Inngangur
12 góð ráð um familjulívið
Ofta hoyra vit um, hvussu ringt tað kann vera at fáa familjulívið at rigga í dag. Men hvat hjálpir teimum, sum fáa tað at rigga?
Talið á hjúnum, sum blivu skild í USA millum 1990 og 2015, tvífaldaðist hjá fólki yvir 50 og trífaldaðist hjá teimum yvir 65.
Nógv foreldur ivast í, hvussu tey skulu uppala síni børn. Nakrir serfrøðingar siga, at børn bara skulu hava rós, meðan aðrir siga, at tey skulu uppalast upp á ein strangan máta.
Nógv ung fara inn í vaksnamannalívið uttan ta vitanina, tey hava brúk fyri.
Men faktiskt …
kann hjúnabandið vera gott og varandi
kunnu foreldur uppala síni børn og samstundis vísa teimum kærleika
kunnu ung læra tað, sum tey hava brúk fyri í vaksnamannalívinum
Henda útgávan av Vaknið! vísir á 12 góð ráð um familjulívið.