Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

Profeti 3. Sjúka

Profeti 3. Sjúka

Profeti 3. Sjúka

„Fólk skulu ... fáa ræðuligar sjúkur.“ – LUKAS 21:11, Contemporary English Version.

● Bonzali arbeiddi innan heilsuverkið í einum afrikanskum landi, sum var rakt av borgarakríggi. Hann gjørdi tað, hann kundi, fyri at viðgera teir menninar í býnum, sum arbeiddu í einum námi og høvdu fingið eitt sera vandamikið virus. Hann royndi alt, hann var mentur, at fáa myndugleikarnar í einum størri býi at hjálpa, men einki hendi. Fýra mánaðir seinni kom hjálpin endiliga, men tá var Bonzali deyður. Hann var blivin smittaður av teimum monnunum, sum hann royndi at bjarga.

FAKTA UM SJÚKUR. Hvørt ár doyggja nógv fólk av lungnabruna, diarré, HIV/AIDS, tuberklum og malaria. Bara í 2004 doyðu næstan 11 milliónir av sovorðnum sjúkum. Við øðrum orðum doyði eitt fólk triðjahvørt sekund hvønn dag tað árið av eini av hesum sjúkunum.

HVAT SIGA NØKUR? Fólkatalið í heiminum bara veksur, so tí er tað klárt, at fleiri blíva smittað.

PASSAR TAÐ? Tað er rætt, at fólkatalið í heiminum er vaksið nógv, men vit hava eisini nógv betri tamarhald á sjúkum og duga eisini betur at viðgera tær. So tað átti ikki at verið so nógv sjúk fólk.

HVAT HELDUR TÚ? Passar tað, sum Bíblian sigur um, at fólk skuldu fáa ræðuligar sjúkur?

Milliónir av fólkum eru rakt av jarðskjálvtum, hungursneyð og sjúku. Og uppaftur aðrar milliónir uppliva, at tey, sum áttu at verið góð við tey, fara illa við teimum. Hvat sigur ein bíbliuprofeti um hetta?

[Tekstsendurgeving]

„Tað er ræðuligt at verða etin av eini leyvu, men tað er líka ringt at blíva etin innanífrá av eini ræðuligari sjúku og at síggja, at tað hendir hjá nógvum rundan um teg.“ – MICHAEL OSTERHOLM, FARSÓTTARFRØÐINGUR.

[Kelduávísing]

© William Daniels/Panos Pictures