LESTRARGREIN 36
Hevur tú hug at fiska menniskju?
„Óttast ikki! Hereftir skalt tú veiða menniskju.“ – LUK. 5:10.
SANGUR NR. 73 Gev okkum dirvi
ENDAMÁL *
1. Hvat segði Jesus við fýra fiskimenn, og hvussu reageraðu teir?
LÆRISVEINARNIR Pætur, Andrias, Jákup og Jóhannes livdu av at rógva út. Hugsa tær, hvussu bilsnir teir vórðu, tá ið Jesus segði við teir: „Fylgið Mær, so skal Eg gera tykkum til menniskjafiskimenn!“ * Hvussu reageraðu teir? Bíblian sigur: „Við tað sama fóru teir frá gørnunum og fylgdu Honum.“ (Matt. 4:18-22) Henda avgerðin broytti teirra lív fullkomiliga. Nú skuldu teir fiska menniskju í staðin fyri bókstavligan fisk. (Luk. 5:10) Og í dag gevur Jesus eisini menniskjum, sum elska sannleikan, møguleika at boða tey góðu tíðindini. (Matt. 28:19, 20) Hvussu við tær? Ert tú farin at fiska menniskju?
2. Hví mugu vit taka avgerðina um at blíva menniskjafiskimenn í álvara, og hvat mugu vit gera áðrenn, vit taka avgerðina?
2 Tú hevur kanska kannað Bíbliuna í eina tíð, og nú ert tú komin hartil, at tú skalt finna út av, um tú vilt fara við út at boða tey góðu tíðindini. Viss tú ivast, skalt tú ikki vera keddur um tað, tí tað vísir bara, at tú veitst, at tað er ein stór avgerð at taka. Tað er rætt, at Bíblian sigur, at Pætur og hinir fóru frá gørnunum beinanvegin fyri at fylgja Jesusi. Men tað var ikki nakað, teir gjørdu uttan at hugsa seg um. Teir høvdu nemliga kent Jesus í meira enn eitt hálvt ár, og teir skiltu, at hann var Messias. (Jóh. 1:35-43) Tú kennir sikkurt eisini Jehova og Jesus væl og hevur hug at gera andalig framstig. Men áðrenn tú verður boðari, er tað gott, at tú hugsar teg væl um. Hvat hjálpti Pæturi og hinum at taka hesa avgerðina?
3. Hvat kann hjálpa tær at blíva ein raskur menniskjafiskimaður?
3 Teir fyrstu lærisveinarnir hjá Jesusi vóru raskir fiskimenn. Teir vóru hugaðir, dugnaligir, djarvir og høvdu sjálvdisiplin. Hetta var heilt sikkurt nakað, sum hjálpti teimum, tá ið teir fóru at fiska menniskju. Henda greinin kann hjálpa tær, so tú verður ein dugnaligur boðari akkurát sum lærisveinarnir hjá Jesusi.
HVAT KANN GEVA TÆR HUG AT BOÐA?
4. Hví fiskaði Pætur?
4 Sum sagt livdi Pætur av at fiska, og tað var eisini soleiðis, hann forsyrgdi familjuni. Men tað var ikki bara eitt arbeiði hjá honum, hann elskaði at fiska. (Jóh. 21:3, 9-15) Sum frá leið, lærdi hann eisini at elska at fiska menniskju. Og av tí at Jehova hjálpti honum, bleiv hann ein dugnaligur boðari. – Áps. 2:14, 41.
5. Hví var Pætur bangin sambært Lukas 5:8-11, og hvat kann hjálpa okkum, viss vit hava tað sum hann?
5 Vit boða fyrst og fremst, tí vit elska Jehova. Okkara kærleiki til Jehova kann hjálpa okkum at fortelja øðrum um hann, sjálvt um vit kanska føla, at vit ikki duga nóg væl. Tá ið Jesus bað Pætur koma við út at fiska menniskju, segði hann við hann: „Óttast ikki.“ (Les Lukas 5:8-11.) Pætur var ikki bangin fyri sjálvari uppgávuni at vera lærisveinur, men hann var blivin so ovfarin av tí nógva fiskinum, sum Jesus við einum undri hevði syrgt fyri, at teir fingu. Hann føldi seg knappliga ikki verdan at arbeiða saman við Jesusi. Og nú tá ið tú veitst, hvat tað ber í sær at vera ein lærisveinur, ert tú kanska eisini eitt sindur bangin fyri, at tú ikki ert góður nokk. Men jú meira tú elskar Jehova, Jesus og menniskju, jú meira fært tú hug at taka ímóti hesum møguleikanum frá Jesusi um at fara við út at fiska menniskju. – Matt. 22:37, 39; Jóh. 14:15.
6. Hvat annað gevur okkum hug at boða?
6 Eitt annað, sum kann geva okkum hug at boða, er, at vit gjarna vilja fylgja boðunum frá Jesusi um at fara út at gera øll fólkasløg til lærisveinar. (Matt. 28:19, 20) Vit síggja eisini, at nógv fólk eru illa viðfarin og hjálparleys, og at tey virkuliga hava brúk fyri at hoyra tey góðu tíðindini um Guds ríki. (Matt. 9:36) Jehova vil, at so nógv sum gjørligt læra sannleikan at kenna og blíva frelst. – 1. Tim. 2:4.
7. Hvussu vísir Rómbrævið 10:13-15, at boðanararbeiðið er viktigt?
7 Vit fáa eisini hug at boða, tá ið vit hugsa um, hvussu tað kann hjálpa fólki. Ein vanligur fiskimaður selur ella etur fiskin, sum hann fær, men tá ið vit fiska menniskju, er tað fyri at bjarga teimum. – Les Rómbrævið 10:13-15; 1. Tim. 4:16.
HVAT ER GOTT AT VITA?
8-9. Hvat mugu fiskimenn vita, og hví?
8 Á Jesu døgum máttu fiskimenn vita, hvat slag av fiski, teir kundu fáa. (3. Mós. 11:9-12) Teir máttu eisini vita, hvar fiskurin var. Fiskur trívist vanliga best har, sum hann fær nokk av føði. Tað hevur eisini týdning at hugsa um, hvørja tíð á degnum, mann fiskar. Hetta kom ein trúboðari á einari oyggj í Kyrrahavinum at sanna. Ein bróðir spurdi hann, um hann hevði hug at koma við út at fiska. Tað vildi hann gjarna og segði: „Vit síggjast í morgin árini klokkan níggju.“ Bróðirin svaraði: „Nei, soleiðis hongur tað ikki saman. Vit fiska, tá ið fiskur er at fáa, ikki tá ið tað passar okkum.“
9 Menniskjafiskimenn í fyrstu øld noyddust eisini at vita, hvar fólk vanliga vóru og nær. Lærisveinarnir hjá Jesusi boðaðu til dømis í templinum, í sýnagogunum, hús úr húsi og á torginum. (Áps. 5:42; 17:17; 18:4) Vit mugu eisini vita nakað um fólkini í okkara øki. Vit mugu laga okkum eftir umstøðunum og boða har, sum fólk eru, og tá ið tað er mest sannlíkt, at tey hava tíð. – 1. Kor. 9:19-23.
10. Hvørji amboð hevur samskipanin hjá Jehova givið okkum?
10 Ein fiskimaður má hava ta røttu útgerðina og vita, hvussu hann skal brúka hana. Soleiðis er tað eisini hjá okkum, tá ið vit boða. Vit mugu eisini hava røttu útgerðina og vita, hvussu vit brúka hana. Tá ið Jesus sendi lærisveinarnar út at boða, segði hann teimum, hvussu teir skuldu gera. Hann segði til dømis, hvat teir skuldu hava við, hvar teir skuldu fara, og hvat teir skuldu siga. (Matt. 10:5-7; Luk. 10:1-11) Samskipanin hjá Jehova hevur syrgt fyri, at vit hava fingið ein amboðskassa, sum hjálpir okkum, tá ið vit fara út at boða. Vit fáa eisini upplæring í, hvussu vit kunnu brúka tey ymisku amboðini, og tað er nakað, sum ger okkum trygg og hjálpir okkum at blíva betri boðarar. – 2. Tim. 2:15.
HVUSSU FÆRT TÚ DIRVI?
11. Hví mugu menniskjafiskimenn vera djarvir?
11 Bókstavligir fiskimenn mugu vera djarvir. Veðrið á sjónum kann vera skiftandi, og stormar kunnu knappliga bresta á. Teir mugu ofta arbeiða um náttina, tá ið tað er myrkt. Menniskjafiskimenn mugu eisini vera djarvir. Tá ið vit fara við út at boða og vísa, at vit eru Jehova vitni, kunnu vit fáa mótstøðu frá familju og vinum. Og tað kann eisini vera, at fólk ikki vilja lurta eftir boðskapinum hjá okkum. Men tað er ikki nakað, sum yvirraskar okkum, tí Jesus segði, at hansara lærisveinar skuldu fáa mótstøðu. – Matt. 10:16.
12. Hvussu kanst tú fáa størri dirvi sambært Josva 1:7-9?
12 Hvussu kanst tú fáa størri dirvi? Tú mást vera sannførdur um, at Jesus leiðir boðanararbeiðið úr himli. (Jóh. 16:33; Opinb. 14:14-16) Tú mást eisini trúgva upp á, at Jehova er við tær, soleiðis sum hann hevur lovað. (Matt. 6:32-34) Jú sterkari trúgv tú hevur, jú djarvari verður tú. Pætur og hinir lærisveinarnir vístu, at teir høvdu sterka trúgv, tá ið teir fóru frá gørnunum fyri at fylgja Jesusi. Tú vísti eisini sterka trúgv, tá ið tú fortaldi familju og vinum, at tú vart farin at studera við Jehova vitnum og at ganga á møti hjá teimum. Tú hevur sikkurt gjørt stórar broytingar í tínum lívi fyri at kunna fylgja rættvísu normunum hjá Jehova, og tað hevur kravt stóra trúgv og stórt dirvi. Viss tú blívur við at arbeiða upp á at fáa størri dirvi, kanst tú vera vísur í, at Jehova „Gud tín er við tær í øllum, sum tú fert undir at gera“. – Les Josva 1:7-9.
13. Hvat kanst tú annars gera fyri at fáa størri dirvi?
13 Hvat kanst tú annars gera fyri at fáa størri dirvi? Tú kanst biðja Jehova geva tær dirvi. (Áps. 4:29, 31) Hann hoyrir tínar bønir og sleppur tær ongantíð. Eitt annað, tú kanst gera, er at hugsa um, hvussu hann hevur hjálpt sínum tænarum í forðum. Tú kanst eisini hugsa um, hvussu hann hevur hjálpt tær at klára ymiskar trupulleikar, og hvussu hann hevur givið tær styrki til at gera broytingar. Tað er eingin ivi um, at Jehova, sum var førur fyri at leiða sítt fólk gjøgnum Reyðahavið, eisini kann hjálpa tær at blíva ein lærisveinur hjá Jesusi. (2. Mós. 14:13) Tú kanst fáa líka sterka trúgv sum sálmaskaldið, ið segði: „HARRIN er við mær, eg óttist ikki; hvat kann maður fáa gjørt mær!“ – Slm. 118:6.
14. Hvat hava Masae og Tomoyo lært teg?
14 Eitt annað, sum kann hjálpa tær at fáa størri dirvi, er at hugsa um, hvussu Jehova hevur hjálpt nøkrum, sum eru sera smæðin av lyndi. Tað er systir Masae eitt dømi um. Hon var øgiliga smæðin og hugsaði, at hon ongantíð fór at tora at fortelja øðrum um sína trúgv. Bara tankin um at tosa við fremmand fólk var ræðandi. Men so setti hon sær fyri at styrkja sín kærleika til Gud og menniskju. Hon hugsaði eisini um tíðina, vit liva í, og bað Jehova geva sær størri hug at fara út at boða. Hon vann á sínum smædni og bleiv enntá pionerur. Jehova kann eisini hjálpa nýggjum boðarum at fáa dirvi. Hoyr, hvat ein systir, sum eitur Tomoyo, upplivdi. Fyrstu ferð hon var við hús úr húsi, læt ein kona hurðina upp og rópti: „Eg vil ikki hava nakað sum helst við Jehova vitni at gera.“ Og so klamsaði hon hurðina aftur. Men tað fekk ikki Tomoyo at missa mótið. Hon segði við systrina, sum hon fylgdist við: „Hoyrdi tú? Hon visti beinanvegin, at eg var Jehova vitni. Eg skuldi ikki eingongd siga nakað. Eg eri so glað.“ Nú er Tomoyo pionerur.
HVUSSU KANST TÚ FÁA STØRRI SJÁLVDISIPLIN?
15. Hvat er sjálvdisiplin, og hví mugu vit hava sjálvdisiplin?
15 Dugnaligir fiskimenn hava sjálvdisiplin. Ein, sum hevur sjálvdisiplin, fær gjørt tað, sum hann skal gera. Bókstavligir fiskimenn mugu hava sjálvdisiplin, tí teir skulu ofta tíðliga upp og mugu halda á, inntil arbeiðið er liðugt, sjálvt í ringum veðri. Vit mugu eisini hava sjálvdisiplin í boðanini fyri at kunnu halda út og fullføra okkara arbeiði. – Matt. 10:22.
16. Hvussu kunnu vit fáa størri sjálvdisiplin?
16 Tíverri er sjálvdisiplin ikki nakað, vit arva. Nei, vit hava tvørturímóti lyndi til at leypa uppum, har garðurin er lægstur. Tað er neyðugt at hava tamarhald á sær sjálvum fyri at kunna vísa sjálvdisiplin. Tí mugu vit øva okkum í at gera sovorðið, sum vit ikki halda er so lætt. Og Jehova vil gjarna hjálpa okkum við sínum heilaga anda. – Gal. 5:22, 23.
17. Hvat segði Paulus í 1. Korintbrævi 9:25-27, at hann mátti gera fyri at fáa størri sjálvdisiplin?
17 Paulus hevði sjálvdisiplin, men hann viðgekk, at hann ofta mátti tvinga seg sjálvan til at gera tað, sum var rætt. (Les 1. Korintbræv 9:25-27.) Hann eggjaði øðrum til at vera disiplineraði og til at hava ordan í tingunum. (1. Kor. 14:40) Vit mugu hava sjálvdisiplin, viss vit skulu hava góðar andaligar vanar, sum millum annað fevna um at vera við í boðanini regluliga. – Áps. 2:46.
HVÍ SKALT TÚ IKKI ÚTSETA TAÐ?
18. Nær heldur Jehova, at okkara arbeiði er væleydnað?
18 Arbeiðið hjá einum fiskimanni verður mett at vera væleydnað, viss hann fær nógvan fisk. Men soleiðis er tað ikki við boðanararbeiðinum. Har snýr tað seg ikki um, hvussu nógv vit fáa við í sannleikan. (Luk. 8:11-15) Jehova heldur, at okkara arbeiði er væleydnað, viss vit halda út og blíva við at boða. Hvussu ber tað til? Jú, tí so gera vit tað, sum hann og Jesus vilja hava okkum at gera. – Mark. 13:10; Áps. 5:28, 29.
19-20. Hvørja grund hava vit beint nú til at boða?
19 Í summum londum er tað bara loyvt at fiska nakrar ávísar mánaðir í árinum. Tá ið fiskitíðin er um at vera liðug, leggja fiskimenn ofta enn meira orku í arbeiðið. Nakað líknandi er galdandi fyri okkum, sum fiska menniskju. Henda heimsskipanin nærkast endanum, og tíðin, vit hava eftir í hesum lívbjargandi arbeiðinum, er um at vera farin. So ansa eftir, at tú ikki útsetir tað at taka lut í hesum týðandi arbeiðinum. Bíða ikki eftir teimum heilt røttu umstøðunum. – Præd. 11:4.
20 Royn at gera nakað nú fyri at fáa størri hug at boða, fyri at fáa størri vitan um Bíbliuna og fyri at fáa størri dirvi og sjálvdisiplin. Í dag eru meira enn átta milliónir menniskjafiskarar, og viss tú verður ein av teimum, fert tú at uppliva ta gleðina, sum Jehova gevur. (Neh. 8:10) Set tær fyri at vera so nógv við í boðanararbeiðinum sum møguligt, og halt fram við tí, inntil Jehova sigur, at arbeiðið er liðugt. Næsta greinin nevnir ymiskt, sum kann hjálpa okkum at halda fram at boða tey góðu tíðindini um Guds ríki.
SANGUR NR. 66 Ber gleðiboðini
^ Jesus bað eyðmjúkar fiskimenn koma og fylgja sær og blíva hansara lærisveinar. Í dag gevur hann eisini eyðmjúkum menniskjum møguleika at fara út at boða tey góðu tíðindini. Henda greinin kann hjálpa bíbliulestrarnæmingum, sum ivast í, um teir eru førir fyri at gera tað.
^ FRÁGREIÐING: Orðingin „menniskjafiskimenn“ vísir til øll, sum boða tey góðu tíðindini og hjálpa øðrum at blíva lærisveinar hjá Jesusi.