TIL UNG FÓLK
9. Samleiki
HVAT VIL TAÐ SIGA?
Samleikin hjá tær er nógv meira enn navn og útsjónd. Hann fevnir eisini um, hvat tú heldur vera rætt og skeivt, hvat tú trýrt upp á, og hvussu tú ert sum persónur, ja, um alt sum ger, at tú ert tú.
HVÍ HEVUR TAÐ TÝDNING?
Tá ið tú veitst, hvør tú ert, og hevur tað gott við tí, fert tú ikki at lata onnur stýra tær, nei, tú fert at halda fast við tað, sum tú heldur er rætt.
„Nógv eru sum mannequindukkur í einum handilsvindeyga. Tey velja ikki sjálvi, hvørji klæðir tey fara í.“ – Adrian.
„Eg havi lært at halda fast við tað, sum eg haldi er rætt, eisini tá ið tað er ringt. Tá ið eg havi tað gott saman við øðrum og føli, at tey virða mínar normar, veit eg, at tað eru mínir sonnu vinir.“ – Courtney.
MEGINREGLA Í BÍBLIUNI: „Tit skulu ikki laga tykkum eftir tíðarrákinum, men latið Guds Anda broyta hugsanir og vanar tykkara.“ – Rómbrævið 12:2, Nýggi Sáttmálin.
HVAT KANST TÚ GERA?
Hugsa um, hvør tú ert nú, og um hvør tú gjarna vilt vera. Tú kanst hugsa um, hvørjar styrkir, veikleikar og meiningar tú hevur. Her eru nakrir spurningar, sum kunnu hjálpa tær:
Sterkar síður: Hvat dugi eg væl? Hvørjar sterkar síður havi eg? Komi eg til dømis til tíðina? Havi eg sjálvstamarhald? Eri eg arbeiðssamur? Eri eg gávumildur? Hvat geri eg, sum er gott?
PREI: Heldur tú, at tað er ringt at síggja nakað gott við tær sjálvum? Spyr foreldrini ella ein góðan vin, hvørjar sterkar síður tey halda, at tú hevur.
MEGINREGLA Í BÍBLIUNI: „Ein og hvør royni sítt egna verk! Tá skal hann hava rós sítt, bert eftir tí, sum hann sjálvur er, og ikki eftir tí, sum annar er.“ – Galatiabrævið 6:4.
Veikar síður: Hvørjar síður av mínari persónligheit skal eg arbeiða mest upp á? Nær føli eg meg freistaðan at gera nakað skeivt? Á hvørjum økjum kann eg vísa størri sjálvstamarhald?
MEGINREGLA Í BÍBLIUNI: „Siga vit, at vit hava ikki synd, so dára [ella lumpa] vit okkum sjálv.“ – 1. Jóhannesarbræv 1:8.
Meiningar: Hvørjar moralnormar havi eg, og hví? Hvat haldi eg er skeivt at gera, og hví? Trúgvi eg upp á Gud? Um so er, hvat hevur so sannført meg um, at hann er til? Hvat haldi eg fer at henda í framtíðini?
MEGINREGLA Í BÍBLIUNI: „Skil skal halda vakt yvir tær, vit skal vera verja tín.“ – Orðtøkini 2:11.