Far beinleiðis til innihaldið

Bíblian broytir lív

Bíblian broytir lív

Bíblian broytir lív

HVÍ fór ein asosialur punkari knappliga at elska onnur menniskju og hjálpa teimum? Hvat fekk ein mann í Meksiko at halda uppat at liva ómoralskt? Og hví gavst ein av teimum bestu súkklarunum í Japan at súkkla kapp fyri at tæna Gudi? Les, hvat teir siga um tað.

„Eg var frekur, arrogantur og aggressivur.“ – DENNIS O’BEIRNE

FØDDUR: 1958

HEIMLAND: ONGLAND

FORTÍÐ: ASOSIALUR PUNKARI

BAKGRUND: Pápi mín var úr Írlandi, og eg vaks upp sum írskur katolikkur. Fyri tað mesta mátti eg fara í kirkju einsamallur, sjálvt um mær ikki dámdi tað nakað serligt. Men eg hugsaði allíkavæl nógv um tað andaliga. Eg plagdi at biðja faðirvár og minnist, at eg lá í songini um kvøldið og hugsaði um bønina. Eg tók setning fyri setning og royndi at skilja orðini.

Tá ið eg var umleið 16 ár, fór eg upp í rastafarirørsluna. Eg var eisini hugtikin av politiskum bólkum, so sum tí antinasistiska. Men tað var serliga punkararørslan, sum fangaði meg við sínum uppreistrarhuga. Eg tók rúsevni, mest marihuana, sum eg roykti næstan hvønn dag. Eg legði einki í nakað, drakk illa, setti ofta lívið í váða og hugsaði bara um meg sjálvan. Eg tímdi ikki at tosa við nakran, viss tað ikki var viktigt fyri meg, og eingin slapp at taka myndir av mær. Tá ið eg hugsi um tað nú, dugi eg væl at síggja, at eg var frekur, arrogantur og aggressivur. Eg var bara hjálpsamur og blíður við mínar allarnærmastu vinir.

Tá ið eg var umleið 20, bleiv eg áhugaður í Bíbliuni. Ein vinur, sum seldi rúsevni, var farin at lesa í Bíbliuni, meðan hann sat í fongsli, og vit høvdu eitt langt prát um átrúnað, kirkjuna og leiklutin hjá Satani í heiminum. Eg keypti eina bíbliu og fór at kanna hana. Vinmaðurin og eg plagdu at lesa eitt petti í Bíbliuni hvør sær, og so møttust vit fyri at tosa um tað og gera eina niðurstøðu. Tað gjørdu vit í fleiri mánaðir.

Her er nakað av tí, sum vit komu fram til: At vit liva á síðstu døgum, at kristin eiga at boða tey góðu tíðindini um Guds ríki, at tey hvørki skulu vera ein partur av heiminum ella vera við í politikki, og at Bíblian gevur góða vegleiðing um moral. Tað stóð klárt fyri okkum, at Bíblian var sonn, og at onkur mátti hava funnið fram til ta sonnu trúnna. Men hvør? Vit hugsaðu um tær stóru kirkjurnar, sum høvdu flottar bygningar og nógv ritual og eisini vóru við í politikki. Og vit dugdu at síggja, at Jesus var heilt øðrvísi. Tað var týðiligt, at Gud ikki stóð aftan fyri tær kirkjurnar, so vit settu okkum fyri at kanna nakrar minni trúarbólkar fyri at vita, hvat teir høvdu at bjóða.

Vit møttust við limum úr ymiskum trúarbólkum og settu teimum eina røð av spurningum. Vit vistu, hvat Bíblian segði um spurningarnar, og hoyrdu beinanvegin, um tað, sum tey søgdu, var rætt. Aftan á hesi møtini plagdi eg at biðja til Gud og siga: „Góði Gud, gev mær hug at møta hesum fólkunum aftur, viss tey hava funnið ta sonnu trúnna.“ Men eftir at hava leitað í fleiri mánaðir, høvdu vit ikki funnið nakran trúarbólk, sum brúkti Bíbliuna til at svara spurningunum. Og eg hevði heldur ikki hug at møta nøkrum av teimum aftur.

At enda møttu vit so Jehova vitnum. Vit settu teimum teir somu spurningarnar – og tey vístu okkum svarini í Bíbliuni! Tað, sum tey søgdu, var akkurát tað sama, sum vit sjálvir vóru komnir fram til. So fóru vit at seta teimum spurningar, sum vit ikki høvdu funnið svar uppá, til dømis hvat Gud heldur um royking og rúsevni. Og akkurát sum fyrr vístu tey okkum svarini í Bíbliuni. Vit avtalaðu at fara við teimum á møti í ríkissalinum.

Tað var ikki lætt hjá mær at vera á møti. Eg var øgiliga asosialur, og mær dámdi ikki, at øll hesi fínu og blíðu fólkini komu at heilsa upp á meg. Eg var sikkur upp á, at okkurt búði undir. Eg vildi í hvussu er ikki á møti aftur. Men so gjørdi eg, sum eg plagdi – eg bað Gud geva mær hug at møta teimum aftur, viss tey høvdu ta sonnu trúnna – og nú fekk eg knappliga stóran hug at kanna Bíbliuna saman við teimum.

BÍBLIAN BROYTTI MÍTT LÍV: Eg visti, at eg mátti halda uppat at taka rúsevni, og tað kláraði eg nokkso skjótt. Tað var verri við sigarettunum. Eg royndi fleiri ferðir at leggja av, men kláraði tað ikki. Tá ið eg hoyrdi um onnur, sum bara høvdu blakað sigarettirnar vekk og ongantíð roykt aftur, tosaði eg við Jehova um tað í mínum bønum. Og við hansara hjálp eydnaðist tað mær at enda at leggja av. Tað lærdi meg, hvussu viktigt tað er at tosa opið og erliga við Jehova í bøn.

Nakað annað, sum eg mátti broyta, var mín klædnastíl og mítt hár. Fyrstu ferð eg var á møti í ríkissalinum, hevði eg hárið greitt upp í spískar píkar við eini lýsandi bláari strípu í miðjuni. Seinni litaði eg tað skríggjandi appilsingult. Eg gekk í kovboybuksum og leðurjakka við slagorðum á. Eg dugdi ikki at síggja, hví eg skuldi broyta nakað, sjálvt um tey í samkomuni royndu at tosa við meg um tað. Men at enda fór eg at hugsa um tað, sum stendur í 1. Jóhannesarbrævi 2:15-17: „Elskið ikki heimin, ei heldur tað, sum í heiminum er! Um onkur elskar heimin, er kærleiki Faðirsins ikki í honum.“ Eg bleiv klárur yvir, at eg líktist einum, sum elskaði heimin, og at eg mátti broyta meg fyri at vísa, at eg elskaði Gud. Og tað gjørdi eg so.

Sum frá leið gekk tað upp fyri mær, at tað ikki bara vóru tey í ríkissalinum, sum vildu hava meg at koma á møti. Eg sá í Hebrearabrævinum 10:24, 25, at tað faktiskt var nakað, Gud vildi hava meg at gera. Tá ið eg fór at ganga fast á møtini og kom at kenna fólkini ordiliga væl, gjørdi eg av at víga mítt lív til Jehova og lata meg doypa.

HVUSSU HEVUR TAÐ GAGNAÐ MÆR? Eg bleiv virkuliga rørdur av at hugsa um, at Jehova vil hava okkum sum vinir. Hann elskar okkum so nógv og vísir okkum so stóra umsorgan, at eg gjarna vil royna at líkjast honum og fylgja Jesusi, sum er mín stóra fyrimynd. (1. Pætursbræv 2:21) Eg havi funnið út av, at tað saktans ber til at hava sín egna samleika, samstundis við at mann arbeiðir upp á sína kristnu persónligheit. Eg havi stríðst fyri at blíva eitt meira kerligt menniskja, og eg royni at líkjast Jesusi í mínum atburði yvir fyri konu míni og soninum. Eg eri eisini øgiliga góður við mínar andaligu brøður og systrar. Tað at fylgja Jesusi hevur givið mær størri sjálvsvirði og lært meg at elska onnur.

„Tey vístu mær virðing.“ – GUADALUPE VILLARREAL

FØDDUR: 1964

HEIMLAND: MEKSIKO

FORTÍÐ: LIVDI ÓMORALSKT

BAKGRUND: Eg hevði seks systkin og vaks upp í Hermosillo í Sonora í Meksiko, sum er eitt ógvuliga fátækt øki. Og sum nógv onnur, búðu vit trongt. Eg var heilt lítil, tá ið eg misti pápa mín, og mamma mín mátti fara út at arbeiða fyri at forsyrgja okkum. Vit høvdu ikki ráð at keypa skógvar, so eg gekk fyri tað mesta skóleysur. Eg var ikki meira enn ein smádrongur, tá ið eg fór at arbeiða og soleiðis skaffa pengar til familjuna.

Mamma var úti meginpartin av degnum og fekk ikki ansað eftir okkum. Eg var bara seks ára gamal, tá ið ein 15 ára gamal drongur fór at misnýta meg kynsliga. Tað helt fram í langa tíð og hevði millum annað við sær, at eg fór at ivast í mínum seksualiteti. Eg helt, at tað var vanligt at hava hug á monnum. Tá ið eg royndi at fáa hjálp frá læknum og prestum, fekk eg at vita, at einki var galið við mær, og at mínar kenslur vóru púra vanligar.

Tá ið eg var 14, setti eg mær fyri at liva opið sum samkyndur. Tað gjørdi eg í 11 ár, og eg búði saman við ymiskum monnum tað tíðarskeiðið. Eg lærdi til frisør og fekk mína egnu salong. Men eg var ikki lukkuligur. Eg hevði tað ikki lætt kensluliga og føldi meg ofta sviknan. Eg hevði ein varhuga av, at tað ikki var rætt at liva, sum eg gjørdi. Eg spurdi meg sjálvan: „Eru eingi góð menniskju til, sum mann kann líta á?“

Eg hugsaði um systur mína. Hon var farin at kanna Bíbliuna við Jehova vitnum og var eisini blivin doypt. Hon plagdi at fortelja mær, hvat hon hevði lært, men eg lurtaði ikki eftir. Og allíkavæl beundraði eg hana og mannin. Tað var týðiligt, at tey virkuliga elskaðu og virdu hvønn annan. Tey vístu hvørjum øðrum umsorgan. Sum frá leið fór eitt Jehova vitni eisini at kanna Bíbliuna við mær. Í fyrstuni hevði eg ikki so stóran áhuga. Men so kom vend í.

BÍBLIAN BROYTTI MÍTT LÍV: Eg bleiv bjóðaður við á møti hjá Jehova vitnum og tók av. Tað var eitt heilt nýtt upplivilsi. Eg var vanur við, at fólk gjørdu gjøldur burtur úr mær, men her føldi eg meg vælkomnan – tey vístu mær virðing. Eg bleiv so rørdur.

Henda góða kenslan bleiv bara uppaftur sterkari, tá ið eg fór á eina stevnu hjá teimum. Eg legði merki til, at hesi fólkini vóru líkasum systir mín – ektað og erlig – eisini tá ið tey vóru nógv saman. Eg spurdi meg sjálvan, um hetta kanska kundi vera tey góðu og álítandi fólkini, sum eg hevði leitað eftir so leingi. Eg var hugtikin av, at tey vóru so einig og góð við hvønn annan, og eisini av, at tey altíð brúktu Bíbliuna, tá ið tey svaraðu spurningum. Tað gekk upp fyri mær, at tað var Bíblian, sum hevði so góða ávirkan á tey. Eg skilti eisini, at eg mátti broyta meg nógv, viss eg skuldi blíva ein av teimum.

Eg var øgiliga femininur og mátti í veruleikanum broyta alt í mínum lívi – bæði mín máta at tosa upp á, mítt kropsmál, míni klæðir og mítt hár. Eg mátti eisini fáa mær aðrar vinir. Mínir gomlu vinir kritiseraðu meg og søgdu: „Hví gert tú hatta? Tú vart ókey, sum tú vart. Lat nú vera við at lesa í hasi Bíbliuni. Tú hevur alt, sum mann kann ynskja sær.“ Av øllum tí, sum eg mátti broyta, var tað ringasta tó at broyta mín ómoralska lívsstíl.

Men eg visti, at tað bar til at gera stórar broytingar, tí eg hevði tikið tað til mín, sum Bíblian sigur: „Hava tit ikki skilt, at tey, ið ikki liva eftir Guds vilja, arva ikki Guds ríki? Villist ikki! Tey, sum vitja skøkjur, tilbiðja skurðgudar, eru ótrúgv, liva í samkyndum levnað … arva ikki Guds ríki. Soleiðis livdu summi av tykkum, men nú eru tit reinsað frá syndum tykkara.“ (1. Korintbræv 6:9-11, Nýggi Sáttmálin) Jehova hevði altso fyrr hjálpt fólki at broyta seg, og hann hjálpti eisini mær. Tað tók fleiri ár og kravdi nógv stríð, men eg kláraði tað, tí vinirnir í samkomuni hjálptu mær og góvu mær góð ráð.

HVUSSU HEVUR TAÐ GAGNAÐ MÆR? Í dag livi eg eitt púra vanligt lív. Eg eri giftur, og eg og konan royna at læra sonin hjá okkum at liva eftir meginreglunum í Bíbliuni. Eg eri blivin eitt heilt annað menniskja; nú eri eg tætt knýttur at Jehova og elski at tæna honum. Eg eri elsti í samkomuni og havi hjálpt øðrum at læra sannleikan úr Bíbliuni at kenna. Mamma bleiv so glað um allar broytingarnar, sum hendu í mínum lívi, at hon fór at kanna Bíbliuna, og við tíðini bleiv hon doypt. Ein systir hjá mær, sum livdi ómoralskt, er eisini blivin eitt Jehova vitni.

Sjálvt nøkur av teimum, sum eg fyrr plagdi at vera saman við, duga at síggja, at eg eri broyttur til tað betra. Og eg veit, hvat tað var, sum hjálpti mær at gera allar broytingarnar. Fyrr royndi eg at fáa professionella hjálp, men fekk onga. Harafturímóti hevur Jehova virkuliga hjálpt mær. Sjálvt um eg ikki helt, at eg nyttaði nakað, hevði Jehova lagt merki til mín, hann elskaði meg og hevði tol við mær. Tonk, at ein so fantastiskur, vísur og kerligur Gud legði merki til mín! Hann vildi, at eg skuldi fáa eitt gott lív, og tað hjálpti mær at gera allar hesar broytingarnar.

„Eg føldi meg einsamallan og ólukkuligan.“ – KAZUHIRO KUNIMOCHI

FØDDUR: 1951

HEIMLAND: JAPAN

FORTÍÐ: YRKISSÚKKLARI

BAKGRUND: Eg vaks upp í einum friðarligum havnarbýi í Shizuoka prefekturinum í Japan. Vit vóru átta í familjuni, og húsini, vit búðu í, vóru lítil. Pápi mín hevði ein súkkluhandil. Frá tí at eg var heilt lítil, tók hann meg við til súkklukappingar og gav mær áhuga fyri súkkling. Pápi fekk so við og við stórar ætlanir um at gera meg til yrkissúkklara. Hann fór av álvara at venja meg, meðan eg enn gekk í fólkaskúla. Tá ið eg gekk á miðnámsskúla, vann eg ta árligu tjóðarkappingina trý ár á rað. Eg fekk eitt tilboð um at sleppa inn á eitt universitet, men valdi heldur at fara á ein skúla fyri súkklarar. Eg var 19, tá ið eg bleiv yrkissúkklari.

Um hetta mundið hevði eg sett mær fyri at blíva besti súkklarin í Japan. Eg ætlaði mær at tjena nógvar pengar, so eg kundi geva familjuni eitt gott og trygt lív. Eg legði alla mína orku í at venja. Tá ið eg var um at missa mótið, tí venjingin var for hørð, ella eg skuldi súkkla ein serliga tungan tein í eini kapping, segði eg aftur og aftur við meg sjálvan, at eg var føddur til at súkkla, og at eg mátti blíva við. Og tað gjørdi eg. So við og við fór tað at løna seg. Fyrsta árið bleiv eg nummar eitt í bólkinum fyri nýggjar súkklarar. Árið eftir var eg komin so langt, at eg slapp við í kappingina um japanska meistaraheitið í súkkling. Í tí kappingini bleiv eg nummar tvey seks ferðir.

Eg vann fleiri og fleiri kappingar, og fólk fóru at rópa meg „sterku beinini úr Tokai“, sum er eitt øki í Japan. Eg elskaði at kappast og var so ógvisligur í kappingunum, at hinir súkklararnir ræddust meg. Pengarnir streymaðu inn, og eg kundi keypa alt, sum eg hevði hug til. Eg keypti eini hús við einum venjingarrúmi, sum hevði ta bestu útgerðina, mann kundi fáa. Eg keypti eisini ein luksusbil, sum kostaði næstan líka nógv sum eini hús. Og fyri at tryggja meg fór eg at seta pengar í partabrøv og fasta ogn.

Sjálvt um eg hevði alt, føldi eg meg einsamallan og ólukkuligan. Eg var giftur og hevði børn, men bleiv ofta irriteraður inn á tey. Eg østi meg upp um smáting. Tað gjørdi tey nervøs, og eg sá, at tey ofta royndu at lesa andlitið á mær fyri at vita, hvussu lagið var.

Men so fór kona mín at kanna Bíbliuna saman við Jehova vitnum. Og tað hevði nógvar broytingar við sær. Tá ið hon segði við meg, at hon ætlaði sær á møti hjá teimum, gjørdi eg av, at vit øll skuldu fara. Eg minnist enn tað kvøldið, tá ið ein elsti fyrstu ferð kom heim til okkara at kanna Bíbliuna saman við mær. Tað, sum eg lærdi, fekk stóra ávirkan á meg.

BÍBLIAN BROYTTI MÍTT LÍV: Eg gloymi ongantíð, hvussu tað ávirkaði meg at lesa tað, sum stendur í Efesusbrævinum 5:5: „Eingin siðloysingur ella óreinur hevur arv í ríki Kristusar og Guds, ei heldur nakar havisjúkur – sum jú er avgudadýrkari.“ Eg visti, at súkklukappingar fingu fólk at vedda og gjørdu tey havisjúk, ella óð eftir pengum. Eg fekk ringa samvitsku og hugsaði, at eg mátti gevast at súkkla kapp, viss eg skuldi gleða Gud. Men tað var eingin løtt avgerð at taka.

Eg hevði akkurát havt mítt besta kappingarár nakrantíð, og eg vildi bara hava meira. Men hinvegin hevði eg funnið út av, at Bíblian gav mær frið í sinnið og gjørdi meg róligan – nakað heilt annað enn tað, sum skuldi til fyri at vinna eina súkklukapping. Eftir at eg var farin at kanna Bíbliuna, súkklaði eg bara kapp tríggjar ferðir aftrat, men innast inni hevði eg ikki ordiliga slept tí. Eg visti heldur ikki, hvussu eg annars skuldi forsyrgja familjuni. Tað føldist sum, at eg var steðgaður upp, bæði í mínari karrieru og mínum bíbliulestri. Aftrat tí fekk eg mótstøðu frá skyldfólki, og pápi var djúpt skuffaður. Eg visti ikki míni livandi ráð. Tað stressaði meg meira og meira, og at enda fekk eg magasár.

Tað, sum hjálpti mær at klára hesa truplu tíðina, var, at eg bleiv við at kanna Bíbliuna og ganga á møti hjá Jehova vitnum. So við og við bleiv eg sterkari í trúnni. Eg bað Jehova hoyra mínar bønir og hjálpa mær at síggja, hvussu hann svaraði. Tað var eisini ein stórur lætti hjá mær, at kona mín segði, at hon saktans kundi vera lukkulig uttan at búgva í einum stórum húsi. Nú byrjaði spakuliga at ganga framá hjá mær.

HVUSSU HEVUR TAÐ GAGNAÐ MÆR? Eg fann út av, at tað, sum Jesus sigur í Matteus 6:33, passar. Har stendur: „Søkið fyrst ríki Guds og rættvísi Hansara! So skal alt hetta verða givið tykkum umframt!“ Vit hava ongantíð manglað nakað av tí, sum Jesus rópar „alt hetta“, altso tað, sum er neyðugt í dagligdegnum. Sjálvt um eg tjenti 30 ferðir meira, tá ið eg súkklaði kapp, hava vit einki manglað hesi seinastu 20 árini.

Eg havi ongantíð verið so glaður og nøgdur sum nú, tá ið eg tæni Gudi saman við mínum trúarfelagum. Tíðin bara flýgur avstað. Vit hava tað nógv betri saman í familjuni, og mínir tríggir synir og konurnar hjá teimum tæna øll Jehova.