LESTRARGREIN 38
Hvat lív vilja tit ungu gjarna hava?
„Vit skal vera verja tín.“ – ORÐT. 2:11.
SANGUR NR. 135 Inniliga áheitanin frá Jehova: „Ver vísur, sonur mín!“
ENDAMÁL a
1. Hvat var ein avbjóðing fyri Jóas, Uzzias og Josias?
HVUSSU hevði tú havt tað, viss tú skuldi verið kongur yvir Guds fólki, meðan tú bara vart ein smádrongur? Hvussu hevði tú brúkt títt vald? Í Bíbliuni lesa vit um fleiri ungar dreingir, sum blivu kongar í Juda. Til dømis var Jóas bara 7 ára gamal, Uzzias var 16, og Josias var 8. Tað kann ikki hava verið lætt hjá teimum! Men Jehova og onnur hjálptu teimum at gera nógv gott.
2. Hví er tað gott hjá okkum at læra nakað um Jóas, Uzzias og Josias?
2 Vit eru ikki kongar ella drotningar, men vit kunnu læra nógv av hesum trimum persónunum í Bíbliuni. Teir tóku góðar avgerðir, men eisini vánaligar. Tá ið vit hugsa um teirra lív, síggja vit, hví tað er neyðugt at velja sær góðar vinir, at blíva við at vera eyðmjúkur og at blíva við at søkja Jehova.
VIT MUGU VELJA GÓÐAR VINIR
3. Hvussu hjálpti Jójada prestur Jóasi kongi at taka góðar avgerðir?
3 Vit kunnu taka góðar avgerðir líkasum Jóas. Jóas kongur tók eina góða avgerð, meðan hann var ungur. Hann hevði ongan pápa, men trúfasti høvuðspresturin Jójada upplærdi hann sum sín egna son, og Jóas gjørdi, sum hann segði. Av tí at Jójada var ein góð fyrimynd, valdi Jóas at tæna Jehova og hjálpa øðrum at gera tað sama. Jóas syrgdi eisini fyri, at templið hjá Jehova bleiv umvælt. – 2. Krøn. 24:1, 2, 4, 13, 14.
4. Hvussu gagnar tað okkum at fylgja boðunum frá Jehova? (Orðtøkini 2:1, 10-12)
4 Viss foreldrini hjá tær ella onnur læra teg at elska Jehova og liva eftir hansara normum, er tað ein gáva. (Les Orðtøkini 2:1, 10-12.) Foreldur kunnu upplæra børnini upp á nógvar ymiskar mátar. Ein systir, sum eitur Katja fortelur, at pápi hennara hjálpti henni at taka góðar avgerðir. Hvønn dag, tá ið hann fylgdi henni í skúla, plagdi hann at tosa við hana um dagstekstin. Hon sigur: „Hesi prátini hjálptu mær at klára ymiskar avbjóðingar, sum komu gjøgnum dagin.“ Sjálvt um reglurnar, sum foreldrini hjá tær áseta, eru grundaðar á Bíbliuna, følir tú kanska, at tú ikki sleppur at gera tað, sum tú hevur hug til. Hvat kann hjálpa tær at akta tey? Ein systir, sum eitur Anastasia, minnist, at foreldrini góvu sær tíð til at forklára, hví tey ásettu ávísar reglur. Hon sigur: „Eg skilti, at tað ikki var tí, tey ikki vildu lova mær nakað, men tí tey elskaðu meg og vildu verja meg. Og so var tað lættari at fylgja tí, sum tey søgdu.“
5. Hvussu ávirkar tað, sum tú gert, foreldrini hjá tær og Jehova? (Orðtøkini 22:6; 23:15, 24, 25)
5 Foreldrini hjá tær verða glað, tá ið tú lurtar eftir teimum góðu ráðunum, sum tey geva tær úr Bíbliuni. Og tað besta er, at Jehova verður glaður, og títt vinalag við hann verður sterkari. (Les Orðtøkini 22:6; 23:15, 24, 25.) Gevur tað tær ikki hug at taka eftir tí unga Jóasi?
6. Hvørjum fór Jóas at lurta eftir, tá ið Jójada doyði, og hvat hevði tað við sær? (2. Krønikubók 24:17, 18)
6 Tær vánaligu avgerðirnar hjá Jóasi kunnu læra okkum nógv. Tá ið Jójada var deyður, høvdu vinirnir hjá Jóasi ringa ávirkan á hann. (Les 2. Krønikubók 24:17, 18.) Hann valdi at lurta eftir ráðunum frá høvdingunum í Juda, men teir elskaðu ikki Jehova. Tú ert sikkurt samdur í, at tað var ein vánalig avgerð. (Orðt. 1:10) Tað endaði enntá so galið, at Jóas drap systkinabarnið hjá sær, Zakarias, sum royndi at hjálpa honum á rættkjøl aftur. (2. Krøn. 24:20, 21; Matt. 23:35) Hvussu kundi hann gera nakað so ræðuligt og býtt? Tað byrjaði so væl hjá Jóasi, men syrgiligt nokk bleiv hann bæði fráfallin og drápsmaður. At enda bleiv hann dripin av sínum egnu tænarum. (2. Krøn. 24:22-25) Hvussu nógv øðrvísi hevði lívið hjá honum ikki verið, viss hann var blivin við at lurta eftir Jehova og teimum, sum elskaðu hann? Kanst tú læra nakað av hesum?
7. Hvørjar vinir skalt tú velja? (Hygg eisini at myndini.)
7 Eitt, sum vánaliga avgerðin hjá Jóasi kann læra okkum, er, at vit mugu velja vinir, sum hava góða ávirkan á okkum, altso vinir, sum elska Jehova og vilja gera tað, sum honum dámar. Og vit kunnu bæði hava vinir, sum eru eldri og yngri enn vit. Jóas var jú nógv yngri enn vinurin Jójada. Tú kanst spyrja teg sjálvan: Hvussu er tað við mínum vinum? Hjálpa teir mær at tæna Jehova? Geva teir mær hug at liva eftir Guds normum? Tosa teir um Jehova og sannleikan? Hava teir virðing fyri Guds normum? Siga teir bara tað, sum eg vil hoyra, ella tora teir at rætta meg, viss eg geri okkurt galið? (Orðt. 27:5, 6, 17) Faktiskt hevur tú ikki brúk fyri vinum, sum ikki elska Jehova. Men viss vinirnir hjá tær elska Jehova, mást tú ikki sleppa teimum, tí teir fara altíð at hjálpa tær. – Orðt. 13:20.
8. Hvat skulu vit hugsa um, viss vit brúka sosialar miðlar?
8 Sosialir miðlar kunnu vera ein góður máti at halda sambandið við familju og vinir við líka. Men nógv leggja myndir og video út av, hvat tey hava gjørt ella keypt fyri at imponera onnur. Viss tú brúkar sosialar miðlar, kanst tú spyrja teg sjálvan: Royni eg at imponera onnur? Vil eg gleða onnur, ella vil eg bara hava tey at rósa mær? Lati eg onnur hava negativa ávirkan á tað, sum eg hugsi, sigi og geri? Bróðir Nathan Knorr, sum sat í stýrandi ráðum, gav einaferð hesi ráðini: „Fokusera ikki upp á at fáa øll at dáma teg, tí so endar tað við, at eingin dámar teg. Royn heldur at gleða Jehova, tí so gleðir tú eisini øll tey, sum elska hann.“
VIT MUGU BLÍVA VIÐ AT VERA EYÐMJÚK
9. Hvat hjálpti Jehova Uzziasi at gera? (2. Krønikubók 26:1-5)
9 Vit kunnu taka góðar avgerðir líkasum Uzzias. Uzzias kongur var eyðmjúkur, tá ið hann var ungur. Hann „søkti Gud“, og Jehova var við honum meginpartin av teimum 68 árunum, hann livdi. (Les 2. Krønikubók 26:1-5.) Uzzias vann á nógvum fíggindum og syrgdi fyri, at býurin Jerusalem var væl vardur. (2. Krøn. 26:6-15) Eingin ivi er um, at Uzzias var glaður fyri alt tað, sum Jehova hjálpti honum at gera. – Præd. 3:12, 13.
10. Hvat hendi við Uzziasi?
10 Tær vánaligu avgerðirnar hjá Uzziasi kunnu læra okkum nógv. Uzzias kongur var vanur við, at onnur gjørdu, sum hann segði. Kanska fekk tað hann at halda, at hann kundi gera akkurát, sum hann vildi. Í hvussu er, var Uzzias so frekur, at hann ein dagin fór inn í templið hjá Jehova og ætlaði sær at brenna roykilsi á altarinum, nakað sum kongar ikki høvdu loyvi til. (2. Krøn. 26:16-18) Og tá ið Azarja høvuðsprestur royndi at steðga honum, bleiv Uzzias í øðini. Tíverri varð Uzzias ikki verandi trúfastur, og Jehova straffaði hann við spitalsku. (2. Krøn. 26:19-21) Hvussu nógv øðrvísi hevði lívið hjá honum ikki verið, viss hann hevði verðið verandi eyðmjúkur?
11. Hvat kann hjálpa okkum at blíva við at vera eyðmjúk? (Hygg eisini at myndini.)
11 So við og við sum Uzzias fekk størri vald, gloymdi hann, at tað var Jehova, sum hevði givið honum alt. Hvat kunnu vit læra av tí? Vit mugu minnast til, at Jehova eisini hevur givið okkum alt tað, sum vit kunnu gleðast um í lívinum og í tænastuni fyri hann. Tí skulu vit ikki reypa av tí, sum vit eru før fyri at gera, men geva Jehova æruna. b (1. Kor. 4:7) Vit mugu vera eyðmjúk og viðurkenna, at vit eru ófullkomin og hava brúk fyri leiðbeining. Ein bróðir, sum er umleið 60, sigur: „Eg havi lært ikki at vera hástórur, tá ið eg havi gjørt okkurt býtt, men at taka ímóti leiðbeining, royna at koma á føtur aftur og hyggja frameftir.“ Tá ið vit akta Jehova og blíva við at vera eyðmjúk, fáa vit eitt gott lív. – Orðt. 22:4.
VIT MUGU BLÍVA VIÐ AT SØKJA JEHOVA
12. Hvussu søkti Josias Jehova, tá ið hann var ungur? (2. Krønikubók 34:1-3)
12 Vit kunnu taka góðar avgerðir líkasum Josias. Tá ið Josias var 16 ára gamal, fór hann at søkja Jehova. Hann vildi gjarna vita meira um Jehova og gera hansara vilja. Men lívið var ikki so lætt hjá hesum unga konginum. Um tað mundið tilbóðu næstan øll falskar gudar. So viss Josias skuldi fáa tey at halda uppat við tí, mátti hann vera djarvur, og tað var hann! Áðrenn Josias fylti 20, fór hann at beina fyri falskari tilbiðing. – Les 2. Krønikubók 34:1-3.
13. Hvat verður øðrvísi, tá ið mann vígir sítt lív til Jehova?
13 Sjálvt um tú ikki ert so gamal, kanst tú velja at gera sum Josias við at læra meira um Jehova og hansara góðu eginleikar. Tá ið tú gert tað, fært tú hug at víga títt lív til hansara. Hvussu fer tað at ávirka títt lív? Luke bleiv doyptur, tá ið hann var 14. Tann dagin hann vígdi sítt lív til Jehova, segði hann: „Frá nú av hevur Jehova fyrsta plássið í mínum lívi, og eg ætli mær at gera mítt besta fyri at gleða hann.“ (Mark. 12:30) Viss tú gert sum hann, fert tú ikki at angra tað!
14. Hvussu royna summi ung at gera sum Josias kongur?
14 Hvat kann vera ein avbjóðing hjá ungum, sum tæna Jehova? Johan, sum bleiv doyptur, tá ið hann var 12, sigur, at floksfelagarnir royndu at fáa hann at roykja e-sigarettir. Eitt, sum hjálpti honum at standa ímóti trýstinum, var at minna seg sjálvan á, at tað fór at skaða heilsuna og vinalagið við Jehova, viss hann fór at roykja. Rachel, sum bleiv doypt, tá ið hon var 14, fortelur, hvat hjálpir henni at klára avbjóðingar í skúlanum. Hon sigur: „Eg royni at finna okkurt, sum fær meg at hugsa um Bíbliuna og Jehova. Onkuntíð tá ið vit hava søgu, komi eg at hugsa um eina frásøgu ella eina profeti í Bíbliuni. Tað kann eisini vera eitt prát, sum fær meg at hugsa um eitt gott bíbliuørindi, sum eg kann vísa.“ Tú upplivir kanska ikki tað sama sum Josias kongur, men tú kanst vera klókur og trúfastur, líkasum hann var. Viss tú dugir at takkla avbjóðingar nú, fert tú eisini at klára tað seinni í lívinum.
15. Hvat hjálpti Josiasi at vera trúfastur móti Jehova? (2. Krønikubók 34:14, 18-21)
15 Tá ið Josias kongur var 26, fór hann undir at umvæla templið. Undir umvælingini varð ’bókin við lóg HARRANS, ið givin var við Mósesi’, funnin. Tá ið kongurin hoyrdi tað, sum stóð í henni, fór hann alt fyri eitt at fylgja tí. (Les 2. Krønikubók 34:14, 18-21.) Hevur tú hug til at lesa meira í Bíbliuni? Kanska roynir tú longu at lesa í Bíbliuni hvønn dag. Dámar tær tað? Hevur tú skrivað nøkur bíbliuørindi niður, sum kunnu hjálpa tær? Tá ið Luke, sum er nevndur fyrr í greinini, finnur okkurt áhugavert, skrivar hann tað niður. Viss tú gert okkurt líknandi, kann tað hjálpa tær at minnast bíbliuørindi ella tað, sum tey læra teg. So hvørt sum tú lærir Bíbliuna betur at kenna, fært tú størri hug at tæna Jehova. Og akkurát sum Guds orð hjálpti Josiasi at gera tað, sum er rætt, fer Bíblian eisini at hjálpa tær.
16. Hví gjørdi Josias eitt álvarsligt mistak, og hvat kunnu vit læra av tí?
16 Tær vánaligu avgerðirnar hjá Josiasi kunnu læra okkum nógv. Tá ið Josias var umleið 39 ára gamal, gjørdi hann eitt mistak, sum kostaði honum lívið. Hann stólaði upp á seg sjálvan í staðin fyri at leita sær ráð hjá Jehova. (2. Krøn. 35:20-25) Tað kann læra okkum, at vit mugu blíva við at søkja Jehova, uttan mun til hvussu gomul vit eru, ella hvussu leingi vit hava kannað Bíbliuna. Tað merkir, at vit regluliga biðja hann um vegleiðing, kanna hansara orð og lurta eftir góðum ráðum frá andaliga sterkum trúarfelagum. Tá ið vit gera tað, er tað minni sannlíkt, at vit gera álvarslig mistøk, og meira sannlíkt, at vit verða glað og lukkulig. – Ják. 1:25.
TIT UNGU KUNNU FÁA EITT GOTT LÍV
17. Hvat hava teir tríggir kongarnir í Juda lært okkum?
17 Tit ungu hava nógvar møguleikar. Frásøgurnar um Jóas, Uzzias og Josias vísa, at ung kunnu taka góðar avgerðir og gleða Jehova. Tað er rætt, at hesir kongarnir gjørdu nøkur mistøk, sum fingu álvarsligar avleiðingar. Men viss vit fylgja tí góða, sum teir gjørdu, og ikki gera somu mistøk sum teir, kunnu vit fáa eitt gott lív.
18. Hvørji onnur dømi í Bíbliuni vísa, at tit ungu kunnu fáa eitt gott lív? (Hygg eisini at myndini.)
18 Í Bíbliuni eru eisini frásøgur um onnur ung, sum hildu seg nær til Jehova, og sum fingu eitt gott lív. Dávid var ein av teimum. Hann valdi at tæna Gudi, tá ið hann var ungur og bleiv seinni ein trúfastur kongur. Hann gjørdi eisini mistøk av og á, men sum heild var hann trúfastur, og tað var soleiðis Gud sá hann. (1. Kong. 3:6; 9:4, 5; 14:8) Viss tú kannar frásøguna um Dávid og hansara lív nærri, fært tú sikkurt hug at vera trúfastur móti Jehova. Tú kanst eisini velja at hyggja nærri at frásøguni um Markus ella Timoteus. Longu tá ið teir vóru heilt ungir, valdu teir at tæna Jehova, og tað blivu teir við at gera alt lívið. Tann avgerðin var til stóra gleði bæði fyri Jehova og teir sjálvar.
19. Hvat lív kunnu tit ungu fáa?
19 Tað, sum tit ungu velja at gera nú, kann vera avgerandi fyri, hvussu tykkara lív verður í framtíðini. Viss tit líta á Jehova og ikki á tykkum sjálvi, fer hann at hjálpa tykkum at taka góðar avgerðir. (Orðt. 20:24) Tit kunnu fáa eitt gott og gevandi lív. Og tit mugu minnast til, at Jehova virðismetir tað, sum tit gera fyri hann. Tit kunnu ikki brúka lívið upp á nakað betri enn at tæna Jehova!
SANGUR NR. 144 Minst til tína ævigu løn!
a Jehova veit, at tað ikki altíð er so lætt at gera tað, sum er rætt, og blíva við at tæna honum. Hvussu kunnu tit ungu taka góðar avgerðir, sum gleða Jehova? Tríggir ungir dreingir, sum blivu kongar í Juda, kunnu læra okkum nógv í hesum sambandi.
b Sí rammuna „Spæl ikki eyðmjúkur, meðan tú í veruleikanum reypar“ í greinini „Hvussu stóran týdning hevur tað at vera populerur á sosialu miðlunum?“ sum er at finna á jw.org.