Far beinleiðis til innihaldið

Útihýsing er grundað á kærleika

Útihýsing er grundað á kærleika

„TÁ IÐ tað bleiv sagt á møtinum, at sonur okkara var blivin útihýstur, var tað sum, at alt steðgaði upp,“ sigur Julian. „Hann var elsti sonurin, og vit vóru tætt knýttir; vit plagdu at gera alt møguligt saman. Hann hevði altíð verið ein góður drongur, men knappliga fór hann at liva upp á ein máta, sum Gud ikki góðtekur. Kona mín bara græt, og eg visti ikki, hvussu eg skuldi troysta hana. Vit blivu við at hugsa um, um vit sum foreldur høvdu gjørt nakað galið.“

Hvussu kunnu vit siga, at útihýsing er grundað á kærleika, tá ið tað hevur so nógva sorg við sær? Hvørjar grundir síggja vit í Bíbliuni fyri at gera nakað so ógvisligt? Og hvat er tað, sum førir til, at ein persónur verður útihýstur?

TVEIR FAKTORAR, SUM FØRA TIL ÚTIHÝSING

Tveir faktorar mugu vera til staðar, áðrenn eitt Jehova vitni verður útihýst. Ein faktorur er, at eitt doypt Jehova vitni syndar álvarsliga, og hin er, at viðkomandi ikki angrar.

Jehova væntar ikki, at vit eru fullkomin, men hann hevur ásett nakrar normar, sum hann vil, at vit skulu fylgja. Hann væntar til dømis, at vit halda okkum frá álvarsligum syndum sum seksuellum ómorali, avgudadyrkan, tjóvaríi, at kroysta pengar úr fólki, morði og okkultismu. – 1. Kor. 6:9, 10; Opinb. 21:8.

Heldur tú ikki eisini, at normarnir hjá Jehova eru rímiligir og til okkara egna besta? Hvør hevur ikki hug at vera saman við fólki, sum eru ordilig og álítandi? Soleiðis eru tey, sum tæna Jehova, tí tey royna at liva upp til tað lyftið, sum vit øll góvu Jehova, tá ið vit vígdu okkara lív til hansara. Tá lovaðu vit at fylgja hansara normum.

Men hvat um eitt doypt Jehova vitni syndar álvarsliga? Tað hendi hjá nøkrum trúføstum tænarum hjá Jehova í forðum, men fyri tað vendi hann teimum ikki fullkomiliga bakið. Dávid kongur er eitt dømi um tað. Hann fór í song við konuni hjá einum øðrum manni og var orsøk til morð, men allíkavæl segði profeturin Natan við hann: ’HARRIN hevur tikið synd tína burtur.’ – 2. Sám. 12:13.

Jehova fyrigav Dávidi, tí hann angraði av hjarta. (Slm. 32:1-5) Tað er tað sama í dag. Ein tænari hjá Jehova verður ikki útihýstur, viss hann angrar og heldur uppat at gera tað, sum er skeivt. (Áps. 3:19; 26:20) Viss tað ikki er týðiligt hjá teimum elstu, sum hava við málið at gera, at ein persónur angrar av hjarta, noyðast teir at útihýsa honum.

At byrja við føla vit kanska, at tað er í so ógvisligt at útihýsa einum, serliga viss vit eru tætt knýtt at viðkomandi. Men gjøgnum sítt orð hjálpir Jehova okkum at skilja, at útihýsing er grundað á kærleika.

ÚTIHÝSING KANN GAGNA ØLLUM PØRTUM

Jesus vísti einaferð á, at eitt úrslit kann prógva, um ein avgerð er vís. (Matt. 11:19, New World Translation) At útihýsa einum, sum ikki angrar av hjarta, er ein vís avgerð. Her eru tríggjar orsøkir:

Útihýsing ærir navnið hjá Jehova. Vit kalla okkum Jehova vitni, og tí hevur tað, sum vit gera, ávirkan á, hvat fólk halda um Jehova. (Es. 43:10) Viss eitt barn til dømis skikkar sær illa, fellur tað aftur á foreldrini, og tað sama er sjálvandi galdandi, viss barnið skikkar sær væl. Upp á sama máta kann tað, sum vit gera, hava ávirkan á, hvat onnur hugsa um Jehova. Viss vit liva eftir hansara normum, gera vit okkara til, at fólk hugsa tað besta um hann. Tá ið Ezekiel livdi, settu aðrar tjóðir jødarnar í samband við Guds navn. (Ezek. 36:19-23) Á líknandi hátt seta fólk í dag Jehova vitni í samband við navnið hjá Jehova. Vit æra altso Jehova, tá ið vit fylgja hansara normum.

Hinvegin vanæra vit Guds navn, viss vit liva upp á ein ómoralskan máta. Pætur ápostul segði einaferð við sínar trúarfelagar: „Sum lýðin børn skulu tit ikki skikka tykkum eins og áður, táið tit livdu eftir lystunum, tí tit vitstu ikki betur. Nei, eftir hinum Heilaga, sum kallaði tykkum, skulu eisini tit verða heiløg í øllum atburði tykkara; tí skrivað er: ’Tit skulu vera heiløg, tí Eg eri heilagur.’“ (1. Pæt. 1:14-16) Ein reinur og heilagur atburður er til æru fyri Guds navn.

Viss eitt Jehova vitni ger okkurt skeivt, er tað sannlíkt, at vinir og kenningar finna út av tí. Ein útihýsing vísir øðrum, at Jehova hevur eitt reint fólk, sum fylgir meginreglunum í Bíbliuni fyri at halda samkomuna reina. Einaferð kom ein fremmandur maður inn í ein ríkissal í Sveis og segði, at hann gjarna vildi vera eitt Jehova vitni. Systir hansara var blivin útihýst orsakað av seksuellum ómorali. Hann segði, at hann fegin vildi hoyra til eina samskipan, sum ikki góðtekur ringan atburð.

Útihýsing verjir samkomuna. Paulus ápostul ávaraði tey í Korint um vandan við at lata ein syndara, sum ikki vendir við, verða verandi í samkomuni. Hann samanbar ringu ávirkanina við súrdeiggj, sum fær alt deiggið at ganga. Hann segði: „Eitt sindur av súrdeiggi súrgar alt deiggið.“ Og so legði hann aftrat: „Koyrið hin ónda út frá tykkum sjálvum.“ – 1. Kor. 5:6, 11-13.

Tað sær út til, at tann „óndi maðurin“, sum Paulus nevndi, ikki skammaðist við at liva ómoralskt. Og summi í samkomuni vóru enntá farin at forsvara tað, sum hann gjørdi. (1. Kor. 5:1, 2) Viss teir elstu bara høvdu latið eina slíka álvarsliga synd fara aftur við borðinum, kundu onnur í samkomuni kanska eisini funnið upp á at fylgt tí ómoralska lívsstílinum, sum var so vanligur har í býnum. Viss mann ikki ger nakað við tað, tá ið onkur syndar við vilja, kann tað fáa onnur í samkomuni at slaka í sambandi við Guds moralnormar. (Præd. 8:11) Haraftrat kunnu tey, sum ikki angra, niðurbróta trúnna hjá øðrum, akkurát sum eitt sker kann fáa eitt skip at søkka. – Jud. 4, 12.

Útihýsing kann fáa tann, sum hevur syndað, at rakna við. Einaferð fortaldi Jesus um ein ungan mann, sum flutti heimanífrá. Hann fór at liva eitt ómoralskt lív og oyðslaði allan arvin burtur, sum hann hevði fingið frá pápa sínum. Sonurin lærdi av ringum royndum, at lívið burtur frá familjuni var tómt og strævið. At enda angraði hann tað skeiva, sum hann hevði gjørt, og fór heimaftur. (Luk. 15:11-24) Jesus fortaldi, hvussu glaður pápin bleiv, tá ið sonurin broytti hugburð og kom aftur. Og tað vísir okkum, hvussu Jehova hevur tað, tá ið ein útihýstur vendir við. Jehova sigur: ’Eg havi ikki gleði av, at hin gudleysi doyr, men av, at hin gudleysi vendir við frá atburði sínum og livir!’ – Ezek. 33:11.

Á líknandi hátt kann tað vera, at ein, sum er blivin útihýstur úr samkomuni – altso sínari andaligu familju – við tíðini uppdagar, hvat hann hevur mist. Tá ið hann byrjar at føla avleiðingarnar av tí skeiva, sum hann hevur gjørt, og tá ið hann hugsar um, hvussu glaður hann plagdi at vera, og fer at sakna Jehova og vinirnar í samkomuni, kann tað fáa hann at rakna við.

Fyri at kunna hjálpa einum, sum hevur syndað álvarsliga, má mann bæði vera blíður og bestemtur. Dávid segði einaferð: „Lat rættvísan sláa meg í kærleika og revsa meg! Ikki vísi høvd mítt slíkum høvuðsmyrsli frá sær.“ (Slm. 141:5) Vit kunnu lýsa tað við einum dømi. Ímynda tær, at tveir menn fara ein túr niðan í hagan ein kaldan vetrardag. Knappliga smokkar annar av teimum saman av berari møði. Hann verður so kaldur, at hann er um at missa vitið. Viss hann sovnar í kavanum, doyr hann. Meðan teir bíða eftir hjálp, slær vinmaðurin hann á kjálkarnar nakrar ferðir, so hann ikki sovnar. Tað er kanska ikki so behagiligt, men tað kann bjarga honum. Upp á sama máta visti Dávid, at tað kundi vera neyðugt, at onkur gav honum eina rættleiðing til hansara egna besta, sjálvt um tað ikki var so behagiligt.

Útihýsing er ofta tann rættleiðingin, sum er neyðug. Soleiðis var tað hjá soni Julian, sum er nevndur fyrr í greinini. Umleið tíggju ár eftir at hann varð útihýstur, broytti hann seg nógv og kom aftur til samkomuna. Nú tænir hann sum elsti. „Meðan eg var útihýstur, mátti eg síggja avleiðingarnar av mínum lívsstíli í eyguni,“ sigur hann og viðgongur: „Eg hevði faktiskt brúk fyri at blíva útihýstur.“ – Hebr. 12:7-11.

HVUSSU VÍSA VIT, AT VIT ERU GÓÐ VIÐ TEY, SUM ERU ÚTIHÝST?

Tað er so syrgiligt, tá ið onkur verður útihýstur, men endamálið er at hjálpa viðkomandi at koma aftur til Jehova. Hvussu kunnu vit vísa, at vit hopa, at tað fer at henda?

Elstar hjálpa teimum, sum angra, at koma aftur til Jehova

Tað er ongantíð stuttligt hjá teimum elstu at skula siga við ein, at viðkomandi verður útihýstur. Men tá ið teir skulu tað, royna teir at vísa kærleika sum Jehova. Upp á ein greiðan og blíðan máta siga teir, hvat hann ella hon skal gera fyri at blíva uppafturtikin. Fyri at minna útihýst á, hvat tey mugu gera fyri at venda aftur til Jehova, vitja teir elstu við jøvnum millumbili tey, sum hava víst ávís tekin um, at tey hava broytt seg.

Tey, sum eru í familju við ein, sum er útihýstur, vísa, at tey bæði elska hann og samkomuna við at virða avgerðina, sum er tikin. Julian sigur: „Eg var jú stadigvekk pápi hansara. Men mátin, hann livdi upp á, gjørdi, at vit ikki kundu hava samband.“

Øll í samkomuni kunnu vísa, at tey eru góð við tann útihýsta við ikki at koma saman við honum ella tosa við hann. (1. Kor. 5:11; 2. Jóh. 10, 11) Soleiðis stuðla tey upp undir rættleiðingina, sum Jehova hevur givið honum gjøgnum teir elstu. Vit mugu eisini minnast til at vera góð við familjuna hjá tí útihýsta. Tey hava tað nóg ringt sum er, og mugu ikki føla, at tey eisini missa sambandið við vinirnar í samkomuni. – Róm. 12:13, 15.

Julian sigur: „Útihýsing er ein skipan, sum vit hava brúk fyri, og sum hjálpir okkum at liva soleiðis, sum Jehova vil hava okkum at liva. Sjálvt um tað var ein tung og strævin tíð, so kom sonur mín at enda aftur til Jehova. Viss eg var blivin við at koma saman við honum, var hann aldrin komin aftur.“