Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

„Tit skulu elska hvør annan“

„Tit skulu elska hvør annan“

„Tit skulu elska hvør annan“

„Nýtt boð gevi Eg tykkum: At tit skulu elska hvør annan; sum Eg havi elskað tykkum, skulu eisini tit elska hvør annan. Av tí skulu øll sanna, at tit eru lærisveinar Mínir – at tit hava kærleika hvør til annan.“ – JÓHANNES 13:34, 35.

Hvat merkir tað? Jesus bað lærisveinarnar elska hvønn annan, soleiðis sum hann hevði elskað teir. Hvussu hevði Jesus elskað teir? Jesus var øðrvísi enn tey flestu tá í tíðini. Hann elskaði øll menniskju, sjálvt um onnur høvdu fordómar bæði ímóti kvinnum og fremmandum fólkasløgum. (Jóhannes 4:7-10) Og av tí sama brúkti hann bæði tíð og orku upp á at hjálpa teimum. (Markus 6:30-34) Haraftrat vísti Jesus størsta kærleikan av øllum. Hann segði: „Eg eri hin góði hirði; hin góði hirði gevur lív Sítt fyri seyðin.“ – Jóhannes 10:11.

Tey fyrstu kristnu vístu, at tey elskaðu hvønn annan. Tey fyrstu kristnu søgdu ’bróðir’ og ’systir’ við hvønn annan. (Filemonsbrævið 1, 2) Í samkomuni tóku tey væl ímóti fólki úr øllum tjóðum, tí tey trúðu upp á tað, sum stendur í Rómbrævinum 10:11, 12: „Eingin munur er á Jøda og Grikka; hin sami er jú Harri alra.“ Eftir hvítusunnu í ár 33 verður sagt um lærisveinarnar í Jerusalem, at teir seldu tað, sum teir áttu, og býttu tað ímillum sín eftir tørvi. Hví gjørdu teir tað? Tað gjørdu teir fyri, at tey, sum akkurát vóru doypt, kundu verða verandi í Jerusalem fyri at læra meira. (Ápostlasøgan 2:41-45) Hvat motiveraði tey fyrstu kristnu at hjálpa hvørjum øðrum? Ein søgufrøðingur úr teirri tíðini skrivaði, hvat fólk søgdu um tey kristnu: „Hygg, hvussu tey elska hvørt annað, … og hvussu tey eru til reiðar at doyggja fyri hvørt annað!“

Hvør vísir sama kærleika í dag? Ein søgubók sigur, at tey, sum siga seg vera kristin, hava framt ógvisligan harðskap ímóti hvørjum øðrum. Ja, tey hava faktiskt framt størri harðskap ímóti hvørjum øðrum, enn heidningar hava framt ímóti teimum. Ein kanning, sum varð gjørd í USA, vísir, at nógv trúgvandi hava fordómar ímóti fólki av øðrum rasum. Sjálvt um fólk eru trúgvandi, hava tey ofta einki at gera við fólk úr øðrum londum, sum hava somu trúgv. Og tí eru tey kanska ikki før fyri ella áhugað í at hjálpa hvørjum øðrum, tá ið á stendur.

Í 2004, tá ið Florida hevði havt heilar fýra ódnir upp á tveir mánaðir, fór leiðarin av neyðhjálpararbeiðinum at kanna, um neyðhjálpin bleiv brúkt rætt. Hann segði, at eingin annar bólkur var so væl skipaður sum Jehova vitni, og bjóðaði teimum alla ta neyðhjálpina, tey høvdu brúk fyri. Í 1997 fór eitt neyðhjálpartoymi hjá Jehova vitnum til Demokratiska lýðveldið Kongo við medisini, mati og klæðum til sínar kristnu brøður og onnur, sum vóru í neyð. Jehova vitni í Evropa høvdu stuðlað neyðhjálpini við næstan 6,5 milliónum krónum.