Hvønn skulu vit biðja til?
LURTAR Gud eftir øllum bønum? Tað eru tað nógv, sum halda, og tað eru eisini nógv, sum halda, at allir átrúnaðir eru góðir. Og tí siga tey kanska, at tað er líkamikið, hvat fyri ein Gud mann biður til. Men er tað tað?
Í Bíbliuni eru fleiri dømi um bønir, sum faktiskt ikki blivu hoyrdar. Tá ið Bíblian bleiv skrivað, var tað vanligt, at fólk bóðu til avgudar. Men Gud bleiv við at ávara tey ímóti tí. Til dømis sigur Sálmur 115:4-6 um avgudar: „Teir hava oyru, men hoyra ikki.“ Boðskapurin er greiður – tað nyttar ikki at biðja til ein gud, sum ikki hoyrir teg.
Ein áhugaverd frásøga í Bíbliuni lærir okkum nakað um bøn. Ein profetur hjá Gudi, sum æt Elias, bað einaferð baʹalsprofetarnar biðja til teirra gud, og so skuldi hann sjálvur biðja til sín Gud. Elias segði, at bara tann sanni Gud fór at svara. Baʹalsprofetarnir bóðu leingi og inniliga, og teir róptu enntá til gudin hjá sær. Men einki hendi! Í frásøguni stendur: „Har var eingin, ið svaraði, og eingin, ið aktaði eftir teimum.“ (1. Kongabók 18:29) Men hvat hendi, tá ið Elias bað?
Eftir at Elias hevði biðið, fekk hann beinanvegin svar frá sínum Gudi, sum læt eld falla niður av himli og gjørdi enda á ofrinum hjá Eliasi. Hví svaraði Gud hansara bøn? Vit fáa eina ábending, tá ið vit lesa bønina hjá Eliasi, sum stendur í 1. Kongabók 18:36, 37. Tað er ein øgiliga stutt bøn. Í tí upprunaliga hebraiska tekstinum vóru bara umleið 30 orð. Men í hesi stuttu bønini brúkti Elias Guds navn, Jehova *, tríggjar ferðir.
Kánaʹanitar tilbóðu Baʹal, og teir góvu honum ymisk nøvn, alt eftir hvar teir búðu. Men Jehova er eitt heilt serligt navn, sum bara verður brúkt um tann størsta í alheiminum. Hann segði við sítt fólk: „Eg eri HARRIN [Jehova, New World Translation], tað er navn Mítt; Eg gevi ongum øðrum dýrd Mína.“ – Esaias 42:8.
Høvdu bønirnar hjá Eliasi og baʹalsprofetunum sama móttakara? Baʹalsdyrkanin fevndi um prostitutión og menniskjaoffur. Men tað var heilt øðrvísi við tilbiðingini av Jehova. Hann vildi ikki hava, at hansara fólk skuldu fylgja so vemmiligum siðum. Nei, hann vildi, at tey skuldu tilbiðja hann upp á ein reinan máta. Hugsa eisini um hetta: Tá ið tú skalt senda einum góðum vini eitt bræv, mást tú brúka navnið hjá honum. Viss tú brúkar eitt annað navn, fær vinurin hjá tær ongantíð brævið.
Tað, sum hendi, tá ið baʹalsprofetarnir og Elias bóðu, vísir, at tað ikki er líkamikið, hvønn vit biðja til
Tá ið tú biður til Jehova, biður tú til skaparan, sum er faðir at mannaættini. * Í einari bøn segði Esaias profetur: „Tú, HARRI, ert faðir okkara.“ (Esaias 63:16) Og Jesus sipaði til tann sama, tá ið hann segði við lærisveinarnar: „Eg fari upp til Faðir Mín og Faðir tykkara, til Gud Mín og Gud tykkara!“ (Jóhannes 20:17) Jehova er faðir Jesusar. Hann er tann Gud, sum Jesus bað til, og sum Jesus lærdi lærisveinarnar at biðja til. – Matteus 6:9.
Sigur Bíblian, at vit skulu biðja til Jesus, Mariu, halgimenni ella einglar? Nei, hon sigur, at vit bara skulu biðja til Jehova. Hugsa um tvær orsøkir til tað. Fyri tað fyrsta er bøn eitt slag av tilbiðing, og Bíblian sigur, at vit bara skulu tilbiðja Jehova. (2. Mósebók 20:3-5) Fyri tað næsta sigur Bíblian um Jehova, at hann er tann, „sum hoyrir bønir“. (Sálmur 65:3) Hóast Jehova hevur givið øðrum ymiskar uppgávur, hevur hann ongantíð givið nøkrum ta uppgávuna at lurta eftir bønum. Hann hevur lovað sjálvur at lurta.
So viss tú vilt, at Gud skal hoyra tínar bønir, mást tú minnast til, hvat Bíblian sigur: „Hvør tann, ið kallar á navn Harrans, skal verða frelstur.“ (Ápostlasøgan 2:21) Men hoyrir Jehova allar bønir? Ella er tað nakað meir, vit skulu hugsa um, viss vit vilja, at Jehova skal hoyra okkum?
^ stk. 5 Í orðafrágreiðingini í umsetingini eftir Dahl/Viderø, útgávuni frá 2006, stendur at lesa undir Harrin: „Harrin í Gamla Testamenti av hebráiska orðinum adonaj, sagt um Guð. Navn hansara er Jahve, stytt Jah.“
^ stk. 8 Nakrir átrúnaðir siga, at tað er skeivt at úttala Guds persónliga navn, sjálvt í bønum. Men tá ið Bíblian bleiv skrivað, stóð Guds navn, Jehova, umleið 7.000 ferðir, til dømis í nógvum bønum og sálmum.