Far beinleiðis til innihaldið

LESTRARGREIN 2

Prísa Jehova í samkomuni

Prísa Jehova í samkomuni

„Mitt í samkomuni skal Eg lova Tær.“ – SLM. 22:23.

SANGUR NR. 59 Lovsyngið Jah!

ENDAMÁL *

1. Hvørjar kenslur hevði Dávid fyri Jehova, og hvat fekk tað hann at gera?

 DÁVID KONGUR skrivaði: „Stórur og hálovaður er HARRIN.“ (Slm. 145:3) Hann elskaði Jehova, og tað fekk hann at prísa Gudi „mitt í samkomuni“. (Slm. 22:23; 40:6) Tú elskar heilt sikkurt eisini Jehova og tekur undir við orðunum hjá Dávidi: „Lovaður veri Tú, HARRI, Gud faðirs okkara Ísraels, frá ævi til ævi!“ – 1. Krøn. 29:10-13.

2. (a) Hvussu kunnu vit prísa Jehova? (b) Hvat halda summi vera ringt, og hvat fara vit at kanna?

2 Í dag prísa vit millum annað Jehova við at svara á møtunum. Men fleiri av okkara brøðrum og systrum halda tað vera sera ringt. Tey vilja gjarna vera við á møtunum, men tey tora ikki. Hvat kann hjálpa teimum? Og hvat kann hjálpa okkum øllum at svara upp á ein máta, sum uppmuntrar onnur? Áðrenn vit fáa svar upp á hesar spurningarnar, fara vit at kanna fýra góðar grundir til, at vit svara.

HVÍ SVARA VIT?

3-5. (a) Hví svara vit á møtunum sambært Hebrearabrævinum 13:15? (b) Skulu vit øll svara upp á sama máta? Greið frá.

3 Jehova hevur givið okkum øllum møguleika at prísa honum. (Slm. 119:108) Tá ið vit svara á møtunum, er tað eitt „lovoffur“, og eingin kann geva tað ofrið fyri okkum. (Les Hebrearabrævið 13:15.) Krevur Jehova tað sama av okkum øllum, tá ið vit ofra, ella svara? Nei, tað ger hann ikki!

4 Jehova veit, at vit ikki øll eru líka, og at vit hava ymiskar umstøður, men hann gleðist um tey ofrini, sum vit eru før fyri at geva honum. Hugsa um ofrini hjá ísraelsmonnum, sum hann góðtók. Nakrir ísraelsmenn vóru førir fyri at ofra ein seyð ella eina geit. Men ein fátækur ísraelsmaður ofraði kanska „tvær turtildúvur ella tveir dúvuungar“. Og viss ein ísraelsmaður ikki hevði ráð at ofra tveir fuglar, átti hann kanska eitt sindur av fínum mjøli, sum hann kundi ofra. (3. Mós. 5:7, 11) Mjøl var ikki so dýrt, men Jehova góðtók tað kortini sum eitt offur, bara tað var ’fínt mjøl’.

5 Jehova hevur tað upp á sama máta í dag. Tá ið vit svara, krevur hann ikki, at vit øll skulu duga líka væl at orða okkum sum Apollos ella vera líka sannførandi sum Paulus. (Áps. 18:24; 26:28) Jehova vil bara, at vit gera okkara besta, tá ið vit svara. Hugsa um einkjuna, sum gav tveir smápengar. Jehova elskaði hana, tí hon gav sítt besta. – Luk. 21:1-4.

Tá ið vit svara, gagnar tað bæði okkum sjálvum og teimum, sum lurta (Sí stykkini 6-7) *

6. (a) Hvussu kunnu svarini hjá øðrum ávirka okkum sambært Hebrearabrævinum 10:24, 25? (b) Hvussu kunnu vit vísa, at vit gleðast um svarini hjá øðrum?

6 Vit uppmuntra hvønn annan, tá ið vit svara. (Les Hebrearabrævið 10:24, 25.) Okkum øllum dámar væl at hoyra nógv ymisk svar á møtunum. Vit verða glað, tá ið eitt barn svarar frá hjartanum. Og tað er stuttligt at lurta, tá ið onkur við eldhuga setur orð á ein sannleika, sum hann ella hon akkurát hevur uppdagað. Og vit halda, at tað er so flott, tá ið nøkur taka mót til sín at svara, sjálvt um tey eru smæðin ella ikki duga málið so væl enn. (1. Tess. 2:2) Hvussu kunnu vit vísa teimum, at vit eru glað fyri tað? Vit kunnu siga takk aftan á møtið. Og eitt annað, vit kunnu gera, er at svara sjálvi. Tá eru tað ikki bara vit, sum verða uppmuntrað, men eisini hini.Róm. 1:11, 12.

7. Hví er tað gott fyri okkum at svara?

7 Tað er gott fyri okkum at svara. (Es. 48:17) Hvussu tá? Fyri tað fyrsta fáa vit meira hug at fyrireika okkum til møtið, viss vit ætla okkum at svara. Tá ið vit fyrireika okkum væl, skilja vit eisini tað, sum vit lesa í Guds orði, betur. Og jú betur vit skilja tað, jú lættari verður tað eisini at fylgja tí. Fyri tað næsta verður tað eisini meira spennandi at vera á møti, tá ið vit eru við til at svara. Og fyri tað triðja minnast vit ofta tankarnar í langa tíð aftaná, tí tað krevur nakað av okkum at svara.

8-9. (a) Hvussu heldur tú, at tað ávirkar Jehova, tá ið vit svara á møtunum, sum vit lesa í Malakias 3:16? (b) Hvat halda summi vera ringt?

8 Vit gleða Jehova, tá ið vit seta orð á okkara trúgv. Eingin ivi er um, at Jehova lurtar og verður glaður, tá ið vit royna at svara á møtunum. (Les Malakias 3:16.) Hann vísir tað við at signa okkum, tá ið vit royna at gleða hann. – Mal. 3:10.

9 Tað er týðiligt, at vit hava góðar grundir til at svara á møtunum. Men nøkur tora kanska ikki at rætta hondina upp allíkavæl. Viss tað er soleiðis, tú hevur tað, skalt tú ikki missa mótið. Latið okkum kanna nakrar meginreglur í Bíbliuni, nøkur fá dømi og nøkur góð ráð, sum kunnu hjálpa okkum at svara á møtunum.

HVAT KANST TÚ GERA, UM TÚ ERT NERVØSUR?

10. (a) Hvat eru nógv av okkum bangin fyri? (b) Hví kann tað vera gott at vera eitt sindur nervøsur?

10 Fært tú ilt í búkin bara av at hugsa um at rætta hondina upp fyri at svara? Um so er, ert tú ikki einsamallur. Sannleikin er, at tey flestu av okkum eru eitt sindur nervøs, tá ið vit skulu svara. Men áðrenn tú kanst gera nakað við tað, mást tú finna út av, hvørjum tú ert bangin fyri. Ert tú bangin fyri, at tú fert at gloyma tað, sum tú skalt siga? Ella at tú fert at siga okkurt skeivt? Ert tú bangin fyri, at títt svar ikki er líka gott sum tað hjá hinum? Faktiskt kann tað vera eitt gott tekn. Tað vísir, at tú ert eyðmjúkur og hugsar, at onnur hava størri týdning enn tú. Jehova elskar tann eginleikan. (Slm. 138:6; Fil. 2:3) Men hann vil eisini, at tú skalt prísa honum og uppmuntra tínar brøður og systrar á møtunum. (1. Tess. 5:11) Hann elskar teg og fer at geva tær tað dirvið, sum skal til.

11. Hvørjir tankar í Bíbliuni kunnu hjálpa okkum?

11 Í Bíbliuni eru nakrir góðir tankar, sum kunnu hjálpa okkum. Hon vísir, at vit øll gera mistøk, bæði í sambandi við hvat vit siga, og hvussu vit siga tað. (Ják. 3:2) Jehova væntar ikki, at vit skulu vera fullkomin, og tað gera okkara brøður og systrar heldur ikki. (Slm. 103:12-14) Tey eru okkara andaliga familja, og tey elska okkum. (Mark. 10:29, 30; Jóh. 13:35) Tey skilja, at vit ikki altíð fáa sagt akkurát tað, sum vit ætla okkum.

12-13. Hvat kunnu Nehemias og Jónas læra okkum?

12 Í Bíbliuni eru eisini nøkur dømi, sum kunnu hjálpa tær at finna út av, hvat tú kanst gera, tá ið tú ert nervøsur. Hugsa til dømis um Nehemias, sum tænti í borgini hjá einum máttmiklum kongi. Tá ið hann hoyrdi, at múrarnir í Jerusalem vóru niðurbrotnir og portrini brend upp, bleiv hann sera keddur. (Neh. 1:1-4) Ímynda tær, hvussu nervøsur og bangin hann bleiv, tá ið kongurin spurdi hann, hví hann sá so keddur út. Nehemias skundaði sær at biðja, áðrenn hann svaraði. Tað hevði við sær, at kongurin gjørdi nógv fyri at hjálpa Guds fólki. (Neh. 2:1-8) Hugsa eisini um Jónas. Tá ið Jehova bað hann fara til Nineve at ávara fólkið, bleiv Jónas so bangin, at hann rýmdi beint øvutan veg. (Jón. 1:1-3) Men Jehova hjálpti Jónasi, so hann allíkavæl fór til Nineve, og tað var gott fyri fólkini har, at hann gjørdi tað. (Jón. 3:5-10) Nehemias lærir okkum, at tað hevur týdning at biðja, áðrenn vit svara. Og Jónas lærir okkum, at Jehova kann hjálpa okkum at tæna honum, sjálvt um vit eru bæði nervøs og bangin. Og heilt ærligt, man tað vera nøkur samkoma, ið er líka ræðandi sum fólkini í Nineve?

13 Hvørji praktisk ráð kunnu hjálpa tær at svara upp á ein góðan og uppmuntrandi máta á møtunum? Her koma nøkur uppskot.

14. Hví skulu vit fyrireika okkum væl til møtini, og nær kunnu vit gera tað?

14 Fyrireika teg til hvørt møti. Tá ið tú setur tíð av til at fyrireika teg væl, torir tú eisini betur at svara á møtunum. (Orðt. 21:5) Vit hava sjálvsagt øll okkara ymisku rutinur. Eloise, ein einkja í fýrsunum, byrjar at fyrireika seg til vakttornslesturin fyrst í vikuni. Hon sigur: „Eg fái nógv meira burtur úr møtunum, tá ið eg havi fyrireikað meg.“ Joy, sum hevur fulltíðarstarv, velur at fyrireika seg til vakttornslesturin leygardag. Hon sigur: „Tað er nógv lættari hjá mær at minnast tilfarið, tá ið eg fyrireiki meg stutt áðrenn møtið.“ Ike, ið hevur úr at gera sum elsti, og sum eisini er pionerur, sigur: „Mær dámar best at fyrireika meg eitt sindur í senn ígjøgnum vikuna heldur enn at taka alt í einum.“

15. Hvussu kanst tú fyrireika teg væl til møtini?

15 Hvat ber tað í sær at fyrireika seg væl til møtini? Tað er altíð gott at byrja við at biðja Jehova um heilagan anda. (Luk. 11:13; 1. Jóh. 5:14) Síðani kanst tú brúka nakrar minuttir til at fáa eitt yvirlit yvir tilfarið. Hugsa um heitið, undiryvirskriftirnar, myndirnar og rammurnar. Tá ið tú so lesur alt tilfarið stykki fyri stykki, kanst tú royna at lesa so nógv av bíbliuørindunum sum møguligt. Hugsa um tilfarið, og legg serliga merki til teir tankarnar, sum tú hevur hug at svara upp á. Betur tú fyrireikar teg, meira fært tú burturúr, og so verður tað eisini lættari hjá tær at svara. – 2. Kor. 9:6.

16. Hvørji lestraramboð hava vit fingið, og hvussu kunnu vit brúka tey?

16 Um møguligt, kanst tú brúka elektronisku amboðini, sum eru tøk á einum máli, sum tú dugir. Jehova hevur gjøgnum sína samskipan givið okkum elektronisk amboð, sum eru hent, tá ið vit skulu fyrireika okkum til møtini. Í JW Library® appini ber tað til at taka lestrartilfar niður á eina snildfon, teldil ella líknandi. Tað gevur okkum møguleika at studera, ella í minsta lagi lesa ella lurta eftir tilfarinum, nær sum helst og hvar sum helst. Nøkur brúka appina, tá ið tey fyrireika seg í døgurðasteðginum á arbeiðinum ella í skúlanum, ella meðan tey ferðast aftur og fram. Amboðini Watchtower Library og Watchtower ONLINE LIBRARY  gera tað lættari at kanna okkurt í tilfarinum nærri.

Nær hevur tú sett tíð av til at fyrireika teg til møtini? (Sí stykkini 14-16) *

17. (a) Hví er tað gott at fyrireika fleiri svar? (b) Hvat lærdi tú av videonum Bliv Jehovas ven – Forbered dit svar?

17 Royn at fyrireika fleiri svar. Hví tað? Tí tað er ikki sikkurt, tú sleppur at svara, hvørja ferð tú rættir hondina upp. Tú mást rokna við, at fleiri hava hondina uppi samstundis, og at lestrarleiðarin kanska velur ein av teimum. Tað kann vera, at lestrarleiðarin ikki kann lata øll svara til eitt ávíst stykki, tí hann noyðist at tryggja sær, at møtið endar til tíðina. So tú mást ikki taka tað illa upp ella missa mótið, viss tú ikki sleppur at svara, fyrstu ferð tú hevur hondina uppi. Um tú fyrireikar fleiri svar, hevur tú eisini fleiri møguleikar at vera við. Eitt, sum tú kanst fyrireika teg til, er at lesa eitt bíbliuørindi. Men um tað ber til, kanst tú eisini royna at fyrireika teg til at siga nakað við tínum egnu orðum. *

18. Hví skulu okkara svar vera stutt?

18 Svara stutt. Tey svarini, sum eru stutt og einføld, eru ofta tey, sum eru mest uppmuntrandi. So tí kanst tú royna at svara stutt og helst minni enn 30 sekund. (Orðt. 10:19; 15:23) Viss tú hevur verið við til at svara á møtunum í nógv ár, so hevur tú ein týðandi leiklut – tú mást vera ein góð fyrimynd í at hava stutt svar. Viss tíni svar eru innviklað og vara fleiri minuttir, kunnu onnur kanska føla, at tey ikki kunnu liva upp til tað. Tey halda kanska ikki, at tey duga líka væl at svara sum tú. Eitt annað gott við stuttum svarum er, at fleiri sleppa framat. Tað hevur serliga stóran týdning at svara stutt og greitt, viss tú ert tann fyrsti, sum svarar. Royn ikki at fáa allar tankarnar í stykkinum við. Tá ið høvuðstankin í stykkinum er komin fram, kanst tú nevna ein annan tanka. Sí rammuna „ Vit kunnu rætta hondina upp og … “.

19. Hvussu kann lestrarleiðarin hjálpa tær, men hvat mást tú gera?

19 Sig við lestrarleiðaran, at tú gjarna vilt svara upp á eitt bestemt stykki. Viss tú velur at gera tað, mást tú siga tað við leiðaran í góðari tíð, áðrenn møtið byrjar. Tá ið tit eru komin til tað stykkið, mást tú rætta hondina upp beinanvegin og nóg høgt, so leiðarin sær hana.

20. Hvussu kunnu vit samanbera møtini við eina máltíð, sum vit eta saman við vinum?

20 Vit kunnu meta møtini sum eina máltíð, vit eta saman við góðum vinum. Hugsa tær, at nakrir vinir í samkomuni bjóða tær til eina hugnaløtu og spyrja, um tú vilt gera eitt sindur av mati at taka við. Hvussu hevði tú reagerað? Kanska bleivst tú eitt sindur nervøsur. Men tú hevði helst gjørt tær ómak fyri at gera okkurt, sum øllum dámar. Jehova er tann, sum bjóðar okkum á møti, og hann borðreiðir fyri okkum við øllum góðum. (Slm. 23:5; Matt. 24:45) Og hann verður glaður, tá ið vit hava eina lítla gávu við og gera okkara besta. So vit mugu fyrireika okkum væl og svara so ofta sum gjørligt. Tá fáa vit okkum ikki bara av tí, sum Jehova bjóðar, men vit hava eisini okkurt við, sum øll í samkomuni kunnu hava nyttu av.

SANGUR NR. 2 Jehova eitur tú

^ Eins og sálmaskaldið Dávid elska vit øll Jehova og gleðast um at prísa honum. Vit hava ein serligan møguleika fyri at vísa, at vit elska Gud, tá ið vit koma saman fyri at tilbiðja hann. Men nøkur av okkum halda tað vera ringt at svara á okkara møtum. Viss tú eisini heldur tað, kann henda greinin hjálpa tær at finna út av, hví tú ert nervøsur, og hvat tú kanst gera við tað.

^ Hygg at videonum Bliv Jehovas ven – Forbered dit svar? Tað er at finna á jw.org undir BIBELENS LÆRE > BØRN.

^ MYND: Fólk í samkomuni gleðast um at svara til vakttornslesturin.

^ MYND: Nøkur av teimum í samkomuni, sum vit sóu svara til vakttornslesturin. Sjálvt um tey hava ymiskar umstøður, seta tey øll tíð av til at fyrireika seg til møtið.