Bíblian broytir lív
HVUSSU fann ein ung kvinna, sum als ikki var áhugað í átrúnaði og hevði eina lovandi karrieru framman fyri sær, meiningina við lívinum? Hvat fekk ein ungur katólskur maður at vita um deyðan, sum broytti hansara lív? Og hvat lærdi ein vónsvikin ungur maður um Gud, sum gav honum hug at blíva Jehova vitni? Her kanst tú lesa, hvat tey sjálvi siga.
„Í nógv ár hugsaði eg: Hví eru vit her?“ – ROSALIND JOHN
FØDD: 1963
HEIMLAND: BRETLAND
FORTÍÐ: HEVÐI EINA GÓÐA KARRIERU
BAKGRUND
Eg eri fødd í Croydon í sunnara parti av London sum nummar seks av níggju børnum. Foreldrini hjá mær komu upprunaliga frá karibisku oynni St. Vinsent. Mamma gekk í eina metodistkirkju. Sjálvt um eg elskaði at lesa og læra nýtt, hevði eg ongan áhuga í átrúnaði. Hvørja skúlaferiu sat eg fyri tað mesta niðri við eitt vatn og las eina rúgvu av bókum, sum eg hevði lænt á bókasavninum.
Nøkur ár aftan á, at eg var farin úr skúlanum, gjørdi eg av at hjálpa fólki í neyð. Eg fór at arbeiða við heimleysum og fólkum, sum høvdu fysiskar avbjóðingar og lærutrupulleikar. Seinni fór eg at lesa á fróðskaparsetrinum um fyrisiting innan heilsurøkt. Aftan á tað gekk tað bara framá við karrieruni, og eg kundi knappliga keypa nógv dýr ting. Av tí at eg arbeiddi sum fríyrkisráðgevi, hevði eg bara brúk fyri einari farteldu og atgongd til internetið. Tí kundi eg javnan fara uttanlands og vera burtur í fleiri vikur á rað. Eg búði á mínum yndishotelli, sum lá eitt øgiliga vakurt stað. Á hotellinum var eitt lekkurt vælveruøki og góð venjingarhøli. Eg livdi lívið, kann mann siga. Men eg gloymdi ongantíð tey mest útsettu í samfelagnum.
BÍBLIAN BROYTTI MÍTT LÍV
Í nógv ár hugsaði eg: Hví eru vit her, og hvat er meiningin við lívinum? Men eg royndi ongantíð at finna svarini í Bíbliuni. Ein dagin í 1999 kom lítlasystirin hjá mær, sum var blivin Jehova vitni, at vitja meg saman við einari vinkonu, sum eisini var Jehova vitni. Henda vinkonan hjá systur míni var so blíð við meg, og áðrenn eg visti av, hevði eg sagt ja til at kanna Bíbliuna saman við henni. Men av tí at arbeiðið hjá mær fylti so nógv, gekk tað øgiliga seint hjá mær at gera andalig framstig.
Summarið 2002 flutti eg til útsynningspartin av Onglandi. Har helt eg fram at lesa á fróðskaparsetrinum fyri at fáa eina uppaftur hægri útbúgving. Eg fór at ganga meira fast á møti í ríkissalinum saman við lítla soninum hjá mær. Sjálvt um mær dámdi væl at lesa á setrinum, var tað bíbliulesturin, sum hjálpti mær at skilja, hví tað eru so nógvir trupulleikar í heiminum, og hvat loysnin er. Tað gekk upp fyri mær, at orðini í Matteus 6:24 virkuliga passa. Har stendur, at mann ikki kann tæna tveimum harrum, antin tænir mann Gudi ella ríkidømi. Eg visti, at eg mátti taka eina avgerð um, hvat skuldi hava størstan týdning í mínum lívi.
Árið frammanundan hevði eg ofta verið við á møtum, sum Jehova vitni høvdu í privatum heimum, har tey kannaðu bókina Findes der en Skaber som interesserer sig for os? a Eg bleiv sannførd um, at tað bara er okkara skapari, Jehova, sum kann loysa allar heimsins trupulleikar. Men á fróðskaparsetrinum lærdu vit, at meiningin við lívinum slett einki hevur við trúnna á ein skapara at gera. Tað dámdi mær ikki at hoyra. Aftan á tveir mánaðir gavst eg á fróðskaparsetrinum og setti mær fyri at gera meira við tað andaliga.
Eitt stað í Bíbliuni, sum fekk meg at broyta lívsstíl, var Orðtøkini 3:5, 6. Har stendur: „Lít á HARRAN av øllum hjarta tínum, men lít ikki á vit títt! Kenn Hann á øllum leiðum tínum! So skal Hann gera gøtur tínar rættar.“ Tað, sum eg havi lært um Jehova, hevur givið mær nógv størri gleði enn pengar og ein góð karriera. Meira eg lærdi um Guds ætlan við jørðini og um, hví Jesus ofraði sítt lív fyri okkum, meira fekk eg hug at víga mítt lív til Gud. Eg bleiv doypt í apríl 2003. Síðani tá havi eg gjørt fleiri broytingar fyri at kunna brúka meira tíð í tænastuni fyri Jehova.
HVUSSU HEVUR TAÐ GAGNAÐ MÆR?
Mítt vinalag við Jehova hevur alt at siga. Tað hevur givið mær frið í sinnið og stóra gleði. Og eg eri so glað fyri at hava góðar vinir, sum eisini elska Jehova.
Eg elski enn at læra, og mær dámar so væl alt tað, sum Bíblian og møtini læra meg. Mær dámar eisini væl at fortelja øðrum um mína trúgv. Og tað er blivið tað, sum hevur fingið størstan týdning í mínum lívi, tí tað ger, at eg veruliga kann hjálpa fólki, so tey bæði kunnu fáa eitt gott lív nú og vón um eitt fantastiskt lív í framtíðini. Í juni 2008 bleiv eg pionerur, og eg havi ongantíð verið so glað og nøgd sum nú. Eg havi funnið meiningina við lívinum, og tað eri eg Jehova æviga takksom fyri.
Eg fekk eitt sjokk, tá ið vinmaðurin doyði – ROMAN IRNESBERGER
FØDDUR: 1973
HEIMLAND: EYSTURRÍKI
FORTÍÐ: SPÆLDI UM PENGAR
BAKGRUND
Eg vaks upp í Braunau, sum er ein lítil býur í Eysturríki. Fólk vóru væl fyri fíggjarliga, og har var næstan eingin kriminalitetur. Foreldrini hjá mær vóru katolikkar, so tey upplærdu meg í tí trúnni.
Nakað, sum hendi, tá ið eg var 11 ára gamal, ávirkaði meg øgiliga nógv. Tað var í 1984. Eg og ein góður vinmaður høvdu verið úti og sparkað, men seinni sama dag doyði hann í einari ferðsluvanlukku. Eg fekk eitt sjokk. Í nógv ár aftan á vanlukkuna spekuleraði eg upp á, hvat hendir, tá ið mann doyr.
Tá ið eg var liðugur við skúlan, fór eg at arbeiða sum elektrikari. Eg bleiv bundin av at spæla um pengar og satsaði stórar upphæddir, men ótrúligt nokk gav tað mær ikki fíggjarligar trupulleikar. Eg gekk høgt upp í ítrótt, og mær dámdi væl heavy metal og punktónleik. Eg elskaði at dansa og ballast. Moralur var ikki nakað, eg gekk upp í. Tað einasta, eg hugsaði um, var at hava tað stuttligt, men innast inni føldist alt bara tómt.
BÍBLIAN BROYTTI MÍTT LÍV
Í 1995 bankaði eitt Jehova vitni upp á hurðina hjá mær, tað var ein eldri maður. Hann bjóðaði mær eina bók, sum svaraði upp á spurningin: Hvat hendir, tá ið mann doyr? Eg hugsaði enn nógv um vinmannin, sum doyði upp á ein so syrgiligan máta, so eg tók ímóti bókini. Eg las ikki bara kapittulin um deyðan, men alla bókina.
Tað, sum eg las, svaraði upp á mínar spurningar um deyðan. Men eg lærdi nógv meira enn tað. Av tí at eg var uppvaksin sum katolikkur, handlaði mín trúgv meira um Jesus enn um Gud. Men tað at kanna Bíbliuna nærri gav mær eitt tætt samband við faðirin hjá Jesusi, Jehova Gud. Eg bleiv so glaður, tá ið eg skilti, at Jehova er góður við okkum, og at hann vil, at vit skulu læra hann at kenna. (Matteus 7:7-11) Eg fann út av, at Jehova hevur kenslur, og at hann altíð heldur tað, sum hann lovar. Tað fekk meg at kanna profetiirnar í Bíbliuni nærri. Eg royndi at finna út av, nær tær blivu uppfyltar. Og tað styrkti mína trúgv.
Tað gekk skjótt upp fyri mær, at tað bara vóru Jehova vitni, sum virkuliga gjarna vildu hjálpa fólki at skilja Bíbliuna. Eg samanbar tey bíbliuørindini, sum stóðu í lesnaðinum hjá Jehova vitnum, við tað, sum stóð í mínari katólsku bíbliu. So hvørt sum eg kannaði tingini nærri, skilti eg, at eg hevði funnið sannleikan.
Við at kanna Bíbliuna fann eg út av, at Jehova væntaði, at eg skuldi fylgja hansara normum. Tað, sum stendur í Efesusbrævinum 4:22-24, vísti mær, at eg mátti lata meg úr mínum „gamla menniskja“, sum var ávirkað av mínum fyrrverandi atburði, og lata meg í „hitt nýggja menniskja, sum er skapt eftir Gudi“. Tí helt eg uppat at liva ómoralskt. Eg visti eisini, at eg mátti halda uppat at spæla um pengar, tí tað ger fólk gromm og materialistisk. (1. Korintbræv 6:9, 10) Fyri at tað skuldi lukkast, var tað neyðugt at kvetta sambandið við mínar gomlu vinir og finna nýggjar vinir, sum høvdu somu normar sum eg.
Tað var ikki lætt at gera hesar broytingarnar. Men tá ið eg byrjaði at ganga á møti hjá Jehova vitnum, fekk eg nýggjar vinir har. Eg helt eisini fram at kanna Bíbliuna. Og tað fekk meg at broyta klædnastíl, at lurta eftir øðrum tónleiki og at seta mær onnur mál í lívinum. Eg bleiv doyptur sum eitt Jehova vitni í 1995.
HVUSSU HEVUR TAÐ GAGNAÐ MÆR?
Pengar hava ikki so stóran týdning fyri meg longur. Fyrr var eg rættiliga illsintur, men nú eri eg meira róligur. Eg stúri heldur ikki so nógv fyri framtíðini.
Eg eri so takksamur fyri at vera ein partur av eini heimsumfatandi samskipan, har øll tæna Jehova. Nøkur av teimum hava ymiskt at stríðast við, men tey eru allíkavæl trúføst ímóti Gudi. Eg eri so glaður fyri, at eg ikki longur brúki alla mína tíð og orku upp á meg sjálvan, men upp á at tæna Jehova og hjálpa øðrum menniskjum.
„Endiliga gevur lívið meining!“ – IAN KING
FØDDUR: 1963
HEIMLAND: ONGLAND
FORTÍÐ: MEININGSLEYST LÍV
BAKGRUND
Eg eri føddur í Onglandi, men tá ið eg var umleið sjey ára gamal, fluttu vit til Avstralia. Vit búsettust við Gullstrondina, sum er eitt ferðafólkamál í Queensland. Vit vóru ikki rík, men vit høvdu tað, sum vit høvdu brúk fyri.
Sjálvt um eg vaks upp undir góðum korum, var eg ongantíð ordiliga glaður. Eg føldi ikki, at lívið gav nakra meining. Pápi drakk illa og var ikki serliga fittur við mammu. Tað var nokk orsøkin til, at eg ikki føldi meg serliga knýttan at honum. Nógv seinni fann eg út av, hvat hann hevði upplivað sum hermaður í Malaisia, og tá gekk tað spakuliga upp fyri mær, hví hann uppførdi seg, sum hann gjørdi.
Eg fór at drekka illa, meðan eg gekk í framhaldsdeildini. Tá ið eg var 16, fór eg úr skúlanum og beint í herin. Eg fór at roykja og taka rúsevnir. Eg bleiv eisini meira og meira bundin av alkoholi. Nú drakk eg ikki bara illa í vikuskiftunum, men hvønn dag.
Tá ið eg var umleið 20, fór eg at ivast í, um nakar Gud var til. Eg hugsaði sum so: Viss Gud er til, hví loyvir hann so, at fólk hava tað so ringt og doyggja? Eg skrivaði enntá yrkingar, sum góvu Gudi skyldina fyri alt tað ónda, sum hendir í heiminum.
Eg fór úr herinum, tá ið eg var 23. Aftan á tað arbeiddi eg ymsastaðni og var millum annað uttanlands í eitt ár, men tað hjálpti einki upp á mínar tankar. Eg hevði ongar ætlanir og eingi mál í lívinum. Tankin um at keypa hús, finna eitt gott arbeiði ella gera karrieru, segði mær einki. Tað einasta, sum gav mær nakað, var at drekka og lurta eftir tónleiki.
Eg minnist akkurát, nær eg av álvara fekk hug at leita eftir meiningini við lívinum. Tað var í Póllandi, tá ið eg vitjaði fangaleguna í Auschwitz. Eg hevði lisið um alt tað ræðuliga, sum var farið fram har, men tá ið eg sá við egnum eygum, hvussu risastór legan var, bleiv eg øgiliga illa við. Eg fataði ikki, hvussu menniskju kundu vera so óndskapsfull ímóti hvørjum øðrum. Við tárum í eygunum gekk eg runt inni í leguni og hugsaði: Hví?
BÍBLIAN BROYTTI MÍTT LÍV
Í 1993, tá ið eg var komin aftur til Avstralia, fór eg at leita eftir svari í Bíbliuni. Stutt aftaná bankaðu tvey Jehova vitni, tvær konur, uppá hjá mær og bjóðaðu mær á eina stevnu, sum skuldi vera á einum stadion í nærheitini. Eg gjørdi av at fara.
Eg hevði verið á sama stadion nakrar fáar mánaðir frammanundan til eitt ítróttatiltak, men henda stevnan var nakað heilt annað. Vitnini vóru blíð, pent ílatin, og børnini hjá teimum vóru væluppdrigin. Og tá ið døgurðasteðgurin kom, bleiv eg fullkomiliga tikin á bóli. Fleiri hundrað fólk settu seg á vøllin at eta, men tá ið tey reistu seg fyri at fara aftur til áskoðaraplássini, var ikki eitt petti av ruski at síggja nakrastaðni. Men fremst av øllum virkaðu hesi fólkini glað og nøgd, og tað var akkurát tí, mær longdist eftir. Eg minnist ikki nakran av fyrilestrunum, sum blivu hildnir tann dagin, men eg gloymi ongantíð, hvussu fólkini vóru.
Tað kvøldið hugsaði eg um eitt systkinabarn hjá mær, sum hevði lisið Bíbliuna og kannað ymiskar átrúnaðir. Fyri fleiri árum síðani hevði hann fortalt mær, at Jesus segði, at tað skuldi síggjast, hvør hevði tann sanna átrúnaðin, við at hyggja eftir atburðinum. (Matteus 7:15-20) Tí hugsaði eg, at eg mátti royna at finna út av, hví Jehova vitni vóru so øðrvísi. Fyri fyrstu ferð í mínum lívi, føldi eg, at eg kundi fáa eitt gott lív.
Vikuna eftir komu tær báðar konurnar, sum høvdu bjóðað mær á stevnuna, at vitja meg aftur. Tær spurdu, um eg hevði hug at kannað Bíbliuna saman við teimum, og tað hevði eg. Eg fór eisini at ganga á møti saman við teimum.
Meðan eg kannaði Bíbliuna, fekk eg eina heilt aðra mynd av Gudi. Eg fann út av, at hann ikki er orsøkin til óndskap og órættvísi, men at hann faktiskt verður keddur, tá ið menniskju gera tað, sum er ónt. (1. Mósebók 6:6; Sálmur 78:40, 41) Eg setti mær fyri, at eg skuldi gera mítt besta fyri ikki at særa Gud. (Orðtøkini 27:11) Eg helt uppat at drekka for nógv, legði av at roykja og fór at fylgja moralnormunum í Bíbliuni. Í mars 1994 bleiv eg doyptur sum eitt Jehova vitni.
HVUSSU HEVUR TAÐ GAGNAÐ MÆR?
Eg eri glaður og nøgdur. Nú loysi eg ikki mínar trupulleikar við alkoholi, men havi lært at kasta mínar byrður á Jehova. – Sálmur 55:23.
Fyri tíggju árum síðani bleiv eg giftur við Karen, einari fantastiskari kvinnu, sum eisini er Jehova vitni og hevur eina sera fitta dóttur, sum eitur Nella. Okkum øllum trimum dámar væl at fortelja øðrum um okkara trúgv og at hjálpa teimum at læra Gud at kenna. So tað brúka vit nógva tíð upp á. Endiliga gevur lívið meining!
a Jehova vitni hava givið út.