Far beinleiðis til innihaldið

Brúkar tú frítíðina upp á ein skilagóðan máta?

Brúkar tú frítíðina upp á ein skilagóðan máta?

Brúkar tú frítíðina upp á ein skilagóðan máta?

„Rannsakið, hvat Harranum toknast!“ – EF. 5:10.

1, 2. (a) Hvussu vísir Bíblian, at Jehova vil, at vit skulu gleðast um lívið? (b) Hvussu vilja vit brúka okkara frítíð, tá ið vit meta hana sum eina ’gávu frá Gudi’?

 BÍBLIAN vísir, at Jehova vil, at vit skulu gleðast um lívið. Í Sálmi 104:14, 15 stendur til dømis um Jehova: „Tú [leiðir] fram breyð av jørðini og vín, sum gleðir hjarta menniskjans og fær andlit tess at skína meir enn olju, og breyð, sum styrkir hjarta menniskjans.“ Tað er Jehova, sum letur planturnar vaksa, so vit kunnu fáa korn, olju og vín. Vit hava ikki endiliga brúk fyri víni fyri at liva, men tað ’gleðir hjartað’. (Præd. 9:7; 10:19) Ja, Jehova vil, at vit skulu vera glað. – Áps. 14:16, 17.

2 So tað er heilt í lagi, at vit av og á seta eitt sindur av tíð av til at eygleiða ’fuglar himmalsins’ og ’liljurnar á markini’ ella at gera okkurt annað, sum gevur okkum gleði og ríkar lívið. (Matt. 6:26, 28; Slm. 8:4, 5) Tað er faktiskt ein „gáva frá Gudi“. (Præd. 3:12, 13) Og tá ið vit meta okkara frítíð sum ein part av tí gávuni, vilja vit gjarna brúka ta tíðina til at gera nakað, sum honum dámar.

Valmøguleikar og avmarkingar

3. Hví er tað gott, at vit kunnu velja at gera nógv ymiskt í frítíðini?

3 Tey, sum hava ta røttu áskoðanina á tað at taka sær av løttum, skilja, at tað er í lagi at hava ymiskan smak, men tey vita eisini, at tað er neyðugt við avmarkingum. Hví kunnu vit siga tað? Vit kunnu samanbera undirhald við mat. Tað er ymiskt, hvat fólk dáma at eta ymsastaðni í heiminum. Tað, sum fólk í einum landi, halda vera ordiliga lekkurt, halda onnur kanska vera ólekkurt. Nakað líknandi er galdandi við undirhaldi. Tað, sum Jehova vitni í summum londum halda er stuttligt at gera, halda Jehova vitni í øðrum londum kanska ikki er stuttligt. Sjálvt trúarfelagar í sama landi dáma ikki altíð tað sama undirhaldið. Onkur dámar kanska væl at lesa bøkur, men onnur halda, at tað er óinteressant, og nøkur dáma væl at fara ein súkklutúr, meðan onnur halda, at tað er alt for strævið. So tað er ymiskt, hvat fólk dáma at gera, og tað er í fínasta lagi. – Róm. 14:2-4.

4. Hví kunnu vit ikki loyva okkum at gera hvat sum helst í frítíðini? Lýs við einum dømi.

4 Men sjálvt um tað er í lagi, at vit sjálvi velja, hvat vit hava hug at gera í frítíðini, merkir tað ikki, at vit kunnu loyva okkum hvat sum helst. Her kunnu vit aftur hugsa um mat. Sjálvt um okkum dámar at eta nógvan ymiskan mat, høvdu vit ongantíð etið spiltan mat við vilja. Tað hevði ikki verið serliga smart, tí vit kunnu blíva sjúk av tí. So fyri tað um vit kunnu velja at gera nógv ymiskt í frítíðini, velja vit ikki at gera nakað, sum er farligt ella fult av harðskapi ella ómoraliteti. Orsøkin er, at tað stríðir ímóti meginreglunum í Bíbliuni og kann skaða okkara samband við Jehova. Áðrenn vit velja, hvat vit vilja gera í frítíðini, mugu vit altso finna út av, um tað er nakað, sum Gudi dámar. (Ef. 5:10) Hvussu gera vit tað?

5. Hvussu kunnu vit tryggja okkum, at tað, sum vit gera í frítíðini, samsvarar við tað, sum Bíblian sigur?

5 Viss tað, sum vit gera í frítíðini, bæði skal vera gott fyri okkum sjálvi og gleða Jehova, má tað samsvara við tað, sum Bíblian sigur. (Slm. 86:11) Fyri at finna út av, um tað ger tað, kunnu vit seta okkum sjálvum hesar tríggjar spurningarnar: Hvat geri eg? Nær geri eg tað? og Hvørjum geri eg tað saman við?

Hvat geri eg?

6. Hvørjum undirhaldi mugu vit halda okkum frá, og hví?

6 Áðrenn vit velja okkurt undirhald, mugu vit spyrja okkum sjálvi, hvat tað fevnir um. Fyri at finna út av tí, mugu vit skilja, at nógv av tí undirhaldinum, sum er til í dag, beinleiðis stríðir ímóti tí, sum Bíblian sigur. (1. Jóh. 5:19) Sonn kristin vilja slett ikki hava nakað við sovorðið undirhald at gera. Tað kundi til dømis verið undirhald, sum inniheldur óndskap, demonismu, homoseksualitet, pornografi ella nakað, sum fær tað ónda at virka gott. (1. Kor. 6:9, 10; les Opinberingina 21:8.) Sjálvt tá ið vit eru einsamøll, vilja vit vísa Jehova, at vit ’skýggja hitt illa’ við ikki at lata okkum undirhalda av sovorðnum. – Róm. 12:9; 1. Jóh. 1:5, 6.

7, 8. Hvussu kunnu vit finna út av, um eitt ávíst slag av undirhaldi er gott fyri okkum?

7 Tað ber til at finna undirhald, sum ikki beinleiðis stríðir ímóti tí, sum Bíblian sigur. Men áðrenn vit velja nakað av tí undirhaldinum, mugu vit kanna nakrar bíbilskar meginreglur fyri at finna út av, um tað er nakað, sum Jehova dámar. (Orðt. 4:10, 11) Aftan á tað kunnu vit taka eina avgerð, sum gevur okkum eina góða samvitsku. (Gal. 6:5; 1. Tim. 1:19) Hvussu gera vit tað? Tað er akkurát sum, tá ið vit skulu eta onkran mat. Vit hugsa um, hvat er í matinum. Soleiðis er tað eisini, tá ið vit skulu velja undirhald. Vit mugu hugsa um innihaldið og kanna eftir, um tað er nakað, sum er gott fyri okkum. – Ef. 5:17.

8 Nógv dáma væl ítrótt, og tað gert tú kanska eisini. Ítróttur kann bæði vera stuttligur og spennandi. Men hvat viss tær dámar eina ítróttagrein, sum er harðlig ella vandamikil, ella sum vekur sterkar tjóðskaparkenslur og fær fólk at feira sigurin upp á ein ógvisligan máta? Tá ið tú hevur hugsað um, hvat ítróttagreinin fevnir um, fært tú hana nokk ikki at samsvara við tað, sum Jehova dámar, og tann boðskapin um kærleika og frið, sum vit boða fyri øðrum. (Es. 61:1; Gal. 5:19-21) Men viss tú heldur, at Jehova kann góðtaka tað undirhaldið, sum tær dámar, kann tað væl vera, at tað er gott fyri teg. – Gal. 5:22, 23; les Filippibrævið 4:8.

Nær geri eg tað?

9. Hvat vísir svarið upp á spurningin: ’Nær brúki eg tíð upp á undirhald’?

9 Tað, sum vit svaraðu upp á tann fyrsta spurningin, vísir, hvat vit halda er gott ella ringt. Tað næsta, vit kunnu spyrja okkum sjálvi um, er: ’Nær brúki eg tíð upp á undirhald, og hvussu nógva tíð?’ Tað, sum vit svara upp á henda spurningin, vísir, hvat hevur størstan týdning fyri okkum. Men hvussu kunnu vit finna út av, um tað, sum vit gera í frítíðini, hevur fingið størri týdning, enn tað eigur at hava?

10, 11. Hvussu hjálpir tað, sum Jesus sigur í Matteus 6:33, okkum at gera av, hvussu nógva tíð vit vilja brúka upp á undirhald?

10 Jesus segði: „Tú skalt elska Harran Gud tín av øllum hjarta tínum, av allari sál tíni, av øllum huga tínum og av allari styrki tíni.“ (Mark. 12:30) Av tí at vit elska Jehova, má hann hava fremsta plássið. Tað vísa vit, at hann hevur, tá ið vit fylgja hesum boðunum frá Jesusi: „Søkið fyrst ríki Guds og rættvísi Hansara! So skal alt hetta verða givið tykkum umframt!“ (Matt. 6:33) Hvussu kunnu hesi orðini hjálpa okkum at gera av, hvussu stóran týdning undirhald skal hava, og hvussu nógva tíð vit skulu brúka upp á tað?

11 Hugsa um hetta: Jesus segði, at vit skuldu ’søkja Guds ríki fyrst’. Hann segði ikki, at vit bara skuldu søkja Guds ríki. Jesus visti, at vit eisini hava brúk fyri øðrum, sum til dømis einum staði at búgva, mati, klæðum, skúlagongd, arbeiði og at slappa av. Men tað at tæna Jehova eigur at hava størri týdning enn alt hetta. (1. Kor. 7:29-31) So vit mugu ansa eftir, at vit ikki brúka so nógva tíð upp á sovorðið, at tað gongur út yvir tað, sum hevur allarstørstan týdning, nemliga at stuðla Guds ríki. Viss vit gera tað, kann tað, sum vit gera í frítíðini, vera gott fyri okkum.

12. Hvussu kunnu vit brúka meginregluna í Lukas 14:28 í sambandi við undirhald?

12 Áðrenn vit velja okkurt slag av undirhaldi ella frítíðarítrivi, mugu vit finna út av, hvussu nógva tíð tað tekur. (Luk. 14:28) Og so mugu vit rokna út, um vit hava ta tíðina, sum skal til, uttan at forsøma bíbliulesing, familjulesturin, møtini ella boðanina. (Mark. 8:36) Viss tað, sum tú velur at gera í frítíðini, hjálpir tær at tæna Jehova við gleði, so brúkar tú tíðina upp á ein skilagóðan máta.

Hvørjum geri eg tað saman við?

13. Hví er tað viktigt at hugsa um, hvørjum vit eru saman við í frítíðini?

13 Tað triðja, vit kunnu spyrja okkum sjálvi um, er: ’Hvørjum geri eg tað saman við?’ Hví er tað viktigt at hugsa um tað? Tí tey, sum vit eru saman við, kunnu antin hava góða ella ringa ávirkan á okkum. Akkurát sum tað er hugnaligari at eta góðan mat saman við øðrum, er tað eisini stuttligari at gera nakað saman við øðrum í frítíðini. Men fyri at tryggja okkum, at tað, sum vit gera í frítíðini, er gott fyri okkum, mugu vit eisini hugsa gjølla um, hvørjum vit vilja gera tað saman við. – 2. Krøn. 19:2; les Orðtøkini 13:20; Ják. 4:4.

14, 15. (a) Hvussu kunnu vit gera sum Jesus, tá ið vit skulu velja góðar vinir? (b) Hvørjar spurningar eiga vit at seta okkum sjálvum, tá ið tað kemur til vinir?

14 Eitt, sum kann hjálpa okkum at velja góðar vinir, er at hugsa um, hvat Jesus gjørdi í tí sambandi. Jesus hevur altíð elskað menniskju, ja, líka síðani tey blivu skapt. (Orðt. 8:31) Tá ið hann var á jørðini, vísti hann, at hann elskaði øll menniskju. (Matt. 15:29-37) Men sjálvt um hann var blíður við øll, hugsaði hann seg væl um, tá ið hann skuldi velja sínar nærmastu vinir. Einaferð segði hann við sínar 11 trúføstu ápostlar: „Gera tit tað, sum Eg gevi tykkum boð um, eru tit vinir Mínir.“ (Jóh. 15:14; sí eisini Jóhannes 13:27, 30.) Jesus valdi bara tey, ið fylgdu honum og tæntu Jehova, sum sínar góðu vinir.

15 So tá ið vit skulu gera av, um vit vilja vera vinir við onkran, mugu vit hugsa um tað, sum Jesus segði. Vit kunnu spyrja okkum sjálvi: ’Vísir viðkomandi, at hann fylgir tí, sum Jehova og Jesus siga? Fylgir hann eisini moralnormunum í Bíbliuni? Er hann ein, sum fer at hjálpa mær at blíva við at tæna Jehova og søkja Guds ríki fyrst?’ Viss vit vita, at hann fer at gera tað, hava vit funnið ein góðan vin, sum vit kunnu hava tað stuttligt saman við í frítíðini. – Les Sálm 119:63; 2. Kor. 6:14; 2. Tim. 2:22.

Er tað, sum vit gera í frítíðini, gott fyri okkum?

16. Hvat mugu vit finna út av í sambandi við tað, sum vit gera í frítíðini?

16 Vit hava verið inni upp á, at tað, sum vit gera í frítíðini, má samsvara við normarnar í Bíbliuni á trimum økjum, viss tað skal vera gott fyri okkum. Vit mugu spyrja okkum sjálvi: ’Hvat geri eg í frítíðini, og er tað gott ella ringt fyri meg? (Orðt. 4:20-27) Hvussu nógva tíð brúki eg upp á tað? Fer tað við so nógvari tíð, at eg ikki havi nóg nógva tíð til tænastuna fyri Jehova? (1. Tim. 4:8) Og hvørjum eri eg saman við í frítíðini? Er tað góður ella ringur felagsskapur?’ – Præd. 9:18; 1. Kor. 15:33.

17, 18. (a) Hvussu kunnu vit tryggja okkum, at tað, sum vit gera í frítíðini, samsvarar við tað, sum Bíblian sigur? (b) Hvat hevur tú sett tær fyri at gera, tá ið tú skalt velja undirhald?

17 Viss tað, sum vit hava hug at gera í frítíðini, ikki samsvarar við tað, sum Bíblian sigur á hesum trimum økjunum, eiga vit ikki at gera tað. Men viss tað samsvarar við tað, sum Bíblian sigur, ærir tað Jehova og er nakað, sum er gott fyri okkum. – Slm. 119:33-35.

18 So tá ið tað kemur til frítíð, mugu vit tryggja okkum, at tað, sum vit gera, er gott fyri okkum, at vit ikki brúka for nógva tíð upp á tað, og at vit gera tað saman við nøkrum, sum hava góða ávirkan á okkum. Vit vilja gjarna fylgja tí, sum Bíblian sigur: „Annaðhvørt tit tí eta ella drekka – ella hvat tit gera – so gerið alt Gudi til dýrd!“ – 1. Kor. 10:31.

Dugir tú at greiða frá?

Hvussu kanst tú fylgja hesum meginreglunum, tá ið tað kemur til frítíð og undirhald?

Filippibrævið 4:8

Matteus 6:33

Orðtøkini 13:20

[Lestrarspurningar]

[Yvirlitsmynd]

Hvat?

[Yvirlitsmynd]

Nær?

[Yvirlitsmynd]

Hvør?

[Mynd]

Hvussu kunnu vit gera sum Jesus, tá ið vit skulu velja vinir og frítíðarítriv?