Vit kunnu seta okkum andalig mál, sum æra skaparan
Vit kunnu seta okkum andalig mál, sum æra skaparan
„Eingin ætt er góð hjá honum, sum ikki veit, hvørjari havn hann stevnir eftir.“ Hesi orðini eigur ein rómverskur filosoffur úr fyrstu øld, og tey vísa, at mann má seta sær nøkur mál, viss mann skal koma nakran veg.
Í Bíbliuni lesa vit um nógv fólk, sum settu sær mál og gjørdu nakað fyri at røkka teimum. Tað tók Nóa eini 50 ár at smíða eina ørk, „húsi sínum til frelsu“. Profeturin Móses „hugdi fram móti lønini“. (Hebrearabrævið 11:7, 26) Og Jehova gav Josva til uppgávu at hertaka Kána’ansland. – 5. Mósebók 3:21, 22, 28; Josva 12:7-24.
Paulus ápostul setti sær eisini mál. Hann visti, at Jesus hevði sagt, at ’evangelium ríkisins skuldi verða prædikað um alt jarðarríki’. (Matteus 24:14) Paulus fekk boð um at fortelja øðrum tjóðum um Jesus, og hann var við til at stovna samkomur í fleiri londum. – Ápostlasøgan 9:15; Kolossebrævið 1:23.
Tey, sum tæna Jehova, hava altíð sett sær mál, og tað hevur verið til æru fyri hann. Hvussu kunnu vit í dag seta okkum andalig mál? Hvørji mál kunnu vit seta okkum, og hvat kunnu vit gera fyri at røkka teimum?
Motivið má vera rætt
Fólk seta sær øll møgulig mál. Hjá nógvum snýr tað seg fremst av øllum um at tjena nógvar pengar og at fáa vald. Men soleiðis eigur tað ikki at vera hjá okkum, sum tæna Jehova. Vit seta okkum øðrvísi mál enn tey flestu. Vit vilja gjarna æra Jehova, og tí seta vit okkum mál, sum hjálpa okkum at tæna honum. (Matteus 6:33) Tað gera vit, tí vit elska Gud og onnur menniskju. – Matteus 22:37-39; 1. Timoteusarbræv 4:7.
Vit seta okkum kanska sum mál at gera meira í tænastuni fyri Jehova ella at gera andalig framstig á tí persónliga økinum. Motivið má tó altíð vera, at vit elska Jehova og onnur menniskju. Men sjálvt um motivið er rætt, kann tað vera ringt at gera tað, sum mann hevur sett sær fyri. Hvat kann hjálpa okkum at røkka okkara málum?
Viljin má vera til staðar
Vit kunnu læra nógv av at hugsa um, hvussu Jehova skapti alheimin. Hann býtti arbeiðið upp í ymisk tíðarskeið, sum hann rópti dagar. (1. Mósebók 1:5, 8, 13, 19, 23, 31) Fyri hvørt tíðarskeið hevði hann sett sær fyri at gera nakað ávíst, og tað gjørdi hann. (Opinberingin 4:11) Job segði einaferð um Jehova: „Tað, ið Hann hevur hug til, ger Hann.“ (Job 23:13) Jehova má virkuliga hava verið nøgdur, tá ið hann sá, at ’alt tað, ið Hann hevði gjørt, var sera gott’. – 1. Mósebók 1:31.
Viss vit skulu røkka okkara málum, mugu vit hava ein sterkan vilja. Hvussu fáa vit tað? Longu áðrenn Jehova var liðugur at skapa jørðina, visti hann, at hon fór at vera einastandandi vøkur. Viss vit gera sum Jehova og hugsa um, hvat vit kunnu fáa burtur úr at røkka einum máli, fáa vit hug at arbeiða fram ímóti tí. Tað hendi hjá 19 ára gamla Tony. Hann gloymir ongantíð fyrstu ferð, hann vitjaði eina deildarskrivstovu hjá Jehova vitnum. Hann var so hugtikin, at hann bara hugsaði um, hvussu tað hevði verið at búð har sjálvur. Av tí at hann bleiv við at hugsa um henda møguleikan, fekk hann størri og størri hug at tæna har og at gera nakað fyri at røkka tí málinum. Tá ið hann fleiri ár seinni slapp at tæna á deildarskrivstovuni, bleiv hann so glaður.
Eitt annað, vit kunnu gera fyri at fáa hug at røkka einum ávísum máli, er at vera saman við øðrum, sum longu hava klárað tað. Tá ið Jayson var fyrst í tannárunum, dámdi honum ikki so væl at boða. Men tað broyttist so við og við, og tá ið hann var liðugur við miðnámsskúlan, bleiv hann pionerur. Hvussu fekk hann hug at blíva pionerur? Hann sigur: „At tosa við aðrar pionerar og at fylgjast við teimum í boðanini var ein stór hjálp.“
Tað hjálpir at skriva tað niður
Tá ið vit seta orð á okkara tankar, verður tað lættari hjá okkum at skilja teir. Sálomon skrivaði, at tey røttu orðini kunnu hjálpa okkum at taka góðar avgerðir. (Prædikarin 12:11) Tá ið vit hava skrivað tankarnar niður, er tað lættari at minnast teir. Man tað ikki vera orsøkin til, at Jehova bað allar kongarnar í Ísrael gera sær eitt avrit av Móselógini? (5. Mósebók 17:18) Tí kann tað vera gott at skriva niður, hvørji mál vit hava, og hvussu vit ætla at røkka teimum. Vit kunnu eisini skriva teir trupulleikarnar niður, sum møguliga kunnu stinga seg upp, og hvussu vit kunnu loysa teir. Eitt annað, sum kann hjálpa okkum at røkka okkara málum, er at skaffa okkum ta vitan, sum vit hava brúk fyri, og biðja onnur hjálpa okkum.
Geoffrey hevði verið serpionerur í Asia í nógv ár, tá ið kona hansara knappliga doyði. Eitt, sum hjálpti honum í sorgini, var at seta sær andalig mál. Tá ið ein tíð var liðin, valdi hann at konsentrera seg heilt og fult um pionertænastuna. Hann setti sær fyri at byrja trý nýggj bíbliuskeið, áðrenn mánaðurin var av. Hann skrivaði tað niður á eitt pappír og bað til Jehova. Hvørt kvøld hugsaði hann um, hvat hann hevði gjørt tann dagin fyri at røkka málinum, og tíggjunda hvønn dag hugsaði hann um, hvussu langt var eftir á mál. Kláraði hann tað? Ja, tað gjørdi hann! Tá ið mánaðurin var av, kundi hann glaður siga, at hann hevði fingið fýra nýggjar bíbliulestrarnæmingar.
Stutttíðarmál
Nøkur mál kunnu kanska at byrja við virka órealistisk. Tony, sum gjarna vildi sleppa at tæna á einari deildarskrivstovu hjá Jehova vitnum, hugsaði, at tað nokk ongantíð fór at bera til. Málið virkaði órealistiskt, tí hann hevði ikki livað tað besta lívið og heldur ikki vígt sítt lív til Gud. Men Tony setti sær fyri at gera tær broytingarnar, sum skuldu til, fyri at hann kundi blíva doyptur. Tá ið hann var blivin doyptur, setti hann sær fyri at blíva hjálparpionerur og seinni vanligur pionerur. Í báðum førum skrivaði hann í kalendaran, nær hann skuldi byrja. Tá ið hann hevði verið pionerur í eina tíð, føldi hann, at tað kanska allíkavæl fór at bera til at tæna á deildarskrivstovuni.
Vit kunnu eisini býta okkara langtíðarmál sundur í fleiri stutttíðarmál. Tað er skjótari at røkka smærri málum, og tað kann geva okkum mót upp á meira. Viss vit steðga á viðhvørt og hugsa um, hvussu langt vit longu eru komin, kann tað hjálpa okkum at halda fokus. Tað er gott at blíva við at nevna okkara mál fyri Jehova í bøn, tí so fer hann at hjálpa okkum. Paulus eggjaði okkum til at ’biðja uttan íhald’. – 1. Tessalonikabræv 5:17.
Vit mugu ikki geva upp
Sjálvt um vit hava góðar ætlanir og ein sterkan vilja, kann tað allíkavæl virka ómøguligt at røkka nøkrum ávísum málum. Vit kunnu læra nakað av tí, sum lærisveinurin Jóhannes Markus upplivdi. Tá ið Paulus skuldi fara á sína aðru trúboðanarferð, vildi Markus gjarna sleppa við. Men Paulus vildi ikki hava hann við, og tað má hava verið øgiliga skuffandi hjá honum. (Ápostlasøgan 15:37-40) Men viss Markus skuldi koma víðari, mátti hann læra av hesum vónbrotinum og seta sær nýggj andalig mál. Tað gjørdi hann, tí seinni hoyra vit Paulus rósa honum. Hann arbeiddi eisini tætt saman við Pæturi ápostli í Bábylon. (2. Timoteusarbræv 4:11; 1. Pætursbræv 5:13) Og tað størsta var kanska, at Jehova læt hann sleppa at skriva um lívið og tænastuna hjá Jesusi.
Trupulleikar kunnu eisini stinga seg upp hjá okkum, tá ið vit royna at røkka okkara málum. Tá ið tað hendir, mugu vit ikki geva upp. Vit kunnu hyggja eftir, hvussu langt vit eru komin, og gera neyðugar broytingar. Og so mugu vit halda fast við tað, sum vit hava sett okkum fyri, og blíva við at arbeiða fram ímóti málinum. Sálomon kongur segði einaferð: „Gev HARRANUM verk tíni í hond, so skulu ráð tíni fáa framgongd!“ – Orðtøkini 16:3.
Men viðhvørt kunnu umstøðurnar gera tað ómøguligt hjá okkum at røkka einum máli. Vit kunnu til dømis blíva sjúk ella verða noydd at taka okkum av onkrum í familjuni. Men vit mugu minnast til, at ta størsta málið, vit kunnu røkka, er at fáa ævigt lív. (Lukas 23:43; Filippibrævið 3:13, 14) Hvussu røkka vit tí málinum? Jóhannes ápostul skrivaði: „Tann, ið ger vilja Guds, verður í allar ævir.“ (1. Jóhannesarbræv 2:17) Sjálvt um okkara umstøður gera, at vit ikki kunnu røkka einum ávísum máli, kunnu vit allíkavæl ’óttast Gud og halda boð Hansara’. (Prædikarin 12:13) Andalig mál hjálpa okkum at fokusera upp á at gera Guds vilja. Tí mugu vit seta okkum mál, sum æra skaparan.
[Ramma]
Hvørji andalig mál kunnu vit seta okkum?
○ At lesa í Bíbliuni hvønn dag
○ At lesa bløðini Vakttornið og Vaknið! hvørja ferð tey koma út
○ At forbetra okkara bønir
○ At vísa andans ávøkst
○ At gera meira í tænastuni fyri Jehova
○ At blíva ein dugnaligari boðari og undirvísari
○ At vera við í telefonboðan, óformellari boðan og handilsboðan