Far beinleiðis til innihaldið

BÍBLIAN BROYTIR LÍV

„Eg føli ikki longur, at eg skal broyta heimin“

„Eg føli ikki longur, at eg skal broyta heimin“
  • FØDDUR: 1966

  • HEIMLAND: FINNLAND

  • FORTÍÐ: UMHVØRVISAKTIVISTUR

BAKGRUND:

Eg havi altíð elskað náttúruna. Tá ið eg var barn, fór okkara familja ofta túrar í skógin, og vit gingu fram við flottu vøtnunum, sum eru rundan um okkara heimbý Jyväskylä mitt í Finnlandi. Og eg havi eisini altíð elskað djór. Tá ið eg var barn, hevði eg hug at kela hvørjari kettu og hvørjum hundi, eg sá. Men tá ið eg bleiv eldri, harmaðist eg um at síggja, hvussu illa fólk ofta fóru við djórum. Eg fór upp í ein djóraverndarfelagsskap, og har møtti eg fólkum, sum høvdu somu áskoðan sum eg.

Vit stríddust fyri rættindunum hjá djórum. Vit býttu upplýsandi tilfar út og skipaðu fyri mótmælisgongum ímóti handlum, sum seldu pelsar, og ímóti royndarstovum, har mann gjørdi royndir við djórum. Vit stovnaðu enntá ein nýggjan djóraverndarfelagsskap. Av tí at vit fóru so ógvisliga fram, komu vit ofta í klørnar á myndugleikunum. Eg bleiv handtikin og ákærdur fleiri ferðir.

Umframt at eg hugsaði nógv um djórini, hugsaði eg eisini um teir trupulleikarnar, sum vóru í heiminum. Við tíðini fór eg upp í fleiri felagsskapir millum annað Amnesty International og Greenpeace. Eg brúkti alla mína orku upp á at stuðla teimum. Eg stríddist fyri rættindunum hjá teimum, sum vóru fátæk, teimum, sum svøltaðu, og øðrum, sum vóru illa stødd.

Men so við og við ásannaði eg, at eg kundi ikki broyta heimin. Sjálvt um hesir felagsskapirnir kláraðu at loysa nakrar av teimum smáu trupulleikunum, so sá tað út til, at teir stóru trupulleikarnir bara blivu størri og størri. Tað var sum um, at óndar kreftir ávirkaðu allan heimin, og at eingin legði í nakað ella nakran longur. Eg føldi meg maktarleysan.

BÍBLIAN BROYTTI MÍTT LÍV:

Av tí at eg føldi meg so hjálparleysan, fór eg at hugsa um Gud og um Bíbliuna. Eg hevði einaferð kannað Bíbliuna saman við Jehova vitnum. Sjálvt um eg helt, at tey vóru fitt og góð við meg, so var eg bara ikki klárur at broyta mítt lív. Men nú var tað øðrvísi.

Eg fann Bíbliuna hjá mær fram og fór at lesa í henni. Tað var so gott fyri meg. Eg las fleiristaðni í Bíbliuni, at vit skulu vera góð við djórini. Til dømis stendur í Orðtøkunum 12:10, at „góð menniskju taka sær væl av djórunum“. (Good News Translation) Eg fann eisini út av, at Gud ikki er orsøkin til trupulleikarnar í heiminum. Men av tí at fólk ikki fylgja hansara leiðbeining, so verða trupulleikarnir størri og størri. Eg bleiv so glaður, tá ið eg fann út av, hvussu góður og tolin Jehova er. – Sálmur 103:8-14.

Um hesa tíðina fann eg ein lepa, har eg kundi bíleggja bókina Hvat lærir Bíblian veruliga? og eg sendi hann inn. Stutt aftaná komu eini hjún, sum vóru Jehova vitni, at vitja meg, og tey bjóðaðu mær ein bíbliulestur, og eg tók av. Eg fór eisini at ganga á møti hjá Jehova vitnum. Mær dámdi so væl tað, sum eg lærdi í Bíbliuni. Og eg tók tað til mín.

Bíblian hjálpti mær at gera nógvar broytingar. Eg gavst at roykja og helt uppat at drekka for nógv. Eg broytti mína útsjónd, so eg sá meira nossligur út. Eg tosaði heldur ikki ljótt longur. Og eg fekk eina aðra áskoðan á myndugleikarnar. (Rómbrævið 13:1) Eg helt eisini uppat at liva seksuelt ómoralskt, nakað sum annars hevði verið heilt vanligt hjá mær.

Tað ringasta var nokk at broyta mína áskoðan á teir felagsskapirnar, sum eg var ein partur av, so tað hendi ikki eftir einum degi. Í fyrstani føldi eg, at eg sveik hesar felagsskapirnar, um eg tók meg úr teimum. Við tíðini skilti eg, at tað bara er Guds ríki, sum kann loysa heimsins trupulleikar. Eg setti mær fyri at brúka alla mína orku upp á at stuðla Guds ríki og at læra onnur um tað. – Matteus 6:33.

HVUSSU HEVUR TAÐ GAGNAÐ MÆR?

Sum aktivistur plagdi eg at býta fólk upp í tveir bólkar – antin vóru tey góð ella ónd – og eg helt tað var í lagi at gera seg inn á tey, sum vóru ónd. Men tíbetur hevur Bíblian hjálpt mær, so eg ikki hati onnur longur. Nú royni eg heldur at vera góður við øll. (Matteus 5:44) Tað geri eg millum annað við at boða tey góðu tíðindini um Guds ríki. Tað er so gott at síggja, hvussu hetta vælgerandi arbeiðið fremur frið og lukku og gevur fólki eina góða vón.

Eg havi fingið frið í sinnið við at leggja alt í Guds hendur. Eg eri sannførdur um, at Jehova, sum hevur skapt alt, ikki fer at loyva, at nakar fer illa við djórum ella menniskjum í allar ævir. Hann fer heldur ikki at loyva, at okkara vakra jørð verður oyðiløgd. Tvørturímóti fer hann við sínum ríki skjótt at gera alt gott aftur. (Esaias 11:1-9) Eg eri so glaður fyri at hava lært alt hetta. Men eg eri eisini øgiliga glaður fyri at læra onnur um hesar sannleikarnar. Eg føli ikki longur, at eg skal broyta heimin.