Hví hava vit brúk fyri Guds ríki?
Tá ið tey fyrstu menniskjuni blivu skapt, var tað bara ein, sum stjórnaði, og tað var skaparin, sum eitur Jehova. Hann stjórnaði upp á ein kerligan máta. Hann gav menniskjunum eitt gott stað at búgva – ein vakran hava, sum varð nevndur Eden. Har var gott at vera. Tey høvdu nokk at eta og eisini nógv gott at gera. (1. Mósebók 1:28, 29; 2:8, 15) Viss tað framvegis var Gud, sum ráddi yvir jørðini, so hevði tað verið friður allastaðni.
Bíblian vísir, at ein óndur eingil, sum seinni bleiv nevndur Satan Djevulin, segði, at Gud ikki hevði rætt til at stjórna yvir menniskjunum. Hann segði, at menniskjuni høvdu havt tað betri, viss Gud ikki ráddi yvir teimum. Tíverri lurtaðu tey fyrstu menniskjuni, Ádam og Eva, eftir Satani og gjørdu harvið uppreistur ímóti Gudi. – 1. Mósebók 3:1-6; Opinberingin 12:9.
Av tí at Ádam og Eva ikki vildu hava Gud at ráða yvir sær, sluppu tey ikki at búgva í paradísinum longur. Og tey mistu sína góðu heilsu og møguleikan at liva um ævir. (1. Mósebók 3:17-19) Tað, sum tey gjørdu, fekk eisini avleiðingar fyri børnini, sum tey fingu seinni. Bíblian sigur, at ’deyðin kom inn í heimin við syndini’, tá ið Ádam gjørdi uppreistur. (Rómbrævið 5:12) Syndin hevur eisini havt aðrar ræðuligar avleiðingar. Bíblian sigur: „Eitt menniskja ræður yvir øðrum, tí til vanlukku.“ (Prædikarin 8:9) Við øðrum orðum hevur tað nógv keðiligt við sær, tá ið menniskju ráða yvir hvørjum øðrum.
MENNISKJU BYRJA AT RÁÐA
Bíblian sigur, at Nimrod var tað fyrsta menniskjað, sum fekk vald her á jørðini. Hann gjørdi uppreistur og vildi ikki hava, at Jehova skuldi ráða yvir menniskjunum. Líka síðani tá hava stjórnarar á jørðini misbrúkt sítt vald. Fyri umleið 3.000 árum síðani skrivaði Sálomon kongur: „Eg sá hini kúgaðu gráta, og eingin troystaði tey; eg sá yvirgangskropparnar nýta vald móti teimum.“ – Prædikarin 4:1.
Støðan er tann sama í dag. Í eini grein, sum ST gav út í 2009, stendur: „Ein av høvuðsorsøkunum til, at so nógv ónt hendir í samfelagnum í dag, er vánaligt stýri.“
SKJÓTT KEMUR BROYTING Í
Tað er eingin ivi um, at heimurin hevur brúk fyri betri leiðarum og eini betri stjórn. Og tað er akkurát tað, sum skaparin hevur lovað okkum.
Gud hevur stovnað eitt ríki, eina stjórn, sum kemur í staðin fyri allar mannastjórnir. Og hetta ríkið skal „standa fast í allar ævir“. (Dániel 2:44) Tað er tað ríkið, sum milliónir hava biðið um. (Matteus 6:9, 10) Men Gud fer ikki sjálvur at ráða í hesum ríkinum. Nei, hann hevur valt ein, sum hevur livað sum menniskja. Hvør er tað?