Far beinleiðis til innihaldið

Hví skulu kvinnur vera monnum sínum undirgivnar?

Hví skulu kvinnur vera monnum sínum undirgivnar?

Hví skulu kvinnur vera monnum sínum undirgivnar?

„Maðurin er høvur kvinnunnar.“ – 1. KOR. 11:3.

1, 2. (a) Hvat skrivaði Paulus um leiðsluskipanina, sum Jehova ásetti? (b) Hvørjar spurningar fara vit at kanna í hesi greinini?

 PAULUS ápostul skrivaði, at „Kristus er høvur eins og hvørs mans, … og at Gud er høvur Kristusar“. Tað var Jehova, sum gjørdi av, at tað skuldi vera soleiðis. (1. Kor. 11:3) Í undanfarnu greinini lósu vit, at Jesus sá tað sum ein framíhjárætt at vera undirgivin Jehova, og at tað var nakað, hann gleddist um. Vit lærdu eisini, at menn eru undirgivnir Jesusi. Jesus var blíður, mildur, hevði samkenslu við øðrum og hugsaði meir um onnur enn um seg sjálvan. Soleiðis eiga menn í samkomuni eisini at vera ímóti øðrum, serliga ímóti konuni hjá sær.

2 Men hvørjum skulu kvinnur vera undirgivnar? Paulus skrivaði: „Maðurin er høvur kvinnunnar.“ Hvørja áskoðan eiga kvinnur at hava á hesa útsøgnina? Er henda meginreglan eisini galdandi, viss maðurin ikki tænir Jehova? Merkir tað, at hon ikki kann siga sína meining, tá ið ein avgerð skal takast? Hvat kann ein kona gera fyri at fáa mannin at virða seg?

„Eg skal gera honum eina hjálp“

3, 4. Hví er tað, sum Gud hevur gjørt av um leiðsluna í familjuni, ein góð skipan?

3 Tað var Gud, sum gjørdi av, hvør skuldi leiða familjuna. Tá ið hann hevði skapt Ádam, segði Jehova Gud: „Ikki er manninum gott at vera einsamallur; Eg skal gera honum eina hjálp, sum hóskar honum.“ Aftan á at Eva varð blivin skapt, bleiv Ádam so glaður fyri at hava fingið eina konu, at hann segði: „Hesa ferð er tað bein av mínum beinum og hold av mínum holdi!“ (1. Mós. 2:18-24) Ádam og Eva høvdu møguleika fyri at fáa fullkomin børn, sum kundu liva glað og lukkulig í einum paradísi í allar ævir.

4 Av tí at Ádam og Eva vóru ólýðin ímóti Gudi, mistu tey møguleikan at liva um ævir. (Les Rómbrævið 5:12.) Men Guds áskoðan var framvegis, at tað var maðurin, sum skuldi leiða familjuna. Tá ið maðurin ger tað upp á tann rætta mátan, og konan er honum undirgivin, gongst tað teimum væl, og tey fáa tað gott saman. Tey kunnu gleðast um hesa skipanina, akkurát sum Jesus gleddist um at vera undirgivin Jehova. Áðrenn Jesus bleiv menniskja, stendur um hann, at hann ’altíð spældi [ella gleddist] fyri ásjón’ Guds. (Orðt. 8:30) Orsakað av ófullkomileikanum eru menn ikki førir fyri at leiða familjuna upp á ein fullkomnan máta, og kvinnur eru heldur ikki førar fyri at vera fullkomiliga undirgivnar. Men tá ið ein maður og ein kona gera sítt besta, kunnu tey hava tað gott saman, sjálvt um tey eru ófullkomin.

5. Hví mugu hjún fylgja ráðunum í Rómbrævinum 12:10?

5 Viss eini hjún skulu hava tað gott saman, mugu tey fylgja hesum ráðunum í Bíbliuni: „Verið í bróðurkærleikanum hjartaliga eymir hvør við annan! Kappist um at vísa hvør øðrum heiður!“ (Róm. 12:10) Bæði maður og kona eiga eisini at gera sítt besta fyri at ’vera góð við hvørt annað, miskunnsom, so tey fyrigeva hvørt øðrum’. – Ef. 4:32.

Tá ið hjúnafelagin ikki tænir Jehova

6, 7. Hvat kann koma burturúr, viss ein kona er manni sínum undirgivin, sjálvt um hann ikki tænir Jehova?

6 Hvat nú viss hjúnafelagin hjá tær ikki tænir Jehova? Í nógvum førum er tað maðurin, sum ikki tænir Jehova. Um so er, hvussu eigur konan so at fara við honum? Tað svarar Bíblian upp á: „Tit konur! Verið tykkara egnu monnum undirgivnar, fyri at enntá teir, ið ikki vilja akta orðið, kunnu verða vunnir uttan orð, við atferð kona sína – táið teir síggja reina atburð tykkara í ótta!“ – 1. Pæt. 3:1, 2.

7 Bíblian sigur, at ein kona skal vera manni sínum undirgivin, eisini um hann ikki tænir Jehova. Viss hon er tað, kann tað vera, at maðurin verður forvitin og sjálvur fer at kanna Bíbliuna og kanska enntá tekur ímóti sannleikanum.

8, 9. Hvat kann ein kona gera, viss maður hennara ikki broytir áskoðan?

8 Men hvat so viss maðurin ikki broytir áskoðan? Bíblian eggjar konum til altíð at vísa góðar eginleikar, sjálvt um tað ikki altíð er so lætt. Til dømis kemur fram í 1. Korintbrævi 13:4, at kærleikin er tolin. So konan má royna at blíva við at vera eyðmjúk, mild og tolin og vísa manninum, at hon er góð við hann. (Ef. 4:2) Við hjálp frá Guds heilaga anda ber tað til at vísa góðar eginleikar, uttan mun til hvussu umstøðurnar eru.

9 Paulus skrivaði: „Alt eri eg mentur í Honum, sum ger meg sterkan.“ (Fil. 4:13) Heilagi andin hjálpir hjúnafelaganum, sum tænir Jehova, at klára nógv, sum annars ikki hevði verið møguligt. Viss hjúnafelagin hjá tær til dømis fer illa við tær, kann tað kanska vera freistandi at hevna seg. Men Bíblian kemur við hesum ráðunum til øll kristin: „Lønið ongum ilt fyri ilt! … Tí skrivað er: ’Mær hoyrir hevndin til, Eg skal løna aftur! sigur Harrin.’“ (Róm. 12:17-19) Og nakað líknandi stendur í 1. Tessalonikabrævi 5:15: „Síggið til, at eingin lønir nøkrum ilt við illum – nei, gerið tykkum ómak fyri altíð at gera tað, sum gott er, bæði hvør móti øðrum og móti øllum!“ Heilagi andin frá Jehova kann hjálpa okkum at klára tað, sum vit ikki megna í egnari kraft. So tí mugu vit biðja Jehova um at geva okkum av sínum anda.

10. Hvussu var Jesus, tá ið onnur vóru ljót ímóti honum?

10 Vit kunnu læra nógv av, hvussu Jesus var, tá ið onnur vóru ljót ímóti honum. Í 1. Pætursbrævi 2:23 stendur, at hann „háðaði ikki aftur ímóti, táið Hann varð háðaður, [Hann] hótti ikki, táið Hann leið, men gav tað upp til Hansara, sum dømir í rættvísi“. Vit mugu royna at gera sum hann. Vit mugu ikki lata okkum provokera, tá ið onnur bera seg ljótt at. Øll kristin eiga at ’vera miskunnsom, eyðmjúk og ikki løna ilt fyri ilt ella háð fyri háð’. – 1. Pæt. 3:8, 9.

Kann konan siga sína meining?

11. Hvørji forrættindi hava nakrar kvinnur fingið?

11 Vil tað at ein kona er manni sínum undirgivin siga, at hon ikki kann fortelja honum, hvat hon heldur um okkurt í familjuni ella okkurt annað? Nei, als ikki. Bæði menn og kvinnur hava fingið nógv forrættindi frá Jehova. Hugsa bara um tey 144.000, sum hava fingið ta stóru æruna at vera kongar og prestar saman við Jesusi í himli, tá ið hann fer at ráða yvir jørðini. Harímillum eru eisini kvinnur. (Gal. 3:26-29) Tað er týðiligt, at Jehova vísir kvinnum æru við at geva teimum týðandi uppgávur.

12, 13. Nevn eitt dømi um, at kvinnur hava profeterað.

12 Á Bíbliunnar døgum vóru til dømis nakrar kvinnur, sum profeteraðu. Í Jóel 3:1, 2 verður sagt: „Eg skal úthella Anda Mín yvir alt hold; synir og døtur tykkara skulu profetera; … ja, um tað so eru trælirnir og trælkvinnurnar, skal Eg á teimum døgum úthella Anda Mín yvir tey.“

13 Tá ið einir 120 lærisveinar hjá Jesusi vóru savnaðir í einum rúmi í Jerusalem á hvítusunnudegnum í ár 33, vóru bæði menn og kvinnur til staðar. Heilagi andin varð útheltur yvir tey øll. Og tí kundi Pætur sitera tað, sum Jóel profetur hevði boðað frá fyri langari tíð síðani, og brúka tað um bæði menn og kvinnur. Pætur skrivaði: „Hetta er tað, sum sagt er við Jóel profeti: ’So skal verða á síðstu døgum’ – sigur Gud – ’at Eg skal úthella av Anda Mínum yvir alt hold; synir og døtur tykkara skulu profetera. … Ja, um tað so eru trælir Mínir og trælkvinnur Mínar, skal Eg á teimum døgum úthella av Anda Mínum yvir tey, og tey skulu profetera.’“ – Áps. 2:16-18.

14. Hvønn leiklut høvdu kvinnur í at boða tey góðu tíðindini í fyrstu øld?

14 Í fyrstu øld høvdu kvinnur ein týðandi leiklut í at boða tey góðu tíðindini, og tær hjálptu eisini til upp á aðrar mátar. (Luk. 8:1-3) Paulus segði til dømis um Føbe, at hon ’tænti samkomuni í Kenkrea’. Og tá ið Paulus sendi heilsur til sínar trúarfelagar, nevndi hann fleiri trúfastar kvinnur, millum annað ’Trýfenu og Trýfosu, sum arbeiddu í Harranum’. Hann nevndi eisini ’Persis, hina elskaðu, sum hevði arbeitt nógv í Harranum’. – Róm. 16:1, 12.

15. Hvønn leiklut hava kvinnur í at boða tey góðu tíðindini í dag?

15 Nú á døgum eru tað eisini nógvar kvinnur, sum boða tey góðu tíðindini um Guds ríki. (Matt. 24:14) Nógvar av teimum eru pionerar, trúboðarar og limir í betelfamiljuni. Dávid skrivaði einaferð: „HARRIN gevur sigurssong; stórur er skarin av kvinnum við gleðiboðskapi.“ (Slm. 68:12) Og tað má sigast at vera satt! Jehova er so glaður fyri alt tað, sum kvinnur gera fyri at boða gleðiboðskapin og at gera hansara vilja. So tað, at hann sigur, at kvinnur skulu vera monnunum undirgivnar, merkir ikki, at tær einki sleppa at gera ella siga.

Tvær kvinnur, sum søgdu sína meining

16, 17. Hvussu vísir dømið við Sáru, at kvinnur gjarna mugu siga sína meining?

16 Tá ið Jehova virðismetir tað, sum kvinnur gera, hevði tað so ikki verið skilagott, at ein maður gjørdi tað sama og tosaði við konuna, áðrenn stórar avgerðir skulu takast? Í Bíbliuni lesa vit um nakrar kvinnur, sum søgdu ella gjørdu nakað, enntá uttan at maður teirra hevði biðið tær. Her eru tvey dømi.

17 Sára, sum var gift við Ábrahami, bleiv við at siga við hann, at hann skuldi senda seinnu konu sína og sonin hjá henni burtur. Orsøkin var, at tey ikki vístu virðing. „Hetta gjørdi Ábrahami ógvuliga ilt,“ men ikki Gudi. Jehova segði við Ábraham: „Lat tað ikki gera tær ilt fyri drongin og trælkvinnu tína! Ger í allar mátar, sum Sára sigur við teg!“ (1. Mós. 21:8-12) Ábraham aktaði Jehova og lurtaði eftir Sáru og gjørdi tað, sum hon bað hann gera.

18. Hvat tók Abigajil stig til?

18 Abigajil var gift við einum manni, sum æt Nabal. Einaferð tá ið Dávid flýggjaði undan Saul kongi, hildu hann og menn hansara til nærindis fylginum hjá Nabali. Heldur enn at taka nakað frá hesum ríka manninum, vardu Dávid og menn hansara fylgið hjá Nabali. Men Nabal „var harður og óndur í øllum atburði sínum,“ og „skeldaði teir út“. Hann var eitt ’illmenni og fullur av dárskapi’. Tá ið menninir hjá Dávidi fólkaliga bóðu um at fáa eitt sindur av mati, vildi Nabal ikki geva teimum nakað. Hvat gjørdi Abigajil, tá ið hon hoyrdi, hvat var hent? Uttan at siga tað við Nabal „skundaði [hon] sær og tók 200 breyð, tveir skinnsekkir við víni, fimm tilgjørdar seyðir, fimm seur av bakaðum korni, 100 rosinukøkur og 200 fikukøkur“ og gav Dávidi og monnunum tað. Gjørdi hon tað rætta? Ja, tí Jehova ’sló Nabal, so hann doyði’. Seinni gifti Dávid seg við Abigajil. – 1. Sám. 25:3, 14-19, 23-25, 38-42.

Ein kvinna, sum hevur uppiborið at fáa rós

19, 20. Hvat er tað, sum ger, at ein kvinna hevur uppiborið at fáa rós?

19 Bíblian rósar giftum konum, sum fylgja tí, sum Jehova sigur. Í Orðtøkunum verður sagt um eina dugnaliga konu: „Mangan meir enn perlur er hon verd! Hjarta mans hennara lítur á hana, og vinningur trýtur ikki. Hon ger honum gott og einki ilt allar ævidagar sínar. Hon letur upp munnin við vísdómi, og kærleiksáminning er á tungu hennara. Hon hevur eyga við, hvussu gongur í húsi hennara, og letibreyð etur hon ikki. Synir hennara stíga fram og prísa hana lukkuliga; maður hennara reisist og rósar henni.“ – Orðt. 31:10-12, 26-28.

20 Hvat er tað, sum ger, at ein kvinna hevur uppiborið at fáa rós? Í Orðtøkunum 31:30 stendur: „Vænleiki [ella yndi] svíkur, og vakurleiki er fáfongd; tann kvinna, sum óttast HARRAN, skal verða róst.“ Ein kvinna, sum óttast Jehova, skilur, at hon má vera teimum undirgivin, sum Jehova hevur sett at leiða familjuna og at ganga á odda í samkomuni. „Maðurin er høvur kvinnunnar,“ akkurát sum „Kristus er høvur eins og hvørs mans“, og „Gud er høvur Kristusar“. – 1. Kor. 11:3.

Vit eiga at vera takksom fyri gávuna frá Gudi

21, 22. (a) Hvat kunnu tey, sum eru gift, gleðast um? (b) Hví eiga vit at virða leiðsluskipanina hjá Jehova? (Sí rammuna á síðu 17.)

21 Tey, sum eru gift, hava nógv at takka Gudi fyri. Tey kunnu gleðast um lívið saman og um at kunna tæna Gudi saman. (Rutt 1:9; Mika 6:8) Tað er Jehova, sum hevur stovnað hjúnabandið, og tí veit hann akkurát, hvat skal til, fyri at hjún kunnu vera lukkulig. So viss hjún fylgja tí, sum Jehova sigur, kann ’gleðin í HARRANUM vera teirra styrki’, sjálvt í hesum ónda heimi. – Neh. 8:10.

22 Ein maður, sum elskar konu sína sum seg sjálvan, fer at leiða familjuna upp á ein góðan og kerligan máta. Ein kona, sum elskar Jehova og stuðlar manni sínum og vísir honum virðing, er løtt at elska. Og tað besta av øllum er, at teirra hjúnaband ærir Jehova.

Minnist tú?

• Hvørja leiðsluskipan hevur Jehova ásett?

• Hví eiga hjúnafelagar at vísa hvørjum øðrum heiður?

• Hvussu skal ein kona, sum tænir Jehova, fara við manni sínum, sum ikki tænir Jehova?

• Hví eigur ein maður at tosa við konu sína, áðrenn ein stór avgerð skal takast?

[Lestrarspurningar]

[Ramma]

Hví skulu vit hava virðing fyri myndugleika?

Jehova hevur gjørt av, hvør skal hava myndugleika, og hvussu hesin myndugleikin skal útinnast. Tað er nakað, sum gagnar bæði menniskjum og einglum. Tá ið vit velja at fylgja hesi leiðsluskipanini, æra vit Jehova við at tæna honum í friði og einleika. – Slm. 133:1.

Salvað kristin virða myndugleikan hjá Jesusi. (Ef. 1:22, 23) Av tí at Jesus hevur virðing fyri myndugleikanum hjá Jehova, fer hann eisini sjálvur at „leggja Seg undir tann, ið legði alt undir Hann, fyri at Gud skal vera alt í øllum“. (1. Kor. 15:27, 28) Tí eiga øll, sum tæna Jehova, eisini at virða ta leiðsluskipanina, sum hann hevur ásett í familjuni og í samkomuni. (1. Kor. 11:3; Hebr. 13:17) Viss vit gera tað, gleða vit Jehova, og so fer hann at signa okkum. – Es. 48:17.

[Mynd]

Bøn kann hjálpa einari giftari konu at vísa góðar eginleikar

[Mynd]

Jehova gleðist um tað, sum kvinnur gera fyri at boða tey góðu tíðindini