Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

Hví hevur frásøgan um Eden týdning fyri teg?

Hví hevur frásøgan um Eden týdning fyri teg?

Hví hevur frásøgan um Eden týdning fyri teg?

NØKUR trúgva ikki upp á frásøguna í Bíbliuni um urtagarðin Eden. Tey siga, at restin av Bíbliuni ikki stuðlar upp undir frásøguna. Ein professari í gudfrøði, Paul Morris, sigur, at aftan á Fyrstu Mósebók stendur einki beinleiðis um urtagarðin Eden. Aðrir serfrøðingar eru samdir við honum, men teir fara skeivir.

Bíblian nevnir faktiskt ofta urtagarðin Eden, Ádam og Evu og slanguna. * Men hesin pástandurin um, at frásøgan í Fyrstu Mósebók ikki passar, er øgiliga álvarsamur. Hví tað? Tí so sigur mann í veruleikanum, at restin av Bíbliuni heldur ikki passar. Hvussu tá?

Vit mugu skilja tað, sum hendi í urtagarðinum Eden, fyri at kunna skilja restina av Bíbliuni. Gud hevur givið okkum Bíbliuna, tí hann vil, at vit skulu fáa svar upp á lívsins stóru spurningar. Og svarini hava samband við tað, sum hendi í urtagarðinum Eden. Her eru nøkur dømi:

Hví verða vit gomul og doyggja? Um Ádam og Eva høvdu aktað Gud, høvdu tey kunnað livað um ævir. Tað var bara, um tey ikki aktaðu, at tey skuldu doyggja. Sama dag, sum tey syndaðu, byrjaðu tey at doyggja. (1. Mósebók 2:16, 17; 3:19) Av tí at Ádam og Eva ikki longur vóru fullkomin, arvaðu børnini hjá teimum synd og ófullkomileika. Bíblian greiðir soleiðis frá: „Syndin kom inn í heimin við einum menniskja, og deyðin við syndini, og deyðin … trongdi ígjøgnum til øll menniskju, tí øll syndaðu.“ – Rómbrævið 5:12.

Hví loyvir Gud óndskapi? Í urtagarðinum Eden segði Satan, at Jehova leyg, og at hann ikki vildi menniskjunum tað besta. (1. Mósebók 3:3-5) Hann segði faktiskt, at Jehova var ein vánaligur stjórnari. Ádam og Eva valdu at fylgja Satani og gjørdu eisini uppreistur ímóti Jehova. Tey vildu sjálvi sleppa at gera av, hvat var rætt og skeivt. Jehova er sera vísur, so fyri at mótprógva lygnini frá Satani loyvdi hann menniskjunum at stýra sjálvi í eina tíð. Síðani tá hevur Satan havt ringa ávirkan á menniskjuni, og tað er blivið týðiligt, at vit ikki klára okkum uttan Gud. – Jeremias 10:23.

Hvat ætlaði Gud við jørðini? Tá ið Jehova gjørdi urtagarðin Eden, vísti hann, hvussu hann ætlaði, at øll jørðin skuldi síggja út. Hann segði við Ádam og Evu, at tey skuldu fáa sær børn, og at tey skuldu taka sær av jørðini og dyrka hana soleiðis, at hon, øll sum hon var, kundi blíva líka vøkur sum urtagarðurin Eden. (1. Mósebók 1:28) So Gud ætlaði, at fullkomin menniskju, sum vóru eftirkomarar hjá Ádami og Evu, skuldu búgva í einum paradísi á jørðini. Næstan alt í Bíbliuni snýr seg um, hvussu Gud fer at fullføra sína upprunaligu ætlan um at gera jørðina til eitt paradís.

Hví kom Jesus niður á jørðina? Tá ið Ádam og Eva gjørdu uppreistur ímóti Gudi, fingu tey og allir teirra eftirkomarar deyðadóm. Men Gud elskaði menniskjuni so nógv, at hann sendi son sín niður á jørðina sum eitt loysigjald, ið kundi bjarga menniskjunum. (Matteus 20:28) Hvat merkir tað? Bíblian rópar Jesus fyri ’hin seinna Ádam’, men í mun til Ádam aktaði Jesus altíð Jehova. Hann var villigur at geva sítt lív sum eitt offur, ella loysigjald, so vit kunnu fáa okkara syndir fyrigivnar og fáa møguleika at búgva í einum paradísi, sum líkist urtagarðinum Eden. (1. Korintbræv 15:22, 45; Jóhannes 3:16) Av tí at Jesus ofraði sítt lív, kunnu vit vera vís í, at øll jørðin verður eitt paradís, soleiðis sum Jehova ætlaði tað. *

Guds ætlan við jørðini er púra greið. Akkurát sum urtagarðurin Eden við djórum og menniskjum var veruleiki, soleiðis verður tann framtíðin, sum Gud hevur lovað, eisini skjótt veruleiki. Fert tú at uppliva tað? Tað er sum so upp til tín, tí Gud bjóðar øllum hesa fantastisku framtíðina, eisini teimum sum eru komin illa fyri í lívinum. – 1. Timoteusarbræv 2:3, 4.

Beint áðrenn Jesus doyði, tosaði hann við ein brotsmann, sum visti, at hann hevði uppiborið sín deyðadóm. Men hann vendi sær til Jesus fyri at fáa troyst og vón. Hvat segði Jesus við hann? Hann segði: ’Tú skalt vera við Mær í Paradísi!’ (Lukas 23:43) Viss Jesus vildi hava henda mannin við í paradísið, kanst tú vera vísur í, at hann og faðirin eisini vilja, at tú skalt vera har. Hevur tú hug til tað? So mást tú gera alt, tú kanst, fyri at læra Gud at kenna.

[Undirgreinar]

^ Tú fært meira at vita um loysigjaldið í kapittul 5 í bókini Hvat lærir Bíblian? sum Jehova vitni hava givið út.

[Ramma/​Myndir]

EIN PROFETI, SUM HJÁLPIR OKKUM AT SKILJA RESTINA AV BÍBLIUNI

„Eg seti fíggindskap millum teg [slanguna] og kvinnuna, millum títt avkom og hennara avkom; Hann skal sora høvdið á tær, men tú skalt høgga Hann í hælin.“ – 1. Mósebók 3:15.

Hetta er fyrsta profetiin í Bíbliuni, og Gud segði hana í urtagarðinum Eden. Hvørji eru tey fýra, sum verða nevnd í profetiini – kvinnan, avkomið hjá kvinnuni, slangan og avkomið hjá slanguni? Og hvussu kemur ’fíggindskapurin’ til sjóndar?

SLANGAN

Satan Djevulin. – Opinberingin 12:9.

KVINNAN

Guds samskipan av andaskapningum í himli. (Galatiabrævið 4:26, 27) Esaias skrivaði um ’kvinnuna’, at hon skuldi verða við barn og eiga eina andaliga tjóð. – Esaias 54:1; 66:8.

AVKOMIÐ HJÁ SLANGUNI

Tey, sum velja at fylgja Satani. – Jóhannes 8:44.

AVKOMIÐ HJÁ KVINNUNI

Fyrst og fremst Jesus, sum kom úr Guds samskipan í himli. Onnur, sum eisini hoyra til avkomið, eru hansara andaligu brøður, sum eru kongar við honum í himli. Hesir salvaðu kristnu eru ein andalig tjóð, sum í Bíbliuni verður nevnd „Ísrael Guds“. – Galatiabrævið 3:16, 29; 6:16; 1. Mósebók 22:18.

HANN VERÐUR HØGDUR Í HÆLIN

Eitt pínufult álop á Messias, sum tó ikki fekk varandi avleiðingar. Satan syrgdi fyri, at Jesus bleiv dripin á jørðini, men skaðin var ikki óbøtiligur, tí Jesus varð reistur upp frá deyðum.

HØVDIÐ VERÐUR SORAÐ

Jesus fer at loysa allar trupulleikar, sum Satan hevur verið orsøk til, og ger síðani enda á Satani. – 1. Jóhannesarbræv 3:8; Opinberingin 20:10.

Í heftinum Bíblian — hvør er boðskapurin? sum Jehova vitni hava givið út, er eitt yvirlit yvir høvuðsboðskapin í Bíbliuni.

[Mynd]

Ádam og Eva syndaðu, og tað fekk ræðuligar avleiðingar