LESTRARGREIN 36
SANGUR NR. 89 Hoyr, akta og fá signing
Lat Bíbliuna ávirka títt lív
„Verið gerarar orðsins og ikki bert hoyrarar tess.“ – JÁK. 1:22.
HØVUÐSTANKIN
Henda greinin fer at geva okkum hug at lesa í Bíbliuni hvønn dag, at hugsa um tað, sum vit lesa, og at brúka tað í okkara dagligdegi.
1-2. Hví eru tey, sum tæna Jehova, lukkulig? (Jákupsbrævið 1:22-25)
JEHOVA og Jesus vilja, at vit skulu vera lukkulig. Í Sálmi 119:2 stendur: „Sæl eru tey, ið akta eftir vitnisburðum Hansara, tey, ið søkja Hann av øllum hjarta sínum.“ Og Jesus segði: „Sæl eru tey, sum hoyra orð Guds og goyma tað!“ – Luk. 11:28.
2 Vit, sum tæna Jehova, eru lukkulig. Og tað eru nógvar grundir til tað. Ein av teimum er, at vit lesa regluliga í Bíbliuni og royna at brúka tað, sum vit læra. – Les Jákupsbrævið 1:22-25.
3. Hví er tað gott fyri okkum at brúka tað, sum vit lesa í Bíbliuni?
3 Tað hevur nógvar fyrimunir, at vit lata Bíbliuna ávirka okkara lív. Eitt er, at Jehova verður glaður, og tað ger, at vit eisini verða glað. (Præd. 12:13) Og tá ið vit fylgja teimum góðu ráðunum í Bíbliuni, fáa vit eitt betri familjulív og eitt tættari samband við okkara trúarfelagar. Tað hevur tú sikkurt sjálvur upplivað. Haraftrat sleppa vit undan nógvum av teimum trupulleikunum, sum mann ofta fær, tá ið mann ikki fylgir vegleiðingini frá Jehova. Vit eru samd í tí, sum Dávid kongur skrivaði í einum sangi. Aftan á at hann hevði nevnt Guds lógir, fyriskipanir og lógboð, segði hann: „Tann, ið heldur tey, hevur stóra løn.“ – Slm. 19:8-12.
4. Hví er tað ikki altíð so lætt at lesa í Bíbliuni og brúka tað, sum stendur í henni?
4 Tað er ikki altíð so lætt at fáa tíð til at lesa í Bíbliuni og brúka tað, sum vit læra. Tey flestu av okkum hava úr at gera í dagligdegnum, og tí mugu vit seta tíð av til at lesa og kanna Guds orð. Í hesi greinini fáa vit nøkur uppskot, sum kunnu hjálpa okkum at fáa okkara bíbliulesing í eina fasta legu. Vit koma eisini inn upp á, hvat kann hjálpa okkum at hugsa um tað, sum vit lesa, so vit skilja, hvat Jehova vil hava okkum at gera. Og at enda fara vit at kanna, hvussu vit kunnu brúka tað, sum vit læra, í okkara lívi.
SET TÍÐ AV TIL AT LESA Í BÍBLIUNI
5. Hvat mugu vit brúka tíð uppá?
5 Tey flestu av okkum hava úr at gera. Vit brúka nógva tíð upp á tað, sum Bíblian sigur, at vit skulu gera. Til dømis arbeiða tey flestu av okkum fyri at forsyrgja okkum sjálvum og familjuni. (1. Tim. 5:8) Nógv taka sær av nøkrum í familjuni, sum eru sjúk ella eldri. Og vit mugu øll ansa eftir okkara egnu heilsu, sum eisini tekur tíð. Umframt alt tað hava vit ymiskar uppgávur í samkomuni. Ein viktig uppgáva, sum vit øll hava, er at boða. So hvussu kanst tú fáa tíð til at lesa í Bíbliuni hvønn dag, hugsa um tað, sum tú lesur, og brúka tað í tínum lívi?
6. Hvat kann hjálpa okkum at fáa okkara bíbliulesing í eina fasta legu? (Hygg eisini at myndini.)
6 Tað hevur stóran týdning fyri okkum, sum tæna Jehova, at lesa í Bíbliuni, og tí er tað nakað, vit mugu raðfesta. (Fil. 1:10) Í Sálmi 1:1, 2 stendur, at mann verður lukkuligur, tá ið mann „hevur gleði sína í lóg HARRANS og grundar á lóg Hansara bæði dag og nátt“. So vit skilja, at vit mugu seta tíð av til at lesa í Bíbliuni hvønn dag. Men nær á degnum er tað best at lesa í Bíbliuni? Tað er sjálvsagt ymiskt frá persóni til persón. Men tað viktigasta er, at vit velja eina løtu, sum ger tað møguligt at fáa bíbliulesingina í eina fasta legu. Ein bróðir, sum eitur Victor, sigur: „Mær dámar væl at lesa í Bíbliuni um morgunin. Sjálvt um eg ikki eri nakað morgunmenniskja, havi eg uppdagað, at tað ikki er so nógv, sum órógvar meg akkurát tá. Eg fái hugsað meira klárt og klári betur at konsentrera meg.“ Hevur tú tað eisini soleiðis? Nær á degnum er tað best hjá tær at lesa í Bíbliuni?
HUGSA UM TAÐ, SUM TÚ LESUR
7-8. Hvat kann gera tað ringt at fáa nakað burtur úr tí, sum vit lesa?
7 Tað er viktigt at seta tíð av til at lesa í Bíbliuni, men tað er ikki altíð nokk. Hevur tú prøvað at lisið nakað og so stutt aftaná gloymt, hvat tað var, tú las? Tað hava vit nokk øll. Og tað kann eisini henda, tá ið vit lesa í Bíbliuni. Vit seta okkum kanska fyri at lesa so og so nógvar kapitlar hvønn dag. Tað er gott. Vit eiga at seta okkum mál og royna at røkka teimum. (1. Kor. 9:26) Men viss vit vilja hava so nógv sum møguligt burtur úr okkara bíbliulesing, mugu vit gera meira enn bara at lesa.
8 Vit kunnu gera eina samanbering: Plantur mugu hava vatn, viss tær skulu yvirliva. Men viss tað regnar øgiliga illa upp á stutta tíð, fáa planturnar ikki nyttu av tí. Tað er betri, at tað regnar eitt sindur í senn, so vatnið spakuliga kann seyra niður í moldina og fáa planturnar at vaksa. Upp á sama máta skulu vit ikki lesa alt for skjótt, tá ið vit lesa í Bíbliuni, tað vil siga so skjótt, at vit ikki náa at hugsa um tað, sum vit lesa, og lata tað sodna. Tí annars kann tað vera ringt at minnast tað og brúka tað í okkara lívi. – Ják. 1:24.
9. Hvat skulu vit gera, viss vit hava fingið til vana at hurra okkum ígjøgnum bíbliulesingina?
9 Hevur tú lagt merki til, at tú av og á hurrar teg ígjøgnum bíbliulesingina? Hvat skalt tú so gera? Set ferðina niður. Og royn at hugsa um tað, sum tú lesur. Heldur tú, tað er ringt? Tað behøvist tað ikki at vera. Tú kundi kanska sett meira tíð av, so tú nært at steðga á og hugsa um tað, sum tú lesur. Tað kann eisini vera, at tú velur at lesa færri vers og brúka restina av tíðini til at hugsa um tað, sum tú hevur lisið. Victor, sum bleiv siteraður fyrr í greinini, sigur: „Eg lesi ikki so nógv í senn, kanska bara ein kapittul. Og av tí at eg lesi um morgunin, havi eg møguleika fyri at hugsa um tað ígjøgnum dagin.“ Vit velja sjálvi, hvussu nógv vit vilja lesa, men tað ræður um at lesa í einum tempo, sum ger, at vit fáa tíð at steðga á og lata tað sodna. – Slm. 119:97, sí rammuna „ Spurningar at hugsa um“.
10. Hvat kann hjálpa tær at brúka tað, sum tú lesur? (1. Tessalonikabræv 5:17, 18)
10 Uttan mun til nær vit lesa í Bíbliuni, ella hvussu nógv vit lesa í senn, er tað umráðandi at hugsa um, hvussu vit kunnu brúka tað, sum vit lesa. Tá ið tú lesur eitt petti í Bíbliuni, kanst tú spyrja teg sjálvan: Hvussu kann eg brúka hetta nú ella seinni? Latið okkum siga, at tú akkurát hevur lisið 1. Tessalonikabræv 5:17, 18. (Les.) So kanst tú steðga á og hugsa um, hvussu ofta og hvussu inniliga tú plagar at biðja. Tú kanst eisini hugsa um, hvat tú ert takksamur fyri. Kanska setur tú tær fyri at takka Jehova fyri trý ávís ting. Soleiðis kanst tú við at meditera bara nakrar fáar minuttir fáa meira burtur úr bíbliulesingini og finna út av, hvussu tú kanst brúka tað í tínum lívi. Viss tú gert tað hvønn dag, verður tað so við og við lættari hjá tær at gera tað, sum Jehova vil. Men hvat skalt tú gera, viss tú følir, at tú hevur alt for nógv at arbeiða uppá?
SET TÆR RÍMILIG MÁL
11. Hví kann mann onkuntíð missa mótið?
11 Av og á tá ið tú lesur í Bíbliuni og hugsar um alt, sum tú skalt arbeiða uppá, hevur tú kanska hug at missa mótið. Ímynda tær hesa støðuna: Mánadag lesur tú í Bíbliuni um, hvussu viktigt tað er ikki at gera mannamun. (Ják. 2:1-8) Tú setur tær fyri at hugsa eitt sindur meira um, hvussu tú fert við fólki. Óført! Í bíbliulesingini týsdag lesur tú, at tað er viktigt at hugsa um, hvat mann sigur og ikki sigur. (Ják. 3:1-12) Og so gongur tað upp fyri tær, at tú viðhvørt hevur lyndi til at vera eitt sindur negativur. Tí setur tú tær fyri at royna at vera meira positivur og uppmuntrandi. Mikudag lesur tú um, hvussu viktigt tað er ikki at vera vinur við heimin. (Ják. 4:4-12) Tá kemur tú fram til, at tú noyðist at hugsa meira um, hvat undirhald tú velur. Og hósdag missir tú kanska mótið, tí tú hevur so nógv at arbeiða uppá.
12. Hví skalt tú ikki blíva keddur, viss tú uppdagar, at tú noyðist at broyta nokk so nógv? (Sí eisini undirgreinina.)
12 Tú skalt ikki blíva keddur, viss tú uppdagar, at tú noyðist at broyta nokk so nógv. Tað vísir bara, at tú ert eyðmjúkur og hevur tað rætta motivið. Tá ið vit eru eyðmjúk, royna vit at finna út av, hvussu vit kunnu blíva betri menniskju. a Vit mugu eisini minnast til, at tað er ein áhaldandi prosess at lata seg í tað nýggja menniskjað. (Kol. 3:10; sí eisini lestrarviðmerkingina „der fornyes“.) Hvat kann hjálpa okkum at blíva við at lata Bíbliuna ávirka okkara lív?
13. Hvussu kemur tú í gongd? (Hygg eisini at myndini.)
13 Set tær rímilig mál, og royn ikki at broyta alt í senn. (Orðt. 11:2) Tú kanst til dømis skriva ein lista við øllum tí, sum tú gjarna vilt arbeiða uppá. Vel síðani eitt ella tvey ting, sum tú kanst byrja við, og lat hini liggja til seinni.
14. Hvørjum kanst tú byrja við at arbeiða uppá?
14 Tú kanst kanska byrja við at arbeiða upp á okkurt, sum ikki virkar so stórt, ella sum tú heldur er neyðugt her og nú. Tá ið tú hevur sett tær fyri, hvar tú vilt byrja, kanst tú kanna ymiskt um tað í okkara lesnaði. Tú kanst til dømis brúka Watchtower Online Library og Evnisyvirlit til lesnað hjá Jehova vitnum. Bið Jehova geva tær hug og styrki til at røkka tínum málum. (Fil. 2:13) Og royn so at brúka tað, sum tú hevur lært. Tá ið tú hevur rokkið tí fyrsta málinum, fært tú sikkurt størri hug at arbeiða upp á tað næsta. Faktiskt er tað so, at tá ið tú hevur klárað at gera broytingar á einum øki, verður tað helst eisini lættari hjá tær at gera broytingar á øðrum økjum.
LAT BÍBLIUNA ÁVIRKA TEG
15. Hvør munur er á Jehova vitnum og nógvum øðrum, sum lesa í Bíbliuni? (1. Tessalonikabræv 2:13)
15 Fleiri, sum ikki eru Jehova vitni, hava lisið Bíbliuna nógvar ferðir. Men trúgva tey veruliga tí, sum stendur í henni? Hava tey latið hana ávirka sítt lív? Tað hava tey flestu tíverri ikki. Men soleiðis er tað ikki hjá okkum, sum tæna Jehova. Akkurát sum tey kristnu í fyrstu øld trúgva vit, at Bíblian er Guds orð. Og vit gera okkara besta fyri at fylgja henni. – Les 1. Tessalonikabræv 2:13.
16. Hvørjum kunnu vit vera vís í?
16 Tað er ikki altíð so lætt at fáa lisið í Bíbliuni og at fylgja tí, sum stendur í henni. Vit hava kanska ringt við at fáa tíð til tað. Tað kann eisini vera, at vit hava lyndi til at lesa for skjótt og ikki hugsa um tað, sum vit lesa. Ella vit missa mótið, tí vit føla, at vit hava so nógv at arbeiða uppá. Óansæð hvat av hesum tú heldur vera avbjóðandi, kann Jehova hjálpa tær. Latið okkum tí taka ímóti hjálpini frá Jehova, so vit gera tað, sum hansara orð sigur, og ikki bara hoyra tað. Vit kunnu vera vís í, at vit verða lukkulig, tá ið vit lesa í Bíbliuni og lata hana ávirka okkara lív. – Ják. 1:25.
SANGUR NR. 94 Gleði um Guds orð
a Hygg at videonum Hvat siga tínir javnaldrar? – Bíbliulesing á jw.org.