Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

„Hetta evangelium ríkisins skal verða prædikað“

„Hetta evangelium ríkisins skal verða prædikað“

„Hetta evangelium ríkisins skal verða prædikað“

„Hetta evangelium ríkisins skal verða prædikað um alt jarðarríki, øllum fólkasløgum til vitnisburð; og tá skal endin koma.“ – MATTEUS 24:14.

Hvat merkir tað? Evangelisturin Lukas skrivaði, at Jesus ’ferðaðist gjøgnum býir og bygdir og prædikaði og kunngjørdi evangeliið um Guds ríki’. (Lukas 8:1) Sjálvur segði Jesus: ’Eg má kunngera evangeliið um Guds ríki; tí tað eri Eg sendur til.’ (Lukas 4:43) Hann sendi lærisveinarnar út í býir og bygdir at boða tey góðu tíðindini, og seinni gav hann teimum hesi boð: „Tit skulu vera vitni Míni … líka til enda jarðarinnar.“ – Ápostlasøgan 1:8; Lukas 10:1.

Tey fyrstu kristnu prædikaðu evangeliið. Lærisveinarnir hjá Jesusi fóru alt fyri eitt at gera tað, hann hevði givið teimum boð um. Í Bíbliuni lesa vit: ’Teir lærdu hvønn dag í templinum og í húsunum og kunngjørdu evangeliið um Kristus Jesus.’ (Ápostlasøgan 5:42) Og øll í samkomuni prædikaðu, ikki bara ein serligur bólkur. Søguskrivarin Neander hevði lagt merki til, at „Celsus, tann fyrsti høvundurin sum kritiseraði tey kristnu, spottaði tey, tí tey vóru ullarbeiðarar, skósmiðir og garvarar – tey mest ólærdu og minst virdu í samfelagnum – og kortini prædikaðu tey íðin fyri øðrum“. Í bókini The Early Centuries of the Church skrivaði Jean Bernardi: „Tey kristnu skuldu fara út allastaðni at tosa við øll – á vegunum, í býunum, á torgunum og í húsunum – antin tey vóru væl móttikin ella ikki … líka til enda jarðarinnar.“

Hvør prædikar evangeliið í dag? Ein anglikanskur prestur hevur sagt, at ein av orsøkunum til, at fólk hava so lítlan áhuga fyri Gudi, er tann, at kirkjan hvørki hevur prædikað ella lært fólk Guds orð. Í bókini Why Are the Catholics Leaving? skrivar José Luis Pérez Guadalupe, at hvørki protestantar, adventistar ella onnur „ganga hús úr húsi“. Men um Jehova vitni sigur hann: „Tey ganga systematiskt hús úr húsi.“

Eitt tíðarrit sigur, at tá ið Jehova vitni verða nevnd, so hugsa tey flestu um nøkur, sum koma til dyrnar at tosa um Bíbliuna, tá ið mann ikki hevur tíð. Jehova vitni leggja stóran dent á at prædika.

[Ramma]

Hvørji eru tey sonnu kristnu?

Eftir tí sum tú nú hevur lisið, hvørji heldur tú so eru tey sonnu kristnu? Sjálvt um fleiri túsund trúarsamfeløg siga seg vera kristin, er tað gott at minnast tað, sum Jesus segði: „Ikki ein og hvør, sum sigur við Meg: ’Harri, Harri!’ skal koma inn í ríki Himmiríkis – nei, tann, ið ger vilja Faðirs Míns, sum er í Himli.“ (Matteus 7:21) Finnur tú tey, sum gera Guds vilja, mást tú halda teg til teirra, so tú kanst fáa ævigt lív. Tú kanst altíð fáa Jehova vitni at fortelja tær meira um Guds ríki og um alt tað góða, sum tað fer at hava við sær. – Lukas 4:43.