Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

Profeti 4. Manglandi kærleiki

Profeti 4. Manglandi kærleiki

Profeti 4. Manglandi kærleiki

’Menniskjuni skulu vera kærleiksleys.’ – 2. TIMOTEUSARBRÆV 3:1-3

● Ein kona, sum eitur Chris, er við í einum stuðulsbólki í norðara parti av Wales. Hesin stuðulsbólkurin hjálpir fólkum, ið eru útsett fyri harðskapi í parlagnum. Hon sigur: „Eg minnist einaferð, at ein kona kom inn, sum var so illa bukað, at eg ikki kendi hana aftur frá seinast, hon var her. Aðrar kvinnur eru so kensluliga oyðilagdar, at tær ikki klára at hyggja upp á teg.“

FAKTA UM MANGLANDI KÆRLEIKA. Í einum afrikanskum landi er umleið triðjahvør kvinna blivin kynsliga misnýtt sum barn. Og ein kanning í sama landi vísir, at meira enn triðingurin av monnunum halda, at tað er í lagi at buka konuna. Men tað eru ikki bara kvinnur, sum verða útsettar fyri harðskapi. Í Kanada hava næstan 30 prosent av monnunum verið útsettir fyri kropsligum ella sálarligum harðskapi í parlagnum.

HVAT SIGA NØKUR? Harðskapur í parlagnum hevur altíð verið. Fólk tosa bara nógv meira um tað í dag.

PASSAR TAÐ? Tað er rætt, at harðskapur í parlagnum hevur fingið størri fokus tey seinnu árini. Men hevur tað gjørt, at færri eru blivin útsett fyri harðskapi? Nei, als ikki. Manglandi kærleiki í familjuni er vorðin ein alsamt størri trupulleiki.

HVAT HELDUR TÚ? Passar tað, sum stendur í 2. Timoteusarbrævi 3:1-3? Er tann kærleikin, sum átti at verið vístur í familjuni, kólnaður hjá nógvum?

Tann fimta profetiin, sum vit fara at kanna, snýr seg um jørðina. Latið okkum vita, hvat Bíblian sigur um tað evnið.

[Tekstsendurgeving]

„Roknað verður við, at harðskapur í parlagnum er eitt av teimum brotsverkunum, sum oftast ikki verður meldað. Ein kvinna hevur í miðal verið útsett fyri harðskapi í parlagnum 35 ferðir, áðrenn hon vendir sær til løgregluna.“ – EIN TALSKVINNA HJÁ WALES DOMESTIC ABUSE HELPLINE.