LESTRARGREIN 38
Kunnu onnur líta á teg?
„Baktalarin sigur frá tí, sum undir hann er lagt, men tann, sum er trúfastur í andanum, dylur tað.“ – ORÐT. 11:13.
SANGUR NR. 101 Tænið saman í einleika
ENDAMÁL a
1. Hvat eyðkennir ein álítandi persón?
EIN persónur, sum er álítandi, sigur altíð sannleikan og roynir at halda tað, sum hann hevur lovað. (Slm. 15:4) Onnur kunnu altso líta á hann. Soleiðis vilja vit eisini gjarna, at okkara brøður og systrar skulu síggja okkum. Men hvussu fáa vit onnur at líta á okkum?
2. Hvussu kunnu vit vísa øðrum, at tey kunnu líta á okkum?
2 Vit kunnu ikki tvinga onnur at líta á okkum. Tað er nakað, vit mugu gera okkum fortjent til. Álit minnir eitt sindur um pengar. Tað tekur tíð at tjena pengar, men tað er skjótt at missa teir. Jehova hevur avgjørt uppiborið, at vit líta á hann, tí hann er álítandi í øllum. (Slm. 33:4) Og hann væntar, at vit royna at líkjast honum. (Ef. 5:1) Nú fara vit at vita, hvussu nakrir persónar í Bíbliuni gjørdu tað. Vit fara eisini at kanna fimm eginleikar, sum kunnu hjálpa okkum at verða meira álítandi.
PERSÓNAR Í BÍBLIUNI, SUM VÓRU ÁLÍTANDI
3-4. Hvussu vísti Dániel, at hann var álítandi, og hvørjar spurningar eiga vit at seta okkum sjálvum?
3 Profeturin Dániel er eitt sera gott dømi um ein, sum onnur kundu líta á. Hann búði í útlegd í Bábylon og bleiv kendur fyri at vera álítandi. Tað bleiv hann millum annað, tí hann við hjálp frá Jehova týddi nakrar dreymar hjá Nebukadnezari kongi í Bábylon. Einaferð noyddist Dániel at fortelja konginum, at Jehova var ónøgdur við hann. Tað var ikki akkurát nakað, sum ein kongur hevði hug at hoyra. Og aftrat tí var Nebukadnezar øgiliga illsintur, so Dániel mátti taka mót til sín. (Dán. 2:12; 4:20-22, 25) Nógv ár seinni vísti Dániel aftur, at hann var ein, sum onnur kundu líta á. Tað var, tá ið hann skuldi týða ein gátuføran boðskap, sum knappliga kom til sjóndar á einum veggi í kongsborgini í Bábylon. (Dán. 5:5, 25-29) Uppaftur seinni løgdu medarin Darius og hansara embætismenn merki til, at Dániel var øðrvísi. Teir sóu, at „hann var trúgvur“, og at „hjá honum fanst hvørki ódugnaskapur ella órættur“. (Dán. 6:4, 5) Sjálvt heidnir stjórnarar skiltu altso, at hesin tænarin hjá Jehova var álítandi.
4 Tá ið vit hugsa um Dániel, kunnu vit spyrja okkum sjálvi: ’Hvat halda fólk, sum ikki eru Jehova vitni, um meg? Eri eg kendur fyri at taka ábyrgd og at vera álítandi?’ Hví er tað gott, at vit seta okkum sjálvum hesar spurningarnar? Jú, tí tá ið vit eru álítandi, prísa vit Jehova.
5. Hví var Hananja so álítandi?
5 Tá ið múrarnir rundan um Jerusalem vórðu bygdir upp aftur í 455 f.o.t., leitaði landsstjórin Nehemias eftir álítandi monnum, sum kundu hava umsjón við býnum. Hann valdi millum annað Hananja, sum var høvuðsmaður á borgini. Bíblian sigur um Hananja, at hann var ’álítandi og gudóttandi sum fáir’. (Neh. 7:2) Hann elskaði Jehova og hevði djúpa virðing fyri honum, og tí tók hann allar sínar uppgávur í álvara. Sovorðnir eginleikar kunnu eisini hjálpa okkum at vera álítandi í tænastuni fyri Jehova.
6. Hvat vísir, at Týkikus var ein vinur, sum Paulus kundi líta á?
6 Eitt annað gott dømi er Týkikus, sum var ein góður vinur hjá Paulusi. Tá ið Paulus sat í húsavarðhaldi, segði hann, at Týkikus var ein ’trúgvur tænari’. (Ef. 6:21, 22) Paulus hevði álit á, at Týkikus fór at geva vinunum í Efesus og Kolosse brøvini, sum hann hevði skrivað, og eisini at hann fór at uppmuntra og troysta samkomurnar. Týkikus minnir okkum um okkara trúføstu brøður, sum taka sær av okkara andaliga tørvi í dag. – Kol. 4:7-9.
7. Hvat kunnu teir elstu og samkomutænararnir í tínari samkomu læra teg um at vera álítandi?
7 Vit eru takksom fyri, at vit hava álítandi elstar og samkomutænarar í dag. Akkurát sum Dániel, Hananja og Týkikus taka teir sínar uppgávur í álvara. Tá ið vit til dømis fara á møti mitt í viku, ivast vit ikki í, at onkur tekur sær av teimum ymisku punktunum á skránni. Teir elstu eru takksamir fyri, at tey, sum hava uppgávur á møtunum, hava fyrireikað seg og eru klár til at halda tær. Tá ið vit bjóða okkara bíbliulestrarnæmingum á møti í vikuskiftinum, ivast vit heldur ikki í, at onkur kemur at halda fyrilesturin. Vit eru eisini sikkur upp á, at vit fáa tann lesnaðin, sum vit skulu brúka í boðanini. Hesir trúføstu brøðurnir taka sær væl av okkum, og vit takka Jehova fyri teir. Men hvussu kunnu vit sjálvi vísa, at vit eru álítandi?
HVAT SKULU VIT IKKI SIGA VÍÐARI?
8. Hvat mugu vit minnast til, tá ið vit gjarna vilja vita, hvussu onnur hava tað? (Orðtøkini 11:13)
8 Vit elska okkara brøður og systrar og vilja gjarna vita, hvussu tey hava tað. Men vit mugu minnast til at virða teirra privatlív. Nøkur í tí fyrstu kristnu samkomuni slatraðu og blandaðu seg upp í nakað, sum ikki kom teimum við, og tosaðu um sovorðið, sum tey ikki áttu at tosa um. (1. Tim. 5:13) Soleiðis vilja vit avgjørt ikki vera. Men hvat um onkur kom til tín og fortaldi tær okkurt persónligt og segði, at tú ikki skuldi fortelja tað víðari. Tað kundi verið ein systir, sum fortaldi tær, at hon hevði onkran heilsutrupulleika ella okkurt annað at stríðast við. So hevði tú sjálvandi ikki sagt tað fyri nøkrum. b (Les Orðtøkini 11:13.) Nú fara vit at kanna, nær tað annars er viktigt ikki at siga nakað víðari.
9. Hvussu kunnu vit vísa hinum í familjuni, at tey kunnu líta á okkum?
9 Familjan. Øll í familjuni hava skyldu at lata vera við at siga okkurt víðari, sum bara hoyrir til í familjuni. Vit kunnu taka eitt dømi. Ein kona plagar kanska at gera okkurt, sum maður hennara heldur vera stuttligt. Men viss hon heldur, tað er flóvisligt, at hann fortelur tað fyri øðrum, skal hann sjálvandi ikki gera tað. Hann elskar konu sína og vil ikki særa hana. (Ef. 5:33) Tað er eisini umráðandi, at foreldur, sum eiga hálvvaksin børn, vísa teimum virðing. Tey fara ikki at eyðmýkja børnini við til dømis at fortelja tað fyri øðrum, tá ið tey gera okkurt løgið ella býtt. (Kol. 3:21) Og børn mugu læra, at tey ikki mugu siga nakað víðari, sum kann gera onnur í familjuni illa við. (5. Mós. 5:16) Viss øll í familjuni minnast hetta, fáa tey eitt nógv betri samanhald.
10. Hvat er ein sannur vinur? (Orðtøkini 17:17)
10 Vinir. Tey flestu av okkum hava onkuntíð brúk fyri at fortelja einum vini, hvussu vit hava tað innast inni. Tað kann vera nokkso ringt. Vit eru kanska ikki von at tosa so opið við onnur. Og tað hevði verið ræðuligt, viss vit seinni funnu út av, at vinurin hevði fortalt øðrum, hvat vit høvdu tosað um. Hinvegin eru vit glað fyri at kunna tosa við onkran og vita, at tað ikki kemur víðari. Tann, sum dugir at halda okkurt fyri seg sjálvan, er ein sannur vinur. – Les Orðtøkini 17:17.
11. (a) Hvussu vísa elstar og konurnar hjá teimum, at tey eru álítandi? (b) Hvat kann elstabróðirin á myndini læra okkum?
11 Samkoman. Elstar, sum eru kendir fyri at vera álítandi, eru ’sum lívd móti stormi og sum skjól móti regni’ hjá øllum í samkomuni. (Es. 32:2, Dahl/Viderø) Vit kunnu siga alt við teir, tí vit vita, at teir ikki siga tað víðari. Vit royna ikki at fáa teir at siga nakað, sum teir eiga at halda fyri seg sjálvar. Og konurnar hjá teimum elstu royna heldur ikki at fáa teir at fortelja nakað, sum teir ikki eiga at siga víðari. Ein elstakona sigur soleiðis: „Eg eri faktiskt glað fyri, at maður mín ikki fortelur mær, hvar hann hevur verið á hirðavitjan, ella hvør hevur brúk fyri andaligari hjálp. Tí so noyðist eg ikki at stúra fyri nøkrum, sum eg allíkavæl einki fái gjørt við. Eg kann tosa frítt við øll í samkomuni. Og so veit eg eisini, at eg sjálv kann siga alt við mannin hjá mær, uttan at tað fer víðari.“ Vit vilja sjálvandi øll vera kend fyri at vera álítandi. Men hvussu blíva vit tað? Latið okkum hyggja nærri at fimm eginleikum, sum kunnu hjálpa okkum.
EGINLEIKAR, SUM HJÁLPA OKKUM
12. Hví kunnu vit siga, at kærleiki hevur stóran týdning, um vit vilja verða meira álítandi?
12 Kærleiki hevur stóran týdning, um vit vilja verða meira álítandi. Jesus segði, at tey bæði størstu boðini eru at elska Jehova og onnur menniskju. (Matt. 22:37-39) Av tí at vit elska Jehova, sum er álítandi, royna vit eisini at vera álítandi. Og tá ið vit elska okkara brøður og systrar, siga vit ikki nakað víðari um tey, sum er privat. Vit eiga ongantíð at fortelja nakað víðari, sum særir onnur ella ger tey illa við. – Jóh. 15:12.
13. Hvussu kann eyðmjúkleiki hjálpa okkum at vera álítandi?
13 Tá ið vit eru eyðmjúk, er tað lættari hjá øðrum at líta á okkum. Tí so royna vit ikki at vera tey fyrstu, sum kunnu fortelja øðrum okkurt nýtt. (Fil. 2:3) Vit royna ikki at fáa onnur at halda, at vit vita nakað spennandi, sum vit tíverri ikki kunnu tosa um. Tá ið vit eru eyðmjúk, ganga vit heldur ikki og fortelja øðrum, hvørjar teoriir vit hava um nakað andaligt, sum hvørki Bíblian ella okkara lesnaður sigur nakað um.
14. Hvussu kann okkara vit og skil hjálpa okkum at vera álítandi?
14 Vit mugu brúka okkara vit og skil, tá ið vit skulu finna út av, nær tað er ’tíð at tiga’, og nær tað er ’tíð at tala’. (Præd. 3:7) Í summum mentanum er tað vanligt at siga: Tala er silvur, men tøgn er gull. Onkuntíð er tað altso betri at tiga, og tað samsvarar eisini væl við Orðtøkini 11:12. Har stendur: „Vitigur maður tigur.“ Eitt gott dømi um tað, er ein royndur elstabróðir, sum ofta verður biðin um at hjálpa øðrum samkomum, tá ið trupulleikar stinga seg upp. Hoyr, hvat ein annar elsti sigur um hann: „Hann ansar altíð væl eftir ikki at siga nakað víðari, sum hann hevur fingið at vita í trúnaði um aðrar samkomur.“ Av tí at hesin elstabróðirin brúkar sítt vit og skil og veit, nær hann skal tiga, hava hinir elstarnir í samkomuni djúpa virðing fyri honum. Teir vita, at hann ongantíð fer at fortelja nakað víðari, sum er sagt í trúnaði.
15. Hvussu kann tað, at vit eru ærlig, fáa onnur at líta á okkum?
15 Viss vit vilja hava onnur at líta á okkum, mugu vit vera ærlig. Vit líta jú sjálvi á tey, sum eru ærlig, tí vit vita, at tey altíð siga tingini, sum tey eru. (Ef. 4:25; Hebr. 13:18) Hugsa tær til dømis, at tú gjarna vilt læra at undirvísa betur. Tú fært onkran at lurta eftir tær, tá ið tú hevur eina uppgávu á møtinum, og biður hann geva tær góð ráð aftaná. Hvør er ærligur og gevur tey bestu ráðini? Ein, sum sigur tað, tú vilt hoyra, ella ein, sum sigur tær akkurát sum er? Tú ivast nokk ikki í svarinum. Bíblian sigur: „Opinlýs revsing er betri enn kærleiki, ið verður duldur. Trúføst eru vinarsløg.“ (Orðt. 27:5, 6) Sjálvt um tað kann vera eitt sindur ringt at hoyra tað ærliga svarið, er tað tað, sum hjálpir okkum í longdini.
16. Hvussu vísa Orðtøkini 10:19, at sjálvstamarhald hevur stóran týdning?
16 Tað hevur eisini stóran týdning at hava sjálvstamarhald, um onnur skulu líta á okkum. Sjálvstamarhald kann hjálpa okkum at tiga, tá ið vit føla okkum freistað til at siga nakað, sum vit ikki burdu sagt. (Les Orðtøkini 10:19.) Tað kann vera serliga ringt at hava tamarhald á sær sjálvum, tá ið mann brúkar teir sosialu miðlarnar, tí viss vit ikki ansa eftir, kunnu vit koma at leggja nakað hemmiligt út, so ein rúgva av fólki sær tað. Og tá ið vit fyrst hava lagt nakað út á netið, kunnu vit ikki stýra, hvussu onnur brúka upplýsingarnar, ella hvussu stóran skaða tað kann gera. Sjálvstamarhald kann eisini hjálpa okkum, tá ið mótstøðufólk royna at fáa okkum at fortelja ymiskt um okkara brøður og systrar. Tað kundi til dømis verið, tá ið politiið avhoyrir brøður og systrar í londum, sum forbjóða okkara virksemi. Í hesum og líknandi førum kunnu vit so at siga „leggja teymar á munn“ okkara. (Slm. 39:2) Óansæð um vit eru saman við familjuni, vinum, samkomuni ella øðrum, mugu vit vera álítandi. Og tað krevur sjálvstamarhald.
17. Hvussu kunnu vit fáa øll í samkomuni at føla seg trygg?
17 Vit eru ótrúliga glað fyri, at Jehova hevur latið okkum koma inn í eina andaliga familju, sum er full av fittum, umhugsnum og álítandi brøðrum og systrum. Og vit vilja vísa teimum, at tey eisini kunnu líta á okkum. Tá ið vit hvør sær seta okkum fyri at vísa kærleika, vera eyðmjúk, brúka vit og skil, vera ærlig og hava sjálvstamarhald, kunnu øll í samkomuni líta á hvønn annan og føla seg trygg. Vit vilja gjarna líkjast Jehova og vísa, at onnur kunnu líta á okkum.
SANGUR NR. 123 Trúføst undir Guds skipan
a Viss vit gjarna vilja hava onnur at líta á okkum, mugu vit fyrst vísa, at vit eru álítandi. Í hesi greinini fara vit at kanna, hví tað er so viktigt, at vit kunnu líta á hvønn annan. Og vit fara eisini at kanna nakrar eginleikar, sum kunnu hjálpa okkum at vera álítandi.
b Viss vit finna út av, at onkur í samkomuni hevur syndað álvarsliga, mugu vit royna at fáa hann at tosa við teir elstu. Viss hann ikki vil tað, mugu vit gera tað, tí vit vilja bæði vera trúføst móti Jehova og móti samkomuni.
c MYND: Ein elsti er á hirðavitjan. Aftaná fortelur hann ikki familjuni nakað, sum hann ikki eigur at siga víðari.