Far beinleiðis til innihaldið

LESTRARGREIN 27

Fyrireika teg nú til at klára forfylging

Fyrireika teg nú til at klára forfylging

„Øll, sum vilja liva gudiliga í Kristi Jesusi, skulu verða atsøkt.“ – 2. TIM. 3:12.

SANGUR NR. 129 Vit halda út við gleði

ENDAMÁL a

1. Hví mugu vit fyrireika okkum til at klára forfylging?

 KVØLDIÐ fyri at Jesus varð dripin, segði hann, at øll, sum vilja vera hansara lærisveinar, skulu verða hatað. (Jóh. 17:14) Líka síðani tá eru trúføst kristin blivin forfylgd av fólkum, sum eru ímóti sonnu tilbiðingini. (2. Tim. 3:12) So hvørt sum endin á hesum heimi nærkast, kunnu vit vænta enn meira mótstøðu. – Matt. 24:9.

2-3. (a) Hvat er gott at vita um ótta? (b) Hvat fara vit at kanna í hesi greinini?

2 Hvussu kunnu vit fyrireika okkum nú til at klára forfylging? Vit skulu ikki ímynda okkum alt tað ringa, sum kann henda. Tí viss vit gera tað, kunnu vit blíva so bangin, at vit blíva púra lammað og halda uppat at tæna Jehova, longu áðrenn vit blíva forfylgd. (Orðt. 12:25; 17:22) Ótti er eitt vápn, sum okkara mótstøðumaður, Djevulin, roynir at brúka ímóti okkum. (1. Pæt. 5:8, 9) Hvat kunnu vit gera nú fyri at styrkja okkum sjálvi?

3 Í hesi greinini fara vit at kanna, hvussu vit kunnu styrkja okkara samband við Jehova, og hví tað er lívsneyðugt, at vit gera tað nú. Vit fara eisini at kanna, hvussu vit kunnu blíva meira djørv. Og at enda fara vit at kanna, hvat vit skulu gera, tá ið fólk hata okkum.

HVUSSU KANST TÚ STYRKJA TÍTT SAMBAND VIÐ JEHOVA?

4. Hvat mugu vit vera sannførd um sambært Hebrearabrævinum 13:5, 6, og hví?

4 Tú mást vera sannførdur um, at Jehova elskar teg, og at hann ongantíð fer frá tær. (Les Hebrearabrævið 13:5, 6.) Fyri nógvum árum síðani stóð í Vakttorninum: „Tey, sum kenna Gud best, líta eisini mest á hann, tá ið tey verða roynd.“ Sum tað er satt! Viss vit skulu klára forfylging, mugu vit elska Jehova og líta fult og fast á hann og aldrin ivast í, at hann elskar okkum. – Matt. 22:36-38; Ják. 5:11.

5. Hvat kanst tú gera fyri at føla, at Jehova elskar teg?

5 Tú mást lesa í Bíbliuni hvønn dag fyri at fáa eitt tættari samband við Jehova. (Ják. 4:8) Meðan tú lesur, skalt tú fokusera upp á teir góðu eginleikarnar hjá Jehova. Legg merki til, hvussu tað, sum Jehova sigur og ger, vísir, at hann er góður við teg. (2. Mós. 34:6) Summi hava kanska ilt við at trúgva, at Gud elskar tey, tí tey ongantíð eru blivin elskað fyrr. Um tað er soleiðis, tú hevur tað, kanst tú gera ein lista hvønn dag, har tú skrivar, hvat Jehova hevur gjørt fyri teg, og hvussu hann hevur víst, at hann er góður við teg. (Slm. 78:38, 39; Róm. 8:32) Tá ið tú hugsar um tað, sum tú sjálvur hevur upplivað, og um tað, sum tú hevur lisið í Bíbliuni, ber tað helst til hjá tær at gera ein langan lista við øllum tí, sum Jehova hevur gjørt fyri teg. Jú takksamari tú ert fyri alt tað, sum Jehova ger, jú sterkari blívur títt samband við hann. – Slm. 116:1, 2.

6. Hvussu kann tað at biðja inniliga hjálpa tær sambært Sálmi 94:18-19?

6 Tú mást biðja ofta til Jehova. Ímynda tær ein drong, sum situr í føvninginum á pápa sínum. Drongurin er púra tryggur og fortelur pápa sínum um tað, sum er hent gjøgnum dagin, bæði tað góða og tað ringa. Tú kanst fáa eitt líknandi samband við Jehova, viss tú biður inniliga til hann hvønn dag. (Les Sálm 94:18-19.) Tá ið tú biður til Jehova, kanst tú lata „hjarta títt renna út sum vatn“ og fortelja honum um alt tað, sum tú ert bangin fyri og stúrir fyri. (Sorgars. 2:19) Hvat hendir, viss tú gert tað? So fært tú ’frið Guds, sum stígur upp um alt vit’. (Fil. 4:6, 7) Jú oftari tú biður upp á henda mátan, jú tættari knýttur verður tú at Jehova. – Róm. 8:38, 39.

Vit fáa dirvi, tá ið vit hava eina sterka trúgv upp á Jehova og hansara lyfti

Tað, sum Stanley Jones hevði lært um Guds ríki, styrkti hann (Sí stykki 7)

7. Hví mást tú vera sannførdur um, at tað, sum Gud hevur lovað, fer at henda?

7 Tú mást vera sannførdur um, at tað, sum Gud hevur lovað, fer at henda. (4. Mós. 23:19) Um tú ikki veruliga trýrt upp á lyftini frá Gudi, verður tað lættari hjá Satani og teimum, sum eru saman við honum, at gera teg bangnan. (Orðt. 24:10; Hebr. 2:15) Hvat kanst tú gera fyri at fáa størri álit á Guds ríki nú? Tú kanst kanna tað, sum Gud hevur lovað um sítt ríki, og eisini kanna, hví tú kanst vera vísur í, at tað fer at henda. Hvussu kann tað hjálpa tær? Hugsa um Stanley Jones, sum sat í fongsli fyri sína trúgv í sjey ár. b Hvat hjálpti honum at halda út? Hann segði: „Eg ivaðist ikki eina løtu í tí, sum eg hevði lært um Guds ríki, og tí kundi eingin fáa meg burtur frá Jehova.“ Um tú trýrt fult og fast upp á tað, sum Gud hevur lovað, verður tú tættari knýttur at honum, og tú fert ikki at lata ótta fáa teg at halda uppat at tæna Jehova. – Orðt. 3:25, 26.

8. Hvat vísir okkara hugburður til møtini? Greið frá.

8 Tú mást ganga fast á møtini. Møtini hjálpa okkum at koma nærri til Jehova. Okkara hugburður til møtini sigur nakað um, hvussu vit fara at klára forfylging í framtíðini. (Hebr. 10:24, 25) Hvussu tá? Um vit lata smáting forða okkum í at fara á møti nú, hvussu verður tað so, viss tað einaferð verður ótrygt hjá okkum at koma saman við okkara brøðrum og systrum? Viss vit eru avgjørd um at koma fast á møtini nú, fara vit ikki at lata mótstøðufólk forða okkum í tí í framtíðini. So tað er nú, vit mugu læra okkum at gleðast um møtini. Og tá ið vit gera tað, kann hvørki mótstøða ella forboð frá myndugleikunum forða okkum í at „lýða Gud meir enn menniskju“. – Áps. 5:29.

Viss vit royna at læra okkum bíbliuørindi og sangir uttanat nú, fer tað at hjálpa okkum, tá ið vit blíva forfylgd (Sí stykki 9) e

9. Hví er tað gott at læra seg bíbliuørindi uttanat?

9 Tú mást læra teg tíni yndisbíbliuørindi uttanat. (Matt. 13:52) Tú heldur kanska ikki, at tú minnist so væl, men Jehova kann við sínum heilaga anda hjálpa tær at koma í tankar um bíbliuørindini, sum tú hevur lært uttanat. (Jóh. 14:26) Ein bróðir, sum sat í isolatión í einum fongsli í Eysturtýsklandi, segði: „Eg var so glaður fyri, at eg hevði lært fleiri hundrað bíbliuørindi uttanat, tí tað hjálpti mær at hugsa um nógv andalig evni, teir longu dagarnar eg sat í einsemi.“ Hesi bíbliuørindini hjálptu okkara bróður at halda seg nær til Jehova og at vera trúfastur.

(Sí stykki 10) f

10. Hví er tað gott, at læra seg sangir uttanat?

10 Tú mást læra teg sangir uttanat. Tá ið Paulus og Silas sótu í fongsli í Filippi, lovprísaðu teir Jehova við sangum, sum teir høvdu lært uttanat. (Áps. 16:25) Hvat gjørdu okkara brøður og systrar í fyrrverandi Sovjetsamveldinum fyri at uppmuntra hvønn annan, tá ið tey blivu send til Sibiria í útlegd? Ein systir, sum eitur Marija Fedun, fortelur: „Vit sungu allar teir sangirnar í sangbókini, sum vit dugdu uttanat.“ Hon segði, at sangirnir styrktu tey og fingu tey at føla, at Jehova var hjá teimum. Følir tú eisini, at tað hjálpir tær at syngja nakrar av okkara sangum, sum tær dámar væl? So hevði tað verið gott, viss tú lærdi teir uttanat nú! – Sí rammuna „ Gev mær dirvi“.

HVUSSU KANST TÚ BLÍVA MEIRA DJARVUR?

11-12. (a) Hví var Dávid djarvur sambært 1. Sámuelsbók 17:37, 45-47? (b) Hvat læra vit av Dávidi?

11 Vit mugu vera djørv, viss vit skulu klára forfylging. Hvat kanst tú gera, viss tú følir, at tú ikki ert so djarvur? Minst til, at tú ikki noyðist at vera stórur og sterkur ella hava serlig evni fyri at vera djarvur. Tað er Dávid eitt gott dømi um. Hann fór ímóti Goliati, sum var ein risi. Dávid var bæði minni og veikari enn Goliat og hevði eingi serlig vápn – ikki eingongd eitt svørð. Allíkavæl var Dávid djarvur og fór út ímóti hesum risanum.

12 Hví var Dávid so djarvur? Tí hann var sannførdur um, at Jehova var við honum. (Les 1. Sámuelsbók 17:37, 45-47.) Dávid fokuseraði ikki upp á, hvussu stórur Goliat var í mun til hann, men á, hvussu lítil Goliat var í mun til Jehova. Hvat lærir tað okkum? Vit kunnu eisini vera djørv, viss vit eru sannførd um, at Jehova er við okkum, og at tey, sum eru ímóti okkum, eru pinkalítil í mun til hin alvalda Gud. (2. Krøn. 20:15; Slm. 16:8) Hvussu kunnu vit blíva meira djørv nú, áðrenn vit blíva forfylgd?

13. Hvussu kunnu vit blíva meira djørv? Greið frá.

13 Vit kunnu blíva meira djørv, viss vit boða tey góðu tíðindini. Hví tað? Tí tá ið vit boða, læra vit at líta á Jehova og vinna á mannaótta. (Orðt. 29:25) Líkasum okkara vøddar blíva størri, tá ið vit trena, fáa vit størri dirvi, tá ið vit boða hús úr húsi, alment, óformliga og í handlum. Um vit arbeiða upp á at blíva meira djørv í boðanini nú, so verða vit betur før fyri at halda fram at boða, viss okkara arbeiði verður bannað av myndugleikunum. – 1. Tess. 2:1, 2.

Nancy Yuen noktaði at gevast at boða tey góðu tíðindini (Sí stykki 14)

14-15. Hvat læra vit av Nancy Yuen og Valentina Garnovskaja?

14 Vit kunnu læra nógv av tveimum systrum, sum vóru øgiliga djarvar. Nancy Yuen var bara hálvanannan metur long, men hóast tað, var hon ikki løtt at ræða. c Hon noktaði at halda uppat at boða tey góðu tíðindini um Guds ríki, og tí sat hon í fongsli í meira enn 20 ár í Kina. Teir, sum avhoyrdu hana, søgdu, at hon var „tað treiskasta menniskjað“ í øllum landinum.

Valentina Garnovskaja var púra vís í, at Jehova var við henni (Sí stykki 15)

15 Valentina Garnovskaja varð fongslað tríggjar ferðir í fyrrverandi Sovjetsamveldinum. Hon sat samanlagt 21 ár. d Hví? Tí hon var so avgjørd um at halda fram at boða, at myndugleikarnir stemplaðu hana sum „eitt sera vandamikið brotsfólk“. Hvussu kundu hesar báðar kvinnurnar vera so djarvar? Tær vóru sannførdar um, at Jehova var við teimum.

16. Hvussu fáa vit satt dirvi?

16 Sum vit hava verið inni uppá, er tað ikki okkara egna styrki og okkara egnu førleikar, sum gera okkum meira djørv. Nei, vit mugu vera sannførd um, at Jehova er við okkum, og at hann berjist fyri okkum. (5. Mós. 1:29, 30; Zak. 4:6) Soleiðis fáa vit satt dirvi.

HVAT SKULU VIT GERA, TÁ IÐ FÓLK HATA OKKUM?

17-18. Hvørja ávaring gav Jesus okkum sambært Jóhannes 15:18-21?

17 Okkum dámar væl, tá ið onnur respektera okkum, men vit skulu ikki halda, at vit ikki eru nakað verd, viss fólk ikki dáma okkum. Jesus segði: „Sæl eru tit, táið menniskjuni hata tykkum, táið tey ikki vilja vita av tykkum, og táið tey háða tykkum og kasta navn tykkara frá sær sum nakað ilt, fyri Menniskjasonarins skuld.“ (Luk. 6:22) Hvat meinti Jesus, tá ið hann segði tað?

18 Hann meinti ikki, at hansara lærisveinar skuldu dáma at blíva hataðir. Hann var bara realistiskur og ávaraði um, hvat skuldi henda. Vit eru ikki ein partur av heiminum. Vit fylgja tí, sum Jesus lærdi okkum, og boða sama boðskap sum hann. Tað er orsøkin til, at heimurin hatar okkum. (Les Jóhannes 15:18-21.) Tað, sum hevur størstan týdning fyri okkum, er at gleða Jehova. Og tí føla vit okkum ikki illa, viss fólk hata okkum, tí vit elska okkara himmalska faðir.

19. Hvussu kunnu vit gera sum ápostlarnir?

19 Vit mugu ongantíð lata nakað, sum menniskju siga ella gera, fáa okkum at skammast um at vera Jehova vitni. (Mika 4:5) Vit kunnu læra at takkla mannaótta við at hugsa um, hvat ápostlarnir í Jerusalem gjørdu, beint eftir at Jesus varð dripin. Teir vistu, hvussu nógv teir jødisku trúarleiðararnir hataðu teir. (Áps. 5:17, 18, 27, 28) Og allíkavæl fóru teir hvønn dag í templið at boða, so tað var týðiligt hjá øllum, at teir vóru Jesu lærisveinar. (Áps. 5:42) Teir góvu ikki eftir fyri mannaótta. Vit kunnu eisini vinna á mannaótta við at gera sum teir og vera opin um, at vit eru Jehova vitni – bæði á arbeiðsplássinum, í skúlanum og í grannalagnum. – Áps. 4:29; Róm. 1:16.

20. Hví vóru ápostlarnir glaðir, sjálvt um fólk hataðu teir?

20 Ápostlarnir vóru glaðir, sjálvt um fólk hataðu teir. Hvussu kundu teir vera tað? Teir vistu, hví teir blivu hataðir, og teir sóu tað sum eina æru at blíva illa viðfarnir, av tí at teir gjørdu Guds vilja. (Luk. 6:23; Áps. 5:41) Seinni skrivaði Pætur ápostul til tey kristnu: „Skuldu tit nú liðið fyri rættvísi skuld, eru tit sæl.“ (1. Pæt. 2:19-21; 3:14) Tá ið vit skilja, at onnur hata okkum, tí vit gera tað, sum er rætt, fara vit aldrin at lata ótta forða okkum í at tæna Jehova.

FYRIREIKING HEVUR ALSTÓRAN TÝDNING

21-22. (a) Hvat fert tú at gera fyri at fyrireika teg til at klára forfylging? (b) Hvat fara vit at kanna í næstu greinini?

21 Vit vita ikki, nær fólk fara at forfylgja okkum, ella nær okkara arbeiði verður bannað. Men vit kunnu fyrireika okkum nú við at styrkja okkara samband við Jehova, arbeiða upp á at blíva meira djørv og læra okkum at takkla tað, tá ið fólk hata okkum. Viss vit fyrireika okkum nú, fer tað at hjálpa okkum at blíva við at tæna Jehova.

22 Men hvat skulu vit gera, viss tað verður bannað at tilbiðja Jehova? Í næstu greinini fara vit at kanna nakrar meginreglur, sum kunnu hjálpa okkum at blíva við at tæna Jehova undir sovorðnum umstøðum.

SANGUR NR. 118 „Gev okkum meiri trúgv“

a Vit vilja ikki, at onnur skulu hata okkum, men fyrr ella seinni fara vit øll at blíva forfylgd. Henda greinin fer at hjálpa okkum at vera djørv og at vera fyrireikað til at klára forfylging.

bVagttårnet frá 15. mars 1966, síðurnar 123, 136-144.

cVagttårnet frá 15. juli 1979, síðurnar 4-7. Sí eisini videoið Jehovas navn skal gøres kendt á JW Broadcasting®. Hygg undir INTERVIEWS OG ERFARINGER.

e MYNDAFRÁGREIÐING: Ein mamma og ein pápi hjálpa børnunum hjá sær at læra bíbliuørindi uttanat á familjukvøldinum.

f MYNDAFRÁGREIÐING: Ein familja øvar ríkisins sangir í bilinum á veg til møti.