Bíblian broytir lív
Bíblian broytir lív
HVAT fekk ein tjóv, sum elskaði at spæla um pengar, at broyta sítt lív? Hoyr, hvat hann sjálvur sigur.
„Eg elskaði hestar og kappríðing.“ – RICHARD STEWART
FØDDUR: 1965
HEIMLAND: JAMAIKA
FORTÍÐ: KRIMINELLUR OG SPÆLDI UM PENGAR
BAKGRUND: Eg vaks upp í einum fátækum býarparti í Kingston, sum er høvuðsstaðurin í Jamaika. Har var stórt arbeiðsloysi og nógvur kriminalitetur. Fólk ræddust teir kriminellu bandarnar, og skot hoyrdust næstan hvønn dag.
Mamma arbeiddi hart og gjørdi alt fyri meg og míni tvey yngru systkin. Hon syrgdi fyri, at vit fingu eina góða skúlagongd, men eg tímdi illa at ganga í skúla. Eg elskaði hestar og kappríðing, so eg skulkaði ofta og fór út á kappríðingarbanan. Har var eg so heldigur, at eg slapp at ríða á nøkrum av hestunum.
Tað vardi ikki leingi, fyrr enn eg fór at spæla upp á kappríðingarhestar. Og tað var dýrt. Eg var ein forferdiligur konufólkarevur, roykti marihuana og fór at stjala fyri at kunna liva, sum eg gjørdi. Eg átti nógv vápn, men tíbetur doyði eingin í teimum nógvu ránunum, eg var við í.
At enda bleiv eg tikin av politinum og settur í fongsul. Men tá ið eg slapp út aftur, helt eg bara fram, sum eg plagdi, og bleiv faktiskt uppaftur verri enn fyrr. Sjálvt um eg sá nokkso óskyldigur út, var eg øgiliga viljasterkur, illsintur og óndur. Eg hugsaði bara um meg sjálvan.
BÍBLIAN BROYTTI MÍTT LÍV: Meðan eg skikkaði mær so illa, hevði mamma kannað Bíbliuna og var blivin Jehova vitni. Eg legði merki til, at hon var nógv broytt, og at hon faktiskt var blivin eitt betri menniskja. Tað gjørdi meg nokkso forvitnan, og eg setti mær fyri at finna út av, hvat tað var, sum hevði fingið hana at broyta seg. So nú fór eg eisini at tosa við Jehova vitni um Bíbliuna.
Eg fann út av, at Jehova vitni eru øðrvísi enn aðrir trúarbólkar, og at alt, sum tey trúgva upp á, er grundað á Bíbliuna. Eg visti ikki um nakran annan trúarbólk, sum boðaði hús úr húsi upp á sama máta sum tey fyrstu kristnu. (Matteus 28:19; Ápostlasøgan 20:20) Eg sá, hvussu góð tey vóru við hvønn annan, og tað sannførdi meg um, at eg hevði funnið ta sonnu trúnna. – Jóhannes 13:35.
So hvørt sum eg kannaði Bíbliuna, fann eg út av, at eg mátti broyta meg nógv. Tað gekk upp fyri mær, at Jehova hatar ómoralitet, og at eg mátti broyta meg fyri at kunna gleða hann. (2. Korintbræv 7:1; Hebrearabrævið 13:4) Eg bleiv rørdur, tá ið eg fann út av, at Jehova hevur kenslur, og at tað, sum eg geri, antin særir hann ella gleðir hann. (Orðtøkini 27:11) So eg setti mær fyri at leggja av at roykja marihuana, at sleppa mær av við vápnini og at arbeiða upp á mína persónligheit. Tað, sum var ringast hjá mær at broyta, var mín ómoralski lívsstílur og tað at spæla um pengar.
Í fyrstuni vildi eg ikki hava, at vinfólkini skuldu vita, at eg kannaði Bíbliuna saman við Jehova vitnum. Men tað, sum stendur í Matteus 10:33, fekk meg upp á aðrar tankar. Har sigur Jesus: „Tann, ið avnoktar Meg fyri menniskjum, skal eisini Eg avnokta fyri Faðir Mínum, sum er í Himli.“ Hetta ørindið gav mær mót upp á at fortelja vinfólkunum, at eg kannaði Bíbliuna. Tað var eitt sjokk hjá teimum, tí tey fingu seg ikki at trúgva, at ein sum eg vildi vera kristin. Men eg segði við tey, at eg ikki longur vildi liva sum fyrr.
HVUSSU HEVUR TAÐ GAGNAÐ MÆR? Mamma bleiv so glað, tá ið hon sá, at eg fór at liva eftir tí, sum Bíblian sigur. Nú stúrir hon ikki longur fyri, at eg fari at gera okkurt býtt. Vit hava tað so gott saman nú, tí vit bæði elska Jehova. Viðhvørt hugsi eg aftur á mítt gamla lív og verði heilt ovfarin av, hvussu nógv eg eri broyttur við Guds hjálp. Mær leingist slett ikki eftir tí ómoralska og materialistiska lívsstílinum, eg hevði fyrr.
Viss eg ikki hevði lurtað eftir boðskapinum í Bíbliuni, hevði eg antin verið deyður ella sitið í fongsli í dag. Men nú havi eg eina so deiliga familju. Eg havi bæði fingið eina góða konu og eina fitta dóttur. Og vit njóta at tæna Jehova Gudi saman. Eg takki Jehova fyri, at hann læt meg sleppa at hoyra til sína kerligu andaligu familju. Eg eri so glaður fyri, at onkur tók sær tíð til at læra meg um sannleikan í Bíbliuni. Og mær dámar eisini so væl sjálvur at sleppa at fortelja øðrum um Bíbliuna. Men tað, sum eg eri mest takksamur fyri, er, at Jehova hevur víst mær sín heilt serliga kærleika og drigið meg til sín.
[Tekstsendurgeving]
„Eg bleiv rørdur, tá ið eg fann út av, at Jehova hevur kenslur, og at tað, sum eg geri, antin særir hann ella gleðir hann“
[Mynd]
Eg og konan saman við dóttrini
[Mynd]
Eg sá, at mamma var blivin eitt betri menniskja