Tað er gott at kenna Jehova
Tað er gott at kenna Jehova
KUNDI lívið hjá tær verið betri, enn tað er? Nógv hava funnið út av, at tey fáa eitt nógv betri lív, tá ið tey kenna Gud. Tað kundi eisini hjálpt tær – bæði nú og í framtíðini.
Jehova Gud, sum er høvundur Bíbliunnar, vil, at vit skulu kenna hann. Eitt sálmaskald skrivaði: „Lat teir sanna, at eingin uttan Tú eitur HARRIN [Jehova, New World Translation], hin hægsti yvir allari jørðini!“ Gud veit, at tað er gott fyri okkum at kenna hann. „Eg eri HARRIN Gud tín, sum lærir teg at gera tað, ið er tær til gagn.“ Hvussu gagnar tað okkum at kenna Jehova? – Sálmur 83:19; Esaias 48:17.
Tá ið vit læra Jehova at kenna, fáa vit hjálp til at loysa trupulleikar í gerandisdegnum, vit fáa eina trygga vón fyri framtíðina, og vit fáa frið í sinnið. Vit fáa eisini svar upp á lívsins stóru spurningar, sum nógv hugsa um í dag. Hvat eru tað fyri spurningar?
Er nøkur meining við lívinum?
Sjálvt um framstigini hava verið stór á tøkniliga økinum, seta fólk framvegis tann sama grundleggjandi spurningin: ’Hvat er meiningin við lívinum?’ Viss vit ikki finna eitt nøktandi svar, verða vit ongantíð heilt lukkulig. Ein kanning, sum var gjørd í Týsklandi síðst í 1990’unum, bendir á, at tað er nokkso vanligt, at fólk stríðast við tann spurningin. Helvtin av teimum spurdu svaraði, at tey ofta ella onkuntíð høvdu kensluna av, at lívið onga meining hevði. Hevur tú tað eisini soleiðis?
Tá ið vit ikki halda, at lívið gevur nakra meining, verður tað tómt, og vit klára illa at seta okkum mál fyri framtíðina. Nógv royna at finna sær eitt gott starv og tjena nógvar pengar, men kortini kunnu tey føla seg tóm og ólukkulig. Nøkur verða enntá so ólukkulig, at tey ikki tíma at liva longur. Eitt blað skrivaði um eina 31 ára gamla kvinnu, sum vaks upp í eini ovurríkari familju. Hon hevði góðar umstøður, men føldi seg kortini einsamalla og helt ikki, at hennara lív hevði nakra meining. Hon var so ólukkulig, at hon tók lívið av sær. Tú hevur kanska hoyrt líknandi frásøgur.
Summi halda, at vísindini kunnu svara øllum okkara spurningum um lívið. Eitt týskt tíðarrit sigur tó, at sjálvt um vísindini kunnu greiða okkum frá nógvum, so kunnu tey ikki hjálpa okkum at svara andaligum og moralskum spurningum. Hvørki menningarlæran ella onnur vísindalig ástøði kunnu geva troyst og tryggleika. Vísindini hava lært okkum nógv, men tey kunnu ikki siga okkum, hvat meiningin er við lívinum. Eitt týskt tíðindablað skrivaði, at fólk ongantíð fyrr hava havt so stóran tørv á ráðum og leiðbeining sum nú.
Áttu vit kanska at spurt hann, sum hevur skapt okkum? Hann setti okkum á jørðina, so hann má vita, hví vit eru her. Bíblian forklárar, at Gud skapti okkum til at liva á jørðini og taka okkum av henni. Hann vil, at vit skulu royna at vera rættvís, vís og kerlig líkasum hann. Tá ið vit skilja, hví Jehova skapti okkum, vita vit, hví vit eru her. – 1. Mósebók 1:26-28.
Hvat kanst tú gera?
Hvat kanst tú gera, um tú ikki hevur funnið meiningina við lívinum? Bíblian mælir tær til at læra Jehova at kenna. Jesus segði: „Hetta er hitt æviga lív, at tey kenna Teg, hin einasta sanna Gud, og tann, ið Tú sendi, Jesus Kristus.“ Bíblian eggjar tær eisini til at vísa kærleika og vísa, at tú fegin vilt liva, tá ið Guds ríki ræður á jørðini. Tá fert tú at hava eitt gott lív og eina góða og trygga framtíðarvón. Og tá hevur tú eisini fingið svar upp á lívsins stóru spurningar. – Jóhannes 17:3; Prædikarin 12:13.
Ger tað nakran mun? Latið okkum vita, hvussu tað hjálpti einum manni, sum eitur Hans. * Hans trúði, at Gud var til, men legði ikki so nógv í tað. Lívið hjá honum snúði seg bara um rúsevni, konufólk, kriminalitet og motorsúkklur. Hann sigur: „Kortini var lívið tómt, og eg var ikki lukkuligur.“ Hans var mitt í 20’unum, tá ið hann setti sær fyri at fáa nakað at vita um Gud og fór at lesa í Bíbliuni. Tá ið hann lærdi Jehova at kenna og skilti, hvat meiningin er við lívinum, broytti hann seg fullkomiliga og bleiv doyptur sum eitt Jehova vitni. Tey seinastu tíggju árini, hevur hann verið fulltíðarboðari. Hann sigur: „Einki er sum at tæna Jehova. Lívið fekk meining, tá ið eg lærdi hann at kenna.“
Hvat meiningin er við lívinum, er sjálvandi ikki tað einasta, fólk hugsa um. So hvørt sum viðurskiftini í heiminum versna, eru fleiri og fleiri farin at hugsa um ein annan spurning.
Hví hendir so nógv ónt?
Tá ið okkurt keðiligt hendir, spyrja tey, sum verða rakt, ofta: ’Hví?’ Tá ið tú skilur, hví vanlukkur henda, verður tað lættari at liva við tí uttan at blíva beiskur. Hugsa til dømis um tað, sum hendi eini kvinnu, sum eitur Bruni.
Bruni sigur frá: „Fyri nøkrum árum síðani misti eg lítlu dóttur mína. Eg trúði á Gud, so eg fór til prestin at finna mær ugga. Hann fortaldi mær, at Gud hevði tikið Susanne upp til sín, og at hon nú var ein eingil. Eg var knúst og hataði Gud, tí hann hevði tikið hana frá mær.“ Bruni syrgdi og hevði tað ringt í fleiri ár. „So vísti eitt Jehova vitni mær í Bíbliuni, at eg onga grund hevði til at hata Gud. Hann hevði ikki tikið Susanne, og hon var ikki blivin ein eingil. Hon bleiv sjúk vegna tann ófullkomileikan, sum øll menniskju hava arvað. Susanne svevur í deyðanum og bíðar eftir, at Jehova skal geva henni eina uppreisn. Eg fekk eisini at vita, at hann skapti menniskjuni til at liva í allar ævir í einum paradísi á jørðini, og at tað verður í nærmastu framtíð. Tá ið eg skilti, hvussu Jehova veruliga er, bleiv eg góð við hann, og sorgin bleiv lættari at bera.“ – Sálmur 37:29; Ápostlasøgan 24:15; Rómbrævið 5:12.
Milliónir kring heimin líða neyð, og orsakirnar eru ymiskar, til dømis persónligir trupulleikar, kríggj, hungursneyð ella náttúruvanlukkur. Tað var ein lætti hjá Bruni at skilja, at Jehova ikki er atvoldin til vanlukkur, at hann ongantíð hevði ætlað, at menniskjuni skuldu líða neyð, og at hann skjótt fer at gera enda á øllum óndskapi. Vit síggja, at viðurskiftini í heiminum versna, og tað vísir okkum, at vit liva á „síðstu døgum“. Vit vilja øll, at støðan skal batna, og tað ger hon í nærmastu framtíð. – 2. Timoteusarbræv 3:1-5; Matteus 24:7, 8.
Hvussu læra vit Gud at kenna?
Hans og Bruni trúðu á Gud uttan at vita nakað serligt um hann. Tá ið tey settu sær fyri at læra Jehova at kenna, fingu tey svar upp á sínar spurningar. Tey fingu frið í sinnið og vón um eina betri framtíð. Hetta hava fleiri milliónir Jehova vitni upplivað.
Tá ið vit skulu læra Jehova at kenna, mugu vit byrja við at kanna Bíbliuna, tí hon fortelur okkum nógv um hann og um, hvat hann væntar av okkum. Fyri umleið 2.000 árum síðani skrivaði læknin og søguskrivarin Lukas, at tey, sum hoyrdu til samkomuna í Berøa, ’tóku ímóti orðinum við allari vælvild og dagliga rannsakaðu skriftirnar fyri at síggja, um hetta var so’. – Ápostlasøgan 17:10, 11.
Tey fyrstu kristnu savnaðust í samkomum. (Ápostlasøgan 2:41, 42, 46; 1. Korintbræv 1:1, 2; Galatiabrævið 1:1, 2; 2. Tessalonikabræv 1:1) Tað gera Jehova vitni eisini í dag. Tey koma saman á møtum, sum hjálpa teimum at fáa tættari samband við Jehova og at tæna honum við gleði. Møtini hava eisini aðrar fyrimunir. Jehova vitni vilja fegin taka eftir Gudi sínum, Jehova. Tá ið tú gongur á møti hjá teimum, hjálpir tað eisini tær at taka eftir hansara góðu eginleikum, og tú lærir hann uppaftur betur at kenna. – Hebrearabrævið 10:24, 25.
Loysir tað seg at gera sær so stóran ómak fyri at koma at kenna Gud? Tað er rætt, at tað krevur nakað av okkum, men er tað ikki ofta soleiðis her í lívinum? Hugsa um, hvat fólk gera fyri at vinna í stórum altjóða ítróttakappingum. Ein ítróttamaður sigur: „Tú ert noyddur at byrja fyrireikingarnar til kappingina tíggju ár frammanundan og arbeiða hart hvønn dag øll árini.“ Tey brúka altso fleiri ár av lívinum fyri at vera við í einari kapping, sum kanska bara tekur tíggju minuttir! Hvussu nógv betur man tað so ikki loysa seg at læra Jehova at kenna?
Tú verður tættari knýttur at Gudi
Øll vilja gjarna fáa tað besta burtur úr lívinum. So viss tú ikki heldur, at lívið hjá tær hevur nakra meining, ella tú hugsar um, hví so nógv ónt hendir, mást tú gera nakað fyri at læra Jehova at kenna. Tá ið tú gert tað, fært tú eitt betri lív longu nú og í allar ævir.
Vit kunnu blíva við at læra nakað um Jehova. Tey, sum hava tænt honum í nógv ár, undrast á, hvussu nógv tey hava lært og framvegis læra um hann. Tað ger okkum glað og knýtir okkum tættari at honum. Kanska fert tú at siga sum Paulus, ið skrivaði: „Á ríkdómsdjúp vísdóms og kunnskapar Guds! Hvussu óútgrundandi eru ikki dómar Hansara, og órannsakandi vegir Hansara! Tí hvør hevur kent sinni Harrans, og hvør varð ráðgevari Hansara!“ – Rómbrævið 11:33, 34.
[Undirgrein]
^ stk. 12 Nøvnini eru broytt.
[Tekstsendurgeving]
Fólk spyrja framvegis: ’Hvat er meiningin við lívinum?’
[Tekstsendurgeving]
„Tá ið eg skilti, hvussu Jehova veruliga er, bleiv eg góð við hann“
[Tekstsendurgeving]
„Einki er sum at tæna Jehova. Lívið fekk meining, tá ið eg lærdi hann at kenna“