Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

LESTRARGREIN 37

SANGUR NR. 118 „Gev okkum meiri trúgv“

Eitt bræv, sum kann hjálpa okkum at halda út til endan

Eitt bræv, sum kann hjálpa okkum at halda út til endan

„Vit halda hini fyrstu, fullu vissu okkara óvikaðari líka til endan.“HEBR. 3:14.

HØVUÐSTANKIN

Í Hebrearabrævinum fáa vit nógv góð ráð um, hvussu vit kunnu vera trúføst og halda út til endan.

1-2. (a) Hvussu var støðan hjá teimum kristnu í Judea, tá ið Paulus skrivaði Hebrearabrævið? (b) Hví var hetta brævið ein góð hjálp hjá teimum?

 EFTIR at Jesus doyði í ár 33, fingu tey kristnu í Jerusalem og Judea nógvar avbjóðingar. Stutt eftir at kristna samkoman var stovnað, vóru tey fyri harðari forfylging. (Áps. 8:1) Og umleið 20 ár seinni høvdu nógv av teimum fíggjarligar trupulleikar, kanska orsakað av at hungursneyð hevði verið í landinum. (Áps. 11:27-30) Men umleið ár 61 var tað hampiliga friðarligt hjá teimum í eina tíð. Um tað mundið fekk Jehova Paulus at senda teimum eitt bræv. Tað, sum stóð í brævinum, var akkurát tað, tey høvdu brúk fyri, so tey kundu vera fyrireikað upp á tað, sum skjótt skuldi henda.

2 Hví kunnu vit siga tað? Tí friðurin fór ikki at vara við. Paulus gav teimum nøkur góð ráð, sum kundu hjálpa teimum at klára tær trongdirnar, sum fóru at koma. Jerusalem skuldi skjótt leggjast í oyði, akkurát sum Jesus hevði sagt. (Luk. 21:20) Men hvørki Paulus ella tey kristnu í Judea vistu, akkurát nær tað fór at henda. So fyri at kunna halda út máttu tey brúka tíðina, sum var eftir, til at styrkja sína trúgv. – Hebr. 10:25; 12:1, 2.

3. Hví eiga vit, sum liva í dag, at hava serligan áhuga fyri Hebrearabrævinum?

3 Vit fara skjótt at uppliva eina trongd, sum er nógv størri, enn tann, sum tey kristnu í Judea upplivdu. (Matt. 24:21; Opinb. 16:14, 16) Tí fara vit at hyggja nærri at nøkrum av teimum góðu ráðunum, sum Jehova gav teimum, og vita, hvussu hesi ráðini eisini kunnu hjálpa okkum.

VIT MUGU STREMBA EFTIR AT BLÍVA ANDALIGA BÚGVIN

4. Hvat kundi vera ein avbjóðing hjá kristnum, sum høvdu jødiska bakgrund? (Hygg eisini at myndini.)

4 Kristin, sum høvdu jødiska bakgrund, noyddust at gera stórar broytingar. Og tað var ein avbjóðing hjá nógvum. Tey høvdu jú einaferð verið Guds útvalda fólk, og býurin Jerusalem hevði havt stóran týdning í nógv ár. Kongurin, sum umboðaði Jehova, hevði sæti har. Og øll, sum tæntu Jehova, komu til templið í Jerusalem at tilbiðja. Tey fylgdu Móselógini og teimum reglunum, sum trúarleiðararnir ásettu. Reglurnar fevndu til dømis um mat, um umskering og um, hvussu mann skuldi fara við teimum, sum ikki vóru jødar. Men aftan á at Jesus doyði, bleiv Móselógin avtikin, og tey skuldu ikki longur ofra í templinum. Tað hevur sikkurt verið ein avbjóðing hjá teimum kristnu við jødiskari bakgrund, sum vóru von at fylgja lógini. (Hebr. 10:1, 4, 10) Sjálvt nøkur andaliga búgvin kristin, sum til dømis Pætur ápostul, hildu tað vera ringt at laga seg eftir hesum broytingunum. (Áps. 10:9-14; Gal. 2:11-14) Av tí at tey nú vóru blivin kristin, blivu tey forfylgd av jødisku trúarleiðarunum.

Tey kristnu máttu halda seg til sannleikan og avvísa falskar lærur, sum jødisk mótstøðufólk komu við. (Sí stykkini 4-5)


5. Hvørja mótstøðu fingu tey kristnu?

5 Tey kristnu í Judea fingu mótstøðu frá tveimum síðum. Fyri tað fyrsta blivu tey forfylgd av jødisku trúarleiðarunum, tí tey høvdu vent jødadóminum bakið. Fyri tað næsta søgdu nøkur í samkomuni, at mann skuldi blíva við at fylgja Móselógini, kanska fyri at sleppa undan forfylging. (Gal. 6:12) Hvat kundi hjálpa teimum kristnu at vera trúføst móti Jehova?

6. Hvat bað Paulus sínar trúarfelagar gera? (Hebrearabrævið 5:14 – 6:1)

6 Í brævinum, sum Paulus skrivaði til hebreararnar, bað hann sínar trúarfelagar kanna Guds orð gjøllari. (Les Hebrearabrævið 5:14 – 6:1.) Paulus siteraði úr teimum Hebraisku skriftunum og greiddi frá, hví tann mátin, sum tey kristnu tilbóðu Jehova uppá, var nógv betri enn tann mátin, jødarnir tilbóðu hann uppá. a Paulus visti, at jú betur tey kristnu skiltu sannleikan, jú lættari var tað hjá teimum at uppdaga og avvísa falskar lærur.

7. Hvørjar avbjóðingar hava vit í dag?

7 Í dag hoyra vit eisini nógv, sum ikki samsvarar við tað, sum Jehova sigur er rætt og skeivt. Mótstøðufólk kritisera okkum ofta og siga, at vit eru kensluleys og fordómsfull, tí vit fylgja moralnormunum í Bíbliuni. Hesin heimurin førkar seg bara longur og longur burtur frá tí, sum Jehova sigur er rætt. (Orðt. 17:15) Tí er tað so øgiliga viktigt, at vit læra okkum at uppdaga tað, sum er skeivt, og avvísa tað. Vit vilja ikki, at okkara mótstøðufólk skulu taka mótið frá okkum, so vit halda uppat at tæna Jehova. – Hebr. 13:9.

8. Hvussu kunnu vit gera andalig framstig?

8 Paulus eggjaði teimum kristnu í Judea til at gera andalig framstig, og tað mugu vit eisini gera. Tað ber í sær, at vit mugu læra Jehova betur at kenna og læra okkum at hugsa sum hann. Og tað er nakað, vit mugu blíva við at gera, sjálvt aftan á at vit eru blivin doypt. Uttan mun til hvussu leingi vit hava verið í sannleikanum, mugu vit øll lesa og kanna Guds orð regluliga. (Slm. 1:2) Viss vit gera tað, fáa vit eina sterka trúgv. Og trúgv er ein viktigur eginleiki, sum Paulus skrivaði um í Hebrearabrævinum. – Hebr. 11:1, 6.

VIT MUGU TRÚGVA FYRI AT BLÍVA VIÐ AT LIVA

9. Hví máttu tey kristnu í Judea hava sterka trúgv?

9 Tey kristnu í Judea máttu hava sterka trúgv fyri at klára tað, sum skjótt skuldi henda. (Hebr. 10:37-39) Jesus hevði sagt við lærisveinarnar, at teir skuldu flýggja niðan í fjøllini, tá ið teir sóu Jerusalem umringað av herum. Og tað var galdandi bæði fyri tey, sum búðu inni í býnum, og tey, sum búðu úti á bygd. (Luk. 21:20-24) Viss ein herur tá í tíðini hótti við at hertaka eitt øki, var tað vanligt, at fólk flýddu inn í ein bý við múrum, sum til dømis Jerusalem. Tí virkaði tað kanska løgið at skula flýggja niðan í fjøllini, og tað hevur kravt sterka trúgv at gera tað.

10. Hvat fóru tey kristnu at gera, viss tey høvdu sterka trúgv? (Hebrearabrævið 13:17)

10 Tey kristnu máttu eisini líta á teir, sum Jesus setti at leiða samkomuna. Teir, sum gingu á odda, góvu helst ávís boð í sambandi við, nær og hvussu tey skuldu flýggja. (Les Hebrearabrævið 13:17.) Tað grikska orðið, sum verður brúkt í Hebrearabrævinum 13:17 um at akta, fevnir um at akta, tí mann lítur á tann, sum gevur vegleiðingina. Tað fevnir altso ikki bara um at akta, tí mann noyðist. So tey kristnu í Judea máttu styrkja sítt álit á teir, sum gingu á odda, áðrenn tann strævna tíðin kom. Viss tey vóru lýðin og aktaðu, meðan tað var friður, fór tað at vera nógv lættari hjá teimum at gera tað í truplum tíðum.

11. Hví mugu vit hava eina sterka trúgv?

11 Akkurát sum tey fyrstu kristnu hava vit eisini brúk fyri at hava eina sterka trúgv. Tey flestu í dag trúgva ikki upp á, at heimsins endi er nær, og tey gera enntá gjøldur burtur úr okkum, tí vit trúgva upp á tað. (2. Pæt. 3:3, 4) Og sjálvt um Bíblian sigur rættiliga nógv um tað, sum fer at henda í stóru trongdini, so vita vit ikki alt. Vit mugu vera púra sannførd um, at endin á hesi heimsskipanini kemur, akkurát tá ið hann skal, og at Jehova fer at taka sær av okkum. – Hab. 2:3.

12. Hvat kann hjálpa okkum at yvirliva ta stóru trongdina?

12 Vit mugu eisini styrkja okkara trúgv upp á, at Jehova brúkar tann trúgva og skilagóða tænaran, tá ið hann leiðir okkum í dag. (Matt. 24:45) Tá ið tann stóra trongdin byrjar, fáa vit kanska nøkur ávís og lívsneyðug boð, akkurát sum tey kristnu í Judea helst fingu, tá ið rómverjarnir komu. Tað hevur stóran týdning, at vit líta á teir, sum ganga á odda í samskipanini hjá Jehova. Viss vit halda, at tað er ringt at fylgja vegleiðingini, sum vit fáa frá teimum nú, kunnu vit ikki vænta, at tað verður lættari í tí stóru trongdini.

13. Hví var tað neyðugt at fylgja ráðunum í Hebrearabrævinum 13:5?

13 Meðan tey kristnu bíðaðu eftir, at tey skuldu flýggja, máttu tey eisini liva eitt einfalt lív og ikki hava „peningakærleika“. (Les Hebrearabrævið 13:5.) Nøkur av teimum høvdu fyrr upplivað hungursneyð og fátækradømi. (Hebr. 10:32-34) Einaferð vóru tey villig at halda út í royndum, tí tey vildu halda fast við sína trúgv. Men nú vóru nøkur kanska farin at hugsa, at tey høvdu brúk fyri pengum, viss tey skuldu kenna seg trygg. Trupulleikin var tó, at líkamikið hvussu nógvar pengar tey áttu, hevði tað ikki kunnað bjargað teimum undan komandi oyðingini. (Ják. 5:3) Viss tey elskaðu tað materiella, fór tað helst at vera verri hjá teimum at flýggja og fara frá øllum tí, sum tey áttu.

14. Hvussu kann ein sterk trúgv ávirka tær avgerðirnar, vit taka um tað materiella?

14 Viss vit trúgva fult og fast upp á, at Jehova skjótt fer at oyðileggja henda ónda heimin, hugsa vit ikki, at pengar og ting hava størstan týdning. Í tí stóru trongdini fara pengar ikki at hava nakað virði. Bíblian sigur, at fólk fara at „blaka [silvur sítt] út á gøturnar“, tí tey uppdaga, at hvørki silvur ella gull er „ment at frelsa tey vreiðidag HARRANS“. (Ezek. 7:19) Í staðin fyri at royna at tjena so nógvar pengar sum gjørligt, mugu vit taka avgerðir, sum hjálpa okkum at forsyrgja okkum sjálvum og familjuni, og sum gera, at vit kunnu tæna Jehova. Tað merkir millum annað, at vit ikki seta okkum í óneyðuga skuld ella skaffa okkum nógv ting, sum vit so mugu brúka nógva tíð og orku uppá. Vit mugu eisini ansa eftir, at vit ikki blíva alt for góð við tey tingini, sum vit longu eiga. (Matt. 6:19, 24) So hvørt sum endin á hesi heimsskipanini nærkast, noyðast vit at velja, um vit vilja líta á Jehova ella á tað, sum vit eiga.

VIT MUGU HALDA ÚT

15. Hví kravdi tað nakað av teimum kristnu í Judea at halda út?

15 Av tí at viðurskiftini í Judea bara versnaðu, kravdi tað nakað av teimum kristnu, viss tey skuldu halda út í tænastuni fyri Jehova. (Hebr. 10:36) Nøkur av teimum høvdu longu upplivað harða forfylging, men nógv høvdu ikki. Paulus minti tey á, at tey máttu vera fyrireikað upp á verri forfylging og vera villig at doyggja fyri sína trúgv, akkurát sum Jesus var. (Hebr. 12:4) So hvørt sum kristindómurin breiddi seg, blivu jødiskir mótstøðumenn meira og meira aggressivir og fanatiskir. Bara nøkur fá ár, áðrenn Paulus skrivaði brævið til hebreararnar, bleiv hann álopin av eini uppøstari mannamúgvu í Jerusalem. Meiri enn 40 jødar settu „sær fyri, at teir skuldu hvørki leska vátt ella turt, fyrrenn teir høvdu dripið Paulus“. (Áps. 22:22; 23:12-14) Hóast tey kristnu blivu hatað og forfylgd, máttu tey blíva við at koma saman á møtum, boða tey góðu tíðindini og halda sína trúgv sterka.

16. Hvussu kann Hebrearabrævið hjálpa okkum at hava ta røttu áskoðanina á mótstøðu og forfylging? (Hebrearabrævið 12:7)

16 Hvat kundi hjálpa teimum kristnu í Judea at halda út, tá ið tey fingu mótstøðu ella blivu forfylgd? Paulus visti, at tey høvdu brúk fyri at hava ta røttu áskoðanina á royndirnar. Hann greiddi frá, at Jehova viðhvørt loyvir, at vit koma út fyri royndum, og at tað kann vera við til at upplæra okkum. (Les Hebrearabrævið 12:7.) Ein sovorðin upplæring kann hjálpa okkum at arbeiða upp á nakrar viktigar eginleikar. So viss tey kristnu í Judea fokuseraðu upp á tað góða, sum kundi koma burtur úr royndunum, fór tað at vera lættari hjá teimum at halda út. – Hebr. 12:11.

17. Hvat visti Paulus um forfylging?

17 Paulus segði, at tey kristnu máttu vera djørv og ikki geva upp, tá ið tey blivu forfylgd. Og Paulus visti, hvat hann tosaði um. Hann hevði sjálvur verið við til at forfylgja teimum kristnu fyrr í tíðini og visti, hvussu illa tey blivu viðfarin. Hann visti eisini, hvussu tað var at blíva forfylgdur. Hann hevði jú sjálvur fingið nógva ymiska mótstøðu, aftan á at hann var blivin kristin. (2. Kor. 11:23-25) So Paulus var tann rætti at siga, hvat skuldi til fyri at halda út. Hann minti tey á, at tey ikki skuldu líta á seg sjálvi, men á Jehova. Paulus kundi siga við sannføring: „Harrin er hjálpari mín, eg skal ikki óttast.“ – Hebr. 13:6.

18. Hvat vita vit um framtíðina, og hvat eigur tann vitanin at fáa okkum at gera nú?

18 Fleiri av okkara brøðrum og systrum verða forfylgd í løtuni. Vit kunnu vísa, at vit elska tey við at biðja fyri teimum. Og viðhvørt kunnu vit kanska gera okkurt praktiskt fyri tey. (Hebr. 10:33) Men vit mugu minnast til, at Bíblian sigur, at „øll, sum vilja liva gudiliga í Kristi Jesusi, skulu verða atsøkt“. (2. Tim. 3:12) Tí mugu vit øll fyrireika okkum upp á tað, sum fer at henda í framtíðini. Vit mugu líta fult og fast á, at Jehova fer at hjálpa okkum at klára eina og hvørja roynd. Hann fer skjótt at beina fyri øllum, sum ger lívið trupult hjá teimum, sum tæna honum. – 2. Tess. 1:7, 8.

19. Hvussu kunnu vit fyrireika okkum til ta stóru trongdina? (Hygg eisini at myndini.)

19 Brævið, sum Paulus skrivaði til tey kristnu í Judea, hjálpti teimum heilt sikkurt at fyrireika seg til royndirnar, sum fóru at koma. Paulus eggjaði teimum til at kanna Guds orð væl, so tey skiltu tað betur. Tað fór at hjálpa teimum at uppdaga og avvísa lærur, sum kundu skaða trúnna hjá teimum. Hann eggjaði teimum til at styrkja sína trúgv, so tey vóru skjót at fylgja vegleiðingini frá Jesusi og teimum, sum gingu á odda í samkomuni. Og hann hjálpti teimum at halda út í royndum og at síggja royndirnar sum ein møguleika at fáa upplæring frá Jehova. Vit mugu eisini gera okkara besta fyri at fylgja hesum ráðunum í Bíbliuni, so vit kunnu vera trúføst og halda út til endan. – Hebr. 3:14.

Tey kristnu, sum hildu út, fingu nógvar signingar. Tey blivu við at koma saman, aftan á at tey vóru flýdd úr Judea. Hvat kann tað læra okkum? (Sí stykki 19)

SANGUR NR. 126 Verið vakin, føst og mennist!

a Bara í fyrsta kapitli siterar Paulus í minsta lagi sjey ferðir úr Hebraisku skriftunum fyri at vísa, at tann mátin, tey kristnu tilbóðu Jehova uppá, var nógv betri enn tann mátin, jødarnir tilbóðu hann uppá. – Hebr. 1:5-13.