Hevur urtagarðurin Eden veruliga verið til?
Hevur urtagarðurin Eden veruliga verið til?
KENNIR tú søguna um Ádam og Evu í urtagarðinum Eden? Fólk í øllum heiminum hava hoyrt um hana. Viss tú hevur hug at lesa hana, stendur hon í 1. Mósebók 1:26 – 3:24. Her er ein samandráttur av frásøguni:
Jehova Gud * skapti ein mann úr mold, gav honum navnið Ádam og læt hann búgva í einum vøkrum urtagarði í einum øki, sum æt Eden. Tað var Jehova sjálvur, sum hevði gjørt urtagarðin. Har var nokk av vatni og ein rúgva av vøkrum og fruktagóðum trøum. Mitt í garðinum stóð eitt træ „til kunnskap um gott og ilt“. Gud segði við menniskjuni, at tey ikki máttu eta av tí trænum, og at viss tey gjørdu tað, skuldu tey doyggja. Tá ið Jehova skapti ta fyrstu kvinnuna, brúkti hann eitt rivjabein frá Ádami. Gud segði við tey, at tey skuldu taka sær av urtagarðinum, fáa sær børn og fylla jørðina.
Meðan Eva var einsamøll, fór ein slanga at tosa við hana. Hon royndi at fáa Evu at eta av fruktini. Slangan segði, at Gud leyg, og at viss hon át av fruktini, skuldi hon blíva sum Gud. Eva trúði slanguni og fekk sær av fruktini. Seinni át Ádam eisini. Og so úttalaði Jehova ein dóm yvir Ádam, Evu og slanguna. Ádam og Eva vórðu víst burtur úr urtagarðinum, og nakrir einglar vórðu settir at halda vakt við inngongdina.
Fyrr í tíðini trúðu nógv lærd fólk, at tað, sum stendur í Fyrstu Mósebók í Bíbliuni, passar. Men í dag ivast nógv í, um tað, sum Bíblian sigur um Ádam og Evu og urtagarðin Eden, er rætt. Hví tað? Latið okkum kanna fýra grundir.
1. Var urtagarðurin Eden eitt veruligt stað?
Hví halda summi, at urtagarðurin Eden ikki hevur verið til? Heimsspeki kann hava fingið fólk at ivast. Í nógv ár hildu fleiri kirkjuleiðarar, at urtagarðurin Eden kanska enn var til onkustaðni. Men seinni blivu teir ávirkaðir av grikskum heimspekingum, sum hildu, at einki á jørðini kundi vera fullkomið. Tí komu gudfrøðingar fram til, at tað upprunaliga paradísið mátti vera tættari við himmalin. * Nakrir av teimum søgdu, at urtagarðurin Eden lá ovast á einum øgiliga høgum fjalli og langt burtur frá tí ófullkomnu jørðini. Aðrir søgdu, at hann var á Norðurpólinum ella Suðurpólinum, og uppaftur aðrir søgdu, at hann lá á mánanum ella har í nánd. Av tí sama fóru fólk at ivast í, um Eden yvirhøvur hevði verið til. Og fleiri serfrøðingar avvísa allar spekulatiónir um, hvar urtagarðurin var, tí teir trúgva ikki, at hann nakrantíð hevur verið til.
Men tað er vert at leggja merki til, hvat Bíblian sigur. Í 1. Mósebók 2:8-14 fáa vit fleiri detaljur at vita. Urtagarðurin lá í eystara parti av einum øki, sum æt Eden. Vatnið kom úr eini á, sum fór sundur í fýra. Áirnar verða nevndar við navni, og vit fáa eisini eina stutta lýsing av teimum. Alt hetta hava bíbliugranskarar brúkt í eini roynd at finna út av, hvar urtagarðurin Eden lá. Men tað hevur ikki eydnast teimum. Merkir tað so, at urtagarðurin Eden ongantíð hevur verið til?
Hugsa um hetta: Nógv er broytt tey umleið 6.000 árini, sum eru liðin, síðani urtagarðurin Eden var til. Til dømis hava nógvir jarðskjálvtar verið í tí økinum, og áirnar kunnu hava flutt seg. Vatnflóðin á Nóa døgum hevur sikkurt eisini broytt landslagið nógv. Og tí ber tað ikki til at siga akkurát, hvar urtagarðurin Eden lá. Vit skulu eisini minnast til, at hann slett ikki var til longur, tá ið Móses skrivaði frásøguna. *
Men tað, vit vita, er, at Fyrsta Mósebók sigur, at urtagarðurin Eden var eitt veruligt stað. Eufratá og Tigrisá (Hiddekel) eru til enn, og tær byrja báðar í sama øki. Bíblian nevnir eisini fleiri detaljur um londini, sum áirnar runnu ígjøgnum. Og tey, sum livdu tá, kendu til hesar detaljurnar.
Ljóðar hetta sum ein myta ella eitt ævintýr? Í mytum og ævintýrum kann mann vanliga ikki kekka, um ávísar upplýsingar eru rættar. Nógv ævintýr byrja við orðunum: „Einaferð var tað í einum landi langt burturi.“ Men frásøgur um nakað, sum er hent í veruleikanum, hava ofta detaljur við, sum mann kann kekka. Og tað hevur frásøgan um urtagarðin Eden.
2. Kann mann virkuliga trúgva, at Gud skapti Ádam av mold og Evu av einum rivjabeini?
Vísindafólk hava funnið út av, at mannakroppurin er gjørdur úr tilfari, sum eisini er at finna í moldini. Spurningurin er so bara, hvussu hetta tilfarið bleiv til eitt livandi menniskja.
Nógv vísindafólk trúgva, at lívið er komið av sær sjálvum, og at tað byrjaði við nøkrum einføldum livandi verum, sum gjøgnum milliónir av árum eru blivnar meira og meira kompleksar. Men veruleikin er, at alt livandi er sera komplekst. Eingin hevur verið førur fyri at prógva, at nakað lív er komið av sær sjálvum. Tvørturímóti vísir alt lív, at onkur, sum er nógv klókari enn vit, má hava skapt tað. – Rómbrævið 1:20.
Tá ið tú hoyrir góðan tónleik, sært vakrar málningar ella hyggur at eini kompliseraðari maskinu, hugsar tú ikki, at tað er komið av sær sjálvum. Men alt hetta er nógv einfaldari enn mannakroppurin. Tí er tað ikki logiskt at siga, at eingin hevur skapt hann. Aftrat tí lesa vit í Fyrstu Mósebók, at av øllum livandi skapningum á jørðini eru tað bara menniskjuni, sum eru skapt í bílæti Guds. (1. Mósebók 1:26) Og tað er orsøkin til, at menniskjuni eru tey einastu, sum eru før fyri at gera tónleik, myndlist og tekniskar lutir. So tað kann ikki undra nakran, at Gud dugir nógv betur at skapa enn vit.
Tað var einki fyri hjá Gudi at skapa eina kvinnu burtur úr einum rivjabeini frá manninum. * Hann kundi sjálvandi gjørt tað upp á ein annan máta, men hann valdi hendan mátan, tí hann vildi vísa, at maður og kona skuldu blíva „eitt hold“. (1. Mósebók 2:24) Tað at tey blivu skapt soleiðis – altso at tey vóru tætt knýtt og kundu arbeiða saman sum eitt toymi – lærir okkum, at Gud er vísur, og at hann elskar okkum.
Nógvir serfrøðingar eru komnir fram til, at øll menniskju stava frá einum pari. So tað, sum Bíblian sigur, er eftirfarandi.
3. Kunnskapartræið og lívsins træ virka mystisk.
Sambært Fyrstu Mósebók hava hesi trøini ikki nakra yvirnatúrliga megi, men Jehova gav teimum ein serligan týdning.
Fyri at skilja hetta betur kunnu vit lýsa tað við einari mynd. Til dømis fáa vit at vita, at vit skulu virða stjórnina í landinum, sum vit búgva í. Tað merkir tó ikki, at vit skulu virða bygningin, har sum stjórnin situr, men at vit skulu virða myndugleikan, sum hon umboðar.
Hvat umboða trøini so? Tað hava fólk havt nógvar ymiskar meiningar um. Men sannleikin er einfaldur og viktigur. Kunnskapartræið umboðar rættin til at avgera, hvat er rætt og skeivt. Og tað er bara Gud, sum eigur tann rættin. (Jeremias 10:23) Tað var tí, tað var so álvarsamt, at Ádam og Eva stjólu nettupp av tí trænum. Og hitt træið, lívsins træ, umboðar ta gávuna, sum bara Gud kann geva, nemliga ævigt lív. – Rómbrævið 6:23.
4. Ein slanga, sum tosar, ljóðar sum nakað úr einum ævintýri.
Tað er rætt, at tað kann virka eitt sindur løgið, at ein slanga tosar. Men Bíblian hjálpir okkum at skilja, hvat tað í veruleikanum var, sum hendi í urtagarðinum Eden.
Hvør ella hvat fekk tað at síggja út til, at slangan tosaði? Fólk í fortíðar Ísrael kendu til aðrar søgur, sum hjálptu teimum at skilja, hvat tað var, sum hendi í urtagarðinum Eden. Til dømis vistu tey, at sjálvt um djór ikki duga at tosa, so kunnu andaskapningar fáa tað at síggja soleiðis út. Tey kendu allarhelst frásøguna hjá Mósesi um Bileam og eslið, sum tosaði. Tá var tað Gud, sum sendi ein eingil, ið fekk eslið hjá honum at tosa sum eitt menniskja. – 4. Mósebók 22:26-31; 2. Pætursbræv 2:15, 16.
Duga illir andar eisini at gera undur? Móses sá nakrar prestar, sum tilbóðu falskar gudar, ganda ein stav um til eina slangu. Men teir fingu sítt vald frá illum andum. – 2. Mósebók 7:8-12.
Móses skrivaði allarhelst eisini Jobs bók. Tann bókin fortelur nógv um fígginda Guds, Satan, sum setti spurnartekn við trúfestið hjá øllum, sum tæna Jehova. (Job 1:6-11; 2:4, 5) So alt bendir á, at ísraelsmenn trúðu, at tað var Satan, sum brúkti slanguna til at lokka Evu at vera ólýdna ímóti Gudi.
Var tað Satan, sum fekk slanguna at tosa? Jesus segði, at Satan er ein „lygnari og faðir lygnarinnar“. (Jóhannes 8:44) Tað merkir, at tað var hann, sum kom við tí allarfyrstu lygnini. Og tað gjørdi hann, tá ið hann segði við Evu, at hon ikki skuldi doyggja, um hon át av trænum. (1. Mósebók 3:4) Í Opinberingini, sum Jesus gav Jóhannesi ápostli, verður Satan róptur „hin gamli ormur“. Jesus visti altso, at Satan hevði tosað við Evu gjøgnum slanguna. – Opinberingin 1:1; 12:9.
Er tað so óhugsandi, at ein andaskapningur kann fáa tað at síggja út sum, at ein slanga tosar? Sjálvt menniskju kunnu fáa tað at síggja út sum, at djór ella dukkur tosa.
Besta prógvið um, at urtagarðurin Eden hevur verið til
Tað er lítið hald í pástandinum um, at frásøgan í Fyrstu Mósebók ikki er sonn. Men hinvegin ber tað væl til at prógva, at hon er sonn.
Jesus verður umrøddur sum „hitt trúverda og sannorðaða vitni“. (Opinberingin 3:14) Hann var eitt fullkomið menniskja, og tí leyg hann ongantíð og bronglaði heldur ikki sannleikan. Hann fortaldi, at hann hevði verið til og livað saman við faðir sínum í himli, langt áðrenn hann kom niður á jørðina sum menniskja, og enntá „áðrenn heimurin var til“. (Jóhannes 17:5) Hann var altso longu til, tá ið lívið á jørðini byrjaði. So hvat segði Jesus, sum er tað mest álítandi vitnið, um urtagarðin Eden?
Jesus umrøddi Ádam og Evu sum veruligar persónar. Hann brúkti tey sum dømi, tá ið hann tosaði um hjúnabandið. (Matteus 19:3-6) Viss Ádam og Eva og urtagarðurin Eden ongantíð høvdu verið til, hevði Jesus logið, og tað gevur ikki meining. Jesus var jú í himli, tá ið Ádam og Evu vóru ólýðin, og hevði sjálvur sæð tað, sum gekk fyri seg. Hvat prógv kann vera meira sannførandi enn tað?
Tey, ið ikki trúgva tí, sum stendur í Fyrstu Mósebók, trúgva í veruleikanum heldur ikki tí, sum Jesus segði. Viss vit ikki trúgva, at urtagarðurin Eden hevur verið til, verður tað ringt hjá okkum at skilja nakrar av teimum mest týðandi lærunum í Bíbliuni. Tað fáa vit meira at vita um í næstu greinini.
[Undirgreinar]
^ Jehova er Guds navn sambært Bíbliuni.
^ Hetta er ikki nakað, Bíblian lærir, tí hon sigur, at alt, sum Gud hevur skapt, er fullkomið. Ófullkomileikin kom ikki fyrr enn seinni. (5. Mósebók 32:4, 5) Tá ið Jehova hevði skapt jørðina og alt á henni, segði hann, at tað var „sera gott“. – 1. Mósebók 1:31.
^ Tá ið Gud læt vatnflóðina koma yvir jørðina, bleiv urtagarðurin Eden púrasta oyðilagdur. Okkurt um 600 ár fyri Kristus skrivaði Ezekiel um trø Edens, at tey ikki vóru til longur. So viss nakar fór at leita eftir urtagarðinum, hevði hann ikki funnið hann.
^ Serfrøðingar hava funnið út av, at eitt rivjabein kann vaksa út aftur.