Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

LESTRARGREIN 41

SANGUR NR. 13 Kristus er okkara fyrimynd

Hvat kunnu vit læra av teimum síðstu 40 døgunum, Jesus var á jørðini?

Hvat kunnu vit læra av teimum síðstu 40 døgunum, Jesus var á jørðini?

„Hann læt teir síggja Seg [í 40 dagar], og talaði um tað, sum hoyrir ríki Guds til.“ÁPS. 1:3.

HØVUÐSTANKIN

Vit fara at kanna, hvussu vit kunnu taka eftir tí, sum Jesus gjørdi, teir síðstu 40 dagarnar hann var á jørðini.

1-2. Hvat upplivdu tveir av lærisveinunum hjá Jesusi á vegnum til Emmaus?

 TAÐ var 16. nisan ár 33. Lærisveinarnir hjá Jesusi vóru bæði keddir og bangnir. Tveir av teimum vóru farnir til gongu úr Jerusalem til Emmaus, eina bygd sum lá umleið 11 kilometrar burturi. Teir syrgdu og vóru tungir í huga, tí Jesus, sum teir høvdu fylgt, akkurát var blivin dripin. Alt tað, sum teir høvdu væntað, at Messias skuldi gera fyri jødarnar, sá nú út til at vera blivið av ongum. Men teir skuldu skjótt fáa annað at síggja.

2 Ein maður kom gangandi og fór at fylgjast við teimum. Lærisveinarnir fortaldu honum um alt tað ræðuliga, sum var hent við Jesusi. Men so fór maðurin at fortelja teimum nakað, sum teir aldrin fóru at gloyma. Hann byrjaði við tí, sum Móses og profetarnir høvdu skrivað, og forkláraði teimum, hví Messias skuldi pínast og doyggja. Og tá ið teir vóru komnir til Emmaus, gekk tað upp fyri teimum, at maðurin var Jesus, sum Gud hevði vakt upp frá deyðum. Vit kunnu bara ímynda okkum, hvussu glaðir teir blivu, tá ið teir skiltu, at Messias var á lívi! – Luk. 24:13-35.

3-4. (a) Hvat hendi við lærisveinunum hjá Jesusi? (Ápostlasøgan 1:3) (b) Hvat fara vit at kanna í hesi greinini?

3 Jesus vísti seg fleiri ferðir fyri lærisveinunum, teir síðstu 40 dagarnar hann var á jørðini. a (Les Ápostlasøguna 1:3.) Hetta tíðarskeiðið broyttust lærisveinarnir frá at vera keddir og tungir í huga til at vera glaðir og djarvir boðarar, sum eisini kundu undirvísa øðrum.

4 Vit kunnu læra nógv av tí, sum Jesus gjørdi hesar dagarnar. Í hesi greinini fara vit at kanna, hvussu Jesus brúkti tíðina til at (1) uppmuntra lærisveinarnar, (2) hjálpa teimum at skilja Skriftirnar betur og (3) upplæra teir til tað arbeiðið, teir skuldu gera. Og vit fara eisini at kanna, hvussu vit kunnu taka eftir Jesusi á øllum trimum økjum.

HANN UPPMUNTRAÐI ONNUR

5. Hví høvdu lærisveinarnir hjá Jesusi brúk fyri at blíva uppmuntraðir?

5 Lærisveinarnir hjá Jesusi høvdu brúk fyri at blíva uppmuntaðir. Hví tað? Nakrir av teimum vóru farnir frá húsi, familju og fyritøku fyri at fylgja Jesusi. (Matt. 19:27) Aðrir blivu illa viðfarnir, tí teir vóru blivnir hansara lærisveinar. (Jóh. 9:22) Alt hetta vóru teir villigir at ofra og finna seg í, tí teir trúðu, at Jesus var Messias. (Matt. 16:16) Men nú var hann blivin dripin, og teir høvdu mist allar vónir.

6. Hvat gjørdi Jesus, tá ið hann var blivin uppreistur?

6 Jesus sá tað ikki sum eitt tekin um veika trúgv, at lærisveinarnir syrgdu um, at hann var deyður. Nei, hann visti, at tað var ein natúrlig reaktión. Tí fór hann sama dag, sum hann bleiv uppreistur, í holt við at uppmuntra vinirnar hjá sær. Hann vísti seg til dømis fyri Mariu Magdalenu, meðan hon græt við grøvina hjá honum. (Jóh. 20:11, 16) Hann vísti seg eisini fyri teimum báðum lærisveinunum, sum vóru á veg til Emmaus. Og hann vísti seg fyri Pæturi. (Luk. 24:34) Hvat kunnu vit læra av Jesusi? Vit kunnu byrja við at hyggja nærri at tí, sum hendi, tá ið hann vísti seg fyri Mariu Magdalenu.

7. Hvat sá Jesus Mariu Magdalenu gera, og hvat fekk tað hann at gera? (Jóhannes 20:11-16) (Hygg eisini at myndini.)

7 Les Jóhannes 20:11-16. Tíðliga um morgunin tann 16. nisan fóru nakrar kvinnur út til grøvina, sum mann hevði lagt Jesus í. (Luk. 24:1, 10) Ein av kvinnunum var Maria Magdalena. Tá ið hon kom til grøvina og sá, at hon var tóm, skundaði hon sær avstað at siga tað fyri Pæturi og Jóhannesi. Teir fóru alt fyri eitt rennandi út til grøvina, og Maria aftaná. Tá ið Pætur og Jóhannes høvdu sæð, at grøvin var tóm, fóru teir heimaftur. Men ikki Maria. Hon bleiv verandi og setti seg at gráta, uttan at vita, at Jesus faktiskt var har. Hann sá, hvussu kedd hon var, og tað rørdi hann djúpt. Tí vísti hann seg fyri henni og gjørdi nakað heilt einfalt, sum troystaði hana nógv. Hann tosaði við hana og gav henni eina týðandi uppgávu. Hon skuldi fortelja hansara brøðrum, at hann var á lívi. – Jóh. 20:17, 18.

Vit kunnu taka eftir Jesusi og leggja merki til, hvussu onnur hava tað, og royna at troysta tey. (Sí stykki 7)


8. Hvussu kunnu vit taka eftir Jesusi?

8 Hvussu kunnu vit taka eftir Jesusi? Akkurát sum Jesus kunnu vit styrkja og uppmuntra okkara brøður og systrar, so tey fáa hug at blíva við at tæna Jehova. Jesus legði merki til onnur og royndi at seta seg inn í, hvussu tey høvdu tað, og tað kunnu vit eisini gera. Ein systir, sum eitur Jocelyn, misti systur sína í eini ræðuligari vanlukku. Hon fortelur: „Eg var øgiliga kedd og illa fyri í fleiri mánaðir.“ Men eini hjún í samkomuni løgdu merki til, hvussu hon hevði tað, og bjóðaðu henni heim til sín. Tey vístu henni samkenslu og lurtaðu, meðan hon fortaldi, hvussu hon hevði tað. Tey vissaðu hana um, at Jehova elskaði hana. Jocelyn sigur: „Eg føldi tað sum, at Jehova brúkti tey til at hála meg upp í ein bjargingarbát eina myrka og baldruta nátt á opnum havi. Tey hjálptu mær at finna gleðina aftur í tænastuni fyri Jehova.“ Vit kunnu eisini uppmuntra onnur við at lurta, tá ið tey seta orð á sínar kenslur, og við at siga nøkur uggandi orð. Tað kann geva teimum hug at blíva við at tæna Jehova. – Róm. 12:15.

HANN HJÁLPTI ØÐRUM AT SKILJA SKRIFTIRNAR

9. Hvat høvdu lærisveinarnir hjá Jesusi brúk fyri, og hvussu hjálpti hann teimum?

9 Lærisveinarnir hjá Jesusi trúðu á Guds orð og gjørdu sítt besta fyri at fylgja tí. (Jóh. 17:6) Teir skiltu bara ikki, hví Jesus endiliga skuldi doyggja sum ein brotsmaður. Jesus var klárur yvir, at lærisveinarnir høvdu trúgv og elskaðu Jehova, men hann visti eisini, at teir høvdu brúk fyri at skilja Skriftirnar betur. (Luk. 9:44, 45; Jóh. 20:9) Tí lærdi hann teir at hugsa um tað, sum teir høvdu lisið. Vit fara at kanna, hvussu hann bar seg at, tá ið hann vísti seg fyri lærisveinunum á vegnum til Emmaus.

10. Hvussu hjálpti Jesus lærisveinunum at skilja, at hann veruliga var Messias? (Lukas 24:18-27)

10 Les Lukas 24:18-27. Legði tú merki til, at Jesus ikki beinanvegin segði, hvør hann var? Hann setti spurningar í staðin fyri. Hví gjørdi hann tað? Kanska vildi hann hava teir at seta orð á tað, sum teir hugsaðu um. Og tað gjørdu teir. Teir fortaldu honum, at teir hildu, at Jesus skuldi fría jødarnar frá rómverjum. Jesus læt teir fortelja, hvussu teir høvdu tað, og aftaná hjálpti hann teimum so at skilja, at tað, sum var hent, uppfylti nógvar profetiir. b Seinni sama kvøldið fortaldi Jesus eisini hinum lærisveinunum um hesar profetiirnar. (Luk. 24:33-48) Hvat kann henda frásøgan læra okkum?

11-12. (a) Hvat kunnu vit læra av undirvísingini hjá Jesusi? (Hygg eisini at myndunum.) (b) Hvørja hjálp fekk Nortey frá bróðurinum, sum las við honum?

11 Hvussu kunnu vit taka eftir Jesusi? Tá ið tú leiðir bíbliuskeið, er tað gott at seta spurningar, sum hjálpa teimum, tú lesur við, at seta orð á sínar tankar og kenslur. (Orðt. 20:5) Tá ið tú hevur funnið út av, hvussu tey hava tað, kanst tú hjálpa teimum at finna ørindi í Bíbliuni, sum hóska til ta støðuna, tey eru í. Men tú mást ansa eftir, at tú ikki sigur teimum, hvat tey skulu gera. Set heldur spurningar um tað, sum stendur í ørindinum, og fá tey at hugsa um tað, sum tey hava lisið, og um hvussu tey kunnu brúka tað í dagligdegnum. Ein bróðir í Gana, sum eitur Nortey, fortelur, hvørja hjálp hann fekk.

12 Nortey var 16 ára gamal, tá ið hann fór at kanna Bíbliuna. Tað vardi ikki leingi, fyrr enn familjan fór at tala at. Hvat hjálpti honum at halda fram allíkavæl? Bróðirin, sum las við honum, hevði forklárað honum út frá Matteus kapittul 10, at sonn kristin fáa mótstøðu. „So tá ið mótstøðan byrjaði,“ sigur Nortey, „var eg heilt sikkur upp á, at eg hevði funnið sannleikan.“ Bróðirin hjálpti honum eisini at skilja Matteus 10:16, sum sigur, at vit mugu vera varin. Teir prátaðu um, hvussu ørindið kundi hjálpa Nortey at vera fólkaligur, tá ið hann tosaði um sína trúgv heima. Aftan á at Nortey var blivin doyptur, ætlaði hann sær at blíva pionerur. Men pápi hansara vildi hava hann at lesa víðari á fróðskaparsetrinum. Bróðirin, sum las Bíbliuna við honum, segði ikki, hvat hann skuldi gera. Í staðin fyri setti hann spurningar, sum hjálptu honum at hugsa um ymisk ørindi, so hann sjálvur kundi taka eina góða avgerð. Nortey gjørdi av at byrja sum pionerur, og tað fekk pápan at blaka hann út heimanífrá. Hvat sigur Nortey um tað, sum hendi? Hann sigur: „Eg eri sikkur upp á, at eg gjørdi tað rætta.“ Tá ið vit hjálpa øðrum at hugsa um bíbilskar meginreglur, kann tað styrkja teirra trúgv og geva teimum hug at blíva við at tæna Jehova. – Ef. 3:16-19.

Vit kunnu taka eftir Jesusi og hjálpa øðrum at skilja Bíbliuna. (Sí stykki 11) e


HANN UPPLÆRDI LÆRISVEINARNAR

13. Hvussu syrgdi Jesus fyri, at boðanararbeiðið helt fram, aftan á at hann var farin til himmals? (Efesusbrævið 4:8, 11)

13 Meðan Jesus var á jørðini, gjørdi hann tað, sum Jehova hevði sent hann at gera. (Jóh. 17:4) Men hann hugsaði ongantíð: „Viss mann vil hava nakað gjørt ordiligt, má mann gera tað sjálvur.“ Tey trý og eitt hálv árini, sum hansara tænasta her á jørðini vardi, upplærdi hann lærisveinarnar. Jesus hevði álit á teimum og gav teimum ábyrgdina av at boða tey góðu tíðindini og taka sær av dýrabara seyðinum hjá Jehova. Og tað er áhugavert, at fleiri av lærisveinunum, sum skuldu ganga á odda í hesum arbeiðinum, helst vóru yngri enn 30 ár. (Les Efesusbrævið 4:8, 11.) Teir høvdu samstarvað við Jesus og vóru raskir og trúfastir menn. Men áðrenn Jesus fór aftur til himmals, gjørdi hann enn meira burtur úr upplæringini, so teir kundu vera gávur í samkomuni. Hvussu gjørdi hann tað? – Sí lestrarviðmerkingina til Efesusbrævið 4:8, NWT.

14. Hvat lærdi Jesus lærisveinarnar, teir síðstu 40 dagarnar hann var á jørðini? (Hygg eisini at myndini.)

14 Jesus gav lærisveinunum neyðuga vegleiðing, og tað gjørdi hann við kærleika. Hann hevði til dømis lagt merki til, at nakrir av teimum høvdu lyndi til at ivast, og tí gav hann teimum góð ráð. (Luk. 24:25-27; Jóh. 20:27) Hann hjálpti teimum eisini at skilja, at teir skuldu hugsa meira um at vera hirðar í samkomuni enn um at tjena pengar. (Jóh. 21:15) Og so minti hann teir á, at teir ikki skuldu ganga so høgt upp í, hvørjar uppgávur aðrir brøður fingu í tænastuni fyri Jehova. (Jóh. 21:20-22) Hann forkláraði teimum eisini nakað um Guds ríki, sum teir høvdu misskilt, og bað teir fokusera upp á at boða tey góðu tíðindini. (Áps. 1:6-8) Hvat kunnu elstar læra av Jesusi?

Elstar kunnu taka eftir Jesusi og upplæra brøður, so teir við tíðini kunnu fáa størri ábyrgd í samkomuni. (Sí stykki 14)


15-16. (a) Hvussu kunnu elstar taka eftir Jesusi? (b) Hvussu hjálpti tað Patrick at fáa góð ráð?

15 Hvussu kunnu elstar taka eftir Jesusi? Teir mugu upplæra aðrar brøður, eisini teir sum eru rættiliga ungir, so teir kunnu gera meira í samkomuni og við tíðini fáa størri ábyrgd. c Teir elstu vænta sjálvandi ikki, at hesir brøðurnir skulu gera alt perfekt. Teir mugu upplæra teir í kærleika, so teir fáa royndir og læra seg at vera eyðmjúkir, álítandi og hjálpsamir. – 1. Tim. 3:1; 2. Tim. 2:2; 1. Pæt. 5:5.

16 Ein bróðir, sum eitur Patrick, fekk einaferð nøkur ráð, sum hjálptu honum nógv. Tá ið hann var yngri, kundi hann vera rættiliga hvassur í munninum og ógvisligur ímóti øðrum, enntá ímóti systrum. Tað legði ein búgvin elstabróðir merki til. Hann fór til hansara og segði tað við hann og gav honum samstundis nøkur góð ráð. Patrick sigur: „Eg eri so glaður fyri, at hann gjørdi tað. Fyrr plagdi eg at blíva keddur, tá ið eg sá, at aðrir brøður fingu uppgávur, sum eg gjarna vildi havt. Men ráðini, sum elstabróðirin gav mær, hjálptu mær at skilja, at eg mátti fokusera upp á at vísa mínum brøðrum og systrum kærleika, heldur enn upp á at fáa uppgávur ella framíhjárættindi í samkomuni.“ Tað endaði faktiskt við, at Patrick bleiv elsti longu sum 23 ára gamal. – Orðt. 27:9.

17. Hvussu vísti Jesus, at hann hevði álit á lærisveinunum?

17 Jesus gav lærisveinunum ábyrgdina av at boða tey góðu tíðindini og at forklára øðrum tað, sum stóð í Skriftunum. (Sí lestrarviðmerkingina „lær dem“ til Matteus 28:20, NWT.) Lærisveinarnir ivaðust kanska í, um teir fóru at klára at gera tað, sum Jesus bað teir. Men Jesus ivaðist onga løtu, og tað segði hann eisini við teir. Hann hevði so stórt álit á teimum, at hann segði: „Sum Faðirin hevur sent Meg, sendi Eg tykkum.“ – Jóh. 20:21.

18. Hvussu kunnu elstar taka eftir Jesusi?

18 Hvussu kunnu elstar taka eftir Jesusi? Elstar við nógvum royndum geva øðrum brøðrum ymiskar uppgávur. (Fil. 2:19-22) Teir biðja til dømis ungar brøður hjálpa til við reingerð og viðlíkahaldi í ríkissalinum. Tá ið teir elstu hava givið brøðrum eina uppgávu og víst teimum, hvussu teir skulu gera, líta teir á, at arbeiðið verður gjørt. Matthew, ein bróðir sum nýliga er blivin elsti, er glaður fyri ta upplæringina, hann fekk frá royndum elstum. Tá ið teir góvu honum eina uppgávu, vístu teir honum álit og væntaðu, at hann fór at klára at gera arbeiðið sjálvur. Hann fortelur: „Tá ið eg gjørdi mistøk, hjálptu teir mær at læra av teimum og at gera tað betur næstu ferð.“ d

19. Hvat mugu vit øll seta okkum fyri?

19 Teir síðstu 40 dagarnar Jesus var á jørðini, uppmuntraði, undirvísti og upplærdi hann onnur. Vit kunnu gera okkara besta fyri at taka eftir honum. (1. Pæt. 2:21) Og hann fer at hjálpa okkum. Hann hevur jú sagt: „Eg eri við tykkum allar dagar, líka til enda tíðarinnar.“ – Matt. 28:20.

SANGUR NR. 15 Prísið øll Guds syni!

a Í evangeliunum og aðrastaðni í Bíbliuni eru fleiri dømi um, at Jesus vísti seg fyri øðrum eftir sína uppreisn. Hann vísti seg til dømis fyri Mariu Magdalenu (Jóh. 20:11-18), fyri øðrum kvinnum (Matt. 28:8-10; Luk. 24:8-11), fyri tveimum lærisveinum (Luk. 24:13-15), fyri Pæturi (Luk. 24:34), fyri ápostlunum, tá ið Tummas ikki var hjástaddur (Jóh. 20:19-24), fyri ápostlunum, meðan Tummas var hjástaddur (Jóh. 20:26), fyri sjey lærisveinum (Jóh. 21:1, 2), fyri meira enn 500 lærisveinum (Matt. 28:16; 1. Kor. 15:6), fyri beiggja sínum Jákupi (1. Kor. 15:7), fyri øllum ápostlunum (Áps. 1:4) og fyri ápostlunum nærindis Betania. (Luk. 24:50-52) Hann kann hava víst seg fyri lærisveinunum fleiri ferðir, uttan at tað stendur í Bíbliuni. – Jóh. 21:25.

b Ein listi við profetium um Messias er at finna á jw.org í greinini „Prógva profetiirnar í Bíbliuni, at Jesus var Messias?

c Viðhvørt verða elstar, sum eru mitt ella síðst í tjúgunum, útnevndir til fylkisumsjónarmenn. Men teir mugu fyrst hava royndir sum elstar.

d Fleiri uppskot um, hvussu mann kann hjálpa ungum brøðrum at taka ábyrgd í samkomuni, eru at finna í Vagttårnet frá august 2018, s. 11-12, stk. 15-17, og í útgávuni frá 15. apríl 2015, s. 3-8, 9-13.

e MYNDAFRÁGREIÐING: Ein bíbliulestrarnæmingur, sum hevur fingið hjálp til at skilja meginreglurnar í Bíbliuni, setur sær fyri at koyra jólapyntið vekk.