Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

Verðið verandi í „orðum Mínum“

Verðið verandi í „orðum Mínum“

Verðið verandi í „orðum Mínum“

„Verða tit í orðum Mínum, eru tit av sonnum lærisveinar Mínir; og tit skulu skilja sannleikan, og sannleikin skal gera tykkum fríar.“ – JÓHANNES 8:31, 32.

Hvat merkir tað? ’Orðini’ hjá Jesusi vísa til tað, sum hann lærdi, og læran kom frá Gudi. Jesus segði: „Faðirin, sum sendi Meg, hevur givið Mær boð um tað, sum Eg skal siga, og tað, sum Eg skal tala.“ (Jóhannes 12:49) Og í eini bøn til himmalska faðir sín, Jehova Gud, segði Jesus: „Orð Títt er sannleiki.“ Hann siteraði ofta úr Guds orði fyri at vísa, at tað, sum hann lærdi, var satt. (Jóhannes 17:17; Matteus 4:4, 7, 10) Sonn kristin verða altso verandi í hansara orði, tá ið tey trúgva, at Bíblian er Guds orð, og gera sítt besta fyri at fylgja henni í sínum lívi.

Tey fyrstu kristnu høvdu virðing fyri Guds orði. Paulus hevði líka stóra virðing fyri Guds orði sum Jesus. Hann skrivaði: „Øll skriftin er innblást av Gudi og er nyttulig.“ (2. Timoteusarbræv 3:16) Og teir, sum undirvístu í kristnu samkomuni tá í tíðini, skuldu halda fast við Guds „trúverda orð“. (Titusarbrævið 1:7, 9) Paulus segði soleiðis við tey fyrstu kristnu: „Ansið eftir, at tit ikki verða fangað av heimsspekiligum heilaspuna, sum jú ikki er grundaður á Krist, men kemur frá menniskjaligum siðvenjum og átrúnaðarligum reglum.“ – Kolossebrævið 2:8, Nýggi Sáttmálin.

Hvør fylgir Bíbliuni í dag? Sambært Catechism of the Catholic Church grundar katólska kirkjan ikki bara sína læru á Bíbliuna. Hon leggur líka stóran dent á siðvenju. Ein kvinnuligur prestur í Kanada segði í einum tíðarriti, at hon ikki helt, vit skuldu grunda okkara læru á Bíbliuna og tað, sum Jesus lærdi fyri næstan 2.000 árum síðani.

Sambært New Catholic Encyclopedia grunda Jehova vitni alla sína læru á Bíbliuna, og tey fylgja tí, sum hon sigur. Einaferð tá ið ein kona, sum var Jehova vitni, kom til dyrnar hjá einum manni í Kanada, breyt hann hana av og segði: „Eg veit hvør tú ert, tí tú hevur Bíbliuna í hondini.“