Nyttar tað nakað at biðja?
HJÁLPIR tað at biðja? Bíblian vísir, at tey, sum tæna Gudi, fáa nógv burtur úr at biðja. (Lukas 22:40; Jákupsbrævið 5:13) Bøn kann gera nógv gott. Tað at biðja kann draga okkum nærri at Gudi, hjálpa okkum kensluliga og eisini kropsliga. Hvussu tá?
Latið okkum siga, at tú fært eina gávu. Tú verður glaður og takksamur. Men hví hevur tað týdning eisini at siga takk? Jú, tí tá ið tú setur orð á tínar kenslur, verða tær sterkari. Man tað eisini vera soleiðis, tá ið vit tosa við Gud? Ja. Hugsa um hesi dømini:
Takkarbønir. Tá ið vit takka Gudi fyri tað, sum vit eru glað fyri, fokusera vit upp á tað góða í lívinum. Úrslitið er, at vit blíva meira takksom, glað og positiv. – Filippibrævið 4:6.
Dømi: Jesus takkaði faðir sínum fyri, at hann bæði hoyrdi og svaraði hansara bønum. – Jóhannes 11:41.
Bønir um fyrigeving. Tá ið vit biðja Gud fyrigeva okkum, skilja vit betur, hvat ið er rætt, og hvat ið er skeivt. Vit angra tað skeiva, sum vit hava gjørt, og vit skilja, hvussu stóran týdning tað hevur at akta Gud. Og tað gevur okkum eisini betri samvitsku.
Dømi: Dávid bað fyri at fortelja Gudi, at hann angraði tað skeiva, hann hevði gjørt. – Sálmur 51.
Bønir um leiðbeining og vísdóm. Tá ið vit biðja Jehova leiðbeina okkum og hjálpa okkum at taka góðar avgerðir, læra vit at vera eyðmjúk. Vit skilja, at vit hava brúk fyri, at Jehova hjálpir okkum, og at vit mugu líta á hann. – Orðtøkini 3:5, 6.
Dømi: Sálomon var eyðmjúkur og bað um leiðbeining og vísdóm, tá ið hann bleiv kongur í Ísrael. – 1. Kongabók 3:5-12.
Bønir, tá ið vit hava tað ringt. Tá ið vit eru so ørkymlað, at vit ikki vita, hvat vit skulu gera, kann tað vera ein stórur lætti at venda sær til Jehova og fortelja honum, hvussu vit hava tað. Tá líta vit á hann og ikki á okkum sjálvi. – Sálmur 62:9.
Dømi: Asa kongur bað, tá ið hann skuldi út at møta einum veldigum fíggindaheri. – 2. Krønikubók 14:11.
Bønir fyri øðrum. Tá ið vit biðja fyri øðrum, hjálpir tað okkum at fáa tankarnar burtur frá okkum sjálvum og hugsa meira um onnur.
Dømi: Jesus bað fyri lærisveinunum. – Jóhannes 17:9-17.
Bønir, ið prísa Jehova. Tá ið vit prísa Jehova fyri alt tað, sum hann hevur gjørt, og fyri hansara eginleikar, fáa vit størri virðing fyri honum, og hann fær størri pláss í okkara hjørtum. Vit verða eisini tættari knýtt at okkara Gudi og faðir.
Dømi: Dávid prísaði Gudi fyri skapanarverkið. – Sálmur 8.
Ein annar fyrimunur við at biðja er, at vit fáa ’Guds frið, sum stígur upp um alt vit’. (Filippibrævið 4:7) Tað er virkuliga ein signing at fáa frið í sinni í einum heimi, sum er so fullur av trupulleikum. Og tað kann enntá vera gott fyri okkara fysisku heilsu. (Orðtøkini 14:30) Men er tað bara upp til okkara, um vit fáa nakað burtur úr at biðja, ella snýr tað seg um nakað, sum hevur enn størri týdning?
Bøn hjálpir okkum bæði kropsliga, kensluliga og fram um alt andaliga