Far beinleiðis til innihaldið

BÍBLIAN BROYTIR LÍV

„Tey vildu hava, at eg sjálvur skuldi kanna tað“

„Tey vildu hava, at eg sjálvur skuldi kanna tað“
  • FØDDUR: 1982

  • HEIMLAND: DOMINIKALÝÐVELDIÐ

  • FORTÍÐ: VAKS UPP SUM MORMONUR

BAKGRUND

Eg eri føddur í Santo Domingo í Dominikalýðveldinum sum tann yngsti av fýra børnum. Foreldrini hjá mær høvdu góða útbúgving, og tey vildu, at vit skuldu vaksa upp í einum góðum sosialum umhvørvi. Fýra ár áðrenn, at eg varð føddur, høvdu tey møtt nøkrum trúboðarum hjá mormonunum. Tað hugtók tey, at hesir ungu menninir vóru fólkaligir, nossligir og pent ílatnir, og tí valdu tey stutt eftir at blíva mormonar.

Mær dámdi væl tey ymisku tiltøkini, sum mormonkirkjan skipaði fyri, og eisini, at mann legði so stóran dent á at hava eitt gott familjulív og góðan moral. Eg var stoltur av at vera mormonur og setti mær fyri at blíva trúboðari.

Tá ið eg var 18 ár, fluttu vit til USA, so eg kundi fáa eina hægri útbúgving. Árið eftir komu mostir mín og maður hennara, sum eru Jehova vitni, at vitja okkum í Florida. Tey bjóðaðu okkum við á eina bíbilska stevnu. Á stevnuni imponeraði tað meg, at øll blaðaðu upp í Bíbliuna og skrivaðu notat. So eg bað um pappír og blýant og fór at gera sum tey.

Eftir stevnuna spurdu mostir mín og maðurin, um tey ikki skuldu læra meg meira um Bíbliuna, tá ið eg nú ætlaði mær at blíva trúboðari. Eg helt, at tað var eitt gott hugskot, tí eg visti nógv meira um Mormons bók enn um Bíbliuna.

BÍBLIAN BROYTTI MÍTT LÍV

Mostir mín og maðurin plagdu at ringja, so vit kundu tosa um Bíbliuna. Tey bóðu meg altíð samanbera tað, sum eg trúði, við tað, sum stóð í Bíbliuni. Tey vildu hava, at eg sjálvur skuldi kanna tað, sum eg lærdi, fyri at vita um tað var rætt.

Eg hevði góðtikið nógv av tí, sum mormonkirkjan lærdi, uttan at vita, um tað samsvaraði við tað, sum stendur í Bíbliuni. Mostir mín sendi mær eitt eintak av blaðnum Vaknið! frá 8. november 1995, sum Jehova vitni hava givið út. Har vóru nakrar greinar um mormontrúnna, ið nevndu fleiri lærur, sum eg ongantíð hevði hoyrt um. Tað undraði meg, og tí fór eg at kanna almennu heimasíðuna hjá mormonunum fyri at vita, um tað, sum stóð í Vaknið! passaði. Tað gjørdi tað, og tað fekk eg eisini staðfest, tá ið eg vitjaði tey søvnini, sum mormonkirkjan hevur í Utah.

Eg hevði altíð trúð, at tað, sum stóð í Mormons bók, samsvaraði við tað, sum stóð í Bíbliuni. Men tá ið eg fór at lesa Bíbliuna gjølla, sá eg fleiri dømi um, at tað, sum mormonarnir læra, ikki altíð passar við tað, sum stendur í Bíbliuni. Til dømis sigur Bíblian í Ezekiel 18:4, Dahl/Viderø: „Tann sál, ið syndar, hon skal doyggja.“ Men Mormons bók sigur í Alma 42:9: „Sálin kann aldrin doyggja.“

Eitt annað, sum órógvaði meg, var, at fleiri lærur vóru merktar av tjóðskaparkenslu. Til dømis læra mormonarnir, at urtagarðurin Eden lá í Jackson County í Missouri í USA. Og teir leiðandi í kirkjuni læra fólk, at sjálvt um Gud einaferð skal ráða yvir allari jørðini, so verður tað gjøgnum stjórnina í USA.

Eg hugsaði nógv um, hvat skuldi henda við hinum londunum, til dømis heimlandinum hjá mær. Hetta nevndi eg einaferð, tá ið eg tosaði við ein ungan mormon, sum var undir upplæring til trúboðara. Eg spurdi, um hann kundi funnið upp á at dripið aðrar mormonar, um landið fór í kríggj. Eg trúði ikki mínum egnu oyrum, tá ið hann svaraði ja! Nú fór eg at kanna mormontrúnna nærri, og eg bað teir leiðandi í mormonkirkjuni hjálpa mær. Teir søgdu, at tað ikki bar til at svara mínum spurningum nú, tí talan var um loyndarmál, sum fóru at verða opinberað seinni.

Eg var skuffaður av svarinum og fór at hugsa um, hví eg vildi verða trúboðari. Tað gekk upp fyri mær, at eg fyri tað fyrsta gjarna vildi hjálpa øðrum og fyri tað næsta gjarna vildi hava ta serligu virðingina, sum fylgdi við. Men í veruleikanum visti eg ikki so nógv um Gud. Sjálvt um eg ofta hevði lisið í Bíbliuni, hevði eg ongantíð hugsað nakað serligt um týdningin. Og eg visti ikki, hvat Gud ætlaði við jørðini og menniskjunum.

HVUSSU HEVUR TAÐ GAGNAÐ MÆR?

Meðan eg kannaði Bíbliuna saman við Jehova vitnum, lærdi eg millum annað, hvussu Gud eitur, hvat hendir, tá ið mann doyr, og hvussu Jesus fer at syrgja fyri, at alt, sum Gud hevur lovað, verður veruleiki. Nú var eg endiliga komin at kenna hesa fantastisku bókina, og eg elskaði at fortelja øðrum um tað, sum eg hevði lært. Eg havi ongantíð verið í iva um, at Gud er til, men nú bleiv hann mín besti vinur. Eg kundi biðja til hann og tosa við hann um alt. Eg bleiv doyptur sum eitt Jehova vitni 12. juli 2004, og seks mánaðir seinni fór eg at brúka meginpartin av míni tíð upp á at fortelja øðrum um tey góðu tíðindini.

Í fimm ár arbeiddi eg á høvuðsskrivstovuni hjá Jehova vitnum í Brooklyn í New York. Mær dámdi øgiliga væl at vera við til at framleiða bíbliur og bíbilskan lesnað, sum milliónir um allan heimin hava gleði av. Og eg elski framvegis at læra onnur um Gud.