Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

Hvat kunnu vit læra av undrunum hjá Jesusi?

Hvat kunnu vit læra av undrunum hjá Jesusi?

Hvat kunnu vit læra av undrunum hjá Jesusi?

BÆÐI lærisveinarnir og onnur vóru heilt ovfarin av undrunum, sum Jesus gjørdi, meðan hann var á jørðini. (Markus 2:12; 4:41; 6:51; Lukas 9:43) Men tú hugsar kanska: ’Hendu hesi undrini veruliga?’

Vóru undrini veruliga frá Gudi?

Sambært Bíbliuni vóru undrini hjá Jesusi ikki gandakynstur. Jesus gjørdi hesi undurverkini við kraft frá Gudi. Til dømis rak hann ein illan anda úr einum dreingi. (Lukas 9:37-43) Hjá hinum alvalda Gudi, sum hevur ’stóra kraft’, er tað einki problem at gera sovorðið! – Esaias 40:26.

Evangeliini nevna meira enn 30 undur hjá Jesusi. Men vit vita, at hann gjørdi nógv fleiri enn tað. Til dømis stendur um Jesus í Matteus 14:14: ’Hann sá nógv fólk; og honum tykti hjartaliga synd í teimum, og hann grøddi tey av teimum, sum vóru sjúk.’ Vit fáa ikki at vita, hvussu nógv fólk hann grøddi um hetta mundið.

Undrini, sum Jesus gjørdi, vístu týðiliga, at hann var sonur Guds, hin lovaði Messias. Bíblian vísir, at Jesus fekk kraft frá Gudi til at gera undur. Pætur ápostul umrøddi Jesus sum ein mann, „ið av Gudi varð prógvaður fyri tykkum við kraftargerðum, undrum og teknum, sum Gud við Honum gjørdi mitt ímillum tykkara – so sum tit sjálvir vita“. (Ápostlasøgan 2:22) Eina aðru ferð segði Pætur um Jesus: „Gud salvaði Hann við Heilaga Andanum og kraft, Hann, sum gekk um og gjørdi væl og grøddi øll, ið Djevulin hevði fingið vald á – tí Gud var við Honum.“ – Ápostlasøgan 10:37, 38.

Uppgávan hjá Jesusi fevndi bæði um at undirvísa og gera kraftargerðir. Markus 1:21-27 vísir, hvussu læran og eitt av undrunum hjá Jesusi ávirkaðu mannamúgvuna. Í ørindi 22 stendur, at mannamúgvan var „sligin av undran um læru Hansara“. Og í ørindi 27 stendur, at fólk vórðu „ovfarin“, tá ið hann rak ein illan anda út. Bæði boðskapurin og undurverkini hjá Jesusi prógvaðu, at hann var tann lovaði Messias.

Jesus segði seg ikki bara vera tann lovaði Messias, men vísti tað bæði í orði og verki. Tá ið onnur settu spurnartekn við hansara myndugleika, svaraði hann: „Eg havi tann vitnisburð, sum er størri enn tann, ið Jóhannes [doyparin] bar; tí verkini, ið Faðirin hevur givið Mær at fullføra – júst hesi verk, ið Eg geri – vitna um Meg, at Faðirin hevur sent Meg.“ – Jóhannes 5:36.

Prógv um, at undrini veruliga hendu

Hví kunnu vit vera vís í, at undrini hjá Jesusi veruliga hendu? Latið okkum kanna málið.

Tá ið Jesus gjørdi undur, tók hann ongantíð sjálvur æruna fyri tað. Nei, hann syrgdi altíð fyri at geva Gudi æruna fyri undrini. Áðrenn Jesus til dømis grøddi ein blindan mann, vísti hann á, at grøðingin skuldi fara fram, ’fyri at verk Guds skuldu verða opinberað á honum’. – Jóhannes 9:1-3; 11:1-4.

Jesus var øðrvísi enn onnur, sum søgdu seg kunna gera undurverk. Hann brúkti ongantíð hypnosu, svik, gandakynstur ella kensluborin ritual, tá ið hann grøddi fólk. Legg merki til, hvussu einfalt tað var, tá ið Jesus grøddi tveir blindar menn. Frásøgan sigur: „Jesusi [tykti] hjartaliga synd í teimum, og Hann nam við eygu teirra. Við tað sama fingu teir sjónina aftur; og teir fylgdu Honum.“ (Matteus 20:29-34) Tá ið Jesus gjørdi hetta undrið, var tað ikki fyri at imponera onnur. Hann gjørdi síni undur alment, og ofta vóru nógv eygnavitni til staðar. Hann brúkti ikki serligt ljós, ein pall ella rekvisittir. Tað má sigast at vera øðrvísi enn fólk í dag, sum siga seg kunna gera undur, men ikki kunnu prógva tað. – Markus 5:24-29; Lukas 7:11-15.

Jesus grøddi ofta fólk, sum longu høvdu víst trúgv á hann, men sjálvt um onkur ikki hevði trúgv, kundi Jesus kortini grøða viðkomandi. Tá ið hann var í býnum Kapernaum í Galilea, blivu ’mong førd til Hansara, sum vóru sett av illum andum; og Hann rak út andarnar við orði og grøddi øll hini sjúku’. – Matteus 8:16.

Jesus gjørdi undurverk fyri at hjálpa fólki, ikki fyri at imponera tey. (Markus 10:46-52; Lukas 23:8) Og hann gjørdi tað ongantíð fyri sjálvur at fáa nakað burturúr. – Matteus 4:2-4; 10:8.

Kunnu vit líta á evangeliini?

Vit lesa um undrini hjá Jesusi í teimum fýra evangeliunum. Kunnu vit veruliga líta á tað, sum hesar frásøgurnar siga um undrini? Ja, tað kunnu vit!

Nógv fólk sóu undrini, sum Jesus gjørdi. Og nøkur av evangeliunum blivu skrivað, meðan tey flestu av hesum eygnavitnunum enn vóru á lívi. Í bókini The Miracles and the Resurrection stendur: „Tað hevði verið skeivt at sagt, at teir, sum skrivaðu evangeliini, lugu um undrini fyri at ávirka onnur við sínum hugsanum. Teir vóru ærligir skrivarar.“

Jødarnir, sum vóru ímóti teimum kristnu, søgdu ongantíð, at undrini, sum vit lesa um í evangeliunum, ikki hendu. Men teir søgdu, at tað vóru illir andar, sum hjálptu Jesusi at gera undurverk. (Markus 3:22-26) Og tey, sum seinni í tíðini funnust at teimum kristnu, kundu heldur ikki prógva, at undrini hjá Jesusi ikki vóru farin fram. Tvørturímóti vóru skjøl til, bæði í fyrstu og aðru øld, sum vístu til undurverkini hjá Jesusi. Tað er týðiligt, at vit kunnu líta á tað, sum vit lesa í evangeliunum um hesi undrini.

Hvussu var Jesus?

Fyri at skilja undrini, sum vit lesa um í evangeliunum, mugu vit kenna mannin, sum gjørdi hesi undrini. Evangeliini vísa, at Jesus elskaði menniskju, og at hann virkuliga føldi við teimum.

Til dømis kom ein spitalskur maður til Jesus og bønaði hann um at hjálpa sær og segði: „Vilt Tú, so kanst Tú gera meg reinan!“ Jesus tók hjartaliga synd í honum. Hann rætti hondina út og nam við tann spitalska mannin og segði: „Eg vil; verð reinur!“ Maðurin bleiv frískur beinanvegin. (Markus 1:40-42) Hetta vísir, at Jesus gjørdi undurverk, tí hann elskaði menniskju og hevði umsorgan fyri teimum.

Hvat hendi, tá ið Jesus møtti einum líkfylgi, sum kom út úr býnum Nain? Ungi maðurin, sum var deyður, var einasti sonurin hjá einari einkju. Jesus tók hjartaliga synd í henni og fór yvir til hennara. Hann segði við hana: „Grát ikki!“ Og so reisti hann sonin hjá henni upp frá deyðum. – Lukas 7:11-15.

Tá ið vit lesa um undrini hjá Jesusi, verða vit so glað, tí vit síggja, at hann virkuliga vildi hjálpa fólki. Men hesi undrini geva okkum eisini eina vón fyri framtíðina. Í Hebrearabrævinum 13:8 stendur: „Jesus Kristus er hin sami í gjár og í dag og í allar ævir.“ Hann er kongur í himli nú, og hann fer at gera nógv fleiri undur í framtíðini, enn tá ið hann var á jørðini. Skjótt fer Jesus at brúka sína kraft til at grøða tey, ið akta Gud. Jehova vitni vilja gjarna hjálpa tær at læra meira um hesa vónina um eina góða framtíð.

[Mynd]

Jesus gjørdi undur við kraft frá Gudi

[Mynd]

Jesus var góður við fólk