Eru øll „kristin“ kristin?
Eru øll „kristin“ kristin?
HVUSSU nógv kristin eru í heiminum? Sambært Atlas of Global Christianity vóru næstan 2,3 milliardir kristin í 2010. Men henda sama keldan sigur eisini, at øll hesi kristnu hoyra til meira enn 41.000 ymiskar trúarbólkar, sum hava hvør sínar lærur og normar. Tá ið so nógvir kristnir trúarbólkar eru til, so skilur mann væl, at nøkur verða forvirrað ella beinleiðis skuffað. Tey spyrja kanska: Eru øll, sum siga seg vera kristin, veruliga kristin?
Vit kundu kanska svarað hesum við einum dømi. Tá ið mann ferðast í onnur lond, er tað ikki nokk bara at siga, hvørjum landi mann kemur úr. Mann má eisini prógva, hvør mann er, við til dømis at vísa pass. Tað er upp á sama máta hjá kristnum. Tey kunnu ikki bara siga, at tey trúgva upp á Jesus, tey mugu eisini prógva, at tey eru kristin. Hvussu ger mann tað?
Heitið „kristin“ varð fyrstu ferð brúkt onkuntíð eftir ár 44. Bíbliuskrivarin Lukas sigur: „Tað var í Antiokia, lærisveinarnir fyrst vórðu kallaðir kristnir.“ (Ápostlasøgan 11:26) Tey, sum her verða nevnd kristin, vóru lærisveinar hjá Jesusi. Hvussu verður mann ein lærisveinur hjá honum? The New International Dictionary of New Testament Theology svarar: „At fylgja Jesusi sum ein lærisveinur hjá honum hevur við sær, at mann treytaleyst avnoktar seg sjálvan og ger tað restina av lívinum.“ Tí er ein sannur kristin ein, sum fult og heilt fylgir læruni hjá Jesusi, sum stovnaði kristindómin.
Ber tað til at finna sonn kristin millum øll tey, sum siga seg vera kristin í dag? Hvat segði Jesus skuldi eyðkenna hansara sonnu lærisveinar? Latið okkum vita, hvat Bíblian sigur um tað. Í teimum næstu greinunum fara vit at kanna fimm ting, sum sambært Jesusi skuldu eyðkenna hansara sonnu lærisveinar. Vit fáa at vita, hvussu tey fyrstu kristnu fylgdu tí, sum Jesus lærdi. Og so finna vit út av, um nøkur gera tað sama í dag.