGUR NR. 129 Vit halda út við gleði
ENDAMÁL *
1. Hvat kunnu vit vænta sambært Matteus 24:9?
JEHOVA hevur skapt okkum til at vísa øðrum kærleika og til sjálvi at fáa kærleika. Tá ið onkur hatar okkum, verða vit særd og kanska eisini bangin. Til dømis sigur Georgina, ein systir sum býr í Evropa: „Tá ið eg var 14, fór mamma at hata meg, tí eg tænti Jehova. Eg var kedd, føldi meg einsamalla og hugsaði, at eg kanska ikki var nakað verd.“ * Ein bróðir, sum eitur Danilo, skrivar: „Tá ið nakrir hermenn slógu meg, háðaðu meg og hóttu meg, tí eg var eitt av Jehova vitnum, føldi eg meg bangnan og eyðmýktan.“ Tað er ringt at blíva hataður, men slík viðferð kemur ikki óvart á okkum, tí Jesus segði, at vit fóru at verða hatað. – Les Matteus 24:9.
2-3. Hví verða tey, sum fylgja Jesusi, hatað?
2 Heimurin hatar tey, sum fylgja Jesusi. Hví? Tí vit, akkurát sum Jesus, ’ikki eru av heiminum’. (Jóh. 15:17-19) Sjálvt um vit hava virðing fyri myndugleikunum á jørðini, fara vit ikki at geva teimum ta æru, sum hoyrir Gudi til, og vit fara heldur ikki at tilbiðja tjóðskaparlig symbol. Vit vilja bara tilbiðja Jehova. Vit taka undir við, at Gud hevur rættin til at ráða yvir menniskjunum – tann rættin halda Satan og hansara avkom fast upp á, at Gud ikki hevur. (1. Mós. 3:1-5, 15) Vit boða, at tað bara er Guds ríki, sum kann loysa trupulleikarnar í heiminum, og at hetta ríkið skjótt fer at forkoma øllum, sum arbeiða ímóti tí. (Dán. 2:44; Opinb. ) Hetta eru góð tíðindi fyri tey eyðmjúku, men ring tíðindi fyri tey óndu. – 19:19-21Slm. 37:10, 11.
3 Vit verða eisini hatað, tí vit fylgja Guds normum. Stórur munur er á tí, sum Gud sigur er rætt og skeivt, og tí, sum fólk í heiminum siga er rætt og skeivt. Nógv halda, at tað er fínasta slag at liva líka ómoralskt, sum fólkini í Sodoma og Gomorra gjørdu, og sum var grundin til, at Gud oyðilegði býirnar. (Jud. 7) Av tí at vit halda fast við normarnar í Bíbliuni, hava nógv hug at spotta okkum, og tey siga, at vit eru snævurskygd. – 1. Pæt. 4:3, 4.
4. Hvørjir eginleikar kunnu hjálpa okkum at halda út, tá ið fólk hata okkum?
4 Hvat kann hjálpa okkum at halda út, tá ið fólk hata og háða okkum? Vit mugu trúgva fult og fast upp á, at Jehova fer at hjálpa okkum. Okkara trúgv kann líkasum ein skjøldur „sløkkja allar gløðandi pílar hins ónda“. (Ef. 6:16) Men tað er ikki nokk at hava trúgv, vit mugu eisini hava kærleika. Hví? Tí kærleikin „ilskast ikki“. Hann tolir alt og hjálpir okkum at halda út. (1. Kor. 13:4-7, 13, Dahl/Viderø) Latið okkum nú kanna, hvussu tað at elska Jehova, okkara trúarfelagar og enntá okkara fíggindar, kann hjálpa okkum at halda út, sjálvt um heimurin hatar okkum.
ELSKA JEHOVA
5. Hvat kláraði Jesus, tí hann elskaði faðir sín?
5 Kvøldið fyri at Jesus bleiv dripin, segði hann við sínar vinir: „Eg elski Faðirin.“ (Jóh. 14:31) Jesus elskaði Jehova, og tað fekk hann at gera tað, Jehova bað hann um; tað gav honum eisini styrki til at klára royndirnar, sum lógu fyri framman. Okkara kærleiki til Jehova kann hjálpa okkum upp á sama máta.
6. Hvussu hava Guds tænarar tað sambært Rómbrævinum 5:3-5, tá ið heimurin hatar teir?
6 Kærleiki til Jehova hevur altíð hjálpt Guds tænarum at klára forfylging. Tá ið jødiski hægstirætturin bað ápostlarnar halda uppat at boða, fekk kærleikin til Gud teir at „lýða Gud meir enn menniskju“. (Áps. 5:29; 1. Jóh. 5:3) Tann sami sterki kærleikin hjálpir eisini okkara brøðrum og systrum í dag. Tey eru trúføst, hóast myndugleikarnir forfylgja teimum. Sjálvt um heimurin hatar okkum, missa vit ikki mótið. Vit síggja tað sum eina æru at halda út og vera trúføst móti Jehova. – Áps. 5:41; les Rómbrævið 5:3-5.
7. Hvussu skulu vit reagera, um vit fáa mótstøðu frá onkrum í familjuni?
7 Eitt tað ringasta, vit kunnu uppliva, er mótstøða frá onkrum í okkara egnu familju. Tá ið vit fáa áhuga fyri sannleikanum, verða tey kanska bangin fyri, at vit verða lokkað inn í okkurt keðiligt. Onnur halda kanska, at vit eru blivin í ørviti. (Sí Markus 3:21.) Og kanska fara tey eisini illa við okkum. Henda mótstøðan eigur ikki at koma óvart á okkum. Jesus segði: „Húsfólk mansins skal verða fíggindar hansara.“ (Matt. 10:36) Men líkamikið hvat okkara familja heldur um okkum, fara vit ikki at hata tey ella síggja tey sum okkara fíggindar. Nei tvørturímóti – so hvørt, sum vit fáa størri kærleika til Jehova, fáa vit eisini størri kærleika til menniskju. (Matt. 22:37-39) Men tá ið tað kemur til at fylgja Guds lógum og meginreglum, fara vit ikki at slaka bara fyri at gera onnur glað.
8-9. Hvat hjálpti eini systur at vera trúføst hóast ógvisliga mótstøðu?
8 Georgina, sum bleiv nevnd fyrr í greinini, kláraði at vera trúføst móti Jehova
hóast ógvisliga mótstøðu frá mammu síni. Hon fortelur: „Mamma og eg byrjaðu at studera Bíbliuna við Jehova vitnum. Men seks mánaðir seinni, tá ið eg fekk hug at fara á møti, broytti mamma seg fullkomiliga. Tað vísti seg, at hon hevði samband við fráfallin, og hon brúkti teirra hugsanir, tá ið hon tosaði við meg. Hon niðurgjørdi meg eisini, roytti meg, tók kvørkratak á meg og blakaði lesnaðin hjá mær burtur. Tá ið eg var blivin 15, læt eg meg kortini doypa. Mamma vildi ikki, at eg skuldi tæna Jehova, og tí sendi hon meg á eitt ungdómsheim. Summi av teimum ungu tóku rúsevni og vóru kriminell. Eg haldi, at tað er serliga ringt at klára mótstøðu, tá ið hon kemur frá einum, sum átti at elskað teg og havt umsorgan fyri tær.“9 Hvussu kláraði Georgina hetta? Hon sigur: „Tann dagin mamma vendi sær ímóti mær, var eg akkurát blivin liðug at lesa alla Bíbliuna. Nú var eg heilt sannførd um, at eg hevði funnið sannleikan, og eg føldi virkuliga, at Jehova var hjá mær. Eg bað ofta til hansara, og hann hoyrdi meg. Tá ið eg búði á ungdómsheiminum, bjóðaði ein systir mær heim til sín, og vit studeraðu saman. Og vinirnir í samkomuni gjørdu alt, hvat tey kundu fyri at uppmuntra meg. Tey tóku meg til sín, sum var eg familja. Tað var so týðiligt fyri meg, at Jehova er sterkari enn okkara mótstøðufólk, líkamikið hvørji tey eru.“
10. Hvørjum kunnu vit vera vís í?
10 Paulus ápostul skrivaði, at einki kann ’skilja okkum frá kærleika Guds í Kristi Jesusi, Harra okkara’. (Róm. 8:38, 39) Sjálvt um vit hava tað øgiliga ringt eina tíð, fer Jehova altíð at vera hjá okkum og styrkja og ugga okkum. Og sum dømið við Georginu vísir, hjálpir Jehova okkum eisini gjøgnum okkara andaligu familju.
ELSKA TÍNAR BRØÐUR OG SYSTRAR
11. Hvussu kundi kærleikin, sum Jesus nevndi í Jóhannes 15:12, 13, hjálpa hansara lærisveinum? Nevn eitt dømi.
11 Kvøldið fyri at Jesus doyði, minti hann sínar lærisveinar um at elska hvønn annan. (Les Jóhannes 15:12, 13.) Hann visti, at um teir vístu hvørjum øðrum ósjálvsøknan kærleika, kundu teir lættari vera sameindir og halda út, sjálvt um heimurin hataði teir. Soleiðis var tað hjá samkomuni í Tessalonika. Líka frá hon bleiv stovnað, blivu brøðurnir og systrarnar forfylgd. Men tey vóru trúføst og vístu hvørjum øðrum kærleika og blivu góðar fyrimyndir hjá okkum. (1. Tess. 1:3, 6, 7) Paulus bað tey blíva við at vísa kærleika og enntá at gera tað í enn størri mun. (1. Tess. 4:9, 10) Kærleiki kundi fáa tey at troysta tey mótfalnu og taka sær av teimum veiku. (1. Tess. 5:14) Vit síggja, at tey fylgdu leiðbeiningini hjá Paulusi, tí í seinna brævinum, sum hann skrivaði umleið eitt ár seinni, segði hann við tey: „Kærleikin hvør til annan veksur hjá hvørjum og einum av tykkum øllum.“ (2. Tess. 1:3-5) Hesin kærleikin hjálpti teimum at klára royndir og forfylging.
12. Hvussu vístu brøður og systrar í einum krígsherjaðum landi hvørjum øðrum kærleika?
12 Hugsa um tað, sum hendi hjá Danilo, sum varð nevndur fyrr í greinini, og konu hansara. Kríggj var í landinum, og tað breiddi seg til teirra bý. Men tey hildu fram at koma á møti, gera sítt besta í boðanini og deila matin, tey høvdu, við sínar trúarfelagar. Men ein dagin komu vápnaðir hermenn heim til Danilo. Hann fortelur: „Teir kravdu, at eg avnoktaði mína trúgv. Og tá ið eg ikki vildi tað, bukaðu teir meg. Teir lótu eisini sum um, at teir vildu avrætta meg og skutu yvir høvdið á mær. Áðrenn teir fóru av stað, hóttu teir við at koma aftur og neyðtaka konu mína. Men brøðurnir vóru skjótir og sendu okkum við toki til ein annan bý. Eg fari ongantíð at gloyma teirra kærleika. Og tá ið vit komu fram, syrgdu brøðurnir á nýggja staðnum fyri, at vit fingu mat og tak yvir høvdið, og teir hjálptu eisini mær at fáa eitt arbeiði. So tá ið onnur Jehova vitni seinni máttu flýggja undan krígnum, kundu vit bjóða teimum innivist.“ Hesi dømini vísa, at okkara kristni kærleiki kann hjálpa okkum at halda út, tá ið heimurin hatar okkum.
ELSKA TÍNAR FÍGGINDAR
13. Hvussu hjálpir heilagi andin okkum at blíva við at tæna Jehova, eisini tá ið fólk hata okkum?
13 Jesus segði við sínar lærisveinar, at teir skuldu elska sínar fíggindar. (Matt. 5:44, 45) Er tað lætt? Nei, als ikki. Men Guds heilagi andi kann hjálpa okkum. Hann fær okkum millum annað at vísa kærleika, vera tolin, vinarlig, mild og hava sjálvstamarhald. (Gal. 5:22, 23) Hesir eginleikarnir hjálpa okkum at halda út, tá ið onnur hata okkum. Nógv mótstøðufólk hava broytt seg, tí hjúnafelagin, sonurin, dóttirin ella ein granni var Jehova vitni og vísti hesar góðu eginleikarnar. Og nógv mótstøðufólk eru enntá blivin okkara brøður og systrar. So viss tú heldur, at tað er ringt at elska tey, sum hata teg, tí tú tænir Jehova, mást tú biðja Jehova geva tær av sínum heilaga anda. (Luk. 11:13) Og hav fult álit á, at tað altíð er best, at gera tað, sum Jehova sigur. – Orðt. 3:5-7.
14-15. Hvussu hjálpti Rómbrævið 12:17-21 Yasmeen at vísa manninum kærleika, sjálvt um hann fór illa við henni?
14 Vit kunnu læra nógv av Yasmeen, sum býr í Miðeystri. Tá ið hon bleiv Jehova vitni, helt maður hennara, at hon var blivin villleidd, og hann royndi at forða henni í at tæna Jehova. Hann niðurgjørdi hana og fekk bæði familju, ein prest og ein heksadoktara at hótta hana og ákæra hana fyri at oyðileggja familjuna. Hann fór enntá í ríkissalin, meðan tað var møti, og skeldaði brøðurnar. Yasmeen var ólukkulig um, at maðurin fór so illa við henni.
15 Á møtunum fekk Yasmeen troyst og styrki frá síni andaligu familju. Teir elstu bóðu hana royna at fylgja tí, sum stendur í Rómbrævinum 12:17-21. (Les.) Yasmeen sigur: „Tað var ikki lætt, men eg bað Jehova hjálpa mær, og eg royndi virkuliga at gera tað, sum Bíblian sigur. So tá ið maður mín blakaði mold inn í køkin fyri at irritera meg, feiaði eg hana upp. Tá ið hann tosaði ljótt við meg, svaraði eg vinarliga. Og tá ið hann var sjúkur, tók eg mær av honum.“
16-17. Hvat kanst tú læra av Yasmeen?
16 Tað hevur virkuliga loyst seg hjá Yasmeen, at hon vísti manninum kærleika. Hon fortelur: „Maður mín byrjaði at fáa meira álit á meg, tí hann visti, at eg altíð segði sannleikan. Hann fór at lurta eftir mær við virðing, tá ið vit tosaðu um átrúnað. Og hann var við upp á, at vit bæði skuldu halda frið. Nú sigur hann enntá ’tú mást hava eitt gott møti’, tá ið eg fari í ríkissalin. Vit hava tað nógv betri saman nú, og okkara heim er eitt gott stað at vera. Eg hopi, at maður mín fer at taka ímóti sannleikanum og tæna Jehova saman við mær.“
17 Dømið við Yasmeen vísir, at kærleikin „breiðir yvir alt ... vónar alt, tolir alt“. (1. Kor. 13:4, 7) Ja, kærleiki kann vinna á hatri og fáa fólk at broyta meining um okkum og Jehova. Og tá ið vit vísa kærleika, gleða vit Jehova. Men sjálvt um tey, sum eru ímóti okkum, blíva við at hata okkum, kunnu vit vera lukkulig. Hvussu tá?
VIT VERÐA HATAÐ, MEN ERU LUKKULIG
18. Hvussu kunnu vit vera lukkulig, tá ið vit verða hatað?
18 Jesus segði: „Sæl eru tit, táið menniskjuni hata tykkum.“ (Luk. 6:22) Tað er ikki tí, at vit gjarna vilja verða hatað, ella tí okkum dámar at blíva forfylgd. So hvussu kunnu vit vera lukkulig, tá ið vit verða hatað? Her eru tríggjar grundir: Fyri tað fyrsta góðkennir Gud okkum, tá ið vit halda út. (1. Pæt. 4:13, 14) Fyri tað næsta fáa vit eina sterkari trúgv, tá ið vit verða roynd. (1. Pæt. 1:7) Og fyri tað triðja fáa vit eina fantastiska løn – ævigt lív. – Róm. 2:6, 7.
19. Hví vóru ápostlarnir glaðir, sjálvt um teir vóru blivnir húðflongdir?
19 Stutt eftir at Jesus varð reistur upp, upplivdu ápostlarnir ta gleðina, hann hevði fortalt teimum um. Sjálvt um teir blivu húðflongdir og fingu at vita, at teir ikki máttu boða, vóru teir glaðir. Hví? Tí „teir vóru hildnir verdir at verða vanærdir fyri [Jesu navns] skuld“. (Áps. 5:40-42) Teir elskaðu Jesus meira enn teir óttaðust sínar fíggindar. Og teir vístu sín kærleika við, at teir hildu fram at boða tey góðu tíðindini. Í dag hava vit eisini nógvar brøður og systrar, sum halda fram at tæna Jehova trúføst, sjálvt um tey hava mótstøðu. Tey vita, at Jehova ikki fer at gloyma teirra arbeiði og kærleikan, tey hava víst hansara navni. – Hebr. 6:10.
20. Hvat fara vit at kanna í næstu greinini?
20 Vit fara at verða hatað, so leingi sum hesin heimurin er til. (Jóh. 15:19) Men vit skulu ikki vera bangin. Sum vit fáa at síggja í næstu greinini, fer Jehova at „styrkja ... og varðveita“ tey, sum tæna honum trúføst. (2. Tess. 3:3) So latið okkum halda fram at elska Jehova, okkara brøður og systrar og enntá okkara fíggindar, so vit kunnu vera sameind og andaliga sterk. Tá æra vit Jehova og prógva, at kærleiki er nógv sterkari enn hatur.
SANGUR NR. 106 Latið okkum menna kærleikan
^ stk. 5 Í hesi greinini fara vit at kanna, hvussu tað at elska Jehova, okkara trúarfelagar og enntá okkara fíggindar kann hjálpa okkum at halda út, sjálvt um heimurin hatar okkum. Vit fara eisini at kanna, hví Jesus segði, at vit kunnu vera lukkulig, tá ið vit verða hatað.
^ stk. 1 Nøvnini eru broytt.
^ stk. 58 MYNDAFRÁGREIÐING: Tá ið hermenn hóttu Danilo, hjálptu trúarfelagar honum og konu hansara at flýggja til ein annan bý, har samkoman tók ímóti teimum við opnum ørmum.
^ stk. 60 MYNDAFRÁGREIÐING: Yasmeen fekk mótstøðu frá manninum, men teir elstu góvu henni góð ráð. Hon royndi at vera ein góð kona og tók sær av manninum, tá ið hann var sjúkur.